hósdagur 17. august 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 157 - 17. august 2006 ]
Klaksvíkingar taka yvir
Trý tey aftastu liðini í Formuladeildini hava øll sagt venjaran úr starvi í hesum
kappingarárinum, og í øllum trimum førum eru venjarar úr Klaksvík kallaðir
inn. Á Toftum var Bill M. Jacobsen fyrst settur sum ungdómsvenjari, men
hann gjørdist síðani eisini venjari hjá Formulaliðnum eftir Jóannes Jakobsen. Í
Fuglafirði gjørdist hjálparvenjarin Jón Simonsen avloysari hjá Petur Simonsen,
tá hann fór úr starvinum, og nú er Finn Johannesen annar av venjarunum hjá
VB/Sumba, har Ole Andersen varð sagdur úr starvinum.
Liðfelagi hjá Símuni til Danmarkar
Fleiri íslendskir spælarar royna seg í donskum fótbólti, og nú hevur
superligaliðið Silkeborg fingið ein íslending afturat í hópin. Tað er 24
ára gamli Holmar Ørn Runarsson, sum hevur verið til royndarvenjingar í
Silkeborg. Tað spældi so væl av, at felagið hevur gjørt ein avtalu við hann,
sum er galdandi fram til endan av 2009. Holmar hevur annars verið liðfelagi
hjá Símuni Samuelsen í Keflavík. Hann hevur spælt 123 dystir fyri Keflavík
og gjørt 23 mál. Holmar verður triði íslendski spælarin í Silkeborg.
Avrikini hjá føroysku
landsliðsspælarunum
í dystinum ímóti
Georgia mikukvøldið
vóru langt frá sann
førandi. Hvørki teir
nýggju ella meira
royndu kláraðu at lyfta
liðið, sum hevði stórar
trupulleikar ímóti væl
spælandi liðnum úr
Georgia
Spælaraumrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen, B36
Tað mann neyvan verða hent
áður, at Jákup Mikkelsen,
Føroya besti málmaður,
hevur latið 11 mál fara inn í
tveimum dystum upp á fýra
dagar. Jákup tóktist fara skeivt
út við triðja georgiska málið
og hevði ongar veruligar
bjargingar. Hann var tryggur
í spælinum á jørðini, gjørdi
ongan stóran feil, men spældi
ein av sínum meira lunkaðu
landsdystum.
Jákup á Borg, HB
Jákup stóð fyri einum av
teimum frægu avrikunum hjá
føroyingunum mikukvøldið.
Tekniskt sterkur, fyri tað mest
tryggur í samanspælinum,
kvikur í nærdystum og royndi
allatíðina at koma fram við.
Varð sum hin bakkurin tó
eisini fangaður av georgiska
álopsspælinum viðhvørt, tá ið
teir sendu stikningar inn um
verjuna ella brutu í gjøgnum
við yvirlappi.
Óli Johannesen, TB
Liðformaðurin var langt frá
so sannførandi, sum hann var
í dystunum í fjør, men spurn
ingurin er, hvussu galið tað
hevði gingið, um Óli ikki var
í verjuni. Hann hevði óhepnan
fót á, tá ið Gerogia skoraði
til 2-0, gjørdi vandamikið
fríspark beint uttanfyri brots
teigin nakað aftaná og gjørdi
helst eitt afturat, sum ikki
var dømt seint í dystinum.
Royndi at stýra nýggju verj
uni, sum ikki tóktist so væl
samanspæld, men hetta var
ikki besta avrikið hjá honum
á landsliðnum.
Atli Danielsen, KÍ
Avloysarin hjá Jón Róa var
partur av eini verju, sum
ikki riggaði til fulnar. Hevði
onkrar feilavleveringar í
spælinum frameftir og gjørdi
brotsspark í seinna hálvleiki.
Atli tóktist ikki so avgjørdur
og sannførdur, sum hann áður
hevur verið, tá ið hann hevur
spælt í føroysku miðverjuni.
Janus Joensen, HB
Nýggi vinstri bakkur klár
aði seg hampuliga væl.
Tóktist nokk so stressaður
í samanspælinum í fyrra
hálvleiki, men tað var betur
í seinna hálvleiki. Málið til
2-0 varð spælt ígjøgnum í
hansara síðu við einum bólti
inn um verjuna. Janus royndi
allatíðina at koma fram við,
og í seinna hálvleiki var
hann millum teir frægastu
hvítu á vøllinum.
