Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 19 tíðindi Við at bjóða norð­ monn­um bíligar vikuskiftisferðir til Hansthom væntar Smyril Line at vinna stóran part av innkeypstúr- og jóla­fro­kosts­markn­ að­i­num, sum Fjord Line og Color Line seinastu árini hava gjørt sær dælt av. Í vet­ur liggur Norrøna í Hanstholm leygardag frá kl 9-18 FERÐAVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nú Norrøna skjótt aftur fer und­ir vetrarsiglingina, eru tey á Smyril Line í ferð við eina rættiliga umfatandi markn­að­arføring í Nor­eg. Ætl­­anin er púra greið: Tey vilja hava norðmenn at ferð­ast við Norrønu til Dan­ markar. - Vit fara rættiliga agg­ r­es­ivt til verka í vetur í Nor­eg. Í veruleikanum fara vit beinleiðis eftir kjarn- u­ferðafólkunum hjá Fjord Line. Vit bjóða norðmonnum ein vikuskiftistúr úr Bergen til Hanstholm fríggjadag til sunnudag, sig­ur Hend­r­ik Egholm, sum er markn­að­ar­ stjóri á Smyril Line. - Vit hava gjørt eitt nýtt pro­ dukt. Prísirnir eru enn lágir, men í ár liggja vit longri í Hanst­holm leygardag – frá kl 9 á morgni til kl 18 á kvøldi, sigur hann. Hetta gevur teimum góð­ ar møguleikar at skipa fyri shoppingtúrum – og tað er júst tað, sum norðmenn vilja, sigur Hendrik Eg­holm. Smyril Line bjóðar norð­ monn­um bíliga sigling, og tá komið verður til Hanst­holm, bíða bussar á bryggj­uni, sum koyra teir innkeypsútferðir til Bilka og IKEA í Aalborg. Umframt sigarettirnar dám­ar norðmonnum serliga væl at keypa kjøtvørur í Dan­mark. Tískil fer Smyril Line eisini at bjóða fram goymslu av køli- og fryst­ i­vør­um í konseptinum til norðmenn. - Hartil fara vit at leggja okkum eftir at fáa norskar fyritøkur at halda jólafrokost um­borð á Norrønu, meðan vit sigla frá Bergen til Hanst­holm. hetta hava vit ikki roynt áður, men Fjord Line og Color Line hava vunnið heilt fitt av peningi upp á hetta, sigur Hendrik Egholm. - Alt í alt snýr tað seg um at gera alt fyri at betra um søluna hjá Smyril Line. Smyril Line vinnur meg­in­ partin av søluni uttanlands, og tessvegna eru flestallir kappingarneytar okkara út­lendsk­ir, sigur Hendrik Eg­holm, sum vísir á, at fyrri parturin av vetrinum og summarið hevur gingið sera væl hjá Smyril Line. - Men í heyst og seinna part­in av vetrinum fara vit at gera enn meira fyri at økja søluna. Tí fara vit í heyst og vetur harðligari til verka á norska marknaðinum fyri at fáa størri bitar av norska innkeypstúr- og jólafrokost marknaðinum, sigur Hendrik Egholm, sum leggur dent á, at felagið enn sum áður fer at hava sera lágar prísir fyri føroyingar, sum vilja til Danmarkar í vetur – ella standa á skíð í Noreg. Smyril Line vil hava norð­menn til Danmarkar at ferðast Smyril Line legði í januar í ár vetrarstrategiina um. Frá at steingja av stórar partar av skipinum og spara so nógv sum til bar, royndu tey eina nýggja strategi, har tey: • Settu prísirnar í botn (Føroyar – Hanstholm t/r við bili 500 kr.) – bæði í Føroyum, men á øllum hinum marknaðunum eisini • Fóru at sigla upp á Bergen um veturin – var eisini gjørt fyri nøkrum áðrum síðan, men varð so slept • Settu hart inn á norska marknaðinum, har roynt varð eft­ir norðmunnum, sum gera innkeypstúrar í Danmark. Hes­um marknaði hevur Fjord Line traditionelt sitið á, í seinastuni eisin Color Line. Smyril Line læt bíligar ferð­ a­prís­ir – men norðmenn keypa sera nógv umborð - Hetta var ein góð avgerð, tí sølan øktist nógv, bæði úr Før­oy­um, Danmark, men ikki minst úr Norra, sigur Hendrik Eg­holm, marknaðarstjóri á Smyril Line. FAKTA - Hjá okkum snýr tað seg um at gera alt fyri at betra um søluna hjá Smyril Line, sum vinnur meginpartin av søluni uttanlands, og tessvegna eru flestallir kappingarneytar okkara útlendskir, sigur Hendrik Egholm, sum vísir á, at fyrri parturin av vetrinum og summarið hevur gingið sera væl hjá Smyril Line Herfyri boðaði Før­ oya Banki frá, at bank­in fór at skipa fyri íløgukvøldi fyri kvinnum í Miðl­ a­húsinum miku­ kvøldið 23. aug­ust. So stórur grav­gang­ ur er eftir at sleppa við, at bankin nú hevur gjørt av at skipa fyri trimum í­løgukvøldum í Miðl­a­húsinum, mik­u­kvøldið 23., hós­kvøldið 24. og fríggjakvøldið 25. august kl. 19.30 Íløgukvøld fyri kvinnur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroya Banki hevur sett saman eina spennandi skrá til íløgukvøldini. Úr bankanum fara Rúna Hent­ze, íløguráðgevi, og Kristina Háfoss, verk­ æt­lanarleiðari, at bera fram góð ráð um eft­ir­ lønaruppsparing og í­løg­ u­møguleikar. Ein kend kvinna úr føroyskum sam­felagslívi fer eisini at siga sína hugsan um kvinnur og pengar. - Endamálið við í­løg­ u­kvøld­unum er fyrst og fremst at upplýsa um, hvørjar fíggjarligar møg- uleikar kvinnur hava, og eggja kvinnum til at taka størri ábyrgd av egnum fíggjarviðurskift­um, sig­ur Føroya Banki á heimasíðu síni. Kanningar hava víst, at kvinnur duga serliga væl at fáa avkast av íl­øg­ um, tí tær hava eina so veruleikakenda fat­an av váða og møguligum vinn­ingi. Meira verður at hoyra um m.a. hetta á íløgukvøldunum. Millum framløgurnar verð­ur tónleikur at hoyra, og skemtilig brot úr sjón­ leiki verða framførd. Eft­ ir framløgurnar bjóðar Før­oya Banki ábit, sum bara mannligir tænarar ser­v­era! Stóri áhugin fyri í­løg­ u­kvøldunum hjá Føroya Banka bendir á, at kvinn­ ur gerast alsamt meira tilvitaðar um týdningin av, at tær er væl kunn­ aðar um síni egnu fíggj­ ar­viðurskifti, siga tey í Føroya Banka. Gravgangur eftir íløgukvøldum hjá Føroya Banka Frá fundi í Miðlahúsinum. Í næstu viku verða tað bara kvinnur, sum luttaka á fundunum