leygardagur 30. desember 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2000
9
8
Nr. 251 - 30. desember 2000
Nýggjársaftan er
sigarkvøld hjá heilt
nógvum – einasta
sigarkvøld á árinum
hjá nokkso nógvum.
Men hvat er ein góð
sigar og hvussu skal
hon roykjast? Vit
hava keypt eina sigar
í einasta rættiliga
sigarhandlinum í
Føroyum, handlinum
hjá Thorstein Arge á
Kongrabrúnni í Havn
NÝGGJÁRSROYKUR
Rúnar Reistrup
– Ja, hvat kann man hjálpa
hesum báðum flottu damu-
num við?
Spyr djúpmælti maðurin
handan diskin, og tær báðar
eldru kvinnurnar fremst í
køini seta orðini í hálsin
tvær ferðir, áðrenn onnur
spyr eftir einum av teimum
dýraru tendrarunum, sum
liggja í handilsdiskinum.
Hann er blíður og tíður,
Thorstein Arge, og til tíðir
eitt sindur speiskur sum
hann stendur har aftan fyri
diskin í gamla handlinum
hjá Oscar Arge. Handilin
keypti hann í 1988 frá
pápabeiggjanum,
sum
stovnaði hann á ólavsøku í
1938.
Síðan tá hava hvørki
handilsnavnið, staðið ella
útsjóndin broytt seg.
– Eg skal hava eina sigar,
sigi eg, sum eri næstur, og
seinastur, í køini.
Nú eru vit á heimavøllin-
um hjá handilsmanninum.
Á vegginum aftan fyri
diskin standa stórir sigar-
kassar á ovaru hillunum. Á
miðaru hillunum smærri
sigarpakkar, seruttir og sig-
arillir, og á niðastu hillu-
num sigarettir.
Men
Thorstein
Arge
kemur út um diskin, og
opnar hurðina til eitt træ-
skáp, sum í veruleikanum
er ein heimagjørd humidor,
tí tað er her hjartabørnini
liggja.
Kubanar eru ov dýrir
– Eg havi tíverri ongar
kubanskar, tí tað vísir seg at
tær eru eitt vet ov dýrar til
kundagrundarlagið her í
Føroyum. Eg sleppi ikki av
við tær. Men tær domini-
kansku standa nú ikki nógv
aftanfyri, og tær havi eg,
sigur handilsmaðurin.
Hóast tímalønirnar hjá
kubansku sigarrullarunum
neyvan teljast millum tær
hægstu, so eru kubansku
sigarirnar nógv tær dýrastu.
At tær eisini eru tær bestu
ger, at tær hava sama pláss
millum sigarnjótarar, sum
Bordeux vínini hava mill-
um vínkennarar.
Men Kuba hevur ikki
einkarætt upp á vælsmakk-
andi royk. Tann Domini-
kanska Republikkin hevur
verið sigarframleiðari alla
farnu øld, og sigarirnar
haðani hava sera gott orð á
sær.
Eftir kubansku kollvelt-
ingina rýmdi ein stórur
partur av sigarframleiðaru-
num á Kuba til grannalond-
ini – teir flestu til Domini-
kansku Republikkina – og
hetta sást sjótt aftur á domi-
nikansku sigarunum.
So tað er ikki av tilvid at
fremstu hjartabørnini í
humidorini hjá handils-
manninum á Kongrabrúnni
koma frá Dominikansku
Republikkini. La Corona
eita sigarnirnar, og kosta
hálvfjers krónur stykki.
– Hesar selji eg nógvar
av. Og tá eg lati handilin
aftur í morgin klokkan tvey
fyri seinastu ferð hetta árið,
verður tað ein kassi av hes-
um eg taki heim við til
nýggjárshaldið, sigur Thor-
stein.
Kassin kostar 1450 krón-
ur.
Sigarir eru blivanar
populerar
Hendan tíðin beint áðrenn
gamlaárskvøld er besta
sølutíðin fyri sigarir. Men
sølan er nú slett ikki so
vánalig restina av árinum
heldur.
