leygardagur 30. desember 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 251 - 30. desember 2000
4. januar
Tað verður kunngjørt, hvør
verður nýggjur venjari hjá
AGF og Óla Johannesen.
Talan er um Ove Christen-
sen, sum ætlandi tekur við
starvinum eftir summar-
steðgin.
Hann
hevur
framman undan verið venj-
ari hjá Viborg, og hevur
annars verið upp á tal sum
danskur U-18 landsliðs-
venjari.
5. januar
Kenneth Wgner er sagdur
úr
stjórastarvinum
hjá
danska oddaliðnum, Her-
følge. Alment verður sagt,
at hann og leiðslan í felagn-
um ikki eru samd um fram-
tíðar politikkin.
6. januar
Herfølge styrkir um hópin
undan oddastríðnum í sup-
erliguni. Nýggjur leikari er
Chris Hermansen, sum
kemur úr AB, hagar hann
varð seldur úr júst Her-
følge.
Besta kvinnuliðið hjá HB
tykist ikki sleppa at kappast
við meistaraliðini úr hinum
Norðanlondunum. Orsøkin
er, at fleiri av hinum liðun-
um hava givið avboð, tí
kapping fyri U-21 landslið
verður hildin í Týsklandi
um sama mundi.
7. januar
HSF ger av, at føroyskt A-
landslið í hondbólti aftur
skal setast á stovn. Fígging-
in fæst m.a. frá veddingar-
pengunum, sum ÍSF fær frá
Dansk Tipstjeneste. Boðað
verður samstundis frá, at
fyrsti dystirnir hjá monnun-
um væntandi verða móti
Grønlandi, meðan kvinnur-
nar ætlandi skulu royna seg
móti Íslandi.
VÍF tjóvstartar endaspæl-
ið hjá monnum, tá teir
vinna sannførandi móti
H71.
11. januar
Hondbóltskappingin er av
álvara farin í gongd aftur.
Mest merkisverdu úrslitini
eru, at Neistin vinnur báðar
grannauppgerðirnar
móti
Kyndli. VÍF og Stjørnan eru á
odda hjá ávíkavist monnum
og kvinnum.
John Heri Dam og Rúni í
Soylu fara til Noregs, har teir
skulu royna seg hjá Jotun í
triðbestu deildini. Venjari hjá
Jotun er Kári Reynheim.
10 ára gamli Oddmar Færø
verður kosin ársins leikari á
einum av økisliðunum í
Aberdeen.
Havnin er framvegis á
odda í liðkappingini í talvi,
men munurin niður til klaks-
víkingar er nú bert hálvt
annað stig.
12. januar
Venjarin hjá bestu kyndils-
kvinnunum, Flmming Ra-
ben, leggur frá sær eftir ó-
sigurin fyri Neistanum.
13. januar
Lassin Isaksen fer í ferðalag
við føroyska landsliðnum til
Spania. Har skal hann døma
dystin millum Finnland og
Ísland.
Torben Piechnik verður
sagdur úr starvi hjá AGF.
Nýggjur maður at taka sær av
leikarahandlum verður Dan
Iversen. Piechnik var mað-
urin, sum stóð aftan fyri
keypið av Óla Johannesen.
Í Grand-Prix kappingini í
borðtennis er Petur Niclassen
fremst í meistaradeildini hjá
monnum. Hjá kvinnunum er
Paula Eikhólm fremst.
14. januar
Fyrru
hálvfinalurnar
í
steypakappingini
hjá
monnum verða leiktar. Í
báðum førum gerst talan
um teprar eitt máls sigrar til
ávíkavist StÍF og Kyndil
móti Neistanum og VÍF, so
enn eru allir møguleikar
opnir.
15. januar
FCK, har Todi Jónsson telist
millum leikararnar, sigst vera
áhugað í at keypa Tivoli.
HB skrivar sáttmála við
unglingaleikaran,
Pætur
Dahl.
Flogbóltskappingin byrjar
aftur, og nú stendur enda-
spælið fyri framman.
18. januar
Kvinnurnar hava avgreitt
fyrru hálvfinalurnar í steypa-
kappingini
í
hondbólti.
