Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 157 - 17. august 2006 ] Drepandi effek­t­iv­i­ tetur í kontra­spæl­ inum frá Georgia køvdi allar føroyskar vónir um eitt bara sámu­ligt úr­slit miku­ kv øldið. Meira enn nakað, so stað­festi stórtapið, at unga føroyska liðið enn hevur nógv at læra Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Stórur partur av teimum 2.114 áskoðarunum á Svanga­skarði sóu als ikki før­­oyska hæddarpunktið í dystinum móti Georgia. Klokk­an var enn ikki far­in um teir fyrstu fimm minutt­ irnar, áðrenn Føroyar høvdu fyrsta stóra møguleikan í dystinum. Rógvi Jacobsen var hægstur, tá hornaspark varð sent innfyri úr høgru, og við høvdinum stýrdi hann bóltinum niður til Christian Høgni Jacobsen. Runa­víkingurin meddaði til, men ólukkutíð fór bólturin sendandi væl omanfyri. Georgia tóktist so avgjørt at tosa við fyrstu løtuna, og Christian Høgni kom aftur í góða støðu stutt eftir, tá hann sneiddi mann av á baklinjuni. Flata sendingin út frá var tó ikki nóg neyv, og so fekk mótstøðuverjan eisini ruddað tann vandan av vegnum. Drepandi effektivir Hendan løtan tóktist av­gjørt benda tann vegin, at før­ oysku áskoðararnir væl kundu verða vitni til eitt heilt gott fótbóltskvøld, har »nýggja« føroyska lands­ liðið veruliga skuldi prógva sítt virði. Samstundis, so lúrdi tann eyst­ureuropeiski vandin tó støðugt í bakhøvdinum. Balkan-sjúkan hava vit onkra tíð rópt tað á hesum síð­um, og tó at Georgia ikki heilt hoyrir heima á balk­an, so hava tey í nógvar mát­ ar somu fortreytir fyri fót­ bóltsspælinum. Tað vil siga, at spælararnir eru vanir við hitastig, har tað er ógjørligt at trýsta í 90 minutt­ir, og at spælararnir tí velja at spæla spælið nakað øðrvísi. Og tað júst á ein slíkan hátt, sum so avgjørt ikki hóskar tí føroyska lið­num. Hetta tí brádliga temposkiftini altíð hava tað við at taka okkara spælarar á bóli. Og tað var sum so júst eisini tað, sum hendi. Sami Christian Høgni, sum hótti so væl fyrstu løtuna, átti skeivu sendingina, sum setti gongd á fyrsta mót­støðu­ málið. Í teirri støðuni var upp­bakningurin á føroyska miðvøllinum heldur ikki í lagi, og so var lag á manni hjá Mudjiri at draga tvær ferð­ir, áðrenn hann við dóma­dagsskoti sendi bóltin í meskarnar. Og náðisleysa revsingin var tað, sum Føroyar fyrst og fremst kendu sviðan av. Trý av málinum vóru beinleiðis av­leiðing av føroyskum mis­tøkum í uppspælinum, og so gekk tað við fullari ferð hinvegin. Tvær ferðir kiks­aði annars væl kenda før­oyska rangstøðufellan, og einsamallir við mál­ verj­anum vóru mót­støðu­ menninir ískaldir. Føroyar-Georgia 0-6 (0-3): Hava enn nógv at Tvær ferðir hótti føroyska liðið av álvara fyrstu løtuna. Í báðum førum við Christian Høgna Jacobsen, men sami maður var tó eisini tann, sum setti fyrsta drepandi mótálopið ígongd Mynd: Álvur 0-1: Jaba Kankava, 16. min Christian Høgni Jacobsen mistekur seg á miðvøllinum. Kankava fær fatur á bóltinum, og tá eingin bakkar upp, set­ir hann beina kós móti málinum. Og úr 17 metrum høgg­ur hann eitt fantastiskt skot móti málinum. 