Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 7 tíðindi - Miðbýurin í dag er steindeyður. Okk­ urt má gerast nú, um hann ikki skal hvørva fullkomiliga, held­ur kokkurin Uni Gullfoss, sum hev­ur yvirtikið leig­u­sátt­mál­ an um at reka Café Cheops í Havn eigaraskifti Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Tá Gamla Konditaríið skifti eig­ara og varð umvælt fyri nøkrum árum síðani, hvarv ein býarmynd í Havn. Stamgestirnir, ið dag­liga tóku sín kaffimunn í kaff­ i­stað­num, rýmdu oman í gamla Sjómansheimið. Men stendur tað til Una Gull­foss, ið júst hevur yv­ir­ tikið leigusáttmálan um at reka staðið, skulu gomlu stam­gest­ir­nir nú niðan aftur í Gamla Konditaríið, ið nú eitur Café Cheops. - Staðið var ein býarmynd í Havnini. Eg ætli at end­ur­ skapa hesa býarmynd. Tað skal peppast eitt sindur upp, men gamli andin skal innaftur, sigur 30 ára gamli kokkurin, sum hevur yv­irtikið Café Cheops. Ov dýrt aðrastaðni Kaffistovan, ið hevur hálvt skeinkiloyvi, hevur skift hend­ur nakrar ferðir sein­ astu árini. Fleiri leigarar hava verið, og tað tykist, sum torført hevur verið at fáa alt at mala runt. Men sambært Una Gullfoss er pláss fyri Cheops millum hini í skeinkistøðini í mið­ býnum, har kappingin er hørð. - Havnin vantar eitt bíligt og gott matstað fyrrapart og um dagin. Tað, ið støðini í Havn bjóða í dag, er alt ov dýrt. Og tað er har, eg sígg i ein góðan møguleika at gera okk­urt skilagott. Ein lættan frokost, sum ikki skal kosta alla verðina, heldur 30 ára gamli kokkurin fyri. Hann legg ur afturat, at fólk er vælkomin at koma við uppskotum um navna­ broyting. - Eg haldi ikki, at nú­ver­ andi navn er nóg gott. Tað rigg ar ikki til virksemið, sigur Uni Gullfoss. Málast av nýggjum Enn er ov tíðliga at tosa um ítøkiligar broytingar á skeinkistaðnum. Men Uni Gullfoss hevur gjørt sær nakrar tankar. Alt skal málast av nýgg jum. Blái neonliturin verður skift­ur út við ljósari lit­ um. Matskráin verður broytt. Og náttarmatsølan í vikuskiftunum skal møg­u­ liga gerast meiri lokkandi. Uni Gullfoss, sum varð út­lærdur kokkur í 1999, hev­ur drúgvar royndir inn­ an økið. Hann hevur ver­ ið køksstjóri á bæði Hot­el Føroyum og Hafnia. Hann hev­ur egna catering- fyri­ tøku, sum ger mat, og hev­ ur í seinastuni staðið fyri matgerðini í Café Natúr og Rex. Vandamiklar trappur. Eingin køkur. Fáar leikur. Einki hegn, ið forðar fyri, at børnini renna oman á vegin. Og eitt tún, ið minnir um eitt byggipláss. Trygdin í nýggja Frítíðarskúlanum í Hoyvík er út av lagi. Foreldrini óttast, og starvsfólkini kunnu ikki annað enn vátta, at støðan á stovninum er kaotisk. Arbeiðseftirlitið fær lítið gjørt SKÚLABYGGING Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo - Alt er kaotiskt í løtuni. Vit hava ongan køk, onga telefon og trygdin er ikki í lagi. Tað váttar eitt av starvsfólkunum í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum lat upp mánadagin. Hann átti kanska als ikki at vera latin upp í verandi líki. Tí arbeiðið er ikki liðugt enn. Umframt vantandi køkin og telefonina, eru alt ov fáar leikur til tey umleið 110 børnini. Trygdin