– Sigarsølan kring allan
heim minkaði støðugt í
nógv harrans ár, til vend
byrjaði at koma í einaferð
fyrst í hálvfemsunum. Tá
byrjaði sølan at batna í
USA, og hendan gongdin
hevur breitt seg til Europa
og síðstu árini eisini her
upp til Føroya. Tað er blivið
populert at roykja sigar
aftur, og tað merkist væl,
sigur Thorstein Arge.
Hansara viðskiftafólk eru
úr øllum aldursbólkum, og
eisini nógvir yngri før-
oyingar hava fingið smakk
fyri ti, sum sigarin hevur at
bjóða.
Hvussu skal ein sigar
roykjast?
– Tað fyrsta ein má gera
er at fáa hol í endan. Har
hevur man sigarsaksar og
sigarguillotinir at taka til,
men eg plagi at gera soleið-
is, sigur Thorstein Arge og
festir í ein svávulpinn, letur
hann brenna eitt sindur, og
skavar síðan øskuna av
honum. Síðan stingur hann
varliga eitt hol í endan á
sigarini við tí nú spíska
endanum á svávulpinni-
num.
– Hatta við at bíta endan
av sigarini er nakað sum
cowboyar gera. Ikki nakað
man sjálvur skal gera, tí tað
oyðileggur oftast dekkblað-
ið og so er sigarin klár at
blaka vekk. Eitt lítið hol
gevur ivaleysa góðan trekk
ígjøgnum sigarina, sigur
Thorstein og tendrar sigar-
ina við einum svávulpinni.
– Fyrr segði man altíð, at
ein sigar ikki mátti tendrast
við tendrara. Men gass-
tendrararnir hava so reina
flammu, at teir kann man
eisini gott brúka. Men ein
bensintendrara má man
endiliga ikki brúka.
Hvussu leingi tekur tað
at roykja eina góða sigar?
– Leingi. Tað ræður um
at hava góða tíð og roykja
sigarina soleiðis, at hon
bara akkurát klárar at halda
glóðini. Hetta er ikki hast-
verk, sigur Thorstein og
bjóðar næsta kundanum
vælkomnum.
Sig sigar
– Føroyska veðurlagið passar fínt til sigarir. Tær skulu goymast har luftvætan er um 70% og tí hava tær nógv betur av at vera goymdar í einum føroyskum hjalli
enn í einari heitari stovu, sigur Thorstein Arge, sigarseljari á Kongabrúnni
Mynd: Jens K. Vang
»Hatta við at bíta
endan av sigarini er
nakað sum cowboyar
gera. Ikki nakað man
sjálvur skal gera, tí
tað oyðileggur oftast
dekkblaðið og so er
sigarin klár at blaka
vekk«
NÝGGJÁRSLYFTIR
Lagt til rættis:
Rúnar Reistrup
Ársskiftið er tíðin har bæði
verður litið frameftir og
aftureftir ísenn - eitt ár
hvønn vegin, og verður tí
av nógvum nýtt sum tíðin,
tá stungið verður út í kortið
hvat dentur skal leggjast á í
næstu framtíð.
Útfrá
royndunum
og
upplivingunum frá brátt
farna ári í afturlítandi
klárskygni ber til at seta
sær mál frameftir. Hvat
skal broytast og hvat skal
halda fram sum tað er.
Vit hava bjóðað nøkrum
av almennu persónunum í
landinum at koma við
sínum
nýggjárslyfti
til
Føroya fólk.
Lyftir eru í sær sjálvum
bindandi fyri tann, ið givið
hevur lyftið. Og vóru tað
ikki øll, ið høvdu hug at
gera
nýggjárslyftir,
og
onnur hildu tað era best at
halda
lyftini
fyri
seg
sjálvan
Men nøkur hættaðu sær
kortini at lova, og vit prenta
her
teirra
lyftir
fyri
komandi árið.
Eg lovi at...
Jenis av Rana, tingmaður og formaður Miðfloksins:
Lovar at halda seg nærri Gudi
Besta lyfti, eg kann geva Føroya fólki fyri nýggja árið, er at lova at
halda meg nærri Gudi. Hann er jú ráðgevarin fram um allar, Hann
heldur øllum í sterku hond sínari, Hann hevur alt vald, kemur øllum til
hjálpar, sum kalla á Hann og Hann hevur síðsta og avgerðandi orðið í
øllum viðurskiftum lívsins. Vit hava m.a. hetta lyftið( í brævi Jákups):
haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda seg nær tykkum. Og so
lovar hann eisini, at tann, ið setur álit sítt á Harran, verður ikki til
skammar!