Neistin vinnur tepurt á VB,
meðan
Kyndil
heldur
óvæntað vindur burtur úr
favorittunum úr Stjørnuni. Í
landskappingini hjá monnum
vinnur Kyndil stórsigur á
StÍF, eftir at strandingar
høvdu greiða leiðslu í steðg-
inum,
Í bestu mansdeildini í flog-
bólti tekur Fleyr annað liðið
úr kappingini, sum nú bert
telur fimm lið.
TB hevur gjørt sáttmála
við Lynge Nielsen um at
venja fremsta fótbóltslið
felagsins hetta kappingarárið.
Fleyr og Mjølnir halda fast
um fremstu sessirnar í bestu
mans- og kvinnudeildini í
flogbólti. Fleyr fekk tó ein
hvøkk, tá teir móti SÍ taptu
fyrra hálvleikin.
Í toppdystinum í talvkapp-
ingini
vinnur
Havnar
Talvfelag tepurt á Klaksvíkar
Talvfelag, og munurin teirra
millum er nú øktur upp í
hávlt triðja stig.
19. januar
Ivamál tykist vera um,
hvørt kappingin um At-
lantsrisan verður hildin í ár.
Sjónvarpið hevur ikki ráð at
vera til at fíggja kapping-
ina.
15 ára gamli gøtudrong-
urin, Kenneth Danielsen
ger rættiliga um seg í Dan-
mark, har telist millum
fremstu motor-cross koyr-
ararnar á Sælandi.
20. januar
KÍ hevur til komandi kapp-
ingarár gjørt sáttmála við
seks av ungu leikarum fel-
agsins, soleiðis at teir tryggja
sær framtíðina.
Kvinnurnar á Jarnbardi
gera av fara til Scillyoyggjar-
nar at rógva kapp. Framman
undan eru føroyameistararnir
hjá
10-mannaførum
við
monnum bodnir at koma
niður. Kvinnurnar fíggja
sjálvar ferðina til Scilly-
oyggjarnar.
21. januar
Dramatikkur stóð ovarlaga
á skránni, tá Kyndil og VÍF
hittust uppi á Hálsi. Dyst-
urin endaði við teprum VÍF
sigri, sum framvegis heldur
fast um oddasessin í bestu
mansdeildini.
Nýggja liðið í fremstu
fótbóltsdeildini, FS Vágar,
hevur styrkt um hópin við
fýra litaviskum leikarum.
22. januar
Skráin hjá A-landsliðnum í
fótbólti er løgd. Ár 2000
telur heimadyst móti Slo-
venia umframt útidystir
móti Sveis og Jugoslavia.
HB arbeiðir við at at
styrkja um liðið við einum
rumenskum álopsleikara.
Landsliðsvenjarin
í
hondbólti, Palli Joensen,
hevur úttikið 17 leikarar til
fyrstu landsliðsvenjingar-
nar.
25. januar
Hans Fróði Hansen hevur
fyri aðru ferð brotið óst-
beinið. Liðfelagi hansara í
Sogndal, Kurt Mørkøre, er
eftir longri steðg aftur í
landsliðshitanum.
Sensatiónin lúrdi í Vest-
manna, tá Tjaldur var á vitj-
an. Tað eydnaðist tó odda-
liðnum at toga ein tepran
eitt máls sigur í land. Hjá
kvinnunum er Stjørnan
framvegis fremsta liðið.
Djóni N. Joensen, sum
seinnu árini hevur leikt við
B36, fer aftur til barndóms-
felagið, NSÍ.
Forkunnugur talvdystur
verður hildin um alnetið, tá
føroyskir útisetar kappast
við heimligu telvararnar.
Útisetarnir vinna dystin
9,5-6,5.
26. januar
Fleyr hjá monnum og
Mjølnir hjá kvinnum eru
púrasta suveren í sínum
kappingum. Aftur hetta
vikuskiftið vunnu liðini
bæði sínar dystir.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Jógvan við Keldu, sigur at
arbeitt verður við at fáa
nýggjan graslíkisvøll til
Klaksvíkar. Vøllurin er
annars bert eitt ára gamla,
men tá regnið er nógv, fær
vøllurin ikki staðið ímóti.
Føroya Bjór simultan-
kappingin í Bridge er
spæld. Vinnarar gjørdust
Páll Sigmund Sørensen og
Debes Christiansen.
