Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 5 tíðindi Norðuratlants­bólkurin legði í dag eina umfatandi kanning fram av føroyingum í Danmark. Kanningin staðfestir, at heili 21.687 fólk í Danmark kunnu kallast føroyingar, men tá eru ikki tey við, sum ikki eru fødd í Føroyum. Nú er ætlanin at koma í samband við hesi fólk og kanna, hvørji tey eru, og hví tey ikki komu heimaftur HAGTØL Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Kom heim! Hvar eru tit? Hvat gera tit? Soleiðis kundi yvirskriftin á eini nýggjari kanning verið, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi legði fram í dag í Ovastovu í Nóatúni – á sjálv­um hundrað ára degi Sambandsfloksins. Við á fundinum vóru all­ir teir tríggir limirnir í bólk­inum Høgni Hoydal, Kuubik Kleist og Lars Emil Johansen. Høgni Hoydal segði á tíð­indafundinum, at mett verður, at teir allarflestu føroysku útisetarnir eru búsitandi í Danmark, og tí er Danmark valt sum kanningarøki. Tað eru tey bæði Annika Smith, cand. sci­ent. soc., og Leivur Persson, løg­ frøðilesandi, sum hava staðið fyri kanningini. Meginparturin av upplýsingunum eru sum vera man fingnar til vega frá danska hagtalsstovninum Dansk Statistik. Tá ein slík kanning verður gjørd, er neyðugt at definera ella skilmarka, hvat ein føroyingur er. Definitiónin, sum kanningin hevur brúkt, eru danskir statsborgarar, sum eru føddir í Føroyum. Annað og triðja ættarlið hjá hesum fólkum eru eisini tikin við í kanningina. Tó er tað ikki bara sum at siga tað, at gera slík hagtøl. M.a. eru fólk, sum ikki eru fødd í Føroyum, men eru uppvaksin her, ikki tikin við í kanningina, og tí er talið helst munandi størri. M.a. vísti Høgni Hoydal á, at hann neyvan hevði verið roknaður við í kanningina sum føroyingur, av tí at bæði hann og foreldur hans­ ara eru fødd í Danmark. Sjálvur hevur hann nevniliga eitt pappír frá donskum myndugleikum uppá, at hann ikki er føroyingur. Kvinnurnar koma ikki heimaftur Annika Smith og Leivur Pers­ son siga, at hetta er breiðasta kanning, sum er gjørd yvir­høvur av føroyingum í Danmark. Tey staðfesta, at heili 21.687 føroyingar býtt yvir trý ættarlið eru búsitandi í Danmark. Sum tað sæst í tølunum so eru tað nógv fleiri kvinnur, sum ikki koma aftur til Føroya. Heili 1832 kvinnur fleiri enn menn í fyrsta ættarliðnum av føroyingum, sum búseta seg í Danmark, koma ikki heimaftur. Í fyrsta ættarliðnum, sum velja at vera verandi í Dan­ mark, er aldursbólkurin 25- 39 ár best umboðaður. Hetta kann metast sum óheppið, tí tað er júst í hesum ár­unum, at fólk vanliga fáa børn eru mest virkin á arbeiðsmarknaðinum. Føroyingar eru tilfeingi, ikki út­reiðslur Sambært Norðuratlants­ bólk­inum er vitanin um føroyskar útisetar eins og ein svartur kassi, ið ongantíð er kannaður og avkodaður, sum tikið verður til, Bólkurin kallar útisetarnar eitt stórt tilfeingi.Vantandi vitanin um føroyskar útisetar er ein stórur bági fyri Føroyar, og útbúgvingarlig, vinnulig, mentanarlig og sosial virði fara fyri skeytið um ikki størri vitan og tilknýti til føroyskar útisetar verður skipað, verður sagt. Tá tað sokallaða full­ veldislandsstýrið samráddist við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum full­ veldið, kom m.a. fram, at Mogens Lykketoft, táverandi fíggjar málaráðhar ri, hevði tøl yvir føroyingar í Danmark. Spurdur, um hetta eru somu tøl, sigur Høgni Hoydal, at tað er tað ikki beinleiðis. Hann sigur, at tá undraðust tey á, at Lykketoft kundi leggja slík tøl á borðið, tí tey vistu ikki av, at tey funnust. Tí hava tey í bólkinum nú valt kannað, hvaðani Lykke­ toft hevði fingið hesi tøl. Norðuratlantsbólkurin setti seg tí í samband við danska fíggjarmálaráðið, og síðani eru tøl sum nevnt komin frá Dansk Statistik. Hvørji eru hesi fólkini? Høgni Hoydal sigur, at hendan kanningin kann brúkast sum ein politisk mótvekt móti orðunum hjá Lykketoft um, at føroyingar vóru ein útreiðsla, tí før­ oyingar eru tilfeingi, sum hann tekur til. Nú er so ætlanin at koma í samband við føroy­ingar í Danmark, tí slíkar hag­ talskanningar, sum hendan kanningin er, verður kallað ein kvantitiv kanning. Ætlanin er tó eisini at gera eina kvalitativa