hósdagur 17. august 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 157 - 17. august 2006
ítróttur
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Vit vórðu niður
spældir, so einfalt er
tað, staðfesti nýggi
hjálparvenjarin á
landsliðnum, sum
sigur seg ikki minnast
at hava sæð eitt lið,
sum er so væl fyri
tekniskt, síðani 6-0
ósigurin fyri Jugo
slavia á sinni
LANDSDYSTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Uttan fyri umklæðingarrúmið
hjá føroyska landsliðnum,
hittu vit nýggja hjálpar
venjaran John Petersen.
Undan dystinum hevði
Jógvan Martin Olsen, lands
liðsvenjarin, boða frá, at tá
vit spæla á heimavølli eiga
vit fara eftir at fáa stig, men
eftir dystin í gjár ber til at
staðfesta, at vit ongantíð
vóru nær námind nøkrum
stigi.
– Vit vórðu niðurspældir,
so einfalt er tað, staðfesti
John Petersen.
– Teir vóru ov góðir og
vit fáa ongantíð frið. Hóast
vøllurin var sera keðiligur,
megna teir kortini at spæla
bóltin skjótt sína millum og
lata bóltin víðari fyrstu ferð,
og tað vísti veruliga, hvussu
gott hetta liðið er, heldur
John Petersen, sum vísir
aftur, at føroyska liðið kanska
undirmetti uppgávuna og
mótstøðuna, Georgia fór at
geva Føroyum.
Kundi verði øðrvísi
Longu í teim allar fyrstu min
uttunum fingu føroyingar ein
risa møguleika at leggja seg
á odda, men Christian Høgni
Jacobsen buldraði bóltin upp
um, eftir at Rógvi Jacobsen
hevði stútað hann fyri føtur
hansara eftir hornaspark.
– Høvdu vit fingið mál tá,
hevði dysturin verið ein heilt
annar, tí vit høvdu tá lagt
okkum framum, og vita vit
ikki, hvussu dysturin síðani
hevði tikið seg út.
– Eisin høvdu vit ein
møguleika seinni, men held
ur ikki tá riggar, og so ber
til at staðfesta, at vit ikki
vóru nóg neyvir, sigur John
Petersen, hjálparvenjari
á landsliðnum, sum sam
stundis vísir á, at vóru før
oyingar ikki nóg neyvir, so
vóru georgarnir sanniliga
effektivir.
– Teir høvdu eini átta
kjansir og skora seks mál,
sigur John Petersen.
Av hesum seks málum
komu trý í hvørjum hálvleiki,
men hvussu fyrireikaði
landsliðið seg til seinna
hálvleik, tá teir vóru aftan
fyri við trimum málum?
– Vit fara tá inn fyri at
binda um heilan fingur,
og royna at avmarka tapið.
Tað sæst eisini aftur í
útskiftingini vit gera, tá vit
seta Paula Hansen inn fyri
Claus Bech Jørgensen.
– Og eg haldi eisini at
Pauli Hansen gjørdi tað
rættiliga gott á defensiva
miðvøllinum. Eisini Christi
an Høgni haldi eg var raskur
og ágangandi, og um eg skal
nevna nakrar leikarar fram
um aðrar, sum stóðu seg
væl í dag, so verða tað teir
báðir, sigur John Petersen,
hjálparvenjari á føroyska
landsliðnum.
Minna um Jugoslavia
John Petersen hevur sjálvur
drúgvar royndir frá lands
liðnum sum leikari, og hann
heldur vit skulu nógv ár aftur
í tíðina, fyri at finna eitt lið,
sum hevur verið so væl fyri
teknikst sum tað georgiska.
– Eg kann ikki minnast
at føroyska landsliðið hev
ur spælt í móti einum so
tekniskt sterkum liðið, síðani
heimavallardysturin í móti
Jugoslavia í 2001, har vit
eisini taptu 6-0, sigur John
Petersen.
Georgia var tað liðið, ið
varð mett at vera veikasta
liðið í bólkinum eftir Føroy
ar. Hvat kunnu vit so rokna
við av dystinum í móti Skot
landi?
– Tað verður ein heilt
annar dystur, og vit plaga
vanliga at standa okkum væl
ímóti Skotlandi, sigur John
Petersen at enda.
Í sínum fyrsta lands
liðsdysti av týdningi
fekk Hans Pauli
Samuelsen víst nøkur
av teimum tingunum,
vit vita at hann dugir.
Og við boðum frá
venjaranum um, at
hann skuldi inn at
bjóða av, driblaði
víkamaðurin seg
framvið trimum
mótstøðuleikarum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hans Pauli Samuelsen er
helst bólttryggasti leikarin í
landinum í løtuni, og hevur
hann verið mest eyðsýndi
leikarin hjá EB/Streymi í ár.
Hóast hann enn er spildur
nýggjur í landsliðshøpi, er
lítið at ivast í, at hann verður
ein týdningarmikil leikari
fyri føroyska landsliðið í
framtíðini.
Hann var við fyri fyrstu
ferð í venjingardystinum
móti Pólandi, og í gjár
kvøldið fekk hann seg aftur
royndan, tá hann loysti Sím
un Samuelsen av í øðrum
hálvleiki.
Og hóast liðið var aftan
fyri við fleiri málum, so
vóru boðini frá landsliðs
venjaranum til Hans Paula
greið; hann skuldi inn at
bjóða av.
– Jógvan Martin segði
við meg, at eg skuldi fara
inn og gera tað eg dugi best
til. Hann vildi hava meg at
bjóða av og vera ágangandi,
og tað var so tað eg royndi
at gera, greiðir Hans Pauli
Samuelsen frá, tá vit fanga
hann á veg av vøllinum eftir
dystin.
Viðhaldsfólkini fingu eis
ini nakað av tí, tey vita at
ungi víkamaðurin dugir so
frágera væl. Hann gjørdi eftir
boðum landsliðsvenjarans,
og megnaði hann at seta
bæði ein, tveir og tríggjar
mótstøðumenn av ta einu
ferðina, umframt at hann
legði onkra sera góða avlev
ering og hevði eina naska
málroynd.
Hans Pauli Samuelsen
viðgongur tó, at tað ongin
løtt uppgáva at koma inn í
dystin.
– Tað var ótrúliga hart at
spæla, og at koma inn í ein
dyst, tá vit eru so nógv aftan
fyri, er rættiliga trupult. Vøll
urin gjørdi heldur ikki upp
gávuna lættari, men tað var
ótrúliga stuttligt at sleppa inn
í einum dysti sum hesum. At
verða skiftur inn og sleppa at
vera partur av landsliðnum
í dysti á heimavølli er nak
að heilt serligt, sigur 21 ára
gamli Hans Pauli Samuelsen,
sum hóast tapið var fegin um
at hava fingið skrásett sín
næsta landsdyst á kontoina.
Nýggi maðurin á landsliðnum:
– Hetta var nakað
heilt serligt
John Petersen, hjálparvenjari:
Vit vórðu niðurspældir
Eg haldi Borg og Benjaminsen vera tveir góðar leikarar, men eg væntaði mær
eitt sindur meira av Mr. Samuelsen, sum spælir so sera væl í Keflavík í løtuni
Klaus Toppmöller. Væl fyrireikaður landsliðsvenjari hjá Georgia