hósdagur 17. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 157 - 17. august 2006 ]
Klaus Toppmöller
kollgitti alt føroyska
liðið undan dystinum,
og visti annars alt um
føroyska landsliðið,
um einstøku leikar
arnar og hvar teir
standa
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað er munur føroyskari pres
issheit og týskum ordnung
must sein. Tað var skjótt at
ásanna eftir samrøðu við
týska venjaran hjá Georgia,
Klaus Toppmöller.
At hann ikki er hvør sum
helst síggja tit aðrastaðni í
síðuni, og at onki av hansara
góðu úrslitum er komið av
tilvild fara tit at ásanna, eftir
at hava lisið hesa grein.
Fantastiskt men
ikki rættvíst úrslit
Tá vit hitta hann uttan fyri
B68-húsið eftir dystin í
gjár er hann bæði blíður og
týður.
– Hetta er eitt ótrúligt
úrslit. Heima í Georgia eru
fólk ovurfegin um sigurin,
tí einum hevði roknað við
einum slíkum úrslitið, Klaus
Toppmöller.
– Vit høvdu fimm leikarar
skaddar og í veruleikanum
var ongin av teimum vanligu
miðverjunum við. Tí vórðu
vit noyddir at royna nøkur
nýggj ting, sigur Klaus
Toppmöller og sipar til, at
vanliga stillar georgiska lið
ið upp í eini klassiskari 4-
4-2 uppstilling, meðan teir
í gjár eisini spældu 4-4-2,
men sum lætt kundi broytast
til og forveklast við eina 3-
4-3 skipan.
– Vit máttu millum annað
manna ein part av miðverjuni
við einum framrættaðum
miðvallarleikara,
sigur
Klaus Toppmöller.
Mongu útskiftingarnar
á liðnum gjørdu eisini, at
georgiska liðið byrjaði var
liga og gav føroyingunum
pláss.
– Vit vóru ógvuliga hepnir,
at vit ikki komu aftur um bei
nanvegin í dystinum. Høvdu
føroyingarnir lagt seg á odda
so tíðliga, hevði dysturin heilt
víst verið øðrvísi, staðfestir
Klaus Toppmöller.
Og sum heild hevur hann
ongan hug at undirmeta
føroyska liðið.
– Hóast úrslitið var talan um
ein strævnan dyst hjá okkum.
Frammanundan høvdu vit
verið nøgdir við at vinna við
einum máli, og 6-0 er í hvussu
so er ikki nakað rættvíst úrslit,
heldur Klaus Toppmöller.
– Vit vita, at tað ongantíð
er lætt at spæla í móti Før
oyum. Tykkara úrslit í móti
Týsklandi boðar frá hesum,
har teir ikki fáa hol á fyrr enn
í 88. minutti, og tí tóku vit
uppgávuna í størsta álvara,
sigur Klaus Toppmöller.
Kollgitti alt liðið
At so er kunnu vit bara stað
festa, eftir at hann hevur
greitt frá síni vitan um
føroyska liðið.
– Tit hava eins og vit sera
nógvar skaddar leikarar, og
tað er sjálvandi ein missur
at tit ikki hava menn sum
mr. Olsen (Súni, blðm.) og
mr. Fløtum (Andrew, blðm.)
við á liðnum, og tí verða tit
noyddir at stilla við einum
rættiliga ungum liði, greiðir
Klaus Toppmöller frá.
Vanliga kenna lands
liðsvenjararnir, ið koma
henda vegin ikki tað stóra
til føroyskan fótbólt, og í
frægasta falli kenna teir úti
setarnar. Fyri at vita, um
hetta eisini er galdandi við
Klaus Toppmöller spyrji eg
hann, hvat hann annars veit
um føroyskan fótbólt.
– Alt, svarar hann stutt og
flennir hart. Eg haldi at hann
skemtar, men finni skjótt
út av, at so er ikki. Klaus
Toppmöller veit kanska ikki
alt men hann veit veruliga
nógv um føroyskan fótbólt.
– Eg skal siga tær, at eg
framman undan dystinum
hevði sett meg niður og
skriva, hvussu eg væntaði at
føroyska liðið fór at síggja út,
og eg kollgitti allar sum ein,
smílist Klaus Toppmöller.
– Tað einasta eg ivaðist
í var, um Hans Samuelsen
(Hans Pauli, blðm.) møgu
liga fór at byrja inni, síðani
hann gjørdi tað so gott í dyst
inum í móti Pólandi, men eg
setti mr. Jacobsen (Christian
Høgna, blðm.) har í staðin,
og tað vísti seg at vera rætt,
fortelur Klaus Toppmöller.
