Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. desember 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2000 21 gult cyan magenta svart 20 Nr. 251 - 30. desember 2000 gult cyan magenta svart Nýggi bygdarráðs- formaðurin í Sørvági hoyrdi so nógv um politikk í familjuføð- ingardøgunum, at hann gjørdi av at fara aktivt upp í hetta og gerast sambands- maður burturav PERSÓNSLÝSING Edvard Joensen Eivind Jacobsen tekur á nýggjárinum við sum bygd- arráðsformaður í Sørvági. Og tað er ein einmælt av- gerð í bygdarráðnum, at hann skal verða formaður komandi fýra árini. Men ikki er tað heilt ókent fyri honum heldur, arbeiðið í bygdarráðum. Hann hevur sitið í bygdar- ráðnum i Sørvági síðan 1992. Fyrst fýra ár sum næstformaður, síðan sum vanligur limur, og nú hann er valdur triðju ferð, verður hann formaður. Hann er 43 ára gamal, hesin erka sambandsmað- urin, sum sigur seg vera sørving burturav, ið føddur er í Skopun. Og hann gjørdist sambandsmaður í barnaføðingardøgunum í familjuni, har onkur var, sum altíð vartaði upp við politiskum hugsanum. – Tá vóru tvey ting at velja ímillum, sigur Eivind. At fara aktivt upp í politiskt arbeiði ella púra at fáa vaml. Sálvur valdi hann tað fyrra, og hevur higartil hildið seg til kommunal- politikkin. Hann hevur verið for- maður í Vága Sambands- felag og sigur seg vera ein av teimum sambandsmonn- unum, sum ganga inn fyri víðfevnandi broytingum á ríkisrættarliga økinum. Hann er maskinsmiðurog arbeiðir sum sløkkiliðs- og arbeiðsleiðari á flogvøllin- um. Tað er leygardagur seinnapart. Tað skýmir, og perur og annað jólapynt skyggir í hvørjum vindeyga í Sørvági, tá vit koyra oman gjøgnum bygdina fram við kommunuskriv- stovuni, sum nú er prýdd við búmerki á galvinum. Snara til vinstru og niðan brekkuna, har konan Asta tekur ímóti, tá bankað verð- ur uppá. Asta, sum eisini er úr Sørvági, arbeiðir í bankan- um, og tey eiga trý børn. Yngsti sonurin, sum er inni, nú Sosialurin vitjar, heldur kortini, at tað skuldi verið flokslærarin, sum eisini er bygdarráðslimur, ið gjørd- ist formaður heldur enn pápin. Tí so høvdu tey helst fingið fleiri frítímar úr skúlanum. Tung skuldarbyrða Sørvágur var ein av teimum hygdunum, sum varð hart rakt av kreppuni í nítiárun- um. Skuldin var rættiliga stór, og av tí sama er alt ov lítið gjørt seinnu árini, annað enn at gjalda skuld niður. Men tað hevur Sørvágs Kommuna so gjørt aftur- fyri. í 1992 var skuldin 40 milliónir, og er í dag komin niður á 15 milliónir. Men so er so mangt annað, sum átti at verið gjørt, sum hev- ur ligið og bíðað. Og hóast tað sær betri út nú, kann ikki væntast, at tað hendir so øgiliga nógv beinanveg kortini. Tí íløgujáttanin hjá Sørvágs Kommunu er bara 3,4 milliónir. Annars er Sørvágs Kommuna sera tung at reka, sigur Eivind Jacob- sen. Bygdin er soleiðis háttað, at bara komunalu vegirnir eru heilar 10 kilo- metrar til longdar. Havn er sum skal haldast, og skúli er eisini, sum Sørvágs Kommuna skal reka einsa- møll. Hann nevnir grannarnar, Miðvág og Sandavág, sum samstarva um bæði havn og skúla. Og tað sigur seg sjálvt, at tað er lættari. Ein stórur partur av kommunuskuldini í Sør- vági stavar frá nýggja skúl- anum, sum bygdur varð í áttatiárunum. Og sam- stundis sum alt annað leyp undan, misti Sørvágs Havn eisini ein stóran part av sín- um inntøkum, tá farma- skipini góvust at sigla til Sørvágs. Avgreiðslurnar vóru niðurlagdar, og allar avskipingar fóru