hósdagur 17. august 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 157 - 17. august 2006 ]
VB/S fingið
nýggjar
venjarar
Nú er gjørt av, hvør
skal venja VB/
Sumba restina av
kappingarárinum.
Ein vágbingur og
ein klaksvíkingur
skulu leiða liðið
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nevndin í VB/Sumba
hevði týskvøldið fund
um venjaraspurningin
í felagnum, eftir at Ole
Andersen varð sagdur úr
starvinum fyri einari viku
síðani.
Seinasta vikuskiftið
høvdu teir báðir fyrr
verandi
VB-spæl
ararnir, Bjarni Johan
sen og Eyðun Jacobsen,
ábyrgdina av liðnum,
men tað var ein fyri
bilsloysn, meðan arbeitt
varð við at finna eina
meira varðandi loysn.
Og tann loysnin er nú
funnin, tí Bjarni Johansen
og Finn Johannesen skulu
venja VB/Sumba tað, sum
er eftir av hesum kapp
ingarárinum. Teir báðir
skulu hava ábyrgdina av
liðunum hjá VB/Sumba
í Formuladeildini og í 1.
deild.
Bjarni Johansen er
vágbingur og var fram
til endan av kappingar
árinum í fjør málmaður
hjá VB. Hann spældi
heilar 304 dystir fyri
VB og VB/Sumba, og
hann hevur eisini spælt
á landsliðnum. Nú er
Bjarni í holt við venjara
útbúgvingina hjá FSF
og hevur nú fingið sína
fyrstu stóru uppgávu í
barndómsfelagnum.
28 ára gamli Finn
Johannesen er klaks
víkingur, men býr nú í
Vági. Hann hevur verið
venjari í eitt nú KÍ, NSÍ
og B36, og seinastu tíð
ina hevur hann hjálpt til í
VB/Sumba. Finn er eisini
hjálparvenjari hjá U17-
landsliðnum, og hann tekur
í løtuni hægstu føroysku
venjaraútbúgvingina.
Fyrsti dysturin hjá Finn
sum venjari hjá VB/
Sumba verður ímóti KÍ í
heimstaðnum Klaksvík.
Føroyski landsliðs
skiparin heldur, at ein
av stóru styrkjunum
hjá Georgia var, at
teir ongan tíð tóku
sær av løttum. Heldur
ikki hóast sigurin var
vísur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast fleiri vildu vera við,
at talan mest sum er um
nýggja lærutíð hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum, so
helt føroyski liðformaðurin
ikki, at vantandi rutina var
fremsta orsøkin til stóra
tapið fyri Georgia.
– Tað haldi eg als ikki var
orsøkin. Vit spæla í dag móti
einum rættiliga sterkum liði,
og tað er fremsta orsøkin til, at
tapið varð so stórt. Sjálvt um
eisini helt tað vera ov stórt.
– Men tað er so eisini
ein sannroynd, at vit eru ov
nógvir, sum ikki spæla upp
til tað, sum vit eru mentir.
Tað er nakað, sum føroyska
fótbóltslandsliðið ikki hevur
ráð til, og tað kostar nógv,
tá so er.
Tað tykist eisini, sum hava
tit altíð trupulleikar, tá tit
spæla móti londunum eyst
anfyri. Er tað eisini nakað
um tað?
– Avgjørt. Tekur tú dystir
nar, sum vit hava spælt móti
eitt nú Fraklandi, so settu
teir ferðina niður, tá sigurin
var tryggjaður. Tað gera
hesi londinin ongantíð. Tey
spæla sítt spæla frá fyrsta til
seinasta bríksl, og tí er vandin
fyri einum veruligum skrædli
eisini størri í slíkum dystum.
Og tað var tað, sum hendi í
dag. Vit verða gjøgnum all
an dystin revsaðir fyri hvørt
einasta mistak, og tá verður tað
óluksáliga tungt. Samstundis
fáa vit teir ongantíð yvir í
grøvina at bara lossa bóltarnar
inn í brotsteigin. Tað plaga vit
annars at vera dugnaligir til,
men tað vildu teir bara ikki.
Nú er eitt slíkt tap ongantíð
besti hátturin at byrja eina
undankapping.
Hvussu
skulu tit bera tykkum at,
um tit skulu reisa tykkum
til næstu uppgávuna?
– Tað verður sjálvandi
tungt, men vit mugu arbeiða
víðari. Fyrst og fremst, so
haldi eg tó, at fólk skulu sýna
hesum nýggja liðnum álit.
Spælararnir – serstakliga teir
yngru – hava tørv á stuðuli
heldur enn kritikki. Faá teir
tað, so ivist eg ikki í, at hetta
landsliðið kann menna seg
heilt nógv, staðfestir Óli
Johannesen.
