leygardagur 30. desember 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2000
19
18
Nr. 251 - 30. desember 2000
gult cyan magenta svart
Minnir kanska nógv um
føroysku vegirnar í 20’u-
num: Einki asfalt, bert
grús, og ofta eru vegirnir
avkvettir av áarlopi ella
øðrum, og tá verður bara
koyrt eftir nakna oyðimark-
arlendinum.
Sum vit koyra í ein lands-
synning úr Ulaambaatar
móti Uvurkhangai landslut-
inum – ein av landslutu-
num, ið harðast eru raktir
av náttúruvanlukkuni – fáa
vit enn fleiri prógv um nátt-
úrunnar megi, sum vit ikki
hava so stóra ávirkan á.
Í túsundatali liggja deyðu
dýrini fram við vegnum, vit
koyra. Orðatakið »hvør av
øðrum liva má…« rennur
mær til hugs. Vit síggja ný-
liga deyð dýr í heilum líki.
Vit síggja eisini dýr, har án-
arin hevur flett skinnið av
dýrinum fyri at vinna nøkur
oyru burtur úr skinninum.
Sjónin er ikki tespilig, tá
skinnini eru flett uttan av
djórunum, og nú er lagað
manni hjá róvfugli, úlvi og
revi at gera sær dælt. At
enda liggja berar beina-
grindir og sløðast.
Drúgv og trupul
náttúruvanlukka
Fram við vegnum sita
stoppmettar ørnir, sum
næstan ikki orka á flog,
sum tær hava etið av deyðu
dýrunum – hóast vit fara úr
bilinum fyri at strekkja
beinini. Sum vit standa fáa
vit eyga á næsta fasuna í
vanlukkuni: Vegna nógva
turkin í fjør, tá grasið vaks
rættuliga illa, fingu rottur-
nar fótin fyri seg – tí tær eta
grasrøturnar. Hetta árið er
tí eitt rættuliga rottuár.
– 300.000 húsdjór líða
neyð um vikuna. Helming-
urin av landsins einari mill-
ión nomadum eru raktir av
vanlukkuni, og tað er sera
trupult hjá okkum at fáa
hjálp, sigur Osorhun Bat-
munkh, sum er guvernørur
í Uvurkhangai landsluti-
num. Hann væntar, at í
minsta lagi fimm milliónir
dýr fara at doyggja av
svongd og kulda, áðrenn
grasið grønkar í mai.
– Vit uppliva ikki torna-
doir ella líknandi. Hendan
vanlukkan er nógv truplari
enn so, og hon mennist so
spakuliga, at tað er so trup-
ult at fáa vinna ljóð fyri
henni í heimspressuni. Men
okkum tørvar hjálp frá
heimssamfelagnum, við-
gongur
Osorhun
Bat-
munkh.
Hendan dzud-vanlukkan
er tann fyrsta í 10 ár. Van-
lukkan byrjaði í fjør, tá
turkur var í vestaru lands-
lutunum – og summarið var
tað turrasta í 60 ár. Avleið-
ingin var, at húsdjórini ikki
fingu tað neyðuga feittlagið
fyri at klára seg gjøgnum
veturin.
Síðani kom kaldasti vetur
í 30 ár, við einum miðal-
temperaturi tíggju stig und-
ir tí vanliga, og kavin hevur
eisini verið nógv meiri enn
vanligt. Í februar doyðu
fyrstu djórini – og nomad-
arnir fór at reka djórini
eystureftir.
Sera ringir vegir
Um hetta mundið, tá vitjað
varð í Mongolia í apríl,
elvdi kavabræðingin til, at
einki samband var við part-
ar av landinum. Við einum
náttartemperaturi upp á
minus 10 stig ganga fleiri
vikur,
áðrenn
náttúran
vaknar úr vetrardvala, hóast
sólin hitar væl um dagin.
Várið er truplasta árstíðin –
við ógvusligum sandstorm-
um sum gera tað trupult at
vera uttandura.
Vegurin frá høvuðsstað-
num Ulaambaatar og vest-
ureftir er ein av frægastu
høvuðsvegum í landinum.
Men hann er sera vánaligur.
Teir fyrstu kilometrarnir
eru asfalteraðir, men tað
ger ikki tann stóra munin, tí
vegirnir eru so óslættir
kortini, at tað tykist huga-
ligari hjá okkum ferðandi,
tá koyrt verður eftir møkini,
har vegirnir eru skolaðir
burtur. Tað tykist eyðsæð,
at lítið er bøtt um vegirnar
síðani kommunistiska skip-
anin fall í 1990.
