Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 158 - 18. august 2006 FM á gøtuni í Havn Eftir at fleiri súkklarar hava verið óhepnir á vanliga teininum til býarsúkkling, verður kappingin í ár flutt inn í Havnina Súkkling Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygarmorgunin verður FM í býarsúkkling hildið í Havnini. Kappingin byrjar longu klokkan 8 leygarmorgunin, og kapp­­ast verður bæði hjá vaksnum og ung­ lingum. Hesa ferð verður teinurin eitt sindur øðrvísi, enn hann hevur verið hini árini, tá ið súkklað hevur verið á økinum uppi á Hálsi. Tórshavnar Súkklufelag hevur avgjørt at royna hesa nýggju rutu, eftir­ sum fleiri súkklarar hava verið óhepnir á øk­inum uppi á Hálsi. Leygardagin, ella rættari leygarmorgunin kl. 08.00, verður koyrt inni í Havnini, og koyrt verður 50 km. Mál og startur verður uttan fyri bygningin hjá Føroya Sparikassa Yviri við Strond. Koyrt verður eftir Strond, gjøgnum miðbýin, Skálatrøð, Sig­mundargøta, J. C. Svaboesgøta, Velba­ staðvegur, Markna­ gils­vegur, Ringvegur, Strond. Teinurin er góð­ar 10 kilometrar, og súkklað verður tí fimm ferðir runt í Havnini. Kappingin er fyri ung­lingar og vaksin, og byrjað verður kl. 08.00. Allir luttakarar skulu møta kl. 07.30. Til­melding verður á heimasíðuni hjá Tórs­ havnar Súkklufelag, ið er www.tsf.fo Hvørt stig telir hjá botnliðnum B68, sum mánakvøldið spælir ímóti GÍ í Gøtu. Tveir av mest royndu spælarunum hjá GÍ fáa ikki spæla vegna skaðar GÍ-B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Dysturin millum GÍ og B68 verður spældur í Gøtu mánakvøldið, og tá verða tað tvey lið í ymiskum støðum, sum skulu royna at vinna dystin. GÍ hongur framvegis í teim­ um fremstu liðunum, hóast gøtumenn eru dragnaðir nakað. B68 stríðist hinvegin fyri lívinum í botninum, og hjá teimum telir hvørt stig. – Vit hava tveir sera av­gerandi dystir eftir ímóti ÍF og VB/Sumba, men vit ætla eisini at fáa stig burtur úr øðrum dystum, sigur Bill Jacobsen, venjari hjá B68. Og fyrsti møguleikin fyri at vinna eitt ella fleiri stig er í Gøtu mánakvøldið. B68 hevur mesta fólki tókt. Kári Hansen, sum er tøkur eftir leikbann aftur, gavst undir venjing hóskvøldið, men verður vónandi klárur til mánadagin. Tað sama er við brasilska álopsspælaranum Anderson, sum eisini fekk ein snudd undir venjing í gjárkvøldið. Magni og Sámal mangla GÍ manglar teir báðar mest royndu spælararnar hjá sær til dystin mánakvøldið. Magni Jarnskor er so illa plágaður av skaða í hælsinuni, at hann møguliga gevst fyri í ár. Sámal Joensen, sum hevur verið sannur brandur á miðvøllinum, hevur ikki spælt eftir summarsteðgin orsaka av skaða, og hann hevur framvegis ikki vant. Sam Jacobsen fekk gult kort í dystinum í Vági, og hann hevur leikbann mána­ dagin. Hans Jørgen Djurhuus og Sverri Jacobsen høvdu báðir leikbann seinast, men teir eru tøkir til dystin ímóti B68. B68 ætlar at stjala stig í Gøtu Eftir eina góða gongd í fleiri vikur, sleppur 1. deildarliðið hjá TB veruliga at royna seg leygardagin. Liðið spælir ímóti B71 á útivølli, og dysturin kann gerast avgerandi fyri møguleikan at flyta upp í bestu deildina 1. deild menn Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eftir eina vánaliga byrjan á kappingini, hevur TB seinastu vikurnar støðugt togað seg fram ímóti toppinum í næstbestu fótbóltsdeildini. TB liggur nú javnt við LÍF fýra stig aftanfyri AB, sum er næstfremst, og møguleikin fyri uppflyting er ikki langt burturi. TB sleppur tó veruliga í eldin um vikuskiftið, tí liðið hevur dyst á útivølli ímóti fremsta liðnum í deildini, B71, ið liggur seks stig framm­anfyri TB. Dysturin á Sandi er ein stór styrkisroynd fyri liðið av Tvøroyri, og dysturin kann eisini fáa avgerandi ávirkan á møguleikan fyri uppflyting til bestu deildina. Tapir TB dystin, er tað skjótt, at liðið aftur er sjey stig aftanfyri uppflytingarplássini, og so verður tað tungt seinastu umførini. AB, sum liggur næstfremst í løtuni, skal leygardagin spæla á útivølli ímót VB/ Sumba, ið liggur undir nið­ ur­flytingarstrikuni. LÍF, ið e­r triðja liðið í toppinum, fær vitjan av HB, sum liggur mitt á stigatalvuni væl aftan­ fyri toppliðini. Nú skal TB sláa til Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 18 11 - 5 - 2 45 20 25 38 2 NSÍ 18 10 - 5 - 3 39 21 18 35 3 HB 19 9 - 6 - 4 41 31 10 33 4 KÍ 19 8 - 8 - 3 42 25 17 32 5 B36 18 8 - 6 - 4 29 21 8 30 6 GÍ 19 7 - 9 - 3 24 19 5 30 7 Skála 19 6 - 4 - 9 25 21 4 22 8 VB/S 19 3 - 4 - 12 17 54 -37 13 9 B68 19 2 - 4 - 13 20 44 -24 10 10 ÍF 18 2 - 3 - 13 18 44 -26 9 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B71 19 14 - 3 - 2 80 20 60 45 2 AB 19 14 - 1 - 4 54 24 30 43 3 LÍF 19 12 - 3 - 4 53 21 32 39 4 TB 19 12 - 3 - 4 36 27 9 39 5 HB 19 8 - 3 - 8 55 41 14 27 6 KÍ 19 8 - 2 - 9 41 55 -14 26 7 FSV04 19 8 - 1 - 10 35 26 9 25 8 SÍ 19 6 - 2 - 11 47 53 -6 20 9 VB/S 19 3 - 0 - 16 17 90 -73 9 10 Royn 19 0 - 2 - 17 13 74 -61 2 Formuladeildin 20/8 NSÍ-HB Páll Augustinussen 20/8 KÍ-VB/Sumba Eiler Rasmussen 20/8 B36-EB/Str. Dag Vidar Hafsås 20/8 Skála-ÍF Jens P. Brattalíð 21/8 GÍ-B68 Petur Reinert 1. deild menn 19/8 B71-TB Anton Skoradal 19/8 KÍ-SÍ Ransin N. Djurhuus 19/8 Royn-FSV04 Páll Augustinussen 19/8 VB/Sumba-AB Lars Muller 19/8 LÍF-HB Jón S. Gleðisheygg 1. deild kvinnur 20/8 EB/Str.-HB Ørvar Jacobsen 20/8 B36-NSÍ Thorvald Petersen 20/8 AB-GÍ Mangus í Króki 20/8 SÍ-KÍ Jóhan H. Ellefsen