Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 158 - 18. august 2006 Havið í fokus Sjómannadagur, Galathea og Utnorðursráð. Hvat hava hesi fyribrigdi við hvørtannað at gera? Jú, alt snýr seg í vikuskiftið um havið. Í Klaksvík eru sjómannadagar, har nógv, sum hevur við havið at gera, er í miðdeplinum. Sjómannadagur fevnir um fiskivinnuráðstevnu, mentan, tiltøk fyri børn, kapp­ingar í ymsiskum sjómann­a­­før­ leik­um og gott undirhald. Hetta er eitt frá­ líkt tiltak, vit liva av havinum og tað er tí upp­lagt at halda stevnu, har havið, havsins lív og sjómenn okkara eru í fokus. Hetta er sera gott og stigtakarar og fyrireikarar eiga mikið rós uppiboriðfyri tiltakið, sum fyri alt tað er nógv meira fjølbroytt enn seinast. Galathea 3 er ein donsk havrannsóknarferð, sum fevnir um øll høv. Eins og hinar undanfarnu rannsóknarferðir leggur rann­ skóknarskipið leiðina um Norðurhøv og byrjar ferðina í Føroyum. Hetta er eitt sera áhugavert tiltak, ið uttan iva fer at hava stóran týdning fyri vitan okkara um havdýpini víða um knøttin. Eitt endamálið við ferðini tykist verða at skapa væl­vild millum børn og ung fyri náttúruvísindum, ið hava sera lítlan áhuga millum børn og ung í nú­tím­ anssamfelagnum. Alt gott um tað. Bert spell at føroyska havrannsóknarumhvørvið, ið er eitt hitt fremsta í heiminum ikki er partur av hesari ferðini. Um vikuskiftið hevur Útnorðurs­ráð­ið árs­fund sín í Føroyum. Í sam­bandi við árs­fundin verður hildin stórfingin vís­ ind­a­lig ráðstevna. Á hesi ráðstevnu eru veð­urlagsbroytingar í fokus og í hesum sambandi eru fleiri fyrilestrar um havið og havumhvørvið. Fyrilestrarhaldarar eru mæstastu granskarar úr Norðurlondum, og øll eiga at fegnast um, at okkara granskarar ikki smæast burtur í hesum úrvalsliðið. Alt hetta: sjómannadagur, Galathea og veð­ur­ lagsráðstevnan hjá Útnorðursráðnum - so ymisk annars - eru prógv um, hvussu ó­met­ a­liga stóran týdning, ið havið hevur fyri okkum og fyri alla mannaættina. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Forvitnislig grein er prent­ að í Sosialinum 17. august 2006 eftir Rolf Guttesen við yvirskriftini „Meira saft og kraft? Ella: hvat bagir Sos­i­al­i­ num?”. Rolfi so líkt fer hann illa við øðrvísi hugsandi við – framvegis Rolfi so líkt – so ivasamari próvførslu, at greinin illa kann annað enn vera skrivað í blindari øði. Lat meg greiða frá. Rolf leggur út við at leggja blað­mann á Sosialinum und­ ir at skriva grein við ongum sambandi millum yvirskrift og innihald. Hin kritiseraða greinin snýr seg um bókina „Sambandsflokkurin í 100 ár”, sum kemur út í dag. Eitt hitt fyrsta, sum eg festi eygað við var, at greinin eft­ ir Rolf Guttesen ikki hevur sam­svarandi yvir­skrift og innihald. Yvir­skrift­in, „Meira saft og kraft? Ella: hvat bagir Sosialinum?”, bend­ir á, at høvuðsinnihaldið í greinini gongur út upp á, at Rolf Guttesen heldur okkurt vera galið við Sosialinum. Men innihaldið í greinini eft­ ir Rolf Guttesen hevur týð­i­ liga sum endamál at spilla tjóðskaparhetjuna Jóannes Pat­urs­son út. Hvat hevur Jóannes Pat­urs­ son, sum doyði í 1946, við at­ferðina hjá Sosialinum í 2006 at gera? Einki! Og hvat hev­ur Jóannes Patursson, sum ongantíð á ævi síni var sam­bandsmaður, við søgu Sam­bandsfloksins at gera? Ikki eitt einasta petti! Men, í blindari øði móti øðr­ vísi hugsandi megnaði Rolf Guttesen at gera tað sama, sum hann legði blaðmannin á Sosialinum undir at gera. Hann skrivaði grein uttan sam­an­hang millum yvirskrift og innihald. Rolf Guttesen er annars ikki óvanur við at fara illa við øðrvísi hugsandi fólki. Tað var t. d. Rolf Guttesen, sum á sinni fyrst legði orð í munnin á Høgna Hoydal um USA og Pentagon og síðan skírdi somu orðini idiotisk. Høvuðsendamálið ta ferðina var at rættvísgera, at hann