hósdagur 17. august 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 157 - 17. august 2006
Hetta er annað árið
á rað, at skipað
verður fyri Føroya
Sjómannadegi í
Klaksvík. Eins og í
fjør, verður ljós aftur
hesaferð varpað á
ymiskt, sum hevur við
havið og sjóvinnuna
at gera
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrireikararnir av sjóman
nadegnum hava gjørt eina
stóra skrá, sum byrjaði
longu týsdagin, 15. august,
tá ið fundur var um eftirløn
í fiskivinnuni.
Mikudagin vóru eisini
nøkur tiltøk á skránni. Í
Atlantis hugleiddi rithøv
undurin, Óli Olsen, um
langfarasigling fyrr og
nú, og Hans Eli Hansen,
lærari, greiddi frá um ein
lagnutúr við slupp. At
enda luttók Hans Hjalt við
sjómannavísum.
Í dag letur Bátasavnið í
Leirvík upp í samband við
sjómannadagin, og fiski
kapping verður á Kósabrúnni
fyri bæði gentur og dreingir.
Eftir kappingina, kasta lut
takararnir fløskupostar út í
Kalsoyarfjørð.
Í morgin verður fiskivin
nustevna í Skálanum, og tá
verður Bátasavnið í Leirvík
eisini opið aftur. Í morgin
verða eisini framsýningar
av føroyskum skipum og
øðrum í Atlantis. Tónleikur
er á skránni í annaðkvøld.
Leygardagurin
Tann stóri dagurin, tá ið
flestu tiltøkini eru á skránni,
verður leygardagin, tá ið
Føroya Sjómannadagur
eisini verður settur.
Tað verður borgarstjórin í
Klaksvík, Steinbjørn Jacob
sen, sum longu klokkan 9
bjóðar vælkomin og heldur
røðu, og síðan setir Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, dagin.
Ein hópur av tiltøkum eru
á skránni fyri leygardagin.
Jóannes Hansen, rektari
á Føroya Læraraskúla,
fer at halda røðu, tá ið ein
standmynd verður avdúkað
á fiskastykkinum hjá Kjøl
bro.
Fyrrapartin verður togtog
an millum skipsmanningar,
og grindahvalur verður skor
in upp.
Leygarmorgunin verður
eisini ein svimjikapping
um vánna, og framsýning
verður av modellskipum,
eins og filmur við gomlum
og nýggjum verður sýndur.
Skráin fyri leygardagin er
samanhangandi, soleiðis at
eingin steðgur er í, og seinasta
kappingin fyrrapartin verður
ein hoppikapping á boyum.
Á middegi leygardagin
verður kapprógving, og síðan
skipar Norðoya Bjargingar
felag fyri bjargingarroynd.
FM-kappingar
Sum leygardagurin líður,
verða fleiri føroyameistara
kappingar, og tann fyrsta
byrjar
longu
klokkan
13.30.
Fyrsta FM-kappingin
verður at skera agn, onnur
í trolbøting, og tann triðja
verður í egning.
Klokkan 16 leygardagin
verður kappsigling um vánna
við seglbátum, og klokkan
18.30 verða FM-kappingar
nar tiknar uppaftur.
Nú verður lagt fyri við
FM-kapping í sjómanstaki,
og síðan verður kappast um
at kasta lodd, halda dreggi,
og at enda verður FM-
kapping í kelving.
Leygarkvøldið verður
eisini steypahandan til bestu
skip og bátar í Føroyum.
Onnur tiltøk, sum eisini
eru á skránni á Føroya
Sjómannadegi, er framsýning
av livandi fiskum, málninga
framsýning, sølubúðir, mat
stovur, kaféir og annað.
Leygarkvøldið endar við
tí, sum seinnu árini er vorðið
so eftirspurt, nevniliga ”dans
på brygga”.
Øll tiltøkini á Føroya
Sjómannadegi eru ókeypis
uttan dansurin á bryggjuni
leygarkvøldið.
Endar sunnudagin
Tiltøkini hjá Føroya Sjóman
nadegi, sum byrjaðu longu
týsdagin í hesi vikuni, endar
sunnudagin.
Tá verður sjómansguds
tænasta í Christianskirkjuni,
har Andreas Andreassen,
sum í dag er útróðrarmaður,
prædikar.
Andreas hevur annars
verið prestur í fleiri ár.
Sunnudagin fara Óli Jacob
sen og enski trolaraskiparin,
Ken Knox, at hava framløgu
í Atlantis.
