leygardagur 30. desember 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2000
15
14
Nr. 251 - 30. desember 2000
1. apríl
Stóri spurningurin undan
vikuskiftinum er, hvørt tað
verða Neistin ella VÍF, sum
verða meistarar í mans-
hondbólti.
4. apríl
T a ð
v a r ð
Neist-
in.
Í
seinasta
dystinum
á árinum
vunnu teir
27-22 á VÍF,
og
so
var
endaspælið
fullkomið hjá
teimum
bláu,
sum vunnu allar
12 dystirnar í enda-
spælinum.
Í Klaksvík hevði
Stjørnan
longu
tryggjað sær FM undan
seinasta dystinum, men
dagurin gjørdist ikki
minni stuttligur av teirri
orsøk.
Brøndby hálvsnávar í
donsku superliguni, tá teir
spæla javnt móti Vejle.
Gary
Kasparov
kemur
væntandi til Føroyar at telva
Nær hetta verður, er tó ikki
endaliga greitt, men roknast
kann við, at hetta verður antin
í summar, ella á sumri 2001.
5. apríl
Herfølge vinnur á Viborg,
og eru nú sjey stig framman
fyri Brøndby í donsku
superliguni.
B36 leikararnir, Kenneth
Jaocbsen og Klæmint Matr-
as hava verið eina í Wat-
ford, har teir hava vant.
Henning Jarnskor fer til
Íslands, har hann ætlandi
skal verða liðfelagi við Pól
Thorsteinsson
6. apríl
Rógvi
Johansen
gerst
nummar trý í danska A-
bólkinum í fyrstu súkklu-
kappingini á árinum.
7. apríl
Borðtennisárið er um at
vera liðugt, og hjá yngru
leikarunum varð FM av-
gjørt um vikuskiftið.
8. apríl
Eingin rennibreyt verður
um Tórsvøll. Býráðið í
Havn sigur, at peningur er
ikki tøkur til endamálið.
11. apríl
Landsliðsleikarin,
Hans
Fróði Hansen, sum spælir
fótbólt í Noreg, brýtur fyri
triðju ferð óstbeinið.
Venjarin hjá AGF og Óla
Johannesen, Peter Rudbæk,
fær sekkin frá leiðsluni í fe-
lagnum. Kent Nielsen og
Lars Lundkvist hava í
fyrstu atløgu ábyrgdina av
superliguliðnum.
Hondbóltsfeløgini enda
árið við stórum gallakvøld-
ið. Millum annað verða ár-
sins leikarar kosnir, og her
vunnu Vesna Tomajek og
Ingi Olsen. Kári Mortensen
fær serstaka virðisløn fyri
drúgva tænastu á vøllinum.
Herfølge tapir í donsku
superliguni, men missa bert
eitt stig, tí Brøndby sam-
stundis spælir javnleik.
12. apríl
Ikki færri enn 10 útisetar
eru á føroyska fótbólts-
landsliðnum, sum fer til
Liktinstein at spæla.
Rigmor N. Joensen setti
met, tá hon vann kapping-
ina í hálvum maraton.
Paula Eikhólm og Petur
Niclasen gerast føroya-
meistarar í borðtennis.
13. apríl
HB skal spæla móti ung-
verskum liði í summar, tá
Inter-Toto kappingin er á
skránni.
Tveir danskir heims-
meistarar vitja í Føroyum.
Tað er ÍSB, sum hevur fyri-
skipað vitjanina.
14. apríl
Sosialurin er á staðnum, tá
FCK tapir brotssparks-
kapping móti AB í fjórð-
ingsfinaluni
í
donsku
steypakappingin.
Toddi
Jónsson, sum spældi ein
góðan tíma, var alt annað
nøgdur um dómaraavrikið.
Dómarin hevði m.a. givið
Toda gult kort fyri at filma.
Ungdómslandsliðini hjá
kvinnum og monnum fara
til Danmarkar á venjingar-
legu.
15. apríl
Fótbóltur 2000, sum Sosi-
alurin gevur út undan
landskappingini,
verður
prentað á Dansk Avistryk í
Glostrup.
Óli Johannesnen noyðist
at geva avboð til landsliðið.
Hann hevur fingið skaða í
knæðið.
FM í talvi byrjar á Oyra-
bakka.
18. apríl
Nógvur
steypafótbóltur
hevur verið um vikuskiftið,
og luttakararnir til fjórð-
ingsfinalurnar eru so smátt
farnir at mynda seg.
