fríggjadagur 18. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 158 - 18. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
19. august. Sebaldus. Sigst at hava verið guðrøkin danskur
kongssonur, sum var trúlovaður franskari prinsessu. Men
hann fór frá henni og gav seg í kleystur í Nürnberg, har
hann doyði í hvussu so er fyri ár 1070.
20. august. Bernhard, deyður í 1153. Abbati og kirkju
lærari í Fraklandi. Kom upp í munka- og nunnuskipanina,
ið róptu seg cisterciensaraskipanin. Har gjørdist hann
skjótt oddamaður, og fekk stóran týdning í kirkjupolitikki
og kirkjulæru í 12 øld. Bygdi í 1115 kleystrið Clairvaux
og varð síðani róptur Bernhard úr Clairvaux. Hann var
vanur at taka til: Ora et labora (bið og arbeið). Navnið
er germanskt og merkir bjørn og harður.
21. august. Sálomon. Til minnis um hin vísa kongin
Sálomon, sum sagt er frá í kapitlunum 1-11 í fyrru
Kongabók í Gamla testamenti. Navnið merkir friður og
vælferð.
7. august fingu Ena Samuelsen og Magni Blástein, Vest
manna, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200
gr.
10. august fingu Súsanna við Streym og Jesper Thomsen
Horsens ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3790
gr.
10. august fingu Marueen Andreasen og Mortan Vang,
Froðba, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3990
gr.
10. august fingu Sonja Gleðisheygg og Andre Magnussen,
Norðragøta, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði
4200 gr.
10. august fingu Elsa Gaardbo Lützen og Mogens Lützen,
Argir, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3920 gr.
11. august fingu Linda Guttesen og Øssur Hentze, Tórshavn,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr.
11. august fingu Kristina og Páll á Reynatúgvu, Sandur,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3750 gr.
11. august fingu Arnleyð og Bergleif Sólsker, Sandur,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr.
11. august fingu Maibritt og Hans Anfinnson Norðfoss,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði
3200 gr.
13. august fingu Anne Mette Greve Klemensen og Leif
Hansen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 57 cm.
langur og vigaði 3900 gr.
14. august fingu Marit H. Jensen og Fríðfinn Nicolajsen,
Skopun, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3750
gr.
14. august fingu Katrin og Bergur Hansen, Norðragøta,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3450 gr.
14. august fingu Lydia og Jan P. Jacobsen, Søldarfjørður,
eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4100 gr.
15. august fingu Sonja og Dánjal Davidsen, Kvívík, ein
son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr.
15. august fingu Rutt Højgaard, Leirvík og Terji Petersen,
Gøta, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3050 gr.
16. august fingu Sólvá og Sam Vang, Hoyvík, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3500 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 5. august giftust Maria og Marni Nattestad
í Finnlandi og nú leygardagin 19. august kl. 11.00 verður
opið hús í Oasuni í Hoyvík. Tað hevði glett okkum at sæð
familju, vinir og kenningar.
Leygardagin 19. august giftast í Vester Hassing kirkju
í Ålborg, Anita Hoydal úr Hoyvík og Jacob Snedker
Jensen úr Ålborg.
Leygardagin 19. august kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni,
Bjørt Splidt, Tórshavn og Hilbert K. Joensen, Nes. Veitslan
verður fyri innbodnum kl. 19.30 í Róðrarneystinum á
Argjum.
19. august giftast í ráðhúsinum í Århus, Petur Andersen,
sonur Theu og Erik Andersen, Tórshavn og Malene
Simonsen, dóttir Rie og Fin Simonsen, Ørnhøj, DK.
Adr.: Bærmosevej 7, 8380 Trige.
Leygardagin 19. august kl. 10.00 giftast í prestagarðinum
við Landavegin Ulla Gunvør Clementsen og Olaf Frits
Joensen, Tórshavn. Opið hús verður í Skemmingsgøtu
21, Tórshavn, millum kl. 11.00 og 15.00.
Leygardagin 19. august giftast í Ishøj Landsbykirkju,
Mirian Henningsdóttir, dóttir Lydiu og Henning Pedersen,
Ishøj og Kim Brandstrup Olsen, Ishøj. Veitslan verður
hildin fyri innbodnum á Greve Strandkro. Heimaadr.:
Vibeholm Vænge 74, Ishøj.
90 ára føðingardagur
Í dag, verður Gunhild Rasmussen, fødd Egholm, Keyp-
mannahavn, 90 ár. Dagurin verður hildin hjá soni hennara
Peter B. Rasmussen, Elmehusene 8, 2600 Glostrup, tlf.
0045 43452089, leygardagin 19. august frá kl. 14.00.
Øll eru vælkomin.
10. august fingu Fríðunn
og Kári Jacobsen,
Streymnes, eina dóttur.
hon var 52 cm. long og
vigaði 3140 gr.
12. august fekk
Napoleon henda fitta
lítla beiggjan. Hann
vigaði 4550 gr. og
var 55 cm. langur.
Foreldrini eru Rigmor
í Lon, Miðvágur og
Hans Petur Tjørnudal,
Signabøur
15 august varð
Johannes av Rana
føddur á sjúkra
húsinum í Levanger í
Noregi. Hann vigaði
3990 gram og var 52
cm langur. Foreldur
hansara eru Synnøve
og Danjal av Rana
Leygardagin 19.
august kl. 16.00
giftast í Ishøj
Kirke Ann Hansen,
Tórshavn og Frank
Andersen, Hvidovre.
Brúdleypasadr.:
Baldersbækvej 2,
2635 Ishøj.
Farloyvisstarv
Runavíkar kommuna søkir eftir starvs
fólki til Heimið á Mýrunum í Runavík.
Talan er um eitt farloyvisstarv í tíðarskeiðinum frá
15. september ella skjótast gjørligt til 30. juni 2007.
Starvsbrøður 0,6125.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Krøv:
• hevur viðkomandi útbúgving ella hjálparfólk við
áhuga ella royndum fyri demensrøkt.
• hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum
• hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk
• hevur góð samstarvsevnir
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir
tørvinum hjá búfólkunum
• er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa
fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku
Vit kunnu bjóða:
• eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan
galdandi og verða við til at menna umsorgan og
røkt
• góða innleiðslu
• góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og
ígongdsetandi evni
• eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar ið hvør
einstakur kann kenna seg væl
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Maibritt
Jacobsen, leiðara á tlf. 477080 ella 448034.
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til:
Heimið á Mýrunum
Mýravegur 26
620 Runavík
Umsóknarfreist: 2. september 2006