Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. desember 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2000 17 gult cyan magenta svart 16 Nr. 251 - 30. desember 2000 2. juni Ónøgd tekur seg upp millum dóm- arar, tí teir meta KÍ fáa ov lina revsing fyri til- burðin, har linjudómari varð sligin. Dómarafelag- ið hóttir við verkfalli. 3. juni Eingin fyrstu- deildarfót- bóltur verður um vikuskift- ið. Fótbólts- dómarafelagið ger av, at teir ikki døma í bestu deildini um vikuskiftið. Tor- leif Sigurðsson, held- ur, at dómararnir yvirreagera, men formaðurin í dóm- arafelagnum, Hans F. Hansen, sigur, at avgerðin stendur ikki at vika. Kappróðrarárið er um at byrja, og millum annað fara fýra spildurnýggj 10- mannafør at luttaka. Í alt er talan níggju nýggjar bátar hetta árið. Í kappingini um løg- manssteypði vinnur HB stórsigur á VB í fyrru hálv- finaluni. GÍ vinnur tepurt á FS Vágum. 6. juni Dómararnir kring landið hálsaðu um, og dystirnir í 1. deild vórðu kortini leikt- ir. Orsøkin er, at FSF hevur boðið felagnum á fund, og hetta góðtøk nevndin. Tað eru tó ikki allir dóm- arar, sum eru eins fegnir um hetta. Tveir dómara- bólkar halda fast um verk- fallið, og eftir hetta gevst tríbólkurin hjá Oddmari Andreasen at døma. – Vit kenna okkum stungnar í baki, sigur Oddmar. Tað var ein av linjuverjunum í hes- um bólkinum, sum varð sligin í dystinum í Klaks- vík. Úrslitini í fyrstu deild eru soleiðis, at B36 framhald- andi eru trý stig undan næsta liðnum. Í botninum eru FS Vágar og NSÍ. 7. juni Fyri fyrstu ferð í tvey ár tapir Eysturoyingur FM róður. Vestmenningur vinn- ur 10-mannafarsróðurin á Norðoyastevnu FSF og dómarafelagið koma ásamt um, at trygdar- reglurnar kring dystirnar skulu herðast. Millum ann- að skulu feløgini gera ser- stakar trygdargeilar. 8. juni Íðkarar hjá ÍSB hava verið í Hollandi og luttikið á Spe- cial Olympics, og hava hópin av gullmerkjum við sær á heimferðini. 9. juni Rok er aftur í FSF. Hesa ferð er tað B36, sum kærir, tí kvinnulið teirra noyddist tríggjar ferðir á rað til Klaksvíkar fyri at fáa gjørt ein dyst av sær. 13. juni Í Havn hita tey nú til fyrra partin av slagnum um Havnina. Dysturin er sam- stundis toppdystur í bestu deildini. Tórshavnar Býráð ger av, at Ítróttahøll skal byggjast í Hoyvík. Hetta hóast ætl- anin í fyrsta umfari verður flutt nakað fram, tí kostn- aðurin er ov stórur. 14. juni So er FM í talvi endaliga avgjørt. Flóvin Tór Næs gerst føroyameistari eftir umdyst móti John Rød- gaard og Torbjørn Thom- sen. HB vinnur grannaupp- gerðina móti B36, og nú er munurin í oddinum bert eitt stig. Í botninum minkar munurin somuleiðis, nú FS Vágar hevur fingið fyrsta sigurin. B68 spælarin, Jákup Eli Hansen, slítur hælsinuna, og er úti restina av árinum. Í kappingini um løg- manssteypið fær GÍ javn- leik í Sørvági, soleiðis at teir nú eru klárir til finalu- dystin, sum verður móti HB. Á sjónvarpsskíggjanum byrjar fótbólturin eisini, nú EM-endaspælið er farið í gongd. 15. juni Kvinnurnar eru um at verða lidnar við grundspælið, og HB og KÍ verða roknað sum greiðir favorittar und- an endaspælinum. 17. juni Í Runavíkini gera seg til, nú eystanstevnan skal haldast. Ikki minst vóna tey, at Eysturoyingur aftur skal gera um seg í 10-mannafars róðrinum. 20. juni HB tapir 4-0 í Inter-toto kappingini fyri ungverska Tatabanya. VB tykist av álvara at blandað seg upp í fótbólts- oddin, har teir nú eru á triðja plássinum. Í aðru deild heldur TB fast um oddasessin, har tað serliga eru EB/Streymur og NSÍ, sum royna at fylgja við. Tað kann tó vísa seg, at verða svárur missur, at Óli Johannensen nú aftur legg- ur leiðina til Danmarkar. Í Noreg er Hans Fróði við aftur á liðnum fyri fyrstu ferð síðani skaðan, sum hann fekk í økslina. 21. juni Kappróðurin á eystan- stevnu gongur skjótt og væl. Einasti heimabáturin, sum vinnur, eru dreingirnar á Tjaldrinum. 22. juni Eftir stríð og ferðing aftur og fram, er tað endaliga staðfest, at KÍ vinnur á B36 í hálvfinaluni í steypa- kappingini hjá kvinnum. 23. juni Í triðju deild eru AB og B36 framvegis á odda, men Skála byrjar nú at nærkast oddinum. 60 bátsmanningar hava boðað frá lutøku til jóan- søkuróðurin. 24. juni KÍ fekk Reyðu Stjørnu í lutakastinum um dystirnar í Europa-Cup. Jugoslaviska stórfelagið, sum fyrr hevur vunnið kappingina fyri meistarar, er annars ung- dómsfelagið hjá KÍ-venjar- anum, Tomislav Sivic. 