Men landslagið er stór-
sligið, villar víðar víddir so
langt eygað røkkur.
Eftir at hava koyrt í ein
heilan dag koma vit fram til
býin Arvaykheer, sum er
høvuðsstaður í landsluti-
num Uvurkhangai. Tá helt
eg ikki, at nógv kundi verið
eftir av stoytdoyvarunum í
bilinum, vit koyrdu við, ein
fýrahjólstrektur Mitsubishi
Shougon-líknandi bilur við
onkrum asiatiskum navni.
Privatisering og
konkurs
Býurin var ikki júst nøkur
fragd fyri eyga. Nógvur
vindur var og kalt – minus
10 stig, og tá sandstormar-
nir herjaðu var best at vera
innandura, tí ringt var at
halda eygu opin.
Men sjónin lýsir helst
væl støðuna í Mongolia:
Stórar
verksmiðjuhøllir
stóðu sum spøkilsishús eft-
ir kommunismunnar fall,
privatiseringarnar og konk-
ursirnar – soleiðis sum
støðan er í nógvum av
londunum eystanfyri, sum
øll vóru partur í kommun-
istiska planbúskapinum.
Við privatiseringini vóru
djórini býtt sundur millum
nomadufólkið, og síðani
hava nógv fólk roynt at vent
aftur til nomadutilveruna.
Tey hava fingið nøkur djór
sum byrjunarkapital, og
úrslitið er, at talið av nom-
adum er trífaldað seinastu
10 árini.
Fram til í ár hevur væl-
ferðin hjá nomadunum bert
gingið framá, stórar motor-
súkklur eru vanlig sjón á
steppunum. Men dzud’in
hevur givið fólkinum ein
lærupening: Tað hevði ver-
ið skilabetri at gjørt eina
tryggingarskipan
sam-
stundis sum privatiserað
varð.
Staturin hjálpti
Undir gomlu skipanini var
tað bert staturin, sum hevði
trupulleikar av dzud’inum.
Tað merkti bara, at djórini
skuldu umfordeilast. Men
fall
kommunismunnar
merkti eisini, at djóralækn-
atænastan fall burtur, og at
statsliga hoyggjframleiðsl-
an við goymslum í øllum
landspørtunum at standa
ímóti við, tá turkur var, eis-
ini helt uppat.
Meðan vit eru í Arvayk-
heer sleppa vit at koyra við
einum heryvirmanni út á
steppurnar. Í einum einsa-
mallum telti hitta vit 60 ára
gomlu Maruush, sum hevur
flutt seks ferðir við fimm
vaksnum børnum við fam-
iljum hendan veturin. Hon
er rørd og tárar av vitjanini
og sigur okkum, at hon ikki
hevur sæð fólk í ein mánað.
Familjan hevur minst
helmingin av djórunum,
seyður, geitir og neyt. 24 av
teimum 30 heystunum eru
rýmdir. Næstan øll lombini
eru deyð av mjólkamangli.
Tey lombini, ið eftir eru,
eru inni í teltinum og fáa
mjólk úr pattufløskum.
Maruush torir ikki hugsa
um, hvussu nógv av djórum
hennara fara at doyggja. Er
hjálp á veg? fregnast hon.
Heryvirmaðurin skrivar
dúvliga niður, men má
skuffa hana: Tað er so lítið,
ið fæst, at tað langt frá
nøktar allan tørvin. Og stat-
urin hevur ikki ráð. Maru-
ush nikkar við virðing.
Nomadufamiljur í tíggju-
túsundatali hava seinastu
árini stríðst fyri at arbeiða
seg úr fátæktini, ið sambært
almennu tølini er 50 dýr.
Neyðin og vónloysi hevur
ført við sær, at fólk aftur
flýggja til býirnar.
Komin aftur til Ulaam
Baatar fara vit tríggir norð-
urlendingar ein túr í býin.