Jákup Mikkelsen og Her-
følg e mugu taka til takkar
við tapi, tá Aab vitjar. Eftir
dystin sigur Jákup við Sosi-
alin, at hann varð skumpað-
ur í ryggin, tá Aab legði seg
á odda.
Neistin skipar fyri hond-
bóltsgalla fyri yngru leikar-
arnar, og úti við 1.000 børn
vóru til tiltakið.
19. apríl
Sonhard Johannesen vinnur
FM í einstaklingakapping-
ini í billard. Sonhard spælir
á liðnum hjá Klaksvíkar
Klubba, sum eisini vann
liðkappingina.
FCK tykist at vera burtur
úr kappingini um europe-
isku plássini. Mánakvøldið
taptu teir fyri OB.
Ólavur Simonsen, John
Rødgaard og Flóvin Tór
Næs eru á odda í FM-kapp-
ingini í talvi.
Fótbóltur 2000 kemur á
gøtuna. Blaðið er hesaferð
56 litsíður til støddar.
20. apríl
GÍ og Kaupthing hava
skrivað undir sponsorsátt-
mála.
26. apríl
Óli Johannesen sleppur
ikki á lið hjá AGF, og nú
royna bæði TB og GÍ at fáa
landsliðsmannin í sín part.
Landskappingin í fótbólti
fer í gongd. Mest óvæntaða
úrslitið er, at KÍ á heima-
vølli tapir fyri NSÍ.
B36, sum í fyrsta umfar-
inum fekk hjálp frá Jens
Martini Knudsen, hevur nú
ein Íslendskan málverja,
sum skal royndarvenja við
felagnum.
Herfølge heldur fast um
oddasessin, men nú er bert
eittans stig niður til Brønd-
by á øðrum plássi.
John Rødgaard, Flóvin
Tór Næs og Torjørn Thom-
sen enda allir á fremsta
plássinum í FM í talvi. Um-
dystir er tí neyðugur, og
er hetta fyrstu ferð, at
tríggir telvarar telva
umdyst.
Nær
hetta verður, er
ikki greitt.
27. apríl
Fleiri
áhuga-
bólkar
innan frælsa
ítróttin gera vart
við misnøgd sína
um, at Tórsvøllur ikki
hevur rennibreyt.
KÍ arbeiðir við at fáa
tveir jugoslaviskar leikarar
til felagið. Talan er um ein
áleypara og ein málverja.
ÍSB heldur árligu FM
kappingar sínar. Á hesum
verða ársins svimjarar eis-
ini kosnir, og eru tey Jóann-
is Ziska og Unn Mortensen.
Kvinnulandsliðið í flog-
bólti fekk silvur, tá tær vóru
í Danmark á venjingarlegu.
Ragnar Rasmussen og
Ingun Hansen vinna ein-
staklinga-FM í badminton.
28. apríl
Fótbóltslandsliðið vinnur
1-0 í útidysti móti Liktin-
stein, men landsliðsvenjar-
in er alt annað enn nøgdur
um avrikið. Venjingarstøð-
an hjá leikarunum er ov
vánalig, heldur Allan Sim-
onsen
ÍSF
forsetin,
Heðin
Mortensen, tekur seg úr
nevndini í Tórsvølli. ÍSF
hevur einki at gera í grunn-
inum, um vøllurin bert er
ætlaður fótbóltinum, er
grundgevingin fyri hesum.
Óli Johannesen ger av, at
tað verður TB, sum fær
gleðina av fótbóltsevnum
hansara fram til summar-
steðgin.
29. apríl
Rullandi redaktiónin hjá
Sosialinum setur spurning
við, hvørt ítrótturin fyllir ov
nógv í føroyska samfelag-
num.
Fótbóltskappingin fer í gongd, og í hesum sambandi gevur Sosialurin út serblaðið, Fótbóltur 2000. Í samband við prentanina av
blaðnum, vitjar Sosialurin eisini hjá føroysku fótbóltsútisetunum
Apríl
Fótbólturin fór á rull
Mai
Jákup og Herfølge skrivaðu søgu
2. mai
Tá landsliðið ikki tykist
vera serliga væl fyri tíðliga
á árinum, ætlar FSF at flyta
ætlaðu dystirnar móti Svø-
ríki og Noreg
Tað dregur út hjá KÍ at
fáa jugoslavisku leikararnar
til landið, men nú verður
roknað við, at hetta verður
fyrsta dagin.