28. januar
Fyrsti finaluluttakarin í
steypahondbóltinum
er
funnin. Neistin vinnur trý
mála sigur á StÍF, sum
annars vann við einum máli
í fyrru hálvfinaluni.
Herfølge hevur styrkt um
hópin við nýggjum eyka-
málverja. Hetta tí teir rokna
við møguleikanum fyri, at
Jákup Mikkelsen verður
seldur.
29. januar
Í finaluni skal Neistin hitta
Kyndil. Eftir tveir dystir
móti VÍF var samlaði mun-
urin eitt mál, so minni
kundi munurin nærum ikki
verið.
Í
kvinnuhondbóltinum
dregur Stjørnan frá hinum
liðunum, eftir stórsigur á
VÍF. Talan var annars um
javnleik í hálvleikinum.
Januar
Nú kemur
A-landsliðið
í hondbólti
Petur Ove Petersen, formaður í HSF, er fegin um, at føroyingar nú aftur fáa eitt A-
landslið í hondbólti. Bæði á mannfólka- og konufólkasíðuni
Nr. 251 • leygardagur • 30. desember 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo
– Vit eru sinnaðir at
halda avtaluna um
kavarudding og vit
skilja ikki, hvat er
galið, sigur Oyvindur
Brimnes, Landsverk-
frøðingur
KAVARUDDING
Áki Bertholdsen
Vit eru sinnaðir at at halda
avtaluna við Føroya Ar-
beiðarafelag um kavarudd-
ing í odd og egg. Og tað
gera vit eisini.
Oyvindur
Brimnes,
Landsverkfrøðingur, sigur,
at hann skilir ikki rættiliga
atfinningarnar frá Føroya
Arbeiðarafelag ímóti stovn-
inum fyri ikki at halda av-
taluna, sum varð gjørd í
vár, um kavarudding.
Sum tað sæst aðrastaðni í
blaðnum, sigur formaðurin
í Føroya Arbeiðarafelag, at
fleiri av teimum, sum rudda
kava, hava klagað um, at
Landsverkfrøðingurin ikki
vil halda avtaluna um kava-
rudding.
Og hon sigur at støðan er
gangandi greið: Vil Lands-
verkfrøðingurin ikki halda
avtaluna, má hann eisini
taka avleiðingarnar av tí.
Og avleiðingarnar eru, at
øll kavarudding heldur
uppat.
Oyvindur Brimnes sigur,
at hann skilir ikki ónøgd-
ina.
– Vit halda, at vit hava
hildið avtaluna, sum er
gjørd, og tað eru vit eisini
sinnaðir at gera í odd og
egg.
Hann leggur afturat, at
Landsverkfrøðingurin hev-
ur boðað Føroya Arbeiðara-
felag frá, at er felagið ikki
samt við Landsverkfrøð-
ingin um, hvussu avtalan
skal tulkast, má tað venda
sær til Arbeiðsgevarafelag-
ið, tí tað er Arbeiðsgevara-
felagið, sum hevur sátt-
málan.
Oyvindur Brimnes sigur,
at
Landsverkfrøðingurin
hevur fingið skriv frá
Føroya Arbeiðarafelag, har
tað ger vart við, at avtalan
er ikki hildin.
– Av tí, at vit eru av teirri
sannføring, at avtalan er
hildin, hava vit biðið Før-
oya Arbeiðarafelag um eina
nærri frágreiðing um, hvat
er galið.
– Tað frágreiðingina hava
vit ikki fingið enn.
– Vit mugu fyrst hava
fulla greiði á, akkurát, hvat
tað er, sum er galið, sigur
Oyvindur Brimnes.
Tað skilst kortini á hon-
um, at hann hevur varhugan
av, at at tað er okkurt við
fráboðanarskylduni
hjá
Landsverkfrøðinginum,
sum Føroya Arbeiðarafelag
ikki er nøgt við.
Í avtaluni, sum er gjørd
um kavarudding, stendur
m.a., at teir, sum rudda
kava, skulu hava boð við
eini ávísari freist, tá ið teir
skulu vera tøkir, tí teir
skulu hava løn fyri at vera
tøkir.