skírdi orðini hjá Høgna Hoy­ dal idiotisk. Men, í blindari øði móti øðr­vísi hugsandi megnaði Rolf Guttesen at gera tað sama við síni egnu orð, sum hann royndi at gera við orð­ini hjá Høgna Hoydal. Hann skírdi síni egnu orð idi­otisk. Slík grundgeving eit­ur strá­mans­grund­gev­ing. At spilla deyð fólk út er ann­ars lítið øðrvísi enn strá­mans­ grund­gev­ing. Deyð fólk kunnu ikki verja seg, júst sum strámenn. Men tað er munin ússaligari at spilla deyð fólk út. Rolf Guttesen ger í greinini nógv fyri at seta Jóannes Pat­ urs­son í nazistiskt selskap. Próv­førsla hansara er – lat meg siga tað milt – ivasom. Týsku nazistarnir plagdu ann­ars at spilla fólk fyri at vera øðrvísi ella fyri at hugsa øðrvísi enn teir sjálvir. Men, í blindari øði móti øðr­vísi hugsandi megnaði Rolf Guttesen at gera tað sama við seg sjálvan, sum hann royndi at gera við Jó­ann­es Patursson. Hann setti seg sjálvan í nazistiskt sel­skap. Halt bara fram at skriva í blindari øði, Rolf. Tað gong­ ur jú so sera væl hjá tær! í Gundadali 18. august 2006 At skriva í blindari øði Jógvan Jacobsen Eg vil við hesum lýsa mína støðu sum ein av teimum smáu í fiskivinnuni í dag. Tað kennist ikki sørt svárt dag og dagliga at hoyra politikarar og embætisfólk øsa hvønn annan upp við tóm­um orðum um, hvussu Føroya land missir pen­ing av einari ella aðrari skip­a­ sølu. Henda øsing hevur nú ført Føroya land út í ein ótolandi ótryggleika utt­ an logikk, moral og vit og skil. Avleiðingin verður nógv nógv størri enn nakar av okk­um kann ímynda sær, nú politikara hava gloymt, at vit føroyingar skulu liva av hesari vinnu - helst nógv ár framyvir. Tað fyrsta ótolandi fyr­i­brigdi, sum hevur fing­ið fastatøkur á okk­ ara politikarum, er, at fiskidagatalið skal skerj­ast ár um ár. Eg kundi hugs­að mær at fingið eina frá­greið­ ing um, hvussu vit smáu skulu klára okkum. Støðan er soleiðis: Pen­ ing­a­stuðul, sum áður var til fiskivinnuna, er dottin burt­ ur. Eingin skip megnaðu rakst­urin uttan henda stuðul um tað mundið, og tá høvdu vit nokk av døgum. Síðan er tað hent, at politikarar eru farnir uttan grundarlag at taka fiskidagar frá okkum. Tað er hetta seinna, sum er grundarsteinurin undir smáu reiðaríunum, og gerst hetta tískil mønustingurin. Vert er at leggja afturat, at tá ið peningastuðul var givin, var tað mest stór­ar eindir, sum sótu á fisk­i­vinn­ uni, og gekk tað, sum vit øll vita, men flest politikarar hava gloymt. Góðu politikarar. Fisk­i­ ránn­sókn­arstovan, sum er ein læstur vísindastovnur, hev­ur ábyrgdarleyst meldað síni vísindi fullkomin at vera. Lat meg grunda hetta sjón­armið. Taka vit vísind og hyggja, hvat vísind er, og hvat hon byggir sítt grundarlag á, finnur ein skjótt útav, at øll vísind tekur støði í tí praktiska. Tíanverri eru føroyingar í tí serstøðu, at vit varða av eini vísind, sum er tann einasta í heiminum, sum hevur slitið seg leysa frá tí praktiska. Tí kann ein ikki siga mær ímóti, tá ið eg sigi, at Fiskiránnsóknarstovan meldar seg fullkomna. Fiskivísindin hevur bert traðkað á fyrsta trinið á eini trappu, sum hvørki fisk­i­maðurin, politikarar og allarminst fiskifrøðingar vita longdina á. Tí er tað útav lagið óseriøst, at fiskifrøðingar longu á fyrsta trini, melda seg sjálvar professarar, og síðani skerja, skerja og aftur skerja fiskidagar. Mín áheitan er fyrst og fremst til Fiskimálaráðharran: lat fiskifrøðingarnar fáa meir pening um hendi, fríari ræsir og meir tíð at útvega tey hagtøl, sum skulu til, so fiskifrøðingarnir hond í hond við fiskimanninum kunnu fara víðari í sínum arbeiði við eini meir rættari kós. Fyri síðan, at koma við nýggjum tilmælið, um fimm ella tíggju ár. Góðu føroyingar, lat okkum øll koma á rættkjøl aftur. Fiskidaga-skerjing er mønustingurin hjá okkum smáu eyðstein poulsen