Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2000 13 12 Nr. 251 - 30. desember 2000 Februar Kyndil tók sær av báðum steypunum 1. februar Í Vestmanna syrgir StÍF fyri, at hondbóltskappingni hjá monnum enn er púra opin. John Petersen skjýtur 15 av StÍF málunum í sigr- inum á VÍF. Finalan í steypakapping- ini hjá kvinnum verður millum VB og Kyndil, sum bæði vinna sínar dystir móti ávíkavist Neistanum og Stjørnuni. Í fyrsta dystinum á árin- um tapir A-landsliðið í fót- bólti 1-0 móti finnlending- um. Sunvard Joensen spæl- ir sín fyrsta landsdyst, tá hann kemur á vøllin í seinna hálvleiki. Pól Thorsteinsson hevuyr skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, VB, eftir at hann í tvey ár hevur leikt við B36. Í liðkappingini í talvi standa kollfirðingar seg óvæntað væl í Klaksvík. Hetta ber við sær, at Havnin nú tykist stevna beint móti FM-heitinum. 2. februar Sámal og Sunvard Joensen úr GÍ eru fjórða brøðrapar- ið, sum umboða Føroyar í altjóða skrásettum lands- dysti. Fleyr styrkir um odda- støðuni í meistaradeildini hjá monnum. Hjá kvinnun- um tykist TB nú stevna beint móti silvurmerkjun- um, eftir at tær vinna tor- føra útidystin á Giljanesi. 3. februar Stjørnan fær hevnd fyri tapið í steypakappingini, tá tær vinna greiðan sigur á Kyndli í Havn. Við sigri- num tykjast klaksvíksgent- urnar at hava tikið eitt av- gerandi fet móti FM-gulli- num. 4. februar Hjá monnunum er Kyndil um at snáva móti KÍF, með- an StÍF vinnur greiðan sig- ur á Tjaldrinum. 5. februar Lagt verður upp til finalu- dagin á Hálsi, har kvinnur og menn hjá Kyndli skulu dystast við ávíkavist VB og Neistan um heitið sum steypavinnarar í hondbólti. Á la Manga tapir før- oyska fótbóltslandsliðið 3- 2 fyri Íslandi. Føroyar vóru annars eitt skifti á odda 2-0 við málum frá Kurt Mørk- øre og Toda Jónsson. 8. februar Steypadagurin gjørdist kynd- ilsdagur, tá Kyndil fekk sær ein dupultan á Hálsi. Í báðum førum var talan um sera spennandi dystir. Hjá kvinnu- num hevði Kyndil eitt skifti greiða leiðslu, men at enda var bert eitt mál á muni. Hjá monnunum var Neistin á odda í 58 minuttir, men tá av- tornaði var Kyndil omaná. Oman á steypasigurin verður kyndilsleikarin, Jan- us Einar Sørensen úttikin til landsliðið. HB hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamlan ru- menskan verjuleikara, sum skal spæla við liðnum kom- andi árið. Í flogbóltskappingini nærkast avgerðin alsamt, og eingin tykist vera førur fyri at steðga monnunum hjá Fleyr og kvinnunum hjá Mjølni. Hinvegin er hørð kapping um silvurmerkini, har ávíkavist TB og Fram tykjast vera bestu boðini. Gudrid Nolsøe skal sam- an við liðfeløgunum úr For- tuna spælið um DM-gullið í flogbólti. Kollfirðingar skap aftur spenning í talvkappingina, tá teir vinda burtur úr odda- liðnum úr Havn. Munurin millum fremstu liðini er nú bert hálvt stig. 9. februar Herman Hermansen vinnur kappingina í styrkilyfting, sum er í hølunum hjá Reyni Service í Hoyvík. Leivur Holm breyt hond- ina í steypafinaluni, og verður helst ikki at síggja á vøllinum aftur hetta kapp- ingarárið. 10. februar Hóast tapið í steypafinal- uni, so heldur Neistin fast um FM-vónina, tá teir vinna tryggan sigur á KÍF. 12. februar Talvsambandið boðar frá, at teir í heyst fara at skipa fyri stórari talvkapping, har nakrir av heimsins fremstu telvarum fara at luttaka. 