um Tórs- havnar Havn, hagar fiskur- in, sum útflutur verður, varð fluttur við bili. – Tað er greitt, at slíkt merkist, sigur Eivind Jac- obsen, nýggjur bygdarráðs- formaður í Sørvági. Átroðkandi mál Onkur rættiliga átróðkandi mál eru, sum nýggja bygd- arráðið eigur at fáa av- greidd, sigur Eivind Jacob- sen. Eitt er at fáa landsvegin gjøgnum Sørvág til Bíggjar gjørdan. Og eitt annað er at fáa gjørt ídnaðarøki klárt til at taka í móti eini komandi oljuvinnu. Í hesum seinna førinum hugsar hann um at gera iett ídnaðarøki oman fyri flog- vøllin, við gráa eingilsk- mannahúsið. Her verður tó neyvan nøkur byggibúgving gjørd beinanveg. Heldur verður bíðað eftir, hvar ein møgu- lig olju- ella útgerðarhavn verður løgd. Men økið ligg- ur væl fyri beint við flog- vøllin, og eingin ivi er um, heldur nýggi bygdarráðs- formaðurin í Sørvági, at flogvøllurin fer at spæla ein týðandi lut í eini komandi oljuvinnu. Her eigur at fáast eitt neyvari samstarv millum kommunurnar í Vágum, heldur Eivind Jacobsen. Hitt stóra málið, sum má fáast frá hondini sum skjót- ast, er nýggi bíggjarvegur- in. Samtykt er, hvussu hann skal liggja, og so er bara at koma í gongd, heldur bygd- arráðsformaðurin. Vegurin skal gerast av nýggjum oman gjøgnum bygdina, oman móti sand- inum. Har fer hann at sneiða út við landinum, til hann verður bundin í ver- andi veg til Bíggjar. Nakrir fyrispurningar um grundstykki í Sørvági eru eisini. Og tað er eingin trupulleiki, sigur Eivind Jacobsen. Grundstykki eru til. Bæði kommunal og privat. Hann væntar tó ikki, at tað verður nøkur bíðirøð sum so, tá undirsjóvartunn- ilin verður liðugur. Men eina javna tilgongd væntar hann. Og fólk , sum ætla at seta búgv í Sørvági,noyðast at byggja, tí so at siga eingi hús standa tóm í bygdini. Men barnaansing hevur Sørvágur ongar trupulleik- ar av. Bygdin fekk barna- garð í teimum ringastu tíð- unum i nítiárunum, og tørv- urin er nøktaður sum er. Av arbeiðsplássum í Sør- vági eru tað tey vanligu í fiskivinnuni umframt tey, sum eru á flogvøllinum. Hóast flogvøllurin hvørki er kommunal- ella lands- uppgáva, men danskur burturav, hevur tað sjálv- andi størsta áhuga fyri sørvingar, hvat hendir har uppi. Og Eivind Jacobsen harmast um, at tað dregur út við útbyggingum, sum hann metir vera dotna niður í millum føroyskar og danskar myndugleikar í fullveldismálinum. Væntar meira samstarv – Lokalpatriotisman er við at fara, metir Eivind Jacob- sen, nýggjur bygdarráðs- formaður í Sørvági. Hann væntar eina kommunusam- anlegging nakað skjótt. Tað er bara ein spurningur um tíð, metir hann. Tá Løgting- ið hevur sett sær tað sum mál, man lítið vera at ivast í, at so verður, heldur hann. Hann ætlar ikki, at tað skulu verða tær stóru broyt- ingarnar við persóninum Eivindi Jacobsen, hóast hann nú er vorðin bygar- ráðsformaður. Hann fer framvegis at røkta Suðurtriðing og hava bátin, sum hann hevur sam- an við beiggjanum, liggj- andi í bátahylinum. – Men eitt vænti eg, legg- ur konan, Asta skemtandi uppí. Nú báðir røktingar- menninir eru vorðnir ávika- vist formaður og næstfor- maður í bygdarráðnum, verður lovaða vetrarfriðing- in av bygdini gjøgnumførd heilt skjótt. Eivind leggur seg aftur á í stólinum yvir av mær. Leggur samanløgdu hend- urnar undir nakkan, smílist hinumegin kaffikannuna og sigur einki. – Tað fáa vit at síggja, tekur hann so aftur í aftur eina løtu seinni. Men ítrótt- inum ætlar hann iki at sleppa. Serliga er