Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 17. august 2006 31 lýsingar Sethús í Lamba til sølu Húsið stendur frítt og væl fyri niðri í gomlu bygdini við stórum og vøkrum urtagarði rundan um. Umhvørvið er hugnaligt og friðarligt. Gott útsýni út á Lambavík. Adressa: 627 Lambi Stødd á húsunum:106,4 m2x2 Loft: Ovasta loft Miðhædd: Køkur/stova, 2 stovur, hjúnar­ kamar, kamar, wc/bað, gong, durur Kjallari: wc/brúsa, depot, hjallur Stødd á grundøki: 842 m2 Byggiár: 1948, víðkað í 1955 Yvirtøkudagur: Eftir avtalu Kostnaður: Hóskandi boð ynskist. Áhugað verða biðin um at ringja ella støkka inn á gólvið hjá Húsamekling. Her kunnu vit greiða nærri frá ognini, og avtala tíð at sýna húsini fram. Húsamekling Sp/f Protek, Vaglið, Postsmoga 331, 110 Tórshavn, Tlf. 319321, Fax 319331, E-mail: protek@post.olivant.fo www.husamekling.fo Avgreiðsla kl. 9-12 og 13-16 Bilur til sølu Opel Astra stationcar 1.7 diesel í góðum mekanisk­ um standi, sær hampuliga væl út, árg. oktober 1995. Til sølu fyri 22.000. Tlf. 289696 VinnumálaráÐiÐ Vinnumálaráðið søkir eftir skrivara til Veterinerdeildina Starv sum skrivara á Veterinerdeildini í Vinnumálaráðnum er leyst at søkja, við setan skjótast gjørligt. Deildin fyrisetur veterinærmál, sum eru matvøru-, djórasjúku- og djóraverndarmál. arbeiðið Høvuðsuppgávurnar hjá skrivaranum eru: • Rættskriving á føroyskum, donskum og enskum • Umseting millum føroyskt, danskt og enskt • Orða brøv á føroyskum, donskum og enskum • Aðrar fyrifallandi skrivarauppgávur. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt, umframt kunnleika til EDV. Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fìggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir Vinnu- málaráðnum, umframt onnur stjórarráð. Umsókn, saman við prógvum, CV, viðmælum o.ø., skal verða send til Vinnumálaráðið Postsmoga 377 110 Tórshavn Freistin at søkja er fríggjadagin tann 1. september 2006. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til landsdjóralækna Bjørn Harlou, tlf. +298 356081 ella fartlf. +298 506081 ella cvo@vmr.fo