15. februar Neistin vinnur toppdystin móti VÍF við einum máli, og hava nú av álvara lagt seg út í gullstríðið í bestu mansdeildini. Í kvinnudeildini tykist VÍF hava sett kós móti silv- urmerkjunum, nú tær hava vunnið torføra útidystin móti Neistanum. Neistin hevði annars nýggjan venj- ara í hesum dystinum. Christian Poulsen hevur tikið yvir eftir Rene Christ- ensen. Menninir hjá Mjølni tryggja sær sess í steypa- finaluni, tá teir basa Fram í hálvfinaludystinum. Kvinnurnar hjá Mjølni tryggja sær meistaraheitið í Flogbólti, tá tær vinna tryggan sigur á TB. Bæði Bermuda og Likt- instein tykjast hava áhuga í at fáa venjingardystir móti føroyska landsliðnum. Petur Mohr hevur gjørt sáttmála um at gerast venj- ari hjá ÍF í næstbestu fót- bóltsdeildini. FSF hevur gjørt av, at einasti undankappingar- dysturin á heimavølli í ár skal spælast á Svanga- skarði. Tórsvøllur verður tó karmur um venjingardystin móti Danmark í summar. 16. februar 38 ára gamla Lone Hansen, sum er millum heimsins fremstu kvinnur innan ka- rate vitjar Havnar Karate- felag. 17. februar Skotska Ayr United við Jens Kristian Hansen á lið- num vinnur í steypakapp- ingini á Dundee United, sum dagliga spælir í Prem- ier League. 18. februar Rúni Joensen, sum í fjør vardi málið hjá ÍF, tykist verða gíðslatikin í stríði millum ÍF og NSÍ um spæliloyvi hansara. 19. februar Ruðuleiki tykist vera á Neistaliðnum. Kári Mort- ensen hevur boða frá, at hann vegna ónøgd um við- urskifti innan felagið ikki verður við á besta manslið- num. 22. februar Alt er komið í rættlag aftur í Neistanum, og Kári Mort- ensen telist millum høvuðs- leikararnar, tá 1. lið vinnar á føroyameistarunum av Strondum. Stjørnan nærkast alsamt gullinum, og hóast tað enn eru fimm umfør eftir av kappingini, so tykist alt longu at vera avgjørt. Torleif Sigurðsson hóttir við at leggja frá sær sum formaður, tá aðalfundurin hjá FSF ikki vil góðtaka, at sersambandið keypur bygn- ingin á Tórsvølli. Eftir nýggja atkvøðugreiðslu verður keypið tó samtykt. Fleyr hevur tryggjað sær FM-hjá monnum í flog- bólti. Spenningurin í talvkapp- ingini er framvegis stórur. Havnin og Klaksvíkin liggja lið um lið í oddinum. Aðalfundurin hjá FSF samtykkjur nýggjar reglur fyri leikaraskifti, soleiðis at reglurnar fyri føroyskar og útlendskar leikarar eru einsljóðandi. 23. februar Pól Thorsteinsson og Henn- ing Jarnskor fara til Íslands, har Valur hevur boðið teim- um til royndarvenjingar. 24. februar Dráttur vinnur í hálvfinal- uni á Fleyr, og tryggjar sær harvið finalusessin. Í final- uni skal Dráttur spæla móti Mjølni, sum longu hevur tryggjað sær FM-heitið. Alt tykist avgjørt í hond- bóltskappingini hjá kvinn- um, eftir at Stjørnan vann tryggan sigur á Kyndli. 25. februar ÍSB hevur gjørt sponsor- sáttmála við Føroya Lívs- trygging. John Heri Dam hevur gjørt sáttmála við Jotun íi triðbestu norsku deildini, har Kári Reynehim er venjari. VÍF tekur sær av løttum í bestu mansdeildini, tá teir vinna tryggan sigur á H71. 29. februar Stjørnan vinnur heimadyst- in á VB, og við úrslitinum eru tær so at siga vísar í at vinna FM-heitið. Hjá monnunum vinna øll odda- liðini sínar dystir, so er spenningurin eins stórur. Ayr United og Jens Kristian Hansen vinna ann- að vikuskiftið á rað móti liði úr bestu skotsku deild- ini, og hava nú vunnið seg fram til fjórðingsfinaluna í steypakappingini. Hondbólturin og Kyndil vóru sigursharrarnir, tá steypafinalurnar í hondbólti vórðu avgreiddar. Í tveimum spennandi og undirhaldandi dystum móti ávíkavist VB og Neistanum vinna bæði kvinnur og menn hjá yngra høvuðsstaðarfelagnum Mars Mansliðið fekk væleydnaðan elddóp 1. mars 15 ára gamli gotudrong- urin, Kenneth Danielsen, sum kappast á motor-cross í Danmark, vinnur fyrstu kapping sína í 125 ccm bólkinum. 