fríggjadagur 18. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 18. august 2006
15
tíðindi
Eftir eitt sera væl
vitjað temakvøld um
“Kvinnur og Pengar”
í Føroya Sparikassa er
ein íløguklubbi fyri
kvinnur stovnaður.
Kapping er útskrivað
um, hvussu klubbin
skal eita
temakvøld
Áhugin fyri íløgum er
vaksandi í Føroyum, og
kvinnurnar eru einki undan
tak í so máta.
Hetta prógvaði Føroya
Sparikassi á einum temakvøldi
um “Kvinnur og Pengar”, sum
var hóskvøldið í høvuðssæti
Sparikassans í Havn. Ikki
færri enn 160 kvinnur vóru
við á temakvøldinum, sum
man vera hitt fyrsta av sínum
slag í Føroyum.
“Hóast kvinnur liva longri
enn menn, og tí hava tørv á
miðvísari uppsparing og
góðari pensjón, so vísa
hagtøl, at menn spara
meira upp og hava betri
pensjónir enn kvinnur.
Nógvar kvinnur snýta seg
sjálvar fyri meirvinningin,
sum kann fáast burtur úr
uppsparing og pensjón, og
tað var meginorsøkin til, at
vit skipaðu fyri hesum tema
kvøldinum”, siga Margareth
D. Djurhuus og Eva Nolsøe,
pensjóns- og íløguráðgevar í
Føroya Sparikassa, ið vóru
millum fyriskipararnar.
Í stuttum var temakvøldið
eitt bland av álvara og gaman.
Ráðgevar úr Sparikassanum
kunnaðu um pensjónir, íløgur
og onnur fíggjarviðurskifti.
Løgfrøðingarnir, Anna Dam
og Gunn Ellefsen, komu
við nøkrum løgfrøðiligum
sjónarmiðum um, hvussu
kvinnur kunnu tryggja seg
fíggjarliga. Skemtið, ið snúi
seg um nýmótans kvinnuna,
stóðu Sjúrður Skaale og
Bárður Persson fyri.
Fyri at geva kvinnunum
møguleika at royna, hvussu
pengarnir kunnu sendast
út at arbeiða, hevur Føroya
Sparikassi stovna ein íløgu
klubba fyri kvinnur. Enn
hevur klubbin ikki fingið
navn, og á heimasíðuni
www.sparikassin.fo er ein
navnakapping, har øll kunnu
vera við. Vinningurin er 10
partabrøv í Sparikassanum.
Seinastu mánaðirnar hevur
Sparikassin skipað fyri ein
ari røð av temafundum, og
fundurin um kvinnur og
pengar var hin nýggjasti í
røðini.
Íløguklubbi fyri kvinnur
„Kvinnur snýta seg sjálvar fyri meirvinningin,
ið kann fáast burtur úr uppsparing og
pensjón“, greiðir Eva S. Nolsøe frá. Hon er
pensjóns- og íløguráðgevi í Sparikassanum
Tilsamans 160 kvinnur vóru við til „Kvinnur og Pengar“ í Sparikassanum. Her er tað journalisturin Bjørt
Samuelsen, ið spyr nærri.
Nógv tøl og tekniskar upplýsingar vórðu latnar áhoyrarunum
á ein greiðan og skiljandi hátt. Pensjóns- og íløgurágevarnir,
Margareth D. Djurhuus (h.m.) og Eva S. Nolsøe, á pallinum.
Karikatururin av business-kvinnuni var eisini við, og
sjónleikarin Bárður Persson stóð aftan fyri hesa kvinnuna
Nýmótans kvinnan arbeiðir í fíggjarheiminum og maðurin er
heimaarbeiðandi. Tað var grundarlagið undir skemtinum hjá
Bárði Persson (v.m.) og Sjúrði Skaale
Hugurin at spyrja um pensjónir og íløgur var hampiliga stórur,
og gott orðaskifti var kvinnukvøldið í Sparikassanum