tað fótbólturin, sum stendur nær. Eivind hevur verið nevndarlimur í SI. Eitt nú í tíðarskeiðnum, tá nýggja húsið við fót- bóltsvøllin varð bygt. SÍ luttekur bara í yngru deild- unum, so tá talan er um vaksnamannadeildirnar, er tað FS Vágar, tosað verður um. Og so plaga tey at fara Upp á tá. Tað ganga tey høgt uppí heima hjá nýggja borgarstjóranum í Sørvági. Gjørdist sambandsmaður í barnaføðingardegi Lokalpatriotisman er við at fara, metir Eivind Jacobsen, nýggj- ur bygdarráðsformaður í Sørvági Eivind Jacobsen er 43 ára gamal, hesin erka sambandsmaðurin, sum sigur seg vera sørving burturav, ið føddur er í Skopun Brandur Enni á Tvør- oyri hevur í ár 2000 tikið føroysku áhoyr- arafjøldina á bóli og er uttan iva størsta og nýggjasta stjørnuskot í ár 2000. Men spyr ein 11 ára gamla sangaran, hvussu tað kennist at vera kend- ur, sigur hann lítillát- in: – Eg haldi ikki, at eg er so kendur TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Kular Røtur úr Klaksvík hava rættiliga gjørt um seg í árinum, sum nærum er farið. Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen úr Klaksvík eru tveir ov orkudeplunum aftanfyri Kular Røtur, um- framt leikarar og sangarar úr Klaksvík. Men afturat sær hava Kular Røtur eina góða rødd av Tvøroyri. Røddina eigur 11 ára gamli Brandur Enni. Brandur Enni kom rættiliga fram, tá hann í 1999 var við á fløguni hjá Jens Mortan Mortensen, ið nevndist MánadagsMortan. Jens Mortan hoyrdi tann tá 8 ára gamla Brand til eina jólakonsert í høllini í Trongisvági og síðani kom hann við á fløguna Mána- dagsMortan, sum kom út í desember í 1999. Umvegis Gissur Patursson og pápa- beiggja Brand, Birgir Enni, kom samaband í lag millum Steintór Rasmussen og Brand. Úrslitið var, at Brandur sang við á Kular Røtur II, sum kom út fyrst í ár 2000. Har sang Brandur Hundur mín Kingoson og Heyg og Lág. Ongantíð ætlanin Brandur Enni er við síni vøkru rødd og frálíka sangi óivað stórsta stjørnuskot í ár 2000. Men tað stuttliga við hesi søguni er, at tað ikki var ætlanin, at Brandur skuldi við á nakra fløgu hjá klaksvíkingunum. Hann var í fyrsta umfarið bert biðin um at syngja til eina konsert á Kambsdali. Har sungu Brandur og eldri bróður hansara Trónndur (eisini kendur úr Wild Child) nakað av tí, ið teir høvdu sungið, tá føroyskt kvøld var á Broadway í Íslandi. Eftir hetta var leyst og liðugt og Brandur gjørist ein teirra, ið sang á fløguni Kulum Rótum 2. Fyri jól kom Kular Røtur 3 og videoband. Brandur syngur har eitt kvæðakent popplag, nevnt Bókin, og sangin um Jólamannin. Strævi Brandur er av familju, ið er í tónleikaheiminum. Mamman og pápin spæla í Tvøroyrar Hornorkestri, og tað gera øll børn teirra. Um jólini spældi Tvøroyrar Hornorkestur í Vágs Kirkju og har spældi Brandur Enni frálíkt solo á cornett. Hann hevur spælt horn síðani skúlaaldur. Bróður hansara, Tróndur, hevur í hálvt triðja ár lisið tónleik í Íslandi, eisini hann leikar horn, umframt at leika bassguitar. Uppá spurningin, hvussu tað er at vera kendur, sigur Brandur lítillátin: Eg haldi ikki, at eg eri so kendur! Tó er tað hent, at onkur, ið hann slett ikki kennir, hevur spurt hann, um hann er Brandur? – Vinmenninir taka tað tó helt pent og einki er broytt í so máta, sigur Brandur. Um lívið í einum upp- tøkuhøli sigur Brandur Enni, at tað kann vera strævið. Har ganga hálvir ella heilir dagar við at syngja ein sang inn og so skal alt takast og hoyrast umaftur og umaftur. Framtíðin Um framtíðina sigur Brandur, at ætlanir eru um at umseta teir bestu sangir- nar hjá Kulum Rótum til enskt og at royna hetta á al- tjóða marknaðinum. Umframt skal Brandur til Íslands í januar. Hann hev- ur frí úr skúlanum á Tvør- oyri í 3 vikur og skal ganga í skúla í Íslandi. Føroyskir dagar eru á tí, ið nevnist Fjørðukráin, har ymisk listafólk úr Føroyum lut- taka. Tróndur og Brandur luttaka har og møguliga skulu teir eisini í morgun- sendingina hjá íslendska sjónvarpinum. 