KÍ hevur helst eisini brúk
fyri nýggjum leikarum, tí
eftir tvey umfør eiga teir
framvegis fyrsta stigið til
góðar. Hesa ferð tapa teir 1-
0 móti HB. HB er saman
við B36 á odda eftir tey
bæði fyrstu umførini.
Á Scilly-oyggjunum taka
genturnar hjá Jarnbardi øll
á bóli, tá tær gerast nummar
fimm í HM-kappingini í
gig-róðri. Manningin hjá
Eysturoyingini megnar ikki
at koma í finalubólkin
hesaferð.
Kreppa er í Herfølge. Teir
missa oddasessin eftir at
hava tapt heili 5-0 fyri
Brøndby, sum nú er numm-
ar eitt.
3. mai
GÍ hevur fignið fatur á
donskum verjuleikara at
styrkja um liðið. Talan er um
22 ára gamla Martin Thom-
sen.
FM-kapping í reiðskaps-
fimleiki
hevur
verið
á
Kambsdali.
Fótbóltskappingin
hja
kvinnunum er farin í gongd,
og meistarrnir úr HB tykjast
vera væl fyri.
4. mai
FSF áleggur TB bót, fyri at
teir ikki møttu upp til allar
dystirnar í bólkaspælinum
um løgmanssteypið.
Í stórari samrøðu sigur
Óli Johannesen, at hann als
ikki slept dreyminum at um
liva av fótbóltinum. Hetta
hóast tað í løtuni tykist
heldur tungt.
5. mai
John Petersen er í sam-
ráðingum við íslendska
Leiftur, har Jens Martin
Kndnusen er venjari.
6. mai
B36 formaðurin avsannar,
at B36 roynir at fáa hendur
á fyrrverandi KÍ-málverja-
num, Stephen Boyle.
9. mai
So at siga alt U-21 landslið-
ið í hondbólti verður útilok-
að frá landsliðsarbeiði.
Hetta tí HSF metir teir hava
brotið avtalur við samband-
ið.
Føroyameistararnir
úr
Klaksvík fáa fyrsta stigið á
árinum, tá teir spæla javnt
móti VB. B36 hevur hin-
vegin lagt seg einsamalt á
odda eftir triðja sigurin á
rað.
Í Herfølge er lagið nú aft-
ur batnað. Efitr 4-1 sigurin
á Lyngby, er liðið aftur
ovast í donsku superliguni.
Kurt Mørkøre skorar, tá
Sogndal á heimavølli spælir
javnt.
Bæði Jóvan Telling og
Árni Joensen vunnu gull-
merki í NM í boccia.
10. mai
Í kvinnudeildini tykjast tað
serliga vera tey bæði havn-
arliðini og KÍ, sum fara at
dystast um FM.
11. mai
Í triðju deild hjá monnum
eru tað teir báðir uppflyt-
ararnir úr AB og B36, sum
hava lagt seg á odda eftir
trý tey fyrstu umførini.
12. mai
Gullið hjá Herfølge nærk-
ast alsamt, og nú eru bert
17 dagar eftir, áðrenn kapp-
ingin er liðugt leikt.
Í stórari samrøðu greiðir
Jákup Mikkelsen frá, at
hann framvegis hevur ætl-
anir um at sleppa út um
landoddarnar at spæla fót-
bólt.
13. mai
Í FCK eru í øðini. Sjón-
varpssending hjá TV av-
dúkar, at leikarar á besta
liðnum hava nýtt stimbr-
andi evni, men eingi nøvn
verða sett á, hvørjir hesir
eru.
16. mai
Tað er nú avgjørt, at John
Petersen skal til Íslands at
spæla fótbólt. Venjarin hjá
Leiftri, Jens Martin Knud-
sen, metir hetta sum stóran
styrk. Hinvegin er talan um
stóran miss hjá B36, sum
enn heldur fast um odda-
sessin, eftir at teir vinna
heili 11-1 á sumbingum.
Hefølge vinnur aftur um
vikuskftið, og eru nú fýra
stig framman fyri Brøndby,
sum tó eigur ein dyst til
góðar.
Í Noreg vinnur Sogndal
við Julian Johnsson sum
besta manni stórsigur.
Suðuroyar Sparikassi og
VB leingja sponsoravtaluna
í enn tvey ár.