27. juni GÍ spælarin, Suni Olsen, fer til Noregs, har hann skal venja við Rosenborg BK. U-17 landsliðið í fótbólti fyrireikar seg undan ferðini til Týsklands. Í bestu mansdeildini er seinasta umfar undan steðginum á skránni. Mest rokmikli dysturin er í Gøtu, har tveir B36 leikarar fáa reytt kort fyri at mótmæla dómaraavgerð. B36 Tapir dystin, og eru nú fimm stig aftan fyri HB. VB er nummar tvey. Niðastir í deildini eru nú Sumba, eftir at FS Vágar heldur óvæntað vinnur á B68. Leiftur vinnur samanlagt í Inter-toto kappingini á Lüzern. John Petersen er millum málskjúttarnar í seinna dystinum. Í aðru deild er EB/ Streymur nú á odda, tó at TB hevur eins nógv stig. 28. juni Mest óvæntaða úrslit- ið á jóansøku er helst, at Strálan vinnur róðurin hjá 6-mannaførum hjá monnum. Tjaldrið hjá dreingjum, Jarn- bardur og Frúgvin hjá gentum og Argjabáturin hava framvegis fult stigatal eftir tríggjar teir fyrstu FM-róðrarnar. Í kvinnudeildini fær KÍ eina flúgvandi byrj- an upp á endaspælið, tá tær vinna 8-0 á ein- um skerdum HB-liði. Talan er annars um eitt søguligt blað, tí hetta er fyrsta ferðin, at Sosialurin verður prentaður í litum. 29. juni Undan steypafinaluni hjá kvinnum er greitt, at bæði liðini royna at styrkja seg. HB fær Eyðvør úr Dímun heim, meðan KÍ fær hjálp frá liðfelaganum hjá Eyð- vør í Hillerød, Lisbeth T. Hansen. 30. juni Rógvi Johansen gjørdi bart, tá hann var heima til jóan- søkukappsúkklingina. Tríggir føroyingar rógva dagliga við kajakk í Ála- keri, har teir venja undan fráferðini til HM, sum verður í Grønlandi. Juni Dómararnir fóru í verkfall – og bakkaðu Hondbóltssambandið og FSF koma í stríð um ein tilburð í Klaksvík, og dómararnir gera av at fara í verkfall. Tá alt kemur til stykkis, verða dystirnir kortini leiktir, men avleiðingin er, at ein dómarabólkur steðgar við dømingini »Dzud« nevna mong- olar náttúrufyri- brigdið, tá veturin eftir turra summarið er kaldur og harður. Seinasta vetur doyðu tvær milliónir kríatúr í hungri. Sosialurin vitjaði heimlandið hjá Djengis Kahn fyrr í ár NÁTTÚRVANLUKKA Orð og myndir Eirikur Lindenskov Djór í hópatali flýggja eyst- ureftir – fyri tað mesta seyður og geitir, men eisini neyt, kamelar og yak-oksar. Tey royna at piða sær eitt sindur av føði burtur úr tættbarberaða, brúna stepp- ugrasinum. Stoltleiki mon- golanna – hestarnir – eru rýmdir í hundratúsundatali. Teir hava fatað neyðina og eru rýmdir undan hungri- num, meðan bóndur í hópa- tali í nógvum smáum leit- bólkum royna at finna djór- ini aftur. Vit eru í Mongolia á vári 2000. Landið hevur verið plágað av ringum vetri og turrum summari – tað ring- asta í meira enn 60 ár. Hetta fyribrigdi í Mongolia nevn- ist »dzud«. Hetta er tá nátt- úran vísir sína vreiði – bæði við turki á sumri og við nógvum kulda á vetri. Saman við ørðum norð- urlendskum tíðindafólkum er undirritaði á ferð í hes- um fjarskotna landi. Leiðin gekk úr Keypmannahavn um Beijing í Kina til Ulaambataar í Mongolia. Fyriskipari á hesi ferð var ST-menningardeildin UN- DP, og vóru tað fólk frá teimum í Mongolia, sum ferðaðust við okkum. Vit gistu fyrstu náttina á hotellinum handan Lenin- standmyndina í miðbýnum í Ulaambataar, sum eisini bar sama navn sum býurin. Eins og í øllum hinum londunum eystanfyri eru flestu standmyndirnar burt- urbeindar, men býarmynd- ugleikarnir í Ulaambataar vildu kortini varðveita hesa standmyndina sum eitt søg- uligt minni, segði fryntliga guide okkara, Tunga. Hvør av øðrum liva má… Náttúruvanlukkan sum hevði rakt landið, var als ikki endamálið við ferð okkara, hóast heimspressan hevði sýnt onkrar av ó- hugnaligu myndunum. UN- DP vil á henda hátt greiða fólki í norðurlondum frá støðuni í landinum, segði leiðarin á UNDP-deildini í Ulaambaatar, amerikumað- urin Douglas Gardner. Vit fóru longu dagin eftir á ferð inn í landið. Vit høvdu fingið at vita, at vit skuldu koyra eina 800 kilo- metrar. Tað ljóðar kanska ikki av tí nógva, men teir fáu vegirnir í Mongolia kunnu als ikki sammetast við tað, vit eru von við. Ringasti vetur í Mongolia í 60 ár Eitt nomadahúski í landslutinum Uvurkhangai, har náttúruvanlukkan rakti harðast Í túsundatali liggja deyðu dýrini fram við vegnum. Orðatakið »hvør av øðrum liva má«, tá vit síggja rovini, og mettu fuglarnar og revar- nar, sum rættuliga hava gjørt sær dælt·