hósdagur 17. august 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lærutíðin er ikki av
»Vit eru við fyri at læra«
var ævigi sannleikin, sum
føroyska fótbóltslandsliðið
livdi eftir fyrstu árini.
Tann lærutíðin hevði sum
so eisini ætlaðu effektina.
So hvørt, sum spælararnir
fingu fleiri altjóða royndir,
búnaðust teir eisini til stóru
uppgávurnar, og tó at stig
ini aloftast hava restað, so
hava góðu avrikini verið
rættiliga nógv í tali.
Tað er kanska nærliggj
andi at spyrja, hvørt lærutíðin
byrjar av nýggjum, nú so
mikið stórar útskiftingar
hava verið á liðnum. At
skaðar samstundis hava sett
tríggjar lyklaspælarar uttan
fyri gjørdi sjálvandi ikki
føroysku kortini betri, og
tað kann so væl vera, at
úrslitið hevði verið betri,
um Jón Rói, Súni og Ingi
vóru á liðnum. Hinvegin, so
er lítil nytta í at hugsa um
teir spælarar, sum ikki vóru
tøkir. Og skulu vit hava av
loysarar við royndum, so er
bara ein máti at fáa hesar.
Dystir skulu til, og tað er
fyrst og fremst í dystum
sum tí mikukvøldið, at læru
peningurin fæst til vega.
Bæði soleiðis at mistøkini
kunnu
minimerast,
og
soleiðis at liðið í størri mun
lærir at standa rætt. Nakað
sum kundi forðað fyri onkr
um av teimum kontra-álop
um, sum endaðu í føroyska
málinum.
Boðini frá landsliðsvenj
aranum undan dystinum
– og eftir dystin eisini frá
liðskiparanum – eru tó
greið. Gevið liðnum tíð at
mennast. Og hóast hvørgin
teirra tosar um »við fyri at
læra«, so benda útsagnirnar
avgjørt tann vegin.
Georgia er sterkt
Tað var tó ikki bara tað,
at Føroyar ikki spældu sín
besta dyst mikukvøldið.
Georgia var í fleiri mátar
nakað væl sterkari, enn
flestu føroyingar høvdu
roknað við.
Hóast truplu umstøður
nar á rennváta og bleyta
vøllinum,
so
megnaðu
mótstøðumenn
okkara
fleiri ferðir at flyta bólt
in skjótt runt við fyrstu-
ferðs sendingum. Og bæði
sendingar og rennibanar í
kontrafasuni vóru ein fragd
at síggja, hóast tað sveið
í føroyska fótbóltshjarta
num.
Tí var málið kanska sett
ov høgt, tá tað varð staðfest,
at besti møguleiki okkara
fyri stigum var júst hesin
dysturin. Tað er neyvan
nakar, sum roknar við teirri
heilt stóru sensatiónini móti
Italia og Fraklandi. Litava
hevur áður víst, at teirra
fótbóltur als ikki hóskar
til føroyska landsliðið,
so kanska er besta vónin
í so máta Skotland. Teir
hava eisini áður víst, at teir
avgjørt eru til at tosa við
hjá føroyska liðnum, og við
dystinum í Glasgow mest
sum beint handan hornið,
skulu føroysku spælararnir
kanska síggja júst tann
dystin sum stóra møguleik
an.
At talan so í fyrstu syftu
er um dyst á útivølli, ger
á ongan hátt uppgávuna
lættari. Men hópatals ferðir
hava vit sæð, at okkara
menn er menn fyri at reisa
seg, júst sum størstu lús
ingarnir eru fingnir.
Kanska ikki við kravi um
sigur, men um eitt avrik,
sum enn einaferð kann
prógva, at Føroyar ikki eru
nøkur walk-over í altjóða
fótbóltsspælinum.
27
[ Nr. 157 - 17. august 2006 ]
læra
Talan hevur verið um
stórar umskiftingar í
landsliðshópinum. Eitt nú var
Janus M. Joensen á vøllinum
í samfullar 90 minuttir
mikukvøldið
Mynd: Álvur
EM-undankappingar
dystur á Svangaskarði
2.114 áskoðarar
Føroyar-Georgia 0-6 (0-6)
0-1: Jaba Kankava, 16.
0-2: Alexander Iashvili, 18.
0-3: Shota Arveladze, 36.
0-4: Levan Kobiashvili (pen), 49.
0-5: Shota Arveladze, 59.
0-6: Shota Arveladze, 80.
Referees: Michael Thomas Ross (dómari), David Redfern
and David Todd (hjálpardómarar) David Malcolm (4. dóm
ari) Allir úr Norðurírlandi
Føroyar: 1. Jákup Mikkkesen – 9. Jákup á Borg – 13. Óli
Johannesen – 4. Atli Danielsen – 3. Janus M. Joensen
– 10. Christian Høgni Jacobsen – 5. Claus Bech Jørgensen
– (2. Pauli G. Hansen, 46.) – 12. Kári Nielsen – 7. Fróði
Benjaminsen – 8. Símun Samuelsen – (14. Hans Pauli
Samuelsen, 58.) – 6. Rógvi Jacobsen – (11. Jónhard
Frederiksberg, 69.)
Gult kort: Rógvi Jacobsen, Óli Johannesen
Á beinkinum uttan at koma inn: 15. Hanus Thorleifsson,
16. Meinhardt Joensen, 17. Bárður Olsen, 18. Vagnur M.
Mortensen
Venjari: Jogvan Martin Olsen
Hjálparvenjari: John Petersen
Georgia: 34. Grigol Chanturia – 6. Kakhaber Aladashvili –
(8. Giorgi Gakhokidze, 69.) – 37. Giorge Shashiashvili – 16.
Malkhaz Asatiani – 35. Ilia Kandelaki – (5. Dato Kvirkvelia,
65.) – 14. Gogita Gogua – (Giorge Demetradze, 55.) – 22.
Jaba Kankava – 10. Levan Kobiashvili – 9. Alexander
Iashvili – 20. David Mudjiri – 11. Shota Arveladze
Á beinkinum uttan at koma inn: 1. Giorgi Lomaia – 18.
Zurab Mentishashvili – 23. Lasha Salukvadze – 24. Zurab
Ionanidze
Venjari: Klaus Toppmoller
Hjálparvenjari: Ralf Minge
FAKTA UM DYSTIN
Heimsmeistararnir taptu
Roberto Donadoni fekk ikki nakran sigur, tá hann fyrstu ferð stóð á
odda fyri italsku heimsmeistarunum. Mótstøðuliðið var Kroatia, og á
heimavølli eydnaðist teimum at basa Italia. Endaliga úrslitið gjørdist
2-0, og vórðu bæði málini skotin fyri steðgin. Málskjúttar hjá Kroatia
vóru Eduardo da Silva og Luka Modric.
-mørk
Belgia skelkað
Bara tveir aðrir undankappingardystir vórðu spældir í Europa í gjárkvøldi.
Mest óvæntaða úrslitið var, at Belgia á heimavølli mátti taka til takkar
við 0-0 javnleiki móti Kazakhstan. Hin dysturin var í Estlandi, har
Makedonia vann tepran 1-0 sigur á Estlandi. Í aðrar mátar var talan
um hópin av venjingardystum, áðrenn veruligur skjøtul verður settur
á undankappikngina um tvær vikur. 2. september eru ikki færri enn 19
dystir á skránni. Teirra millum tann hjá Føroyum í Skotlandi.
-mørk