fríggjadagur 18. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 18. august 2006
1
vikuskifti
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Gott veður til
sjómannadagin
Tað verður lítil vindur, yvirhøvur
turt og nakað av sól. Tað verður lýtt í
veðrinum, eini 13-17 stig. Tað kunnu
eisini koma mjørkaflókar, men í
Klaksvík skulu tey vænta sær gott
stevnuveður, nú hópin av fólki savnast
har til árliga sjómannadagin.
Aftan á vikuskiftið kemur broyting í
veðrið. Týsdagin ella mikudagin kemur
hann lágt við vindi og regni og hitin
verður um 10 stig.
Hósdagin 24. august er bartalsmessa,
sum er fyrsti heystardagur.
- So tað passar so væl, at vit hava
summaveðrið nú í vikuskiftinum, sigur
Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður.
- Er tað langt síðani, at føroysk foreldur søgdu børnu
num, at tey eitt nú vóru funnin í ánni ella komu við
flytifuglum?
Bókadeild Føroya Lærarafelags
» - Tupan fer inn í
búkin hjá mammu
gjøgnum eitt lítið
hol. Síðani fer sáðið
svimjandi við halanum
longri inn«
BÓKAÚTGÁVUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Bókadeild Føroya Lærarafelags
hevur givið út tvær nýggjar barn
abøkur til tey smáu. Onnur bókin
nevnist »Mamma varp eitt egg«
og hin »Hetta eri eg & hatta er
tú«.
Tann fyrra bókin er rættiliga
forkunnug. Hon er ein skemtilig,
men samstundis ein álvarsom
søga um at geva greið boð.
Hvussu svara foreldur, tá børn
ini spyrja, hvussu tey eru vorðin
til? Fáa børnini eitt ærligt svar?
Bókadeildin spyr í tíðindaskriv
inum, um tað er langt síðani, at
føroysk foreldur søgdu børnu
num, at tey eitt nú vóru funnin í
ánni ella komu við flytifuglum.
Kanska vit framvegis royna at
billa børnunum okkurt býtt inn,
tó at tey rættiliga skótt ána betur,
enn tey vaksnu gruna.
Foreldrini í hesari bókini hava
nógv ymisk boð um, hvussu
børn verða til, eisini at mamman
varp eitt egg, at tað sprongdist,
og at tey komu út við fúkandi
ferð.
Tí mugu tey gløggu børnini
rættleiða for
eldrini og
greiða teimum
frá, hvussu tey
veruliga vóru
til.
Á skemtilig
an, men greið
an hátt siga
børnini frá,
hvussu eggið
og sáið hittast,
og hvussu alt
hetta endar
við, at eitt lítið
liðugt barn
smoyggir sær
út úr mamm
uni.
So tey foreldur, ið enn ikki við
egnum orðum hava kunnað børn
ini um nøringina, tey hava nú
møguleikan við at ogna sær bók
ina, sum er 30 blaðsíður.
Høvundurin hevur myndprýtt
sjálv, og Ingibjørg W. Kamban
hevur týtt til føroyskt.
Mamma varp eitt egg kostar
120 kr.
Hvør eri eg?
»Hetta eri EG & hatta er TÚ«
er ein klaffabók, sum Símun av
Skarði hevur týtt úr týskum.
Hon er ætlað børnum frá 2 ára
aldri og er um likamslutir, hvat
teir eita, og hvat teir eru til; um
sansirnar, munnin t. d., sum bæði
kann brúkast at eta við, men eis
ini at flenna, syngja og mussa
við; um sinnalagið, um at vera
sjúk; um hvat einum dámar og
ikki dámar.
Bókin leggur upp til, at for
eldur tosa við barnið um tað,
sum bókin er um, børnini verða
beinleiðis spurd ymsar spurning
ar, ið hava samband við kropp
og sál.
Bókin er 16 bls., er úr hørðum
pappi og hevur snyrilsrygg.
Hon kostar 90 kr.
...og babba hevur sáðkyknur í steinunum í punginum
23