fríggjadagur 18. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 158 - 18. august 2006
Landsliðsmálverjin
hevur brotið nøsina
og er tískil ógvuliga
ivsamur til dystinum í
móti EB/Streymi, har
sundalagsmenn mugu
vera miðverjuleikaran
Marna Djurhuus fyri
uttan
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Herfyri segði Sigfríður
Clementsen, B36 venjarin,
at meistaraheitið var farið
norð á Mølina til EB/Streym,
og seinasta leygardag
gjørdi B36 EB/Streymi
eina rimm ar tænastu, við at
lata seg eyðmýkja av klaks
víkingum í Gundadali, og
harvið avskrivað seg sjálvar
í oddastríðnum.
Sunnudagin hitt ast B36 og
EB/Streymur so í Gundadali,
og tá verður helst endaliga
staðfest, um B36 kann melda
til aftur millum tey fremstu,
ella um EB/Streymur kanska
fer at seta eina tjúkka striku
undir, at teir eru besta liðið í
føroyskum fótbólti í løtuni.
Jákup brotið nøsina
Mikudagin vóru teir báð
ir Jákup Mikkelsen og
Fróði Benjaminsen við
í
landsdystinum
móti
Georgia. Teir spældu báðir
allan dystin á tamb, men var
tað ikki utt an trupulleikar,
at Jákup Mikkelsen fullførdi
teir 90 minutt irnar.
Einaferð miðskeiðis í
seinna hálvleiki kom Jákup
Mikkelsen einsamallur út
ímóti einum georga, sum
royndi at trekkja framvið,
men í staðin rakti bein hans
ara í nøsina á Jákup.
Eftir dystin vísti tað seg,
at Jákup Mikkelsen hevur
brotið nøsina, og tí ivast tey í
B36 í, um landsliðsmálverji
teirra verður tøkur.
Áður er sætt , at fótbótls
spælarar hava spælt við
eini verndarmasku fyri
andlitið, og um tað verður
við eini slíkari, at Jákup
Mikkelsen kemur á vøllin
við sunnudagin, fer tíðin at
vísa. Um Jákup Mikkelsen
ikki verður við, fer ungi Jóan
Pauli Jacobsen at standa
millum stengurnar.
Annars lata tey úr árstals
felagnum væl at. Bergur
Midjord og Mikkjal Thoma
sen eru farnir at venja aftur
eftir hvør sín skaða, og í mun
til undanfarna dyst, so eru
teir báðir Klæmint Matras
og Herbert í Lon Jacobsen
við aftur eftir leikbann.
Egil við og Marni úti
Hjá EB/Streymi stendur
eisini heilt væl til. Einasti
maðurin, sum ikki er tøkur
er Marni Djurhuus. Seinasta
dyst varð hann flutt ur bein
leiðis av vøllinum og suður
á Landssjúkrahúsið, men
hett a spældi alt tíbetur væl
av. Tó ikki betur enn so, at
Marni Djurhuus ikki verður
við sunnudagin, og neyvan
heldur mikudagin í móti ÍF.
Hann skal seinnapartin í
dag út á Landssjúkrahúsið at
taka fleiri myndir av bringuni
fyri at staðfesta, hvørt hann
hevur brotið okkurt riv ella
ikki.
At skula vera Marna
Djurhuus fyri utt an er ein
eyðsýndur missur, men í
Sundalagnum fegnast tey
tó um, at liðformaðurin
Egil á Bø er við aftur, eftir
at hann var leikbannaður í
móti HB.
Tað stutt a av tí langa er
tí, at talan verður um tvey
væl mannaði lið, ið tørna til
í Gundadali sunnudagin, har
øll trý stigini eru av stórum
týdningi fyri báðar partar,
men har sundalagsmenn
tó kunnu liva við einum
javnleiki.
Jákup Mikkelsen brotið nøsina
Ítróttur
SAMBAND
Jákup Mørk
jalup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Nú eri eg venjari her suðuri, og so fokuseri eg sjálvandi upp
á tað
Finn Johannesen, nýggjur venjari í VB/Sumba,
sum byrjar við dysti ímóti barndómsfelagnum KÍ
Katrin góðar
vónir til HM
Sunnudagin byrjar
HM í rógving, og
millum teir mongu
luttakararnar, sum
skulu verða við, er
føroyska Katrin
Olsen. Góðar vónir
eru til, at hon kann
vinna heiðursmerki
Rógving
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Heimsmeistaraskapið í
rógving verður hilgð í Eton í
Onglandi frá sunnudegnum
og eina viku fram. Fleiri
enn 1000 róðrarfólk úr 64
londum verða við í stóru
kappingini, sum er tann
størsta rógvikappingin,
ið nakrantíð hevur verið
hildin í Onglandi.
Katrin Olsen er við á
danska liðnumí kappingini,
og Danmark hevur seks
bátar við. Í fyrstu syftu
skuldu átt a bátar taka lut,
men skaðar hava havt við
sær, at tveir bátar hava verið
noyddir at geva avboð.