2. mars Jens Martin Knudsen og Jens Kristian Hansen spæla samfullar 90 minuttir, tá Ayr United tpair 1-0 í næst- bestu skotsku deildini. 3. mars Neistin skrivar søgu, tá teir fyri fyrstu ferð megna at vinna samfullar fýra lands- kappingardystir móti grann- unum úr Kyndli í einum sama kappingarári. Sam- stundis vinnur VÍF sannfør- andi á KÍF, og gullstríðið lík- ist nú einum dysti millum hesi bæði. Hjá kvinnunum vinnur Neistin á Kyndli, og eru tær bláu nú av álvara við í stríð- num um silvurmerkini. 4. mars Jens Kristian Hansen boðar frá, at hann fer aftur til B36, nú leigumálið við Ayr United rennur út. 7. mars Nýggja føroyska A-lands- liðið í hondbólti fekk sín elddóp, tá Grønland vitjaði um vikuskiftið. Tríggir dystir vórðu leiktir, og vunnu okkara menn teir báðar fyrstu, meðan triði dysturin endar við javn- leiki. Eftirmetingin boðar frá, at Føroyar aftur kunnu rokna við, at fáa nakrar undirhaldandi landsdystir frá monnunum. Stórkapping í fimleiki var um vikuskiftið, og vann Ljósið tvær av teimum trimum kappingunum, sum vóru á skránni. Flogbóltskappingin snýr seg nú mest um silvurdyst- in, og her missur Fram eitt týdningarmikið stig, tá teir tapa fyri Fleyr. Liðið Havnar Talvfelag vinnur FM fyri lið. Bert hálvt stig skilti teir frá klaksvíkingum. Bæði liðini vunnu 4-0 í seinasta umfar- inum. Á 30 ára veitsluni hjá talvfelagnum verða Hans Petersen og Jákup Thomsen kosnir til heiðurslimir. 8. mars Steypakappingin hjá yngru deildunum í hondbólti er avgreidd um vikuskiftið. 9. mars Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen fara til Greve í Danmark, har tær skulu kappast í NM í svimj- ing fyri rørslutarnað. 10. mars Nestin vinnur á H71, og hevur framvegis fult stiga- tal í endaspælinum hjá monnum. Danska superligan er um at fara í gongd, og millum annað er stórur spenningur um, hvørt Herfølge megnar at halda sætið í oddinum. 11. mars Judolandsliðið fyri ung- dómsdeildirnar er úttikið. Fyrsta uppgávan verður ein altjóða kapping í apríl mán- aði. 14. mars VÍF vinnur klassiska mans- dystin móti Kyndli, og heldur harvið fast um oddasessin í bestu mansdeildini. Hinir báðir FM biðlarnir, Neistin og StÍF halda tó eisini fast, so enn er einki avgjørt. Hjá kvinnunum tryggjar Stjørnan sær endaliga FM- heitið, sum tó hevur tókst trygt í nakrar vikur. Tær tapa tó heldur óvæntað dystin í Havn móti Neistanum, men tá Kyndil samstundis tekur stig frá VÍF, er alt avgjørt. Seinasta leikumfar er í flogbóltskappingini, og so fáa Fleyr-menninir og Mjøln- ir-kvinnurnar steypini, sum tey leingi hava verið vís í at fáa. Herfølge fær – uttan at spæla – eina ynskisbyrjan upp á endaspurtin í donsku superliguni, tá Brøndby púra óvæntað tapir fyri Esbjerg. Í NM í svimjing vinnur Esther Gaard Hansen tvey silvurmerki og eitt bronsu- merki. 15. mars Herfølge tapir fyri Lyngby í donsku superliguni. 16. mars Kvinnuliðið hjá Stjørnuni, sum longu hevur tryggjað sær FM, vinnur greitt á VÍF, sum nú er í vanda fyri at missa møguleikan fyri heið- ursmerkjum. B36 fær um vikuskiftið vitjan av einum norðmanni og einum íslendingi, sum møguliga skulu styrkja um liðið komandi kappingarár. 