11 ára gamla sangstjørn- an av Tvøroyri hevur úr at gera, men á Tvøroyri gong- ur alt sína vanligu gongd og somuleiðis gerandisdagurin hjá einum av stjørnuskot- unum í ár 2000. Fyri fyrstu ferð, síð- ani einaferð í sjeyti- árunum, sýnir Trónd- ur Patursson fram list sína í Suðuroynni. Á Tvøroyri er frálíkt framsýningarhøli, nevnt Gallarí Oyggin, og her hava suðuroy- ingar møguleika at njóta nakað av máln- inga- og glaslist eftir listamannin úr Kirkjubø LIST Dagfinn Olsen Einaferð í sjeytiárunum hevði Tróndur Patursson framsýning í skúlanum í Vági. Nú hava suðuroy- ingar aftur møguleika at síggja list eftir Trónd Pat- ursson. Fyri ári síðani lat upp Gallarí Oyggin á Tvør- oyri, og her lat Tróndur upp sýning tann 21. des- ember. Oyggin hevur samstarv við Norðurlandahúsið og mong listafólk hava sýnt fram har, síðani latið varð upp. Vatnkenslan Tróndur sýnir fram 24 verk. Talan er um glaslist og málningar, umframt prent- list. Sýningin kallast Blálýsi og blátt er eitt slag av fel- agsnevnara í listini hjá Tróndi á sýningini – bæði innan máling og glas. Tróndur segði í stuttari røðu, tá sýningin lat upp, at hann t.d. heldur enn fjallið sjálvt, tekur spegilsmynd- ina í vatninum av fjallinum, tí so verður fjallið blátt. Tróndur samanbar tað at búgva í Føroyum, við at búgva á einum boriplatt- formi. Vit síggja altíð vatn. Hann nevndi eisini, at danir hava sagt um listina hjá Tróndi Patursson, at talan er um vandfølelse – vatn- kenslu. Málningarnir hjá Tróndi eru sokallaðir tempara. Blátt og svart og serstaka málingin ger, at tað bláa líkasum treingir seg fram, lýsir sjálvt, og skapar dýpt og rúm. Tróndur fegnaðist um nýggju hølini á Tvøroyri. Hann helt vera gleðiligt, at møguleiki er at sýna fram í Suðuroynni og fegnaðist um at vera aftur. Hølini metti hann ikki standa aftanfyri mong av teimum hølum, ið hann hevur sýnt fram í millum ár og dag. Tróndur las miðskeiðis í sekstiárunum list í Dan- mark og fram til 1973 í Noreg. Síðani hevur hann havt framsýningar í Føroy- um og úti í stóru verð og hevur eisini ferðast víða á spennandi ferðum, ið eisini hava verið íblástur. Í Oynni eru eisini myndir av hesum ferðum. T.d. myndarøðin Mobydick. So um onkrum suðuroyingi ikki eydnast at síggja aug- ustin, sum liggur á sandin- um í Hvalba í hesum døg- um, so ber til at leita sær í Gallarí Oynna at síggja Moby. Ársins stjørnuskot ár 2000 Í hugnaligu stovuni hjá Enni á Tvøroyri situr 11 ára gamli Bandur og greiðir frá. Hann er frálílkur cornett spælari og er rættiliga vorðin kendur sum sangari, eftir at hava verið við á fløgunum MánadagsMortan og Kular Røtur Nummar 2 og 3. Mynd: Dagfinn Olsen Tróndur og Blálýsi í Oynni Í stuttari røðu, tá sýningin í Gallarí Oynni lat upp, fegnaðist Tróndur Patursson um stásiligu hølini og samanbar tað at búgva í Føroyum við at búgva á boriplatformi: ein sær altíð vatn. Framsýningin á Tvøroyri í hesum døgum ber heitið Blálýsi Mynd: Dagfinn Olsen