So betri lyfti enn at halda seg nær Honum kann ikki gevast.. Og tað
verður eisini ráð mítt til hvønn eistakan føroying viðvíkjandi nýggja
árinum - halt teg nærri Honum, sum elskar teg, sum virðismetir teg,
sum bíðar eftir tær og sum ynskir at stýra dagliga degi tínum.
Torleif Sigurðsson,
formaður fyri Fótbóltsamband Føroya
Lovar at virka fyri
áhugarbeiðinum innan fótbólt
Føroyskur fótbóltur hevur á øllum økjum seinastu 10 árini verið í
stórari menning. Avbjóðingarnar hava verið stórar og spennandi. Vit
hava fingið fleiri yrkisleikarar.
Alt gott um hetta at siga, men latum okkum ikki gloyma, at tað
berandi og tað sum hevur skapt henda møguleika, er tað megnar
arbeiði, ið gjørt verður runt um í okkara feløgum. Tey fíggjarligu
krøvini gerast tyngri og tyngri...
Mín vón skal vera, at vit duga hóvsemi, og at persónlig fíggjarlig
girnd ikki skal skaða okkara best umtóktu ítróttargrein. Men at vit
eisini í framtíðini standa saman sum ein maður. Soleiðis at vit um 10
ár kunnu ásanna, at vit eru komin enn longur á leið.
Hesum vil eg virka fyri.
Jóannes Eidesgaard,
tingmaður og formaður Javnaðarfloksins:
Lovar at vera meira positivur
Hóast Javnaðarflokkurin hevur verið sera virkin í andstøðu, og hóast vit
framvegis eru í andstøðu, so vil tingmanningin leggja seg munandi meira
eftir at marknaðarføra egnan politik, heldur enn bert at taka støðu til
útspælini frá landsstýrinum.
Harumframt fari eg sum floksformaður at leggja meg eftir at fáa
samstarvið við limafeløgini at virka betur, soleiðis at so nógv sum gjørligt
fáa ávirkan á virkna politikkin.
Persónliga vil eg leggja meg eftir at vera meira positivur, tó uttan at
missa kritiska partin burtur.
Edmund Joensen,
tingmaður og formaður Sambandsfloksins:
Lovar at at arbeiða ímóti
loysingarætlanini hjá landsstýrinum
Sosialurin hevur heitt á meg, um at orða eitt nýggjárslyfti, sum er viðkomandi fyri
føroya fólk. Tað vil eg fegin gera.
Sambandsflokkurin fer í 2001, framhaldandi at arbeiða hært fyri at varðveita tey
rættindi, frælsi og fríheit, sum ríkisfelagsskapurin gevur:
- vit skulu framhaldandi hava ríkisborgararættindi í øllum ríkinum
- verandi rættur til hægri útbúgvingar skal ikki takast frá føroyska ungdóminum
- rætturin til sjúkraviðgerð uttanlanda, skal varðveitast
- tey veiku í samfelagnum skulu hava trygg kor
- vælferðarsamfelagið skal mennast og varðveitast
- Føroyar skulu framhaldandi gerast meira sjálvbjargnar
- komandi ættarlið skulu hava fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi
- og vit skulu skapa vinnulívinum kappingarførar karmar, bæði her heima og í
altjóða høpi.
Hesum fara vit at arbeiða fyri í 2001. Tí fer Sambandsflokkurin eisini í komandi ári
at arbeiða ímóti loysingarætlanini hjá landsstýrinum.
Helena Dam á Neystabø
Landstýriskvinna Sjálvstýrisfloksins við almanna- og heilsumálum:
Lovar at savna heldur enn at spjaða
Við ábyrgd fyri bæði almanna- og heilsumálum og fyri helvtini av fíggjarlógini skal mítt nýggjaárslyfti fyrst og fremst vera, at
skapa so nógva gleði, so stórt nøgdsemi og so rættvísar almennar skipanir sum yvirhøvur møguligt.
