fríggjadagur 18. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 18. august 2006
11
tíðindi
Hóskvøldið skipaði
Norðuratlants bólk
ur in fyri kvøldsetu á
Rex í Havn
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið varð kvøld
seta á Rex í Havn, har
Norðuratlantsbólkurin
á Fólkatingi skipaði fyri.
Yvirskriftin fyri kvøldið
var “Nær loysa føroyingar
og grønlendingar?”
Við
pallborðið
sótu
Høgni Hoydal, Torbjørn
Jacobsen, Kuubik Kleist og
Lars Emil Johansen. Høgni
Hoydal segði seg vænta, at
Føroyar høvdu skipað seg
sum fullveldi í seinasta lagi
í 2012 ella longu í næsta
valskeiði. Hann segði, at
allar frælsisrørslur upp-
livdu, at mótrák komu, og
tað helt hann, at núverandi
samgonga hevði víst seg
at vera. Hann helt ikki, at
búskaparligar
forðingar
vóru fyri at loysa Føroyar
frá Danmark.
Tey bæði grønlendsku
umboðini nýttu ein part av
tíðini at greiða frá arbeið
num at samráðast við
danir um ráevnini í grøn
lendsku
undirgrundini,
og himpraðust ikki við at
siga, at talan kann vera
um oljunøgdir, ið minna
um tær hjá Saudiarabia.
Eisini tosaði Lars Emil
Johansen um tað sokallaða
Stock holm-syndromið, ið
hann helt at føroyingar og
grønlendingar vóru plág
aðir av. Hetta hugtakið kom
fyrstu fram undir eini gísl
atøku í Stokkhólmi, har
gíslarnir fingur samhuga
við gíslarænarunum, og
hetta helt grønlendski fólka
tingsmaðurin kundi saman
berast við tey, ið halda at
blokkstuðul og aðrar veit
ingar verða givnar av fil
antropiskum orsøkum, sum
tey grønlendsku umboðini
tóku til.
Framførdu á
grønlendskum
Ta mest undirhaldandi røð
una borgaðai Torbjørn Jac
obsen fyri. Av tí at hann
ikki er valdur í Fólkatingið,
segði hann seg vera komin
ístaðin fyri Anfinn Kalls
berg, sum hann kallaði
tann fyrrverandi fullveldis
leiðaran, ið nú hevði sett
fullveldisgongdina í bakk
gear, sum hann tók til.
Hann helt heldur ikki, at
Danmark hevði verið eins
høgt í metum uttanlands,
um tað ikki hevði havt Før
oyar og Grønland við í rík
inum.
- Nær hava vit sæð fúrst
an í Luksemburg til morg
undrekka hjá George Bush,
spurdi Torbjørn Jacobsen
retoriskt, og sipaði til stødd
ina hjá Danmark uttan
ríkispartarnar í Norðurat
lantshavi.
Torbjørn Jacobsen end
aði sína framløgu við, at
hann heitti á teir báðar
grønlendingar koma at
syngja eina grønlendska
vísu við sær. Saman verða
teir kallaðir “húsorkestrið”
á Kristiansborg, varð sagt,
og Uni Reinert Debess,
ið annars undirhelt hetta
kvøldið, hevði eftir øllum
at døma einki ímóti at læna
teimum guitaran.
- Føroyar loysa innan 2012
Tobbi treiv í eina grønlendska vísu saman við Kuubik Kleist og Lars Emil Johansen
17. september verð
ur heystkonsert
hjá Føroya Symfo
niorkestri í Norð
ur landahúsinum.
Á skránni verður
ouv ertu ran til
Cosi fan tutt e av
W. A. Mozart,
Variatiónirnar yvir
eitt rokokkotema
av P. Tschaikowsky,
Kol Nidrei av Max
Bruch og 2. symfoni
av J. Brahms
KONSERT
Konsertin verður í Norður
landahúsinum sunnudagin
17. september klokkan 16.
Á skránni er ein av teimum
vøkru ouverturunum eftir
W. A. Mozart.
- Sum solist hevur FSO
hesa ferð kenda sello
spælaran Anders Øberg,
sum annars hevur verið
orkestrinum
ein
sera
góður stuðul og vinur, og
hevur hjálpt okkum við
framførslum ikki færri
enn 20 framførslum, sig
ur Symfoniorkestrið í
tíðindaskrivi.
Anders Øberg spæl
ir fyrst eitt verk av
Tschaikowaky,
Var
iatíónir
yvir
eitt
rokokkotema. Hugtak
andi verk fyri sello og
orkestur. Síðani vakra
verkið av Max Bruch,
Kol Nidrei.
Eftir steðgin verður
stórfingna 2. symfoniin
av Johannes Brahm. Hon
hevur fýra satsir í vøkrum
og pastoralum lagdámi.
Anders Öberg er føddur
og uppvaksin í Skellefteå
í Svøríki. Ellivu ára
gamal
fekk
hann
fyrstu
undirvísingina
í
sellospæli.
Sekstan
ára gamal byrjaði hann
á
Jútska
Musikkhá
skúlanum og var næm
ingur
hjá
Hans-Erik
Deckert. Eftir fýra árum
har kom hann til Keyp
mannahavnar at halda
fram at studera hjá
Erling Blöndal-Bengts
son. Í 1977 vann hann
kappingina
at
gerast
tónleikari í Kongaliga
Kapellinum, har hann
síðani 1980 hevur verið
solosellistur. Bert hevur
hann tvey ár (90-92) ver
ið solosellistur í Radio
symfoniorkestrinum.
Annars kann leggjast
afturat, at Anders Öberg
er ein serligur vinur hjá
Føroya Symfoniorkestri
og hevur ikki færri enn
tjúgu ferðir verið her og
stuðlað orkestrinum við
framførslum.
Dirigentur: Bernhard
Wilkinson
Solistur: Anders Öberg,
solosellistur í Kongaliga
Kapellinum
SKÓTAR
Nú verður byrja aftur!
Leygardagin 19 august
frá kl. 14.00 til 16.00 bjóðar
Skótafylki Sigmunds Brest
issonar øllum áhugaðum,
ið hava hug at gerast úlv
aungar, úlvar ella skótar í
SSB, niðan í skótahúsið við
Havnará at melda seg til
skótaárið 2006/2007.
- Høvið verður at hitta
leiðarar og aðrar úlvar
og skótar, og okkurt gott
verður hjá børnunum at
fáa, og kaffi og the til tey
vaksnu, siga skótarnir í tíð
indaskrivi.
Sum úlvungi, ulvur og
skóti má eg duga mangt
og hvat:
at stoppa hosur, at gera
mat,...
at knýta knútar minst í
hundratal...
alt djóralív skal eg kenna
væl,...
til kappingar í haga farast
skal,...
vit eiga flokkar í hópa
tal...
- Hevur tú áhuga í at
koma í ein av flokkunum:
Tjaldur, Spógvan, Staran,
Lóm, Ravn, Heyk, Vípuna,
Teistan, Snípuna, Músabróð
ur, Svanur, Svalur, Reyð
hálsur, Kvørkkveggjan .....
so kom niðan í skótahúsið
leygardagin 19. august
2006, siga SSB skótarnir,
sum leggja afturat:
Minnist til at: “GULIR
ERU KULIR”!
Skótafylki Sigmunds Brestissonar:
SSB skótarnir opið hús hús
Sellospælari
solistu r hjá Føroya
Symfoniorkestri