Og tað skilst á Lands-
verkfrøðinginum, at tað
helst er hesin parturin av
avtaluni, sum Føroya Ar-
beiðarafelag er ónøgt við
umsitingina av.
– Men í hesum sambandi
er støðan tann, at vit vilja
fegnir sjálvir gera av, nær
vit halda, at tað er neyðugt,
at menninir eru tøkir, sigur
Oyvindur Brimnes.
Í samrøðuni við Ingeborg
Vinther aðrastaðni í blaðn-
um, sipar hon til, at ar-
beiðsfriður verður til 3.
januar, tí um jólini og á
nýggjárinum hevur Lands-
verkfrøðingurin játtað at
gingið undir treytirnar hjá
Føroya Arbeiðarafelag.
– Tað, sum vit hava
gjørdu undan jólum er, at
vit góvu monnunum, sum
rudda kava, boð um at vera
tøkir til 3. januar. Og tað er
heldur ikki í stríð við
okkara tulking av sáttmál-
anum. Men vit vilja fram-
vegis sjálvir gera av, nær vit
halda, at tað er neyðugt at
hava menniniar tøkar, og
nær tað ikki er neyðugt. Og
vit halda tær freistir, sum
eru avtalaðar, sigur Oyv-
indur Brimnes.
Ósemja hevur aftur
tikið seg upp ímillum
Føroya Arbeiðarafel-
ag og Landsverkfrøð-
ingin um arbeiðsvið-
urskiftini hjá teim-
um, sum rudda kava
av vegunum
KAVARUDDING
Áki Bertholdsen
Tað skal ikki koma óvart á
nakran um øll kavarudding
hjá Landverkfrøðinginum
brádliga heldur uppat ein
av fyrstu døgunum.
Kavaruddingin
hjá
Landsverkfrøðingin er ein
lívsæðrin í samfelagnum, tá
ið tað kavar, tí tað er henni
fyri at takka, at øll sam-
ferðslan eftir landi kann
haldast gangandi. Verða
vegirnir ikki ruddaðir fyri
kava, fer tað tí at leggja
næstan alt landið lamið,
um hann legst við kava.
Umframt at rudda kava
av vegunum, ger Lands-
verkfrøðingurin eisini nógv
burturúr at stroyða sand og
salt á vegirnar, tá ið tað er
hált, og tað arbeiðið fer
sostatt eisini at halda uppat.
Orsøkin til at kavarudd-
ingin er í vanda, er, at
ósemja hevur aftur tikið seg
upp ímillum Landsverk-
frøðingin og Føroya Ar-
beiðarafelag um arbeiðs-
viðurskiftini hjá teimum,
sum rudda kavan.
Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur at støðan er so
snøgg: Fáast viðurskiftini
ikki í rættlag, sleppur fólk-
ið heldur ikki at rudda kava
og so heldur øll kavarudd-
ing uppat.
Tað var sama skilið í fjør,
tá í ósemja tók seg upp um
kavaruddingina.
Tann ósemjan endaði við,
at avtala varð gjørd í vár
ímillum Føroya Arbeiðara-
felag og Landsverkfrøðing-
in um treytirnar hjá teim-
um, sum rudda kava og so-
statt slapst undan at sam-
ferðslan varð løgd lamin ta
ferðina.
Men tað er hendan av-
talan, sum Landsverkføð-
ingurin nú ikki vil halda,
sigur Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag.
Hon sigur, at Føroya Ar-
beiðarafelag hevur fingið
ein fleiri klagur frá teimum,
sum rudda kava um, at
Landsverkfrøðingurin vil
ikki halda avtaluna, sum
varð gjørd seinasta vár.
Hon sigur, at Føroya Ar-
beiðarafelag hevur biðið
teir, sum rudda kava um
eina frágráðing.
– Tá ið hendan frágreið-
ingin er komin, fara vit at
taka støðu til, hvat skal ger-
ast.
Av tí, at frágreiðingin
ikki er komin frá monnun-
um, fær hon ikki sagt, akk-
urát, hvørjar partar av av-
taluni, tað er, sum Lands-
verkfrøðingurin ikki vil
halda.
Skal haldast
Ingeborg Vinther leggur
dent á, at tað verður ikki
talan um at samráðast um
eina nýggja avtalu við
Landsverkfrøðingin
um
kavaruddingina.
