fríggjadagur 18. august 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 18. august 2006
35
vikuskifti 35
øgum
tað beinanvegin greitt, at alt er ikki
modernað, at skynsemið ikki er
fullgildugt og at meining røkkur
upp um og aftur um einstaklingin.
Sum einstaklingar eru vit feldir
inn í fleiri grundsøgur, sum eru
lívssøgan, familjan, ættin, siða
arvurin og modernaði broytiligi
heimurin. Hesar grundsøgur
umfata ein, um man vil tað ella
ikki. Uppgerð og avdúking eru
áhaldandi neyðugar, men aftaná er
ein bundinskapur, sum bíðar eftir
at vera kallaður framaftur. Moder
nitetur og upplýsing eru framvegis
tey korini vit verða fødd inn í,
men undir hesum býr eitt stórt
minnisrúm, sum ikki kann troðkast
burtur, uttan so at lívsneyðugar
sannroyndir verða gloymdar.
Tað talgilda er
númodernað
Vit eru feld inn í fyribrigdi og
prosessir, sum eru modernað
og inn í fyribrigdi og prosessir
sum onki hava við modernitet
at gera. Í løtuni koma tingini til
skarpskeringar meira enn tey hava
gjørt leingi. Tað vísir seg sum eitt
høvuðsrák við digitalisering av
menniskjalívinum og sum eina
tilvitan um ein undirstreym av
grundsøgum. Globaliseringin og
digitaliseringin kollvelta at kalla
alt í hesum døgum. Sum kunnugt
liva vit í einum nýggjum samfelag,
sum av álvara fekk skap so seint
sum í 1990’unum. Hetta samfelag
hevur fingið óneyv heitið fest á
seg so sum vitanarsamfelagið og
informatiónssamfelagið. Meira
beinrakið er at kalla nýggja
samfelagið netverkssamfelagið.
Hetta samfelag snýr seg um
meira enn talgilda kunningartøkni,
sum skapar alla yvirflóðina av
informatiónum. Digitaliseringin
er kollveltandi í sjálvari sær við
sínum møguleikum at goyma,
viðgera, flyta og presentera
informatiónir. Hetta ávirkar
heimsbúskapin, heimspolitikkin
og heimssamfelagið. Men tað
veruliga kollveltandi potentialið,
sum