Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 158 - 18. august 2006 Í sambandi við at Oddvá Nattestad er sett sum dagligur leiðari í Sjónleikarhúsinum í Havn, varð móttøka við tónleikaframførslum, sangi og røðum í húsinum mikudagin 16. august Móttøka Myndir: Magnus Gunnarsson Umleið 100 fólk vóru til eina hugnaliga móttøku í Sjón­ leikar­húsinum mikudagin 16. august í sambandi við at Oddvá Nattestad er sett sum dagligur leiðari í húsinum. Limir í felagnum og onnur stóðu fyri upplestri, tónleika­framførslu, sangi og eisini vóru hildnar fleiri talur. Tey, sum framførdu, vóru: Gunhild V. Michelsen, Bjørg Jensen, Herluf Lützen, Fía Norðberg, Kamilla Sør­ wensen, Tóri í Hoyvík, Birgir Djurhuus og Heini Mortensen. Røður vóru hildnar av Karini Djurhuus, Jytte Joensen og Heðini Mortensen. Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað í 1918, og húsið varð bygt í 1926. Nevndin í Havnar Sjón­ leik­arfelag er sera virkin, og Sjón­leikarhúsið hevur í longri tíð havt brúk fyri einum dag­ligum leiðara at taka sær av tí nógva virkseminum, sum er í húsinum. Tórshavnar býráð hevur verið ein dyggur stuðul hjá Sjónleikarhúsinum og altíð víst felagnum vælvild. Nú hevur býráðið játtað pengar til dagliga leiðaran. Oddvá hevur havt tilknýti til Sjónleikarhúsið í mong ár og verið nevndarlimur í Havn­ar Sjónleikarfelag, hon var for­maður frá 1989-91. Húsið verður brúkt til nógv ymisk endamál, umframt til sjón­leik til t.d. Føroyakvøld, dans, fundir, brúdleyp, veitslur og onn­ ur mentanarlig og vinnulig endamál. Nevndin í Havnar Sjón­leik­ ar­felag í dag sær soleiðis út: Karin Djurhuus, virkandi for­ maður, Anna Sofía Egils­trøð, kassameistari, Rúna Mort­ ensen, Jón Thorsteinsson, Sólvá Jónsdóttir. Jytte Joen­sen er í farloyvi frá for­ mans­sessinum,vegna leikin um Edith Piaf, sum hevur premieru 14. oktober. Havnar Sjónleikarfelag: Oddvá Nattestad sett sum dagligur leiðari Oddvá Nattestad er sett sum dagligur leiðari í Sjón­leikar­ húsinum. Her er hon saman ommudóttrini Báru Nevndin í Havnar Sjónleikarfelag: Rúna Mortensen, Ann a Sofía Egilstrøð, Jytte Joensen, Karin Djurhuus, Sólvá Jónsdóttir, Oddvá Nattestad og Heðin Mortensen býráðsformaður. Jón Thorsteinsson vantar á myndini Líggjas Joensen, beiggi Oddvá Jórun Smith, systir Oddvá, og svigarinn an Hergerð Joensen Familjan Nattestad. Oddvá og Niels Nattestad saman við børnunum: Finn bjørg, Beinta og Ásbjørn og barnabørnum Kári P. Højgaard, Nora Bærentsen, Sverre Nolsøe, Petur Dahl og Óluva Nattestad Tónleikararnir Herluf Lützen og Kamilla Ravnsfjall og Fía Norðberg, sum las upp