– Vit hava gjørt eina av-
talu, sum báður partar hava
undirskrivað.
Men
vil
Landsverkfrøðingurin ikki
halda hana, so má stovnurin
eisini taka avleiðingarnar
av tí, sigur hon.
– Hvørjar avleiðingar
hugsar tú um. Er tað, at
kavaruddingi heldur uppat?
– Ja, tað ger tað heilt vist.
Vil Landsverkfrøðingurin
ikki halda avtaluna, heldur
øll kavarrudding uppat.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað var líka við, at øll kava-
rudding helt uppat beint
fyri jól.
Men so váttaði Lands-
verkfrøðingurin, at hann
vildi ganga undir okkara
treytir til 3. januar, tá ið
málið so skal takast upp-
aftur.
Tað vil siga, at tað verður
arbeiðsfriður til mikudagin.
Hvussu verður eftir tað,
veldst so alt um, hvussu tað
eydnast at semjast um
avtaluna, sum partarnir
gjørdu í vár.
Í Vági verður nýggj-
árið hildið sum van-
ligt við stórari veitslu,
gudstænastu, kyndla-
gongu og dansi til
tann ljósa morgun
NÝGGJÁRSHALD
Áki Bertholdsen
Vágur er nýggjársbygd
burturav, tí ongastaðni í
landinum verður gjørt so
nógv burturúr ársskiftinum,
sum har. Nýggjárshaldið,
sum vit nú kenna tað í Vági,
hevur sín uppruna heilt
afturi í sekstiárunum og
síðani hevur tað funnið sín
fasta form.
Tey ringastu kreppuárini
vóru tað tó kortini onkur ár,
sum duttu burtur ímillum .
Tá varð ongin veitsla í eini
tvey ár, fólk høvdu líkasum
ikki ráð, ella hug.
Men síðani er tað lýsnað
aftur í Vági so tað munar,
og árið í ár verður onki
undantak.
Dennis Holm í nýggjárs-
nevndini, sigur, at nýggj-
árshaldið í Vági í ár, verður
aftur sum vanligt, eftir at
nógv meiri varð gjørt burt-
urúr í fjør á túsundára-
skiftinum í fjør.
Nýggjárhaldið byrjar við
stórari veitslu í VB hús-
inum, har borðreitt verður
við røstum kjøti og súpan
fyri einum 250 fólkum.
Atgongumerkini
til
veitlsuna skuldu seljast í
gjárkvøldið
og
Dennis
Holm sigur, at nýggjárs-
nevndin hevur týðuliga
merkt, at tað er stórur áhugi
fyri veitsluni, tí hesar sein-
astu dagarnar hevur nógv
fólk ringt at fregnast.
Á veitsluni fara Niels
Petur Nolsøe, Petur Dahl
Nolsøe
og
Arnfinnur
Thomassen at undirhalda.
Aftaná
veitsluna
er
gudstænasta og tá ið hon er
liðug um midnáttarleitið,
verður kyndlagonga frá
skúlanum, vestur á Trý-
kantin á Sandinum, har tað
stóra bálið verður.
Dennis Holm sigur, at tað
verða einir 100-120 kyndl-
ar gjørdir. Kyndlarnir verða
gjørdir í ymsum støddum,
so at eisini yngra ættarliðið
og konufólk, sum hava hug
at bera, kunnu vera við.
Aftur í ár hevur nýggjárs-
nevndin ein gamlan bát at
brenna. Hetta at brenna bát
á nýggjárinum í Vági er so
inngrógvið, at tað er komið
fyri, at fólk norðaneftir
hava sent teimum bát suður
at brenna. Ímeðan bálið
brennur, verður dansað
rundanum trýkantin og
fýrverk skotið. Nýggjárs-
nevndin keypir hvørt ár
eina rúgvu av fýrverki, sum
verður skotið ta løtuna,
bálið er.
Eftir kyndlagonguna fara
Hans Jacob og vinmenn at
spæla til dans og hann
plagar at vara til tann ljósa
morgun
Landsverkfrøðingurin:
Vit vita ikki hvat er galið
Verkfall hóttir kavarudding
Halda veitslu fyri 250 fólkum í Vági
Sum vant verður aftur stórt
nýggjarshald í Vági í ár