fríggjadagur 18. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 158 - 18. august 2006
Aftrat sínum eyðsýndu
dygdum, er bókin
eisini nýskapandi
í norðurlendskum
barnabókaskaldskapi,
bæði hvat viðvíkur
teksti og tekningum.
Soleiðis ljóðar partur
av grundgevingunum
fyri at geva Bárði
Oskarsson barnabóks
virðisløn Útnorður
ráðsins í dag
BÓKMENTA
VIRÐISLØN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í dag fekk Bárður Oskarsson
handaða barnabókavirðisløn
Útnorðurráðsins fyri bókina
„Ein hundur, ein ketta og ein
mús“. Aftrat heiðrinum fær
Bárður Oskarsson 60.000
krónur.
Í grundgevingunum fyri
avgerðini verður millum
annað staðfest, at aftrat sín
um eyðsýndu dygdum, er
bókin eisini nýskapandi í
norðurlendskum barnabóka
skaldskapi - bæði hvat viðvíkur
teksti og tekningum.
Bárður Oskarsson hevur
sjálvur skrivað og myndprýtt
bókina, og sum heitið á
bókini eisini boðar frá, so
snýr bókin seg um ein hund,
ein kettu og eina mús.
Dómsnevndin sigur í
grundgevingum sínum, at
søgan er einkul og gjøgn
umførd, og tekningarnar
eru einklar men fullar av
stuttligum detaljum.
Dómsnevnd Útnorður
ráðsins sigur, at talan er um
eina barnavinarliga uppgerð
við tann dupultmoralska kor
rektleikan, sum merkir tey
nýtímans heim, ið skýggja
ósemjur.
Stórur heiður
Bárður Oskarsson er búsit
andi í Danmark, men er í
Føroyum í løtuni. Hann er
errin um at fáa hesa virðis
lønina.
– Hetta er ein stórur
heiður, og við hesum eri eg
nú komin í eitt fínt selskap,
segði Bárður Oskarsson, tá
Sosialurin fekk orðið á hann
í dag, og sipaði til, at áður
hava Andri Snær Magnason,
Kristín Steinsdóttir og Halla
Sólveig Þorgeirsdóttir fingið
sama heiður, sum hann nú
hevur fingið.
Sambært dómsnevndini
hjá Útnorðurráðnum, hevur
Bárður Oskarsson megnað
at vent tiltikna stríðnum
millum hundin og kettuna,
og kettuna og músina á
høvdið.
– Við tað, at eg havi brúkt
hesar tríggjar figurarnar, eri
eg sloppin undan fortelja so
nógv, ið onnur longu hava
fortalt framman undan.
Harvið havi eg kunna latið
søguna arbeitt fyri sær
sjálvari, og tað er helst ein
partur av orsøkunum til, at
so nógv dáma bókina, sigur
Bárður Oskarsson.
Meiri í umbúna
„Ein hundur, ein ketta og ein
mús“ er veruliga ein bók,
sum er fallin í góða jørð
nógva staðni. Hon er umsett
til bæði franskt og íslendskt,
og á bókamessu í Italia í fjør
vakti bókin eisini stóran ans.
Bárður Oskarsson heldur,
at heiðurin hann nú hevur
fingið, kann brúkast til at
føra bókina fram aðrastaðni
eisini.
Men hóast bókin er so
vælumtókt, so hevur Bárður
Oskarsson ikki í hyggju at
gera eina uppfylgjandi bók
til „Ein hundur, ein ketta og
ein mús“.