Uttan fyri tjóðartingsbygn-
ingin renna vit okkum av
tilvild inn í lastbilafylgi. Vit
fregnast og finna út av, at
tað er japanski sendiharrin,
sum letur landbúnaðarmál-
aráðharranum nøkur less av
hoyggi. Lokalu miðlarnir
flokkast rundanum, tá teir
russisku meira enn hálv-
vánaligu lastbilarnir, sum
best kunnu sammetast við
teir, sum koyrdu í Havnini í
sekstiárunum, standa í røð
framman fyri tjóðartings-
bygninginum. Men sam-
bært
ST-umboðsmanni-
num, sum vit hitta sama
seinnapart, so er bara
hoyggj til einaferð upp í
munnin á øllum landsins
kríatúrum
Eins og í øllum hinum londunum eystanfyri eru flestu standmyndirnar av Lenin og Stalin burturbeindar, men býarmyndugleik-
arnir í Ulaambataar vildu kortini varðveita hesa standmyndina sum eitt søguligt minni, segði fryntliga guide okkara, Tunga
Eitt lastbilafylgi uttan fyri
tjóðartingsbygningin í
Ulaambaatar við hoyggi frá
japanska sendiharranum
– Mentaliteturin hjá
okkum sigur, at vit
vilja ikki tykjast
fátæk í gestsins eyga.
Vit kunnu viðganga,
at vit hava truplar
tíðir, men vit góðtaka
ikki, at vit líða neyð,
sigur 38 ára gamli
forsætisráðharrin úr
Tjóðskaparflokkinum
, R. Amarjagal.
NÁTTÚRUVANLUKKA
Eirikur Lindenskov
– Náttúrunnar dómstólur
hevur talað - og vit hava
tapt. Teir nýggju nomadar-
nir satsaðu upp á kvantitet
heldur enn kvalitet. Men
dzud’in er ein rættvísur
dómari, sum vit hava kent í
fleiri túsund ár.
Soleiðis sigur Myatavyn
Tsagaan, sum er leiðari fyri
felagsskapinum hjá mong-
olsku nomadunum. Hann er
útbúgving djóralækni og
journalistur og starvast
dagliga í mongolska út-
varpinum. Hann er farin
um tey fimmti, og tað sæst
í eygnabrá hansara, at hann
tosar av royndum. Sjálvur
er hann nomadi – uppvaks-
in á steppuni, men er seinni
fluttur inn í býin – men
hann er framvegis nomadi,
leggur hann dent á.
– Altjóða hjálp er ikki
rætti
heilivágurin
fyri
Mongolia. Tey, ið hava mist
alt, fáa nøkur nýggj djór at
byrja umaftur við aftur fyri
at arbeiða fyri aðrar nom-
adar soleðis sum vit altíð
hava gjørt.
Myatavyn Tsagaan vísir
frá sær, at dzud er økolog-
iskt treytað
– Nomadarnir vita full-
væl, hvussu kensluborin
náttúran er og um vandan
um, at oyðimørkin veksur.
Men hóast tað, so er landið
so stórt, at tað sum einki
kann bera nógvar ferðir so
nógv djór, sum vit hava í
dag, sigur hann.
– Í miðal hava vit dzud
fimtahvørt ár. Skulu evro-
pear nú til at hjálpa okkum
fimta hvørt ár? Nei, við
hesum lærupenga skulu vit
endurbyggja nomadutilver-
una út frá søguligum
royndum, siigur hann.
Hann vísir á, at kommun-
istarnir royndu at broyta
lívsformin hjá nomadunum
í nøkur tíggjuáraskeið við
teirra djóralæknatænastu,
heilivági og vísundaligu
royndum upp á at krossa
djór úr Mongolia og Russ-
landi fyri at vinna meira
mjólk og meira ull. Tanka-
gongdin var vónleys, nátt-
úran sjálv er tann einasti
heilivágur fyri djjórini hjá
nomadunum. Tey skulu tola
at verða bakað í 40 hitastig-
um um summarið, men
samstundis tola minus 40
kuldastig
um
veturin.
Stovnurin reinsar seg sjálv-
an, sigur Myatavyn Tsag-
aan.
– Tey skulu tola eitt hálvt
ár uttan mat og sjálv bera
mótstandmegini móti sjúk-
um. Stovnurin reinsar seg
sjálvan, og eftir hendan
dzud’in fer talið á djóorum
aftur at vaksa. Tey harðføru
djórini klára seg – og tað
merkir
kvalitet,
leggur
Myatavyn Tsagaan dent á.,
Og hann sær fyri sær
framtíðin hjá nomadunum:
– Kjøtið sum nomadarnir
framleiða fer at verða eitt
sera stórt tilfeingi í framtíð-
ini. Livihátturin hjá nomad-
unum er tann mest modern-
aði, eg kann ímynda mær í
einum heimi, har stórur
dentur verður lagdur á beri-
kraft og økologi. Hóast vit
hava
lært
nógv
undir
kommunismuni, so kann
tað bara ganga frameftir nú,
sigur Myatavyn Tsagaan.