kanning. Ætl­anin er í hesum sam­bandi at fáa Danmarks Statistik til gera sonevndar samrøðukanningar við føroy­ ingar, sum eru búsitandi í Danmark. Hetta verður gjørt við, at ein tilvildarligur bólkur uppá t.d. 1000 føroyingar verða útvaldir, og samrøða verður gjørd við teir um ymisk viðurskiftir. Endamálið við hesum parti av kanningini er fáa til vega upplýsingar sum ikki eru at finna í dátabasum, m.a. hví so nógv av hesum fólkum ikki flyta aftur til Føroyar, hvat samband tey hava við føroyska samfelagið og hví tey valdu at flyta av landinum. Í hesum sambandi er ætlanin at fáa í lag samstarv við ymsar áhugabólkar í Føroyum, sum kunnu ætl­ ast at hava áhuga í at fáa ávirkan á eina slíka kanning, m.a. vinnulívið, av tí at hesi fólk bæði verða roknað sum eitt møguligt vitanarligt til­ feingi og ein møguligur marknaður. Triði hvør føroyingur býr í Danmark Norðuratlantsbólkurin hevði boðið fleiri stovn­um við á fundin í Nóatúni fyrrapartin, har kanningin ”Føroyingar í Danmark” varð løgd fram. Teirra millum vóru umboð frá Vinnuhúsinum, Hag­stovuni, Stuðuls­stovninum, Menn­inga­ r­stovuni og Fróð­skaparsetrinum. Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, sig­ur stutt við Sosialin, at Føroyar hava eina skyldu at kanna hesi viðurskiftini, og at hetta er áhugavert, av tí at tølini koma frá starvsbrøðrunum hjá teimum á Dansk Statistik. Hann vísir á, í roynd er talan um tvinnar bólkar av fólki, nevniliga tey, sum búgva niðri og ikki ætla at koma heimaftur, og tey, sum ætla heimaftur. Har er áhugavert at kanna støðuna hjá teimum, júst eru farin niður til Danmarkar, og ikki ætla sær heimaftur, tí sum so eru tey bara farin ”yvir um markið” í skúla ella aðrastaðni. Hinvegin er hvørt land ein kassi, sum Hermann tekur til, og tí er avmarkað, hvat júst hagfrøðingar sum fakfólk hava áhuga í, men sum nevnt eiga Føroyar sambært honum at fokusera á hesi viðurskifti. 21.687 føroyingar, býtt yvir trý ættarlið, eru búsitandi í Danmark. Í fyrsta ættarliðum eru 2.921 menn og 4.753 kvinnur, t.v.s. at tað eru 1832 fleiri kvinnur í hesum aldursbólki. Býtið er tó meira javnt í næstu ættarliðunum. Teir størstu aldursbólkarnir í tí fyrsta ættarliðnum eru fólk í aldrinum 25 til 39 ár, sum t.v.s fólk í lestraraldri og fólk í aldrinum yvir 60 ár. Samanlagt búgva flestu av hesum fólkum í Keypmannahavnar amt. Føroyingarnir í Danmark svara til 0.8 % av fólkinum í Danmark, men uml. 45 % av teimum fólkunum í Føroyum. Tilflyting Í meðal eru tað 293 fólk í 1. ættarliði, sum flyta úr Føroyum til Danmarkar um árið, og sum ikki flyta aftur til Føroya.   Tíðarskeiðið, har tað fluttu flest fólk úr Føroyum, og ikki komu aftur, var frá 1990 til 1994. Tølini fyri hesi árini eru næstan tríggjar ferðir so høg sum undanfarnu tíðarskeiðini. Tey flestu, sum ikki komu aftur, vóru fólk í aldrinum 17 til 39 ár. -- -- -- -- Útbúgvingarstøði 89 eru útbúnir læknar 54 eru útbúnir løgfrøðingar 83 eru útbúnir innan vinnulív og leiðslu 334 eru útbúnir sjúkrarøktarfrøðingar 371 eru útbúnir námsfrøðingar 227 eru útbúnir lærarar 685 eru útbúnir almanna- og heilsuhjálparar -- -- -- -- 8 øki, sum vórðu umbiðin frá Dansk Statistik Íbúgvafrøðiliga býtið hjá hesum fólkum, og nær tey eru flutt til Danmarkar   Útbúgvingarstøði teirra   Arbeiðsstøða teirra, býtt sundur í vinnugreinir (27 ymiskar vinnugreinir), SU og eftirløn.   Heilsustøða teirra, býtt sundur í tal av innleggingum, tal av seingjardøgum á somatiskum sjúkrahúsdeildum um árið, og hvussu ofta um árið tey seta seg í samband við starvandi læknar. Revsirættarliga støða teirra, býtt sundur í úrskurðir, slag av brotsverkum, slag av revsingum (bót, fongsil), hvussu nógv sita í donskum fongslum og longdina á fongsulsrevsingunum. Samfelagsliga og fíggjarliga støða teirra, m.a. í hvønn mun tey móttaka almennan stuðul.   Persónliga støða teirra, m.a. í hvønn mun tey eru gift við fólki, sum eru fødd í Føroyum, hvussu nógv fólk búgva í húsarhaldinum, hvat slag av býli tey hava og um tey eiga ella leiga.   Inntøkubólking, t.v.s. hvat teirra bruttoinntøka er. FAKTA – Ein skylda hjá Føroyum at kanna hetta Frá vinstru Høgni Hoydal, Lars Emil Johansen og Kuubik Kleist Mynd: Theodor