0-2: Alexander Iashvili, 18. Bólturin er ikki meira enn givin upp, so er aftur galið. Før­ oy­ar rangstøðufellan kiksar, og so er Gogita Gogua púra leys­ ur. Sendingin tvøtur um hálvkiksar, men tá Óli ikki fær rudd­að burtur, er Iashvili skjótur at senda í meskarnar. 0-3: Shota Arveladze, 36. Hesa ferð sendir Gogua eitt sera gott innlegg úr vinstru. Skrúv­an á bóltinum er somikið stór, at Jákup Mikkelsen fer ikki út eftir honum, og so kann toppskjúttin hjá Georgia beina í málið úr stuttari fjarstøðu. 0-4: Levan Kobiashvili (pen), 49. Júst innkomin sendir Hans Pauli Samuelsen eitt ikki ser­ liga gott fríspark innfyri. Georgia fer í skjótt kontra, og tað endar við, at Atli Danielsen – heldur óneyðugt – fellur Arva­ladze. Brotssparkið sendir Kobiashvili mitt í málið til 4-0. 0-5: Shota Arveladze, 59. Eitt tekniskt sera vakurt mál av Arveladze, tá hann við uttar­síðuni heilflutkar innlegg frá Demetradze upp undir net­takið. 0-6: Shota Arveladze, 80. Pauli Hansen mistekur seg á miðvøllinum, og við skjótum spæli er Arveladze brádliga púrasta leysur. Einsamallur við Jákupi er hann ískaldur. Fintar málverjan til viks og leggur bólt­in í manntóma málið. Game, set and match Georgia. FAKTA UM MÁLINI 13. stórtapið Sæð í mund til fyrstu árini, so er tað vorðið longur ímill­um veruliga avsmurningarnar hjá føroyska fótbólts­ landsliðnum. Soleiðis var tapið mikukvøldið tað 13. í røð­ini av tapum, sum hava verið í minsta lagi fimm mál. Av hesum hava tey sjey verið innan fyri fyrstu fimm árini í altjóða undankapping, meðan tað seinni hevur verið longur ímillum hesi. Dystirnir, sum talan hevur verið um, eru kanska skjótari gloymdir enn teir, har vit hava fingið góð úrslit. Men her eru so tey 13 úrslitini, har hetta er komið fyri. Dagur Dystur Úrslit 01.05.91 Jugoslavia-Føroyar 7-0 11.09.91 Føroyar-Norðurírland 0-5 06.05.92 Rumenia-Føroyar 7-0 09.09.92 Wales-Føroyar 6-0 11.08.93 Føroyar-Noreg 0-7 16.11.94 Finnland-Føroyar 5-0 15.11.95 Grikkaland-Føroyar 5-0 06.10.96 Føroyar-Jugoslavia 1-8 04.06.98 Estland-Føroyar 5-0 06.06.01 Føroyar-Jugoslavia 0-6 21.02.04 Føroyar-Póland 0-6 04.09.04 Sveis-Føroyar 6-0 16.08.06 Føroyar-Georgia 0-6 FAKTA Noreg hevur takið á Brasil Morten Gamst Pedersen skelkaði Brasil, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki skoraðið til 1-0 í venjingardystinum, sum londini spældu mikukvøldið. Brasil svaraði tó skjótt aftur við máli frá Daniel Carvalho, men javnleikurin kundi ikki krógva, at Noreg hevur takið á Brasil. Hetta er fjórða ferðin, at grannar okkara fyri eystan spæla móti fót­bólts­stórveldinum, og enn hevur Noreg ikki tapt. -mørk Dreymabyrjan hjá McLaren Ongland vann ikki minni enn 4-0 á Grikkalandi, tá teir í gjár spældu fyrsta dystin undir leiðslu av Steve McLaren. Nýggi liðskiparin, John Terry skoraði fyrsta mál­ið, áðrenn liðfelagi hansara í Chelsea, Frank Lampard, økti um leiðsluna. Tey bæði seinastu málini skoraði langi Liverpool-framherjin, Peter Crouch. -mørk