Og sum landsins forsæt-
isráðharri segði við Sosi-
alin, tá vit hittu hann á for-
setaborgini dagin eftir:
– Mentaliteturin hjá okk-
um sigur, at vit vilja ikki
tykjast fátæk í gestsins
eyga. Vit kunnu viðganga,
at vit hava truplar tíðir, men
vit fara neyvan at góðtaka,
at vit líða neyð. Fyri at siga
tað á nomadamáli: Tú telur
ikki tenninar á hestinum, tú
fært sum gávu. Tað er ó-
møguligt at fáa altjóða lán
uttan at brúka orðið »fát-
ækradømi« – men tað er
trupult fyri okkum at við-
ganga, at vit eru fátøk,
sigur 38 ára gamli forsætis-
ráðharrin úr Tjóðskapar-
flokkinum, R. Amarjagal.
Sambært
forsætisráð-
harranum verður tapið av
náttúrvanlukkuni upp á í
minta lagi eina milliard US
dollarar. Men eins og Mya-
tavyn Tsagaan sær eisini
hann fyri sær eina ljósa
framtíð fyri Mongolia.
– Landið er so einastand-
andi og so ríkt upp á til-
feingi. Mongolia er eitt av
teimum mest fantastisku
menningarlondunum, ikki
minst vegna høga útbúgv-
ingarstøðið.
Júst
sum
Djengis Kahn vann heimin
við einum lítlum heri á
hestbaki fyri 800 árum síð-
ani, kunnu vit vinna heimin
við kunningartøkni. Komið
tit bara aftur um trý ár, tá
skulu vit vísa tykkum, at vit
hava internet allastaðni,
helt R. Amarjagal uppá.
Jú, internetið hevur eisini
vunnið fram í Mongolia –
og hóast tað ikki var júst
tað besta sambandið, so
fekk undirritaði bæði lisið
InternetSosialin og kannað
teldupostin norðan fyri
Gobi oyðimørkina – nærm-
ast úti í óbygdum.
Men líkamikið, hvat for-
sætisráðharrin sigur, so er
neyðin stór í Mongolia. Í
Ulaam Baatar eru fleiri tús-
und gøtubørn, sum annað-
hvørt eru foreldraleys ella
børn, sum eru rýmd frá
framman undan skroypu-
ligum familjum.
Alkoholtrupulleikarnir
eru stórir millum menninar,
og tí verður meira satsað
upp á genturnar, sum eru
nógv størsti parturin av tei-
mum lesandi á universitetu-
num. Tað eru eisini fyri tað
mesta kvinnur, sum taka
mikrolán, sum er ein av ST-
verkætlanunum: Fólk læna
upp til 100 dollarar, sum
tey skulu gjalda aftur eftir
einum ári, so tey fáa skapt
sín egna handil ella virki til
framleiðslu.
A internetkaféum síggj-
ast eisini ungdómar – sum
kanska staðfesta pástandin
hjá forsætisráðharranum.
Faktaboks:
Eitt sindur um Mongolia
Areal: 1,57 milliónir km2
Mark við Russland og Kina. Syðri triðjingurin av
landinum er Gobi-oyðimørkin. Norðanfyri og vest-
anfyri er meira gróður og skógarklødd fjallaøki og
vøtn. Restin av landinum er fyri tað mesta steppur.
Landið liggur í miðal 1.500 metrar frá sjónum og
hevur eitt ekstremt innlandsklima við longum, køld-
um vetrum og stuttum sumrum.
Fólkatal: 2,4 milliónir. Helmingurin í býunum,
hin helmingurin í bygdum og sum nomadar kring
landið. Mongoliga er eitt av heimsins mest tuntfólk-
aða londum.
Djór áðrenn dzud (harða veturin) 33 milliónir
móti 25 milliónum fyri 10 árum síðani.
Deyð undir dzud: Minst fimm milliónir djór. Sam-
bært ST er neyðugt við altjóða hjálp at útvega teim-
um fátæku nýggj djór.