Føroya Banki og
Atlantic Airways hava
longt samstarvið við
FSF, har fyritøkurnar
báðar halda fram sum
høvuðsstuðlar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum vant, so varð upphæddin
á sáttmálanum hildin loynilig
á tíðindafundinum, men at
talan er um hampuliga fitt
av peningi, mundi lítil ivi
vera um. Í øllum førum tók
Magni Arge skemtandi til, at
tað so ikki var blivið bíligari
at sita undir liðini á FSF-
forsetanum, Óla Holm.
Sami
Óli
fengaðist
annars um, at teir báðir høv
uðsstuðlarnir halda fram í
FSF-samstarvinum.
– Tað er jú eitt stórt app
arat, um føroyskur lands
liðsfótbóltur framhaldandi
skal rekast, og tá er neyðugt
við góðum fíggjarstuðlum.
Hendan avtalan gevur okkum
eisini nakrar møguleikar, sum
vit annars ikki høvdu havt.
Og so er tað upp til okkum at
gagnnýta hesar, helt Óli.
Stolteiki og reklama
Tá stjórarnir hjá høvuðsstuðl
unum báðum skuldu siga sína
hugsan um fótbóltslandsliðið,
tóktust teir ikki vera í iva
um, at ein slík sponsoravtala
samstundis er ein góð íløga hjá
fyritøkunum. Tvær fyritøkur,
sum annars eru eins føroyskar
sum fótbóltslandsliðið sjálvt.
– Fótbóltslandsliðið er
jú nakað, sum nertir allar
føroyingar. Hóast úrslitini
ikki altíð eru eins góð, so er
hetta ein fyrimynd, sum øll
í Føroyum kunnu síggja upp
til. Samstundis kunnu vit við
hesi avtaluni vera við til at
stuðla tí velduga arbeiði,
sum verður framt innan
FSF, og tað er nakað, sum
vit fegin vilja vera partur av,
segði Janus Petersen, stjóri í
Føroya Banka.
Hjá Magna Arge er hetta
langt ífrá fyrsta ferðin, at
hann situr við endan sum
høvuðsstuðul.
Atlantic
Airways hevur ígjøgnum
mong ár verið høvuðsstuðul
hjá landsliðnum. Tey sein
astu tvey árini saman við
Føroya Banka. Men hóast
áramálið nú er langt, er
hann framvegis ikki í iva
um nyttuna av hesum.
– Eg havi sagt tað fleiri
ferðir, og eg skal fegin end
urtaka tað. Tað finst eing
in reklamusúla, sum kann
tænn Føroyum so væl, sum
fótbóltslandsliðið ger tað.
Ferðaðist tú í Europa fyri 15
árum síðani, so var javnan,
at tú mátti greiða fólki frá,
hvat Føroyar var fyri nakað.
Í dag kenna tey flestu okkara
land, og í 8 av 10 førum er tað
landsliðið, sum hevur verið
atvoldin til hetta. Hjá okkum,
sum fegin vilja flyta fólk til og
úr Føroyum er tað tí púrasta
náttúrligt, at vit vilja stuðla
landsliðsarbeiðnum, segði
Magni Arge millum annað.
Óhugnaliga sterkir
Føroyski liðskiparin var ikki ósamdir í, at dysturin
mikukvøldið enn einaferð sýndi trupulleikarnar,
sum Føroyar hava av gomlu eystanlondunum
Mynd: Álvur
Stuðlarnir halda fram
Óli Holm tykist væl nøgdur um nýggju avtaluna, sum nú er gjørt. Tað sama eru Janus Petersen
og Magni Arge, hóast hesin seinni nevndi helt, at sessurin undir liðini á Óla hevði hug at gerast
alsamt dýrari
Mynd: Álvur
Kappsigling á Skálafjørðinum
Àrliga kappsiglingin við 4- og 5-mannaførum, ið Lions Club, Eysturoy
skipar fyri, verður á Skálafirði sunnudagin hin 20 august 2006 kl 15.
Hetta er 37.árið á rað, at siglt veðrur, og í miðal hava bátarnir verið
um 30 í tali.
Hvussu siglt verður eftir fjørðinum í ár verður støða tikin til sunnumorg
unin, og fáa bátarnir boð um hetta, tá teir samlast í Heyggstøð á Strondum
kl.14 seinnapartin. Málið verður við høvuðspierin í Runavík, og sum vanligt
hevur verið, so fáa luttakarnir ein drekkamun við pannukøkum í kantinuni
hjá Føroya Fiskavirking, Runavík aftaná siglingina, og verða tá samstundis
steyp latin til 3 teir fremstu bátarnar.
Fara at svimja runt vágna
Eitt av tiltøkunum, sum verður á sjómannadegnum í Klaksvík
um vikuskiftið, er, at skipað verður fyri svimjing um vágna.
Tað er Faroe Dive, sum skipar fyri kappingini. Teinurin,
sum skal svimjast, er um 400 metrar, og roknað verður
við, at hampuliga nógvir luttakarar vera. Eftir ætlan byrjar
kappingin klokkan 11 leygardagin.
-mørk