Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 158 - 18. august 2006 tíðindi GLOYMIÐ GERANDISDAGIN Í EINA VIKU OG NJÓTIÐ DANSKA SÍÐSUMMARIÐ Hugni, romantikkur, góður matur og vín – mitt í vøkru náttúruni. Í eina viku búgva tit á trimum ymiskum kráum, ið hvør hevur síni serligu eyð kenni. Felags fyri allar er tó sermerkti hugnin, frið urin, góði maturin og avbera vakra náttúru umhvørvið. At ein eisini hevur góðar inn keypsmøguleikar, ger ikki støðuna verri. Faldarin, „Kro & Hotel Guide“, lýsir sera væl stóra úrvalið av kráum í Dan mark. Støkkið inn á gólvið, ringið ella sendið ein teldupost til okkara, og vit útvega fegin faldaran. Út frá faldaranum kunnu tit síðani velja júst tær kráir nar, sum tit ynskja. Eisini ber til at vitja heimasíðuna www.krohotel.dk Gevið gætur at nakrar kráir og hotel krevja eitt eykagjald afturat lýsta kostnaðinum. Eykagjald á kr. 150,- fyri eina nátt á kamari verður goldið á staðnum. Á nøkrum kráum og hotellum er eykagjaldið kr. 350,-. Vit upplýsa fegin, hvar og nær eykagjald er galdandi. Íroknað kostnaðin er ferðin fram og aftur í 2-koyggjukamari við wc/bað. Hartil eru 7 gistingar í dupult kamari á valdu kráunum (min. 2 gistingar á hvørjum stað). Morgunmatur er íroknaður á øllum kráum. Oljuavgjald á kr. 200,- fyri hvønn og samlað avgreiðslugjald á kr. 120,- er ikki írokn að kostn aðin. Fráferðir úr Før oyum verða 21.09, 28.09, 05.10, 12.10 og 19.10. Tilboðið er treytað av, at pláss er umborð á Norrönu og á krá unum í nevndu tíðarskeiðunum. SMYRIL LINE J. BRONCKS GØTA 37 · P.O. BOX 370 · FO-110 TÓRSHAVN TEL +298 34 59 00 · FAX +298 34 59 50 · BOOKING@SMYRIL-LINE.FO Prísur fyri hvønn í bili kr. WWW.SMYRIL-LINE.FO 3.440,- 21. juli vóru liðin 35 ár síðan hálendska tangaskipið “Stella Maris” fullfermt av kemiskum avfalli skuldi leggja at oljubryggjuni í Havn, har hópur av fólki stóð á bryggjuni og møtti skip­inum við mót­mælis­róp­ um, og skiparin valdi ikki at leggja at, men sigldi út aftur av Havnini. Eftir upprunaligu ætlanini skuldi skipið pumpa kemisku avfallsevnini frá Zout Chemie felagnum í AKZO- konsernini í Rotterdam út í Norðsjógvin, men mótmælir frá Danmark og Norra fyri­ byrgdu hesum. Ístaðin varð avgjørt at fara út á Altantshavið, men eftir at m.a. Írland, Føroyar og Ísland harðliga høvdu mótmælt, vendi “Stella Maris” heim aftur til Hálands, har avfallið varð uppskipað. Stórur almennur áhugi var fyri hesum skipið. Jákup Andrias Arge í Havn, sum tá vanliga tók myndir fyri danska sjónvarpið, filmaði hendingini í Havn, og í tí sambandi varð eitt flogfar sent úr Fornebu floghavnini í Oslo til Vágar eftir film­in­ um, sum varð vístur í t.d. há­lendskum og donskum sjón­varpi. Jákup Andrias Arge sigur, at alt hetta skuldi ganga so skjótt fyri seg. Tá flogfarið kom til Fornebu í Norra, var filmurin koyrdur við pol­itiverju gjøgnum býin til norska sjónvarpið. Jacob Nielsen frá Danmark Radio, sum ofta hevði verið í Føroyum, takkaði Jákup Andriasi fyri filmin og segði m.a.“Du havde æren af at skibet endte i Holland igen, fordi din film blev vist i fjernsyn i flere lande”. Myndir: Myndaárbókin – árið ið fór 1971 Fyri 35 árum síðan: Stella Maris slapp ikki at í Havn Hópur av fólki stóð á bryggjuni og møtti skipinum við mótmælisrópum, tá hálendska tangaskipið “Stella Maris” fullfermt av kemiskum avfalli skuldi leggja at. Skiparin valdi ikki at leggja at, men sigldi út aftur av Havnini