17. mars Sveinbjørn Dánialsson og Karl Vidtfeldt eru valdir til kappingarstjórar hjá FSF fyri ávíkavist kvinnu- og ungdómsdeildirnar. 18. mars Tað røkist fyri einum spennandi ítróttavikuskifti. Í hondbóltinum nærkast av- gerðin í bestu mansdeildini, í donsku superliguni skal Herfølge spæla móti Brøndby og ikki at gloyma verða steypafinalurnar í flogbólti avgreiddar um vikuskiftið. 21. mars Steypafinalurnar í flogbólti eru avgreiddar, og meðan kvinnurnar hjá Mjølni vinna væntaða sigurin á Drátti, gera menninir úr Klaksvík heldur óvæntað kvinnunum kynstrið eftir, tá teir vinna á meistarunum úr Fleyr. StÍF er sett uttan fyri í stríðnum um gullmerkini hjá monnum. Neistin vinn- ur dystin á Skála, og hevur framvegis fult stigatal. StÍF var annars á odda 23-20, men endaliga úrslitið gjørd- ist 23-24. Hjá kvinnunum tykist Neistin nú at vera ávegis móti silvurmerkjunum. Hinvegin tykist VÍF at hava mist alt, nú tær máttu lúta fyri VB. Herfølge tapir oddadyst- in móti Brøndby við tveim- um málum móti ongum. Talvsambandið hevur gjørt av, at FM fyri einstak- lingar skal haldast á Oyr- arbakka í døgunum 15.-22. apríl. 22. mars Felagið fyri fótbóltsdómar- ar hevur havt aðalfund og harumframt var eisini skeið fyriskipað. 23. mars KÍ hevur skrivað undir sáttmála við Statoil, sum við hesum verður høvuðs- stuðul felagsins. Liðkappingin í Judo er liðug, og bæði í dreingja- og unglingadeildini gjørdist Sunda Judofelag vinnari. 25. mars Heðin Mortensen er ikki í iva um, at Býráðið eigur at yvirtaka Tórsvøll, so vøll- urin kann gerast liðugur sum skjótast. 28. mars Eingin avgerð fellur í manshondbóltinum fyrr enn á seinasta leikdegi. Hetta gerst greitt, tá VÍF vinnur tryggan sigur á Skála. Hjá kvinnunum tryggjar Neistin sær silvur- merkini, meðan Kyndil vinnur bronsu, so har er alt avgjørt undan seinasta leik- degi. H71 boðar frá, at teir aftur í ár fara at skipa fyri stórari gallaveistlu, tá hondbóltskappingin er av. Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið er farið í gongd, og mest óvæntaða úrslitið er helst, at ÍF vinn- ur heimadystin móti B36. Eisini í Runavík er tað óvæntað, at Sumba skal vinna 1-0. Í donsku superliguni er Herfølge fimm stig framm- an fyri nummar tvey, eftir at teir vunnu útidystin móti AGF. 29. mars Træta er aftur um, hvørt Tórsvøllur skal hava renni- breyt ella ikki. Býráðið sigur tað vera ein spurning um raðfesting av kommu- nalu krónunum. Poul Mic- helsen, formaður í Tórs- vallargrunninum, sigur seg bert vilja hava arbeiðsfrið og ein greiðan arbeiðssetn- ing. 30. mars Johan Byrial Hansen, sum er hálvur føroyingur, búsit- andi í Odense, skrivar undir sáttmála við superligufe- lagið, OB. Jens Kristian Eldevig sum hevur verið á grøn- lendska landsliðnum, venur við GÍ. Guttorm Sørensen og Rigmor N. Joensen vinna fyrstu rennikappingina á árinum. Sóljan hevur tryggjað sær uppflyting til bestu kvinnudeildina i hondbólti. 31. mars Í týdningarleysum dysti staðfestir StÍF triðja pláss- ið, tá teir vinna seinasta dystin móti Kyndli. Pól Thorsteinsson hevur skrivað undir sáttmála við íslendska felagið, Valur, har hann skal spæla komandi árið. Enn er ikki greitt, um hann fær Henning Jarnskor sum liðfelaga. Føroyska manslandsliðið í hondbólti verður at kalla endurføtt, og eftir tveir sigrar og einum javnleiki móti Grønlandi tykist breið semja vera um, at tilfarið í liðnum er gott