Høvuðstilfeingi: Græs - sum veitir landinum kjøt,
mjólkaúrdráttir, ull, skinn og brenni av turkaðum
ekskrementum.
Tilfeingi annars: Kol og nógv metall og mineral,
sum ikki kunnu troytast vegna vantandi arbeiðsmegi
og vantandi samferðslunet.
Søga: Herurin hjá Djengis Khan hertók helmingin
av kenda heiminum frá pørtum av Evropa til Kyrra-
havið í 1200-talinum. Farið varð undir at gera Kin-
esiska Múrin fyri meira enn 2000 árum síðani til
tess at verja seg móti mongolum. Gjøgnum miðøld
undir kinverkari ávirkan til kollveltingina í 1921.
Síðani undir sovjettiskari ávirkan til kommunistiska
stýrið uttan bardaga gav seg yvir fyri ymsu mótmæl-
unum í 1990. Síðani demokrati eftir vesturlendskum
mynstri.
Stjórn (apríl 2000): Tjóðskaparflokkurin og Javn-
aðarflokkurin, sum eru í listasamgongu. Teir skip-
aðu stjórn í 1996 og var tað hin fyrsta ikki-kommun-
istiska stjórnin. Teir høvdu 50 av 76 tjóðartingslim-
um. Kommunistaflokkurin er í andstøðu. Við valið
24. juni 2000 vunnu kommunistarnir 72 av teimum
76 tjóðartingslimunum. Tjóðskaparflokkurin fekk
einans eitt umboð, menðan Javnaðarflokkurin einki
umboð fekk. Síðani nýggja kommunistiska stjórnin
tók við, eru el-prísirnir hækkaðir nógv, og tað hevur
stóran týdning í Mongolia, tí tað avger orkuprísin -
og orkan er sera týdningarmikil, tá tað frystir niður
í 40 minusstig. Men úr Mongolia frætta vit, at
nýggja stjórnini kortini roynir at halda sosiala støð-
ið.
Djengis Kahn var máttmikil høvdingi. Seinast í
12. øld savnaði hann flakkandi ættbólkar í Suðursi-
biria. Ættbólkarnir vóru mongolar, og honum eydn-
aðist at skipa fólkið í stóran og máttmiklan her.
mongolar vóru fólkaslag, sum livdi á skógarleysu
víddunum í Landnyrðingsásia. Teir lvidu mest á
rossabaki, og við teimum fekk Djengis Kahn gjørt
tátíðar sterkasta her. Teir brúktu nýggjastu vápnini,
t. d. krút og roykbumbur, so at eingin sá teir í álopi.
Eingin vann á teimum. Í 1206 herjaði Djengis Hahn
í Kina og síðani sum hvirluvindur um Ásia. Allar
hernaðaratgerðir vóru lagdar væl til rættis, oog á
rossabaki fóru teir ótrúliga skjótt víða. Altíð megn-
aðu teir at savana megina, tá ið mest stóð á, og teir
brendu og herjaðu allastaðni. Teir loyptu ræðslu á
fólk, hvagar teir komu. Í 1227 doyði Djengis Kahn,
og so við og við syndraðist ríkið, tí at eftirmenninir
klandraðust.
Mongolska stórríkið
1206 Temudjin vinnur Mongolia
1218 Mongolar gera innrás í Persia (Iran)
1221 Mongolar gera innrás í Russland
1237 Abbasonur Djengis Kahn, Batu, ger innrás í
Norðurrussland
1240 Batu ger innrás í Pólandi og Ungarn
1260 Stríðsmenn úr Egyptalandi, mamelukkar,
vinna á mongulum
1279 Kublai Kahn vinnur á Kina
1370 Timur Lenk savnar tey trý vestaru kanatini
Vit eru ov stolt til hjálp
– Náttúrunnar dómstólur hevur talað - og vit hava tapt. Teir nýggju nomadarnir satsaðu upp á
kvantitet heldur enn kvalitet. Men dzud’in er ein rættvísur dómari, sum vit hava kent í fleiri
túsund ár, sigur Myatavyn Tsagaan, leiðari fyri felagsskapinum hjá mongolsku nomadunum
– Mentaliteturin hjá okkum sigur, at vit vilja ikki tykjast
fátæk í gestsins eyga. Vit kunnu viðganga, at vit hava truplar
tíðir, men vit fara neyvan at góðtaka, at vit líða neyð, sigur 38
ára gamli forsætisráðharrin í Mongolia, R. Amarjagal