Katrin Olsen rør umborð
á dupultfýraranum í lætt
vekt, og hon hevur tríggjar
danska liðfelagar umborð.
Vónirnar eru góðar til, at
júst hesin báturin kann
vinna heiðursmerki í sterku
kappingini.
Ítrótt arstjórin hjá danska
róðrarsambandinum rokn
ar við, at tríggir bátar
hava møguleikan at vinna
heiðursmerki – ein teirra
er báturin hjá Katrin og
teimum.
– Hesar tríggjar manning
ar hava róð sera støðugt og
hava veruliga fingið ferð í
bátarnar, so tað verður eitt
stórt vónbrot, um tær ikki
vinna heiðursmerki, sigur
Lars Christensen.
Higartil í ár hava Katrin
og tær bert kappast í tí
tyngra klassanum, og har
hava úrslitini verið sera góð.
Tí eru Katrin Olsen, Kirk
Jepsen, Sine Christiansen
og Juliane Elander væl
fyri at kappast í tí lætt ara
klassanum nú. Sagt verður,
at kvinnurnar eru sera væl
fyri til HM, og alt annað
enn eitt heiðursmerki í HM
verður eitt stórt vónbrot.
Fyrsti kappingardagurin í
HM í rógving verður sunnu
dagin, og síðani verður
hildið fram við kappingum
alla næstu vikuna.
VB/Sumba fer ikki
norður fyrrenn sunnu
dagin, og teir ætla ikki,
at KÍ skal endurtaka
úrslitið frá í Vági
UPPTAKT
Jákup Mørk
Ein av marrkukendastu upp
gerðunum hjá VB/Sumba
higartil í ár var, tá ið teir
á heimavølli á hvítusunnu
vórðu spældir sundur og
saman av KÍ, sum vann 7-
1. Framm aundan hevði KÍ
vunnið 3-0 á heimavølli
móti samansett a liðnum.
Sunnudagin skal VB/
Sumba til Klaksvíkar.
Nýggir menn hava ábyrgdina
av suðuroyarliðnum. Nú eru
tað fyrrverandi málverjin,
Bjarni Johansen, og Finn
Johannesen, sum hava
ábyrgdina.
Finn er klaksvíkingur. Í
síðstu viku var hann í Ever
ton og fylgdi venjingum
har. Tí verður tað hjá klaks
víkinginum talan um fyrstu
uppgávuna á beinkinum
hjá VB/Sumba, tá ið teir
sunnudagin fara at spæla í
Klaksvík.
– Nú eri eg venjari her
suðuri, og so fokuseri eg
sjálvandi upp á tað. Vit eru
avgjørdir í, at talan skal
ikki vera um endurtøku
frá avrikunum móti KÍ
fyrr í ár. Onkra ferðina
hevur VB/Sumba staðið
seg væl í Klaksvík, og vit
hava gott mót, sigur Finn
Johannesen.
Allir spælararnir eru
tøkir. Eisini Evrard Ble,
sum var leikbannaður móti
GÍ. Ofta eru vágbingarnir
og sumbingarnir farnir
norður um leygardag, tá ið
teir skulu spæla sunnudag.
Soleiðis verður tað ikki hesa
ferð. Teir fara ikki frá húsum
fyrrenn sunnumorgunin.
– Fleiri eru familjumenn,
og vit halda ikki, at tað
tænir nøkrum endamáli, at
teir skulu vera burturi frá
familjuni tað mesta av viku
skiftinum. Harafturat eru
fleiri mitt í viku í Havnini.
Teir koma suður í kvøld, og
so venja vit bæði í kvøld
og í morgin, sigur Finn
Johannesen.
Ivi um Oddmar
Fótbóltslagið er gott í
Klaksvík eftir stórsigurin í
Gundadali móti B36. Teir
siga seg vera tilvitaðar um
vandan, sum altíð lúrir, tá
ið tað í undanfarna dysti
hevur gingið so væl. Teir
ætla, at úrslitið skal vera
betri í vikuskiftinum, tá ið
sjómannadagurin er, enn tað
var, tá ið summ arfestivalurin
var á skránni. Ta ferðina tapti
KÍ 4-1 móti EB/Streymi.
Oddmar á Lakjuni var
burturstaddur, tá ið KÍ
spældi móti B36. Hann er
komin til hús aftur, men tað
er ivasamt , um hann verður
tøkur móti VB/Sumba. Undir
venjing týskvøldið varð
hann skaddur, og Oddmar
hevur ikki vant síðani.
Hóskvøldið vandi Heðin
á Lakjuni ikki orsaka av
sjúku. Annars eru allir
klaksvíkingarnir tøkir.
– Takið verður at fáa
verjuna tagaða sundur. Tað
hava vit arbeitt við í hesi
vikuni, og so skulu vit vera
ansnir og sera tilvitaðir um,
at VB/Sumba hevur ógvuliga
vandamiklar kontraspælarar,
siga teir í Klaksvík.
Finn móti sínum egnu