Á almannaøkinum eru stór framstig hend hesi seinastu árini, og serliga eru tað fólkapensjónistarnir, sum hava fingið ein hart
tiltrongan framburð. Eitt av nýggjaárslyftum mínum skal vera, at í ár 2001 skal Løgtingið taka støðu til, hvussu vit tryggja
føroyskum pensjonistum trygg og góð pensjónsviðurskifti í framtíðini.
Ein sjálvsagdur mannarættur er at hava ein góðan og virðiligan bústað, millum okkum eru tað nøkur, sum orsaka av einum og
hvørjum breki, ikki sjálv eru før fyri at útvega sær ein tílíkan bústað. Í 2001 skal ein ætlan leggjast, sum tryggjar øllum borgarum
við breki rætt til ein virðiligan bústað í framtíðini. 2001 verður eitt avgerðandi ár fyri framtíðarstøðu Føroya. Fólkið skal taka støðu
til eina miðvísa sjálvstýristilgongd, og vit skulu semjast um at taka ábyrgd av egnum landi. Mítt nýggjaárslyfti er at savna heldur
enn at spjaða, at menna samanhald heldur enn sundurlyndi, og at tryggja at ein stórur meiriluti stendur aftanfyri avgerðirnar.
Mít nýggjaárslyfti og ynski skal tí vera, at tryggja, at tann sjálvstýristilgongd, sum fólkið skal taka støðu til í vár, er so haldgóð,
so trygg og so sannførandi, at ein stórur meiriluti av Føroya fólki tekur undir við henni.
Vit áttu í felag at givið hvørjum øðrum ta nýggjárslyfti, at tað skal verða stuttligari, betri og ein størri avbjóðing at vera
føroyingur í framtíðini.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins
Lovar at halda síni lyftir
Nýggjárslyfti fyri meg kann merkja so nógv. Spurningurin er m.a., hvørjum tú gevur eitt
lyfti, hví og hvussu forpliktandi tað skal verða.
Fyri meg hava nýggjárslyftir ongan serligan týdning. Í einum stjórastarvið sum á SL
gevur tað ikki nógva meining bara einaferð um árið at geva lyftir -
tað skulu leypandi gevast stór og smá lyftir og tey skulu so vítt gjørligt haldast. Hinvegin
skulu ikki gevast lyftir, sum ein ikki kann halda.
Ofta hoyra vit, at lyftir verða givin til at koma sær burturúr onkrum trupulleikum ella
viðskiftum, sum kunnu hava skaðilig ella óheppin áðrin áteg sjálvan ella onnur, sum
standa tær nær. Talan er kanska um lyftir ein útsetur og bíðar við til ársenda og sum kanska
bara er ein undanførsla fyriat nakað hendir álíkavæl.
Annars hoyrist ikki nógv um, at broytingar eru hendar við lívinum hjá fólki orsaka av
nýggjárslyftum - so í veruleikanum skal nakað heilt annað til at fyri broyta vanar og annað,
eitt nú hvat er sjálvt endamálið og síðan viljastyrki.
Í mínari verð sum stjóri handlar tað í størri mun um at seta sær mál, gera ársætlanir,
ársfíggjaræltanir og á henda hátt geva lyftir av øllum møguligum slag, sum forplikta uppá
ymsar mátar. Tað verður ov drúgvt at nevna, hvørji lyftir talan kann verða um at geva á
SL, men eg kann siga, at talan er um nógvar spennandi stórar og smærri uppgávur, sum
vit fara at seta okkum fyri at loysa komandi ár, eitt nú at gera eina strategiska
útbúgvingarætlan fyri øll starvsfólkini, skipabyggingar o.a.
Høgni Hoydal, varaløgmaður
Lovar ikki
at lova ov nógv
Í komandi ári kann eg lova, at eg ikki
sum politikari fari at lova gull og
grønar skógir. Ongar patentloysnir og
bíligar útgjaringar. Bert miðvíst
arbeiði, sum kann geva betringar yvir
longri tíðarskeið.