Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 3 vikuskifti Bøn er til onga nyttu A. Guttormur Djurhuus Francis Galton undangongumaður Francis Galton, bretskur nattúru­vísindamaður, hevði í tíðarritinum Forthnightly Review hin 1. august í 1872, eina grein hann nevndi: “Inquiries into the Efficiancy of Prayer”. ( Kanning av nyttuni av bøn.) Vit eru øll vaksin upp í trúnni á, at bøn hjálpir um á stendur, men er nøkur haldgóð orsøk til at halda at bønir verða bønhoyrdar? Galton savnaði rúgvismikið tilfar og viðgjørdi tað hagfrøðiliga, men fann ongan mun á trúgvandi og vantrúgvandi. Til dømis livdu trúgvandi einki longur enn vantrúgvandi. Eru deyðfødd børn vanligari millum vantrúgvandi foreldur enn millum trúgvandi, spurdi hann. Tað skelkandi svarið var at tað var tað ikki. Deyðfødd børn vóru eins vanlig millum trúgvandi og vantrúgvandi foreldur. Tryggingarfeløgini sama gjald fyri kristin og heiðin Bestu próvgrundirnar fyri at bønir einki nytta, fann hann hjá tryggingarfeløgunum. Trygg­ ingarfeløgini liggja í harðari kapping um viðskiftafólkini, og tó leggja tey sama gjald á profan og trúgvandi. Hvussu kann tað bera til at quakarnir, sum tá róku nógv tryggingarfeløg og gera tað helst enn, ið eru teir mest trúgvandi og mest snúðnu handilsmenn, ikki hava hugsa um at hava ymisk gjøld fyri trúgvandi og fyri ikki trúgvandi? Uttan so at teir ikki sjálvir trúgva at bønir eru til nakra nyttu. Bønin kann hinvegin hjálpa tí biðjandi. Hon kann geva linna og troysta, men er til onga nyttu fyri tann sum biðið verður fyri. Amerikumenn gjørt nýggja kanning Amerikumenn, kanska mest trúgvandi fólk í heiminum, hava gjørt eina nútíðar kanning av árinininum av forbøn. Kanningin er almannakunngjørd í American Heart Journal nr. 4 í 2006. Granskarnir kannaðu hvussu tað gekkst meira enn 1800 sjúklingum at koma fyri seg aftur, aftaná eina skurðviðgerð av hjartanum. Sjúklingarnir vórðu býttir í 3 hópar. Fleiri kristnir trúarbólkar bóðu fyri einum ávísum hópi av sjúklingum, men ikki fyri einum øðrum hópi. Sjúklingarnir vóru vitandi um at teir luttóku í royndini, men fingu ikki at vita í hvørjum hópi teir vóru. Um tað var ein hópur, sum biðið varð fyri ella tað var ein hópur, sum ikki varð biðið fyri. Einum triðja hópi av sjúklingum varð eisini biðið fyri. Hesir sjúklingar vóru vitandi um at biðið var fyri teimum. Bønin kann gera støðuna verri Úrslitið vísti, tá ein mánaður var farin, at bøn ikki er til nakra nyttu, men kann vera til ógagns fyri tann, sum biðið verður fyri, um viðkomandi er vitandi um tað. Komplikatiónir vísti seg hjá 51 % av teimum, sum ikki varð biðið fyri, 52 % hjá teimum, sum biðið varð fyri, uttan at teir vóru vitandi um tað og 59 % hjá teimum sum biðið varð fyri, og sum vóru vitandi um tað. Granskararnir sum stóðu fyri verkætlanini hava ikki nakra rættuliga frágreiðing um hví at so er, men halda at sjúklingar sum biðið verður fyri, um teir vita um tað og eru trúgvandi, verða strongdir og tí verri fyri. Tilmæli: Um tú biðir fyri onkrum, lat tá ikki viðkomandi vita av tí. Í bøn Sir Francis Galton F.R.S., 1822-1911 31