fríggjadagur 18. august 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 158 - 18. august 2006
Tað fer at braka við
Løkin sunnudagin, tá
tey bæði næstu liðini
aftan fyri oddaliðið
bresta saman. Ein
sigur er eitt krav hjá
báðum liðunum, sum
bæði hava hvør sín
mann uttan fyri við
leikbanni
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Lagt er upp til eitt brak av
einum dysti, tá NSÍ og HB
bresta saman við Løkin
sunnudagin. Liðini royna
hvør í sínum lagi at fylgja
oddaliðnum, og tískil er
dysturin sunnudagin av
alstórum týdningi hjá báðum
liðunum.
NSÍ kann, um tingini
laga seg eftir teirra høvdi,
fáa EB/Streym aftur, og HB
spælir fyri møguleikanum
um at yvirhála NSÍ, soleiðis
at teir kunnu vera liðið, ið
skal trýsta EB/Streym í
oddinum.
Karsten Joensen
í málið
Í dystinum seinast í móti
fuglfirðingum, fekk Jens
Martin Knudsen reytt kort
og varð rikin av vøllinum.
Ein rættiliga býtt útvísing,
sum gamli landsliðsmálverjin
tilognaði sær og liðnum, og
sunnudagin kann hetta fara
at kosta felagnum dýrt, tí
Jens Martin Knudsen er
tá leikbannaður og má sita
yvir.
Í málið hevur NSÌ tó
fingið ein fínan avloysara.
Karsten Joensen skal verja
NSÍ-málið, og í Runavík
fegnast tey um at hava fingið
so frægan mann inn fyri Jens
Martin Knudsen.
Annars eru allir mans
tøkir. Ongin skaði og onki
leikbann, og tá Cristian
Høgni Jacobsen ikki sær út
til at hava trupulleikar við
at raka málini í føroysku
landskappingini, sær tað
heilt gott út hjá vespunum.
Jákup á Borg
leikbannaður
Einasti maðurin hjá høvuðs
staðarfelagnum, sum má
melda pass sunnudagin, er
Jákup á Borg. Hann fekk
fimta gula kortið í ár í dyst
inum móti EB/Streymi, og
tískil sleppur hann ikki á
vøllin í móti NSÍ.
Hetta er ein stórur missur
hjá HB. Jákup á Borg hevur
verið flúgvandi í ár, og eis
ini í landsdystinum móti
Georgia var hann millum
frægastu leikararnar hjá
føroyingunum. Úr HB verð
ur tó sagt, at maður kemur
í mans stað og at teir eiga
fleiri góðar mans, sum kunnu
koma í hansara stað.
Men Jákup á Borg var
ikki einasti HB-arin á lands
liðnum mikukvøldið. Bæði
Kári Nielsen og Janus Joen
sen spældu samfullar 990
minuttir, og eisini Rógvi
Jacobsen spældi stóran part
av dystinum. Spurningurin
er so, um møðin enn situr í
beinunum sunnudagin.
Í HB verður ásanna, at
dysturin er av ovurhonds
stórum týdningi.
– Tað er vind eller for
svind, so einfalt er, verður
sagt úr Havnini, meðan teir
í Runavík ikki taka so dýran
men siga, at trý stig høvdu
verið at fyritrekt.
Fer at braka við Løkin
Nú byrjar
Premier
League
Leygardagin
byrjar
fremsta fótbóltskapp
ingin í Onglandi aftur.
Premier League er
helst tann best umtókta
fótbóltskappingin
í
heiminum, og nú verður
aftur lagt til brots. Fyrstu
dystirnir verða spældir
leygardagin, og nú sum
áður er tað Chelsea,
sum er favorittur til at
vinna meistaraheitið.
Fyrsti dysturin hjá
Chelsea verður ímóti
Manchester
City
sunnudagin. Liverpool
fær høvi at spæla fyrsta
dystin leygardagin, tí
longu klokkan 12.45
spælir Liverpool ímóti
uppflytarunum
úr
Sheffield United.