Borg og Benjaminsen
Spurdur um, hvørjar leikarar
á føroyska liðnum hann
hevur hug at taka fram, ið
hann heldur vera góðar, nevn
ir Klaus Toppmöller tveir.
– Eg haldi at Borg og
Benjaminsen vera tveir góðar
leikarar, men eg væntaði
mær eitt sindur meiri av mr.
Samuelsen, sum spælir so
sera væl í Keflavík í løtuni,
sigur Klaus Toppmöller, og
heldur áfram:
– Jú vit eru ovurfegnir um
úrslitið, men vit hava eisini
fyrireikað okkum væl. Til
dømis hava vit eisini hugt
væl at, hvussu stórir ymsu
leikararnir eru og hvar teir
standa í deyðbóltsstøðum,
soleiðis at tit ikki skuldu
fáa nøkur bílig mál, fortelur
Klaus Toppmöller, áðrenn
hann fór inn aftur í georgiska
umklæðingarrúmið, har hvør
einstakur georgiskur leikarari
helst fekk at vita niður í minsta
staklut, hvussu hann stóð seg
á vøllinum í gjár.
Jú, her er skjótt at staðfesta,
at ordnung must sein gevur
úrslit. Í hvussu so er í móti
føroyskari presissheit...
Føroysk og týskt ordnung must sein:
Klaus Toppmöller visti ALT
um føroyska landsliðið
United-stjørna
ræðist Føroyar
Skotski miðvallar
in Darren Fletcher
stúrir ikki mest fyri
dystunum ímóti
Italia og Fraklandi.
Hann ræðist hin
vegin føroyska liðið
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyska fótbóltslands
liðið kann framvegis
skapa ristingar og stúran
í skotskum fótbólti. Eftir
tveir javnleikir ímóti Før
oyum, vita skotar, at tað
er ikki nøkur løtt uppgáva
hjá teimum at koma til
Føroya at spæla.
Ein tann kendasti
skotski landsliðsspælarin,
Darren Fletcher úr Man
chester United, viður
kennir, at hann ræðist mest
føroyska liðið í næstu
EM-undankappingini,
har heimsins sterkastu
landslið annars eru við í
bólkinum hjá Skotlandi.
– Eg stúri meira fyri
Føroyum enn øll hinum
liðunum í bólkinum.
Dystirnir ímóti teimum
eru teir truplastu, tí øll
krevja, at vit skulu vinna
3-0 ella 4-0. Men øll lið
hava tað trupult ímóti
Føroyum, og eg havi
eisini tosað við onkrar
av írunum, og teir siga
tað sama. Tað er sera
trupult at spæla ímóti
Føroyum, sigur Darren
Fletcher við Teamtalk.
– Hyggur tú eftir lond
unum í okkara bólki, so
er nakað serligt við Før
oyum. Tað kemst sjálv
andi av javnleikunum, teir
hava fingið ímóti okkum,
og tað kann henda aftur.
Vit eru í einari støðu, har
vit einki hava at vinna,
og vit vita eisini, hvussu
trupult tað er, um tú ikki
gevur títt allarbesta frá
byrjan og gjøgnum allan
dystin ímóti Føroyum.
Føroyar og Skotland
skulu spæla tvær ferðir
ímóti hvørjum øðrum
næsta árið. Fyrri dyst
urin verður longu 2.
sept., tá ið londini bresta
saman í Glasgow.
Federer tapti
Skotski teenagarin, Andy Murray, gjørdist púrasta óvæntað
maðurin, sum steðgaði sigursrøðini hjá heimsins besta tenn
is-spælara, Roger Federer. Undan dystinum í øðrum umfari
av Cincinnati Masters hevði Federer vunnið seg fram til 17
finalur á rað. Men við 7-5 og 6-4 í settúrslitum fekk Murry
fínasta tennis-skalpin í heiminum. Tapið hjá Federer bar
eisini við sær, at hann ikki røkkur metinum hjá Ivan Lendl
í hesum umfarinum. Kekkin, sum í drúgt áramál var eittari
á styrkislistanum, var fyri 25 árum síðani í 18 ATP-finalum
á rað.
-mørk
Ullrich í rættin
Sveisiska súkklusambandið fyrireikar nú rættarmál móti
týska Jan Ullrich, sum eisini er drigin upp í alsamt vaksandi
dopin-gølurnar innan súkkluítróttin. Verður Ullrich dømdur,
kann hann fáa bann, sum verður millum tvey ár og lívstíð.
Ullrich hevur eina ferð áður verið dømdur fyri nýtslu av
ólógligum evnum. Hetta tá hann eftir venjing varð testaður
positivur fyri nýtslu av amfetamin.
-mørk