er heldur ikki í lagi. Hegnið, sum skal trygg ja, at børnini ikki renna oman á vegin, er ikki gjørt enn. Túnið líkist mestsum einum bygg iplássi. Og inni ganga børnini á vandamiklum trappum, har rimaverkið øðrumegin vantar. - Vit mugu alla tíðina ansa eftir, at børnini ikki detta í trappunum. Hetta er als ikki nøktandi, sigur starvsfólkið, sum ikki skilur, at Býráðið hevur latið frítíðarskúlan upp í verandi líki. Foreldrini stúra Skúlin skuldi eftir ætlan vera klárur at vera tikin í nýtslu á nýgg járinum, men arbeiðið bleiv nógv seinkað. Býráðið lovaði, at alt skuldi vera liðugt, tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, men so varð ikki. Sum skilst hevur leiðarin í skúlanum dagliga vitjað umsitingina hjá Tórshavnar Býráði fyri at kæra sína neyð, men lítið hjálpir. - Ein arbeiðsmaður var her í gjár. Hann lovaði, at okkurt skuldi henda beinanvegin, men er einki gjørt, sigur starvsfólkið. Sum skilst er fleiri foreldur ónøgd við umstøðurnar á Frítíðarskúlanum í Hoyvík. - Eg tori illa at lata barnið vera har, men av tí at eg arbeiði, er einki val. Seinastu dagarnar havi eg avheinta barnið longu á døgurða. Tað fer ikki at bera til, tá summarfrítíðin er liðug, sigur ein stúrin pápi við Sosialin. Arbeiðseftirlitið onga ábyrgd Sum skilst er tað Býráðið sjálvt, ið avger, nær ein frítíðarskúli er klárur at taka í nýtslu. Umstøðurnar hjá starvsfólkið hoyra Arbeiðseftirlitinum til. Men ikki umstøðurnar hjá børnunum. Tey eru jú ikki til arbeiðis. - Barnatrygd er ikki okkara borð. Hinvegin, um talan er um vandamiklar trappur, so áttu vit at tala at. Starvsfólk kunnu jú eisini detta, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Arbeiðseftirlitið skal ummæla øll bygg imál, áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Hetta merkir ikki, at eitt arbeiðspláss skal verða góðkent, áðrenn tað alment verður í nýtslu. - Vit skriva ummæli, og um nakað er at finnast at, skal arbeiðsplássið syrgja fyri, at hetta verður bøtt. Tað merkir ikki, at arbeiðið verður niðurlagt, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum. Óheppin handfaring Tað er annars ikki meir enn ein mánaður síðani, at eitt annað foreldur vendi sær til Sosialin og kærdi sína neyð um frítíðarskúlan. Tað málið snúði seg um sjálva handfaringina av dagstovnaflytingini. Frítíðarskúlin í Hoyvík helt nevniliga til í øðrum hølum í Stoffalág. Ein munnlig avtala um at starvsfólkini har skuldi fylgja við børnunum niðan í skúlan í Hoyvik varð brotin, og hetta fekk eitt foreldur at tala at. Fleiri av børnunum í skúlanum hava serligan tørv, og tey hava ikki gott av ov ógvusligum broytingum, so sum starvsfólkaskifti, vildi pápin vera við. Kaotiskir tilstandir í Frítíðarskúlanum í Hoyvík Nýggi Cheops-eigarin: Miðbýurin er steindeyður - Gamla Konditaríið var ein býarmynd í Havnini. Eg ætli at endurskapa hesa býarmynd, sigur Uni Gullfoss, ið hevur yvirtikið leigusáttmálan fyri Café Cheops Mynd: Álvur Haraldsen Frítíðarskúlin í Hoyvík er ikki liðugur. Túnið líkist einum byggiplássi og umhvørvið er ikki barnavinarligt. Kortini er hann tikin í nýtslu Mynd: Álvur Haraldsen