Gerrard
var skeivt
brúktur
Liverpool-stjørnan
Steven Gerrard sigur
í samrøður við enska
blaðið The Guardian, at
hann treivst ikki at spæla á
enska landsliðnum undir
Sven-Gøran Eriksson.
Støðan er ein heilt onnur,
nú Steve McLaren er
blivin venjari. Í vikuni
vann Ongland heili 4-0
á Grikkalandi í fyrsta
dystinum hjá McLaren
sum venjari.
– Tað var fyrstu ferð, at
eg veruliga kundi njóta at
spæla á landsliðnum. Eg
fekk at vita, at eg skuldi
spæla á sama hátt, sum
eg geri fyri Liverpool,
og eg havi fingið nógv
størri frælsi til at spæla
frameftir, sigur Steven
Gerrrard.
Hann sigur við The
Guardian, at Eriksson
ofta brúkti hann á skeiv
um plássi.
– Heilt erligt, eg
eri ein álopssinnaður
miðvallarspælari og
ikki ein álopsspælari av
neyð, sigur Gerrrard.
Anja Andersen til Roskilde
Danska hondbóltslegendan Anja Andersen flytir nú til
Roskilde at arbeiða. Hon hevur seinastu árini verið venjari
í Slagelse, sum gjørdist besta liðið í Europa, og nú skal hon
endurtaka bragdið í Roskilde. Anja er framvegis í Slagelse,
men næsta ár flytir hon til Roskilde DT, har hon fær fríar
teymar at byggja eitt nýtt stórlið upp. Liðið hjá Anju verður
ein yvirbygningur av hondbóltsfelagnum í Roskilde, og tí
kann Anja hugsa fult og heilt um sítt egna lið.
Henrik leitar eftir stigum
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Henrik
Larsen, hevur tað trupult í venjarastarvinum í Køge. Liðið
hevur spælt tríggjar dystir í donsku 1. deild og hevur tapt
allar.
- Í dystinum seinasta vikuskiftið høvdu vit nógvar stórar
kjansir í fyrra hálvleiki, men vit megnaðu ikki at skora, og
so taptu vit í seinna hálvleiki. Leikliga gongur tað framá hjá
liðnum, og eg ivisti ikki í, at vit nú eisini fara at fáa stig,
sigur Henrik Larsen.
Um vikuskiftið skal Køge spæla á heimavølli ímóti
Ølstykke
Bert ein spælari hjá
Skála fær ikki spælt
sunnudagin, og tað er
ein óvanlig støða hjá
felagnum, sum hevur
verið illa plágað av
skaðum í ár. ÍF hevur
leikbann og sjúku á
liðnum
Skála-ÍF
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu umførini er Skála
farið at líkjast liðnum frá
seinastu kappingarárunum,
og ein orsøk til tað er,
at liðið hevur fingið alt
fleiri spælarar tøkar aftur.
Nógvir skaðar hava plágað
týðandi spælarar á liðnum,
og tað hevur havt ávirkan á
úrslitini.
Til dystin ímóti ÍF sunnu
dagin manglar bert ein
spælari hjá Skála, og tað
er Bjarni Jørgensen, sum
ikki hevur spælt í longri tíð.
Hann hevur verið skaddur
í lærkrikanum, men nú
verður roknað við, at hann
kann byrja at venja aftur, og
tí verður hann tøkur innan
ov langa tíð.
Bárður Danielsen hevði
leikbann ímóti B68 seinast,
men hann er tøkur til dystin
sunnudagin.
Tveir ivasamir
Hjá ÍF stendur hampuliga
væl til. Danski miðvallarin
Christian Soelberg hevur
ligið sjúkur í vikuni, og
hann er ikki heilt komin
á føtur aftur. Danjal Pauli
Højgaard var eisini burtur
vegna sjúku í gjárkvøldið,
men í Fuglafirði vóna tey, at
báðir verða klárir til dystin
sunnudagin.
Ein spælari hevur leikbann,
og tað er Frank Poulsen.
Skála er væl fyri