hósdagur 17. august 2006síða 40
Tekstur á síðuni
6
Nr. 157 - 17. august 2006
tíðindi
- Tíðin er farin frá
smáum bakaríum.
Kappingin er ov
hørð, sigur Regin
Nielsen, sum saman
við Sveini Thomasen
hevur keypt Bakaríið
hjá Gunnleivi frá
Norðoya Sparikassa.
Nú verður leitað eftir
nýggjum bygningi
til bakstur. Bakaríið
broytir eisini navn.
EIGARSKIFTI
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Bakaríið hjá Gunnleivi við
Hoyvíksvegin í Havn hevur
skift eigara fyri aðru ferð
innan ein mánað. Nýggju
eigararnir eru 36 ára gamli
Regin Nielsen úr Vestmanna
og 34 ára gamli Sveinur
Thomasen úr Miðvági. Teir
eru báðir bakarameistarar
og hava átt hvør sítt bakarí
í ávikavist Vestmanna og
Miðvági.
Nú hava teir so keypt
størsta bakaríið í landinum,
og sum skilst eru broytingar
á veg – bæði í bygnaðinum
og bakstrinum.
- Vit fara at rationalisera.
Tað verða vit noyddir til.
Ætlanin er eisini at finna
ein nýggjan bygning til
bakaríið, sum fer at liggja í
meginøkinum. Harumframt
verða nakrar broytingar
í bakstrinum. Rugbreyðs
uppskriftin verður í øllum
førum broytt, sigur Regin
Nielsen.
Færri bakarí
Sambært
bakarameist
aranum úr Vestmanna vóru
fleiri um boði at keypa
bakaríið. Í seinasta enda fall
valið á Regin Nielsen, sum
slóg seg saman við Svein
Thomasen.
- Eg havi altíð havt ein
dreym um at reka eitt nútíðar
rationelt stórt ídnaðarbakarí.
Dreymurin er nú vorðin
veruleiki, og vit ivast onga
løtu í, at hetta fer at bera
seg, sigur Regin Nielsen,
ið samstundis yvirtekur
maskinurnar hjá Frants
Restorff, ið fylgdi við í
keypinum.
Føroysku bakaríini eru
fækkað nógv seinastu árini.
Fyri trimum árum síðani
vóru tey 17. Nú eru 10
eftir.
- Tíðin er farin frá smáum
bakaríum. Kappingin er ov
hørð, sigur Regin Nielsen,
sum eins og Sveinur
Thomasen sjálvur hevur átt
eitt bakarí, men gav skarvin
yvir og seldi til júst Bakaríið
hjá Gunnleiv fyrr í summar,
tá hann fekk starv har.
Satsa uppá meginøkið
Bakaríið hjá Gunnleivi skiftir
nú navn. Tað eitur Grón, ið
merkir matur gjørdur av
mjøli ella korni.
Sambært nýggja eigar
anum er ætlanin fyrst
og fremst at halda fram
sum førandi bakarí á
meginøkinum.
Fyribils
er ikki ætlanin at kappast
á øðrum økjum, sosum í
Suðuroy og í Klaksvík.
74
fólk
starvast
á
bakarínum, harav umleið
30 eru knýtt at sjálvum
bakstrinum. Hini arbeiða í
handlinum, í pakkingini ella
í útkoyringini.
Norðoya Sparikassi yvirtøk
annars baksturvirksemið
við Hoyvíksvegin fyrst í
mánaðinum, tá hann keypti
Partafelagið Vørður frá
Justinussen-monnunum.
Umframt Bakaríið hjá
Gunnleivi vóru Handilin
hjá Eli, Statoilstøðin á
Argjum og Handilin hjá
Pidda á Toftum við í
keypinum. Sparikassin var
einans áhugaður í sjálvum
bygninginum, har Gunnleiv
helt til, og hevur tí gjørt
skjótt av við at selja burturav.
Og nú er einans bygningurin
við Hoyvíksvegin eftir.
Bakaríið hjá Gunnleivi skift eigara og navn
Bakaríið hjá Gunnleivi er selt og skiftir nú navn. Tað eitur Grón. Nýggju eigararnir eru bakarameistararnir Sveinur Thomasen
(t.v.) og Regin Nielsen (t. h.)
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað verður ein
fín cocktail-barr
niðriundir og
brasserie við alskyns
matsløgum uppiá,
tá matstovan í Hotel
Tórshavn letur upp
í heyst. Ætlanin er
eisini at skeinkja í
túninum uttanfyri
UMVÆLING
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Gamla
Sjómansheimið
í Vágsbotni verður eftir
øllum at døma ikki til at
kenna aftur, tá tað letur
uppaftur 1. oktober. Tvær
tær niðastu hæddirnar verða
umvældar, og tað er eitt
veruligt hamskifti, sum fer
fram í hesum døgum. Sjálvt
hotellið verður óbroytt
– burtursæð frá móttøkuni,
ið næstan er liðug umvæld
- men matstovan uppiá
og virksemið niðriundir
broytir heitið til »Hvonn
Brasserie«.
Á niðastu hædd, har
Pitsakaféin helt til, verður
nú ein cocktail-barr. Við
endanum av barrdiskinum
verður ein DJ-pultur, sum
fer at spæla ymiskan tónleik
fyri gestirnar. Hotellið hevur
keypt dýra ljóðútgerð til
endamálið. Ætlanin er at
hava ymisk temakvøld við
til dømis djasstónleiki, har
tann, ið vendir plátur, hevur
ein virknan leiklut og tosar
við gestirnar um tónleikin.
Hetta er eitt nýtt konsept
í Føroyum, sum annars er
sera væl umtókt aðrastaðni.
Pláss verður fyri 100 fólkum
í cocktailbarrini.
Skeinkja uttanfyri
Hotel Tórshavn hevur gjørt
eitt tún móti gongugøtuni,
so fólk kunnu sita uttanfyri
og fáa sær ein bita ella ein
kaffimunn. Kanska eisini
ein brunch. Men møguliga
fer eisini at bera til at njóta
eina øl ella okkurt sterkari
afturvið matinum einaferð
í framtíðini. Sum er, ber
hetta ikki til, men sambært
Johannes Jensen, stjóra,
arbeiðir Vinnumálaráðið
við eini kunngerð, sum
fer at loyva skeinking
uttanfyri. Sum skilst verður
kunngerðin sett í gildi í
heyst. Eini 40 sitipláss verða
í túninum uttanfyri Hvonn
Brasserie.
Á aðru hædd verða
eisini stórar broytingar.
Fundarhølini eru umvæld og
nútíðargjørd, og matstovan
verður fjølbroyttari snoti
ligari. Umframt vanliga
døgurðan, sum er vorðið
eitt eyðkenni hjá gamla
Sjómansheiminum, verða
pitsur, fajitas, pasta, búffar,
indiskur matur og nógv
annað á matskránni. Sum
nakað nýtt verða væl umtóktu
Häagen-Dazs ísarnir eisini
at fáa. Pláss verður fyri 100
gestum í matstovuni uppiá.
Og so var tað gamli
elevatorin, sum hevur fingið
nýggjan motor.
Gamla Sjómansheimið skiftir ham
Stjórin í Hotel Tórshavn, Johannes Jensen, er spentur til í heyst, tá gamla Sjómansheimið er
liðugt umvælt. Umframt ein spildurnýggj matstova uppiá, verður ein cocktailbarr niðriundir.
Í túninum uttanfyri kunnu gestirnir bæði eta og drekka
Mynd: Alvin Andersen