17. mai
Heimsins besti kvinnuligi
hondbóltsleikari, Anja And-
ersen, kemur til Føroya. Tað
er Formula.fo, sum hevur
vitjanina í lag.
Í Danmark spælir Brønd-
by javnleik, so støðan hjá
Herfølge er nú enn betri.
18. mai
Jugoslavarnir,
sum
KÍ
hevur bíðað leingi eftir,
koma endiliga til landið.
Í Danmark riggar FCK
seg til klassikaran móti
Brøndby. Todi Jónsson hev-
ur brotið fingurin, men fær
væntandi spælt.
23. mai
Rok tekur seg upp í Klaks-
vík, har ein áskoðari hevur
sligið annan linjudómaran í
dystinum millum KÍ og
B68.
Hóast hetta, so er lagið í
Klaksvík kortini gott, og
tað frættist, at nógvir fara
til Danmarkar, har teir ætla
sær at síggja Jákup Mikkel-
sen gerast danskan meist-
ara.
Í steypakappingini eru
báðir finaluluttakarnir frá
1999 úti.
Í landskappingin er B36
framvegis á odda við full-
um stigatali. Seks stig eru
niður til næsta liðið.
Í næstbestu deildini eru
EB/Streymur og TB á odda,
nú fýra umfør eru leikt.
Í Noreg er Kurt Mørkøre
aftur á rætta staðum, tá
Sogndal spælir javnleik
móti Kongsvinger.
Uni Arge hevur fingið
skaða í økslina. Friður í
seks vikur sigur læknin.
B36 arbeiðir við at fáa
ein enskan leikara til land-
ið, nú John Petersen er farin
til Íslands.
Áki Olsen, sum var við á
FM-liðnum hjá Neistanum,
boðar frá, at hann komandi
ár verður aftur í barndóms-
felagnum, VÍF.
Anja Andersen hevur nú
vitjað í Føroyum, og mill-
um annað er úrslitið, at
Katrin á Neystabø og Jack-
lin Durhuus nú fara til
Slagelse at spæla hondbólt.
24. mai
Í kvinnudeildini eru tað nú
serliga HB og KÍ, sum gera
um seg.
Í samrøðu við Sosialin,
leggur
Anja
Andersen
størstan dent á, at hond-
bóltsspælið eigur at vera
undirhald. Tað skal vera
stuttligt.
25. mai
Í Danmark tykjast tær báð-
ar, Eyðvør úr Dímun og
Helga Ellingsgaard, at stór-
trívast í Hillerød. Í samrøðu
siga tær annars, at kvinnu-
fótbóltur í Føroyum og
Danmark als ikki kann
samanberast.
26. mai
Stóri maðurin í Keyp-
mannahavn,
Flemming
Østergaard,
tykist
ikki
nervaður av úrslitunum hjá
FCK. Hann roknar við, at
FCK – við Toda sum lykla-
spælara – innan heilt stutta
tíð verður at finna í oddin-
um.
Í aðrari samrøðu sigur
føroyski leikarin í FCK, at
hansara mál í FCK so av-
gjørt er at gerast meistari.
27. mai
Herfølge eru danskir meist-
arar. Eitt umfar fyri kapp-
ingarlok tryggjað teir sær
gullmerkini, tá teir spæla
javnleik á útivølli móti
Silkeborg.
30. mai
Í seinasta dystinum hjá
Herfølge er spenningurin
um DM burtur. Hetta ger tó
ikki veitslurómin minni í
Herfølge, har Sosialurin er
á staðnum, meðan gull-
merkini
verða
handað
Jákup og teimum. Mót-
støðuliðið í seinasta dystin-
um er FCK við Toda Jóns-
son á liðnum.
Umframt at Jákup við
hesum gerst fyrsti føroyski
fótbóltsleikarin, sum vinnur
meistaraheiti
utan
fyri
Føroyar, er hetta eisini
minsta felagið, sum nakran
tíð hevur vunnið DM.
Í bestu heimligu deildini
tapir B36 fyri fyrstu ferð, tá
KÍ vitjar í Gundadali. Teir
eru tó framvegis á odda í
deildini.
31. mai
FCK boðar frá, at heims-
gitni bretin, Roy Hodgson,
verður nýggjur venjari í
høvuðsstaðarfelagnum.
Jákup Mikkelsen skrivar føroyska fótbóltssøgu, tá hann sum fyrsti føroyingur gerst meistari uttan fyri føroysku landoddarnar. Sosialurin var við, tá Herfølge fekk
gullmerkini