– Tað er ikki ætlanin at
gera nakra uppfylging til
bókina, men har er ymiskt
annað ávegis, og helst
skuldi okkurt komið út eina
ferð í mars, sigur Bárður
Oskarsson, sum í fjør eisini
fekk handaðar 60.000 krónur,
sum gávugóðs úr grunni
Thorvalds Poulsen fyri júst
hesa bókina, og hinar hann
hevur myndprýtt.
tíðindi
Bárður Oskarsson hevur skrivað og myndprýtt bestu barnabók og
ungdómsbók í útnorði í 2006
Mynd Álvur Haraldsen
Bárður Oskarsson fingið
barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins
Tríggir av granskar
unum, sum skulu
vera við á rann
sóknarferðini Gal
athea 3, greiddu í
Norðurlandahúsinum
í gjár frá sínum gransk
ingarvirksemi umborð
á Vædderen
GALATHEA 3
Orð & mynd
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í gjár skipaði Galathea 3
fyri almennum tiltaki í Norð
urlandahúsinum, har greitt
var frá søguni hjá Galathea 3
og tríggir av granskarunum
umborð á Vædderen greiddu
frá sínum virksemi.
Teir tríggir fyrilestrar
haldararnir høvdu 20 minuttir
hvør at greiða frá sínum
virksemi, og Lone Gram var
tann fyrsti, sum fekk orðið.
Hon greiddi frá, at tað hon
serliga er áhugað í tí, tey
nevna Roseobacter-bakteri
ur, og hví tann bólkurin er
so sterkur.
Lone Gram greiddi frá,
at tey fara at gera royndir
av vatni, á slangum, fiski,
skjaldbøkum og hval
spýggjum.
Úr teimum royndunum ætla
og vóna tey at finna evni, ið
kunnu brúkast at menna
antibiotika, konserveringsevni
ella probiotika til fisk.
Stig Markager var annar
fyrilestrarhaldarin
og
hann greiddi frá, at hann
granskaði í tí, sum vit kunnu
kalla havsins mold, ella tað
sum á fakmáli eitur upployst
organisk evni. Teirra royndir
verða gjørdar út frá vatni, ið
verður tikið upp í bátin ymsa
staðni á leiðini.
Seinasti fyrilestrarhaldarin
var Nikolaj Blom, og hann
granskar í tí, ið hann kallaði
polarhavsins DNA. Hann
vónaði at finna evni, ið
møguliga kunnu brúkast sum
partur av læknaevnum.
Amboðið,
sum
allir
granskararnir brúka á rann
sóknarferðini er ein sokallaður
vatnheintari. Síðani er ymiskt
hvussu og hvat vatnið verður
brúkt til, og fyriliggur heilt
stóra arbeiðið ikki fyrr enn
granskararnir koma í land, og
fara at viðgera royndirnar.
Granskarar í
Norðurlandahúsinum
Tá ið fiskikapp ingin
var av, fóru børn
ini við línuskip
inum, Ågot, út í
Kalsoyarfjørð at
kasta fløskupostar
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóskvøldið varð skipað fyri
fiskikapping fyri børnum á
Kósabrúnni í Klaksvík.
Fiskikappingin, sum
varð skipað í sambandi við
Føroya Sjómannadag, fekk
stóra undirtøku.
Nógv børn og foreldur
vóru á Kósabrúnni hesa
løtu, meðan kappingin fór
fram, og lagið var gott.
Børnini vóru ágrýtin, og
tá ið fongurin skuldi vigast,
høvdu tey Finn Baldvinsson
til hjálpar, sum vigaði
fiskin fyri tey.
Fløskupostar
Tá ið fiskikappingin var av,
og fongurin vigaður, fóru
børnini út í Kalsoyarfjørð
við línuskipinum, Ågot, at
kasta fløskupostar.
Stórur áhugi var fyri
fiskikapp ingini
Fongurin verður vigaður, og nú hava tey Finn Baldvinsson at
hjálpa sær
Mynd: Anton K. Højgaard
Fakta um Vestnordisk Råds Børne- og
ungdomslitteraturpris 2006:
Í dómsnevndini sita:
Helena Dam á Neystabø
Silja Aðalsteinsdóttir, Ísland
Vera-Lise Olsen, Grønland
Virðislønin verður latin annaðhvørt ár, og varð ein bók
frá Grønlandi, Íslandi og Føroyum innstillað til heiðurin í
desember í 2005.
30. juni í ár varð avgjørt, at vinnarin varð „Ein hundur, ein
ketta og ein mús“ eftir Bárð Oskarsson, og tað varð kunngjørt
á Hotel Føroyum í dag.
FAKTA