Kári Nielsen, HB
Hevði stórar trupulleikar í
fyrra hálvleiki í sínum týð
andi leikluti sum verjukendur
miðvallari. Datt stundum ov
langt aftur á vøllin, rýmdi
fleiri ferðir úr sentrala
økinum, ivaðist í hvønn
hann skuldi dekka, og fekk
ikki vart fyri fyrsta málinum,
sum tann verjukendi mið
vallarin týpiskt skal verja
fyri. Hevði eisini nógvar
skeivar avleveringar. Spældi
ein munandi betri seinna
hálvleik, tá ið hann fekk góða
hjálp frá Paula G. Hansen á
verjukenda miðvøllinum.
Fróði Benjminsen,
B36
Spældi ein av sínum mest
anonymu landsdystum. Var
rímiliga aktivur og raskur í
fyrra hálvleiki, men datt út
úr dystinum í seinna hálv
leikinum, tá ið hann fekk
møguleikan at hugsa meira
fram eftir vøllinum. Tykist
ikki rættiliga í toppformi eftir
skaðan fyrr í ár og gjørdist
sum seinni hálvleikur leið
meira og meira ósjónligur á
miðvøllinum. Hetta var ikki
tann Fróði, sum mann kennir
frá landsliðnum.
Claus Bech Jørgensen,
Coventry
Var tikin út í hálvleikinum, tí
tann verjukendi miðvøllurin
skuldi styrkjast. Hevði tó
verið millum teir frægastu
í fyrra hálvleiki. Góður í
samanspælinum, ágangandi
í nærdystum, hevði orku
at fara fram við og hevði
kanska verið tann rættari
til álopssinnaða miðvøllin í
seinna hálvleiki.
Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ
Hevði bestu føroysku til
boðini, men megnaði ikki
at gera mál. Serliga kjans
urin tíðliga í dystinum var
risastórur. Misti bóltin, sum
hevði við sær fyrsta georg
iska málið og varð merktur
av hesum eina løtu. Royndi
at bjóða av í seinna hálvleiki
og var við í nógvum av
føroyska álopsspælinum.
Miðalgott avrik, men brendu
kjansirnir telja niður.
Rógvi Jacobsen, HB
Legði upp til størsta føroyska
kjansin tíðliga í dystinum, men
føroyingar fingu ongantíð
fulla nyttu burtur úr hansara
styrki í luftini. Avbjóðingin
hjá Rógva í hesum dystinum
gjørdist meira og meira
at standa rætt í verjustøðu
heldur enn at spæla frameftir
vøllinum, og í seinna hálvleiki
varð hann skiftur út fyri eitt
annað slag av álopsspælara.
Símun Samuelsen,
Keflavík
Stjørnuskotið úr íslendskum
fótbólti gjørdi ikki nakað ser
ligt um seg í hesum dystin
um. Skuldi royna at bjóða
av í síðuni, men tað kláraði
hann sjáldan. Stríddist væl
allatíðina og tóktist hava
bæði ferð og styrki, men
varð skiftur út eftir eitt
ivasamt avrik.
Pauli G. Hansen, Skála
Pauli varð sendur á vøllin frá
byrjan í seinna hálvleiki fyri
at styrkja verjukenda partin av
miðvøllinum, og tað megnaði
hann væl. Gjørdist góður
stuðul hjá Kára Nielsen, sum
hevði verið um ein háls í fyrra
hálvleiki. Bakkaði væl upp og
vann fleiri bóltar. Gjørdi tó
eisini onkur minni mistøk og
misti bóltin, sum síðani førdi
til brotssparkið hjá Georgia.
Hans Pauli Samuelsen,
EB/Streymur
Royndi at finta og draga og
skapa nakað, men veruligur
vandi stóðst ikki av hesum.
Tók sær av deyðbóltum, men
kvaliteturin var ov vánaligur.
Hevði eina skotroynd úr
spískum og gav annars fleiri
dømi um, at hann eisini kann
fara at gerast ein vinningur
fyri landsliðið.
Jónhard
Frederiksberg, Skála
Varð raskur og áhaldandi, tá
ið hann kom á vøllin. Hevði
onkrar góðar renningar uttan
bólt, men var ikki spældur
rætt. Kláraði sum hinir før
oysku spælaranir heldur
ikki at gera tað avgerandi
gjøgnumbrotið í verjuni hjá
Georgia.
Teir flestu spældu undir miðal