Filmar við føroyskum
skipum verða eisini sýndir
í Atlantis sunnudagin, og
Bátasavnið í Leirvík verður
opið.
Sunnudagurin
endar
við einum sjómansmøti í
tjaldinum á bryggjuni, og her
verður tað Rógvi Joensen,
sum skipar fyri.
Áhugaverd skrá fyri Føroya Sjómannadag
Tað er ikki á hvørjum
degi at høvið verður
at eygleiða ein livandi
springara.
Tey ið ikki hava roynt
tað áður, fáa høvi til
hetta um vikuskiftið í
Klaksvík.
Sjómannadagur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Í farnu viku
eydnaðist tað, sum mangir
helst bert hava havt sum
ætlan: At fanga ein livandi
springara.
Høvið kundi nærum
ikki verið betri, nú Føroya
Sjómannadagur er á skránni
í fiskivinnuhøvuðsstaði
okkara.
Hetta stóra tiltakið er í
roynd og veru longu byrja,
men leygardagurin er kortini
dagurin, tá flestu tiltøkini
verða á skránni.
Millum tiltøkini er ein
framsýning
av
hesum
livandi springaranum, sum
til høvið verður verandi í
einum aliringi.
Enn tosa fólk bert um
henda springaran. Talan
er um ein hann-springara,
men enn hevur hann ikki
fingið nakað navn. Fólk
hava havt høvið at koma
við uppskotum til nøvn, og
í dag sum ein annan dag skal
støða takast til hvat navn
springarin skal hava.
Seinnapartin í gjár vóru
menn aftur hjá springaranum
sum er í einum aliringi undir
Kunoyarnesi.
- Hann sær út til at hava tað
gott, sigur Hjaltur Poulsen,
sum er ein av undangongu
monnunum í hesi “ætlanini”
við springaranum.
Etur væl
Tað var undir springara-
drápinum í Klaksvík í
farnu viku, at tað eydnaðist
monnum at fáa fatur á hesum
springaranum.
Teir fingu hann í henda
aliringin undir Kunoyarnesi,
og her hevur hann verið
síðani.
- Eg haldi, at hann hevur
tað gott, sigur Hjaltur
Poulsen, nú vit stima út móti
aliringinum.
Tað er sjálvandi ilt at meta
um ta veruliga støðuna.
Men menn hava sæð hann
bæði spælt og kastað seg
uppundan viðhvørt. Tí er líkt
til, at hann hevur tað gott.
Teir hava eisini verið hjá
honum við føði, og tað hevur
hann tikið væl við.
- Vit hava givið bæði
saury, sild, høggusløkk og
seið. Og hetta hevur honum
dámað sera væl, greiðir
Hjaltur frá.
Menn hava eisini stutt
leikað sær við at geva honum
livandi seið, ið onkur hevur
fiskað til springaran. Tá
er hann garrvillur, meðan
hann roynir at fanga sær
døgurðabitan.
Nýtt heimstað
Ætlanin er tó ikki at hesin
springarin skal verða verandi
her úti við Kunoyarnes.
Í sambandi við Sjóman
nadagin skal aliringurin
sleipast inn á Klaksvík, har
hann verður ein partur av
skránni við hetta megnar
tiltak.
- Tað verður ein løta at fáa
sleipað hann inn á víkina. Vit
duga ikki enn at siga, hvussu
tað fer at ganga.
- Vísir tað seg at tað ikki ber
til, so steðga vit beinanvegin.
Vit vita nevniliga ikki,
hvussu hann fer at uppføra
seg, tá vit sleipa, sigur
Hjaltur Poulsen. Í ringasta
føri kann hann møguliga
leypa úr ringinum.
Ætlanin er at aliringurin
skal sleipast inn á Stengurnar,
har springarin verður ein
partur av framsýningunum
á Sjómannadegnum.
Stóri spurningurin er,
hvat síðani skal henda við
honum. Talan er helst um
ein hann-springara, og teir
vænta tí at hann fer at klára
at fáa sær nóg mikið av føði
inn á vánni í Klaksvík.
Óhugsandi er tí ikki,
at springarin fer at verða
stamgestur í Klaksvík. Tað
tykist sum hann trívist í
nýggja heimstaði sínum!
Navnleysi springarin trívist væl
Hjaltur Poulsen roynir at fáa springaran at nærkast sær. Her eydnast tað rættiliga væl
(Mynd: Norðlýsið)
Springarin tykist hugna sær her undir Kunoyarnesi. Um vikuskiftið verður hann partur av
framsýningunum á Føroya Sjómannadegi
(Mynd: Norðlýsið)