Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 34 vikuskifti Røðarin á háskúl­anum á ólavsøku í ár var Bergur Rønne Moberg, og hann undirstrikaði, at vit eru runnin úr fleiri grundsøgum: lívssøguni hjá tí ein­ staka, fel­ags­­kensluni fyri heimstaðnum og mod­ernaðu ment­an­ini BERGUR RØNNE MOBERG Gott fundarfólk, góðu Ólavsøkuvertir, góðu Ólavsøkugestir! Tann hvíti fordurin Longu áðrenn vit eru fødd eru vit feld inn í ein ávísan samanhang. Vit verða fødd á einum ávísum stað í einari ávísari tíð við ávís­um møguleikum. Tá hesir samanhangir verða orðaðir blíva teir til søgur. Vit eru tí eisini feld inn í søgur. Áðrenn vit sjálvi siga nakra søgu, eru tað onnur sum fortelja søguna um okkum, sum omma mín í Kollafirði fortaldi mína upprunasøgu. Hon møddist ikki at fortelja mær søguna um, tá eg varð føddur og skuldi koyrast saman við mammu míni úr Havn til Kollafjarðar. Tað var í 1965, og Oyggjarvegurin var ikki liðugur enn. Eg varð borin teir uml. 100 m. millum sunnara og norðara enda, og norðaru megin stóð Menning Geyti við sínum taxabili og koyrdi mammu, ommu og tann nýfødda til Kollafjarðar. Eg hevði seinni frægd av at minnast nummarplátur á bilunum, sum koyrdu eftir bygdavegnum. Havi gloymt allar uttan eina – hana á tí hvíta fordinum, sum Menning Geyti koyrdi í fyrst í 1970’unum. Nummarið var 4. 487. Hetta var neyvan sami bilur sum tann í mínum fyrsta biltúri, men eg haldi meg vita, hví júst hetta skrásetingarnummarið setti seg djúpari í minnið enn hundraðtals onnur. Søgan hjá ommu míni hevur virkað í mær, og eg má longu tá hava følt meg feldan og fortaldan inn í ein samanhang, sum var mín. Oyggjarvegurin Orðingin ‘at vera feldur’ gevur ábendingar um, at talan er um eina søgu, sum er størri enn lívssøgan hjá einstaklinginum. Vit verða fortald av øðrum, áðrenn vit fáa orð og vit til at fortelja okkum sjálvi. Vit eru partur av einari minnismentan, sum í fyrsta umfari er familjan, og longur úti taka bygdin, mentanin í landinum og einstaklingslyndið við. Søgan hjá ommu míni røkkur út um innringin og inn í eina broytingartíð við øktum samskifti millum bygdirnar og oyggjarnar. Oyggjarvegurin er nú vorðin ein einsamallur fjallavegur, eitt minnisrúm. Eg taki av og á eitt nostalgi­tripp eftir honum. Hvørt eitt sving talar sum eitt ávíst stað, og samanlagt talar hesin modernaði Ormurin Langi, sum hvørki er modernaður ella serliga langur longur, um eina farna tíð. Í einari ferðmiklari øld sum okkara er tað so langt frá at vit doyggja í somu verð, sum vit føddust í. Tað gingu umleið tredivu ár, so var Oyggjarvegurin søga. Hann sum einaferð so munadygt vann á av­byrging er nú sjálvur av­byrgdur. Og í dag skifta tíðirnar sum áratíggjuni skifta, og summir eyg­leið­ar­ar vilja vera við, at tað fer at henda meira í 21. øld enn tey seinastu 20.000 árini. Tað persónliga elementið í søguni Tá er tað næstan ein troyst at vita sær, at karmurin er og verður tann sami: føðing og deyði. Ein djúp­ur brunnur av meining liggur framvegis goymdur í he­s­um elementera per­sónliga perspektivi. Tað er mín fatan, at persónligi royndarheimurin er kjarnin í søguligheitini, í historisitetinum. Tað er hann, tí hann ber boð um, at øll søga ikki einans er søguligt treytað ella menniskjaskapt. Tá ein reflekterar um sítt egna lív verður Røða á fólkafundinum á Føroya Fólkaháskúla á Ólavsøku 2006: At vera barn av fleiri grundsø Tá ein reflekterar um sítt egna lív verður tað beinanvegin greitt, at alt er ikki mod­er­nað, at skynsemið ikki er fullgildugt og at meining røkkur upp um og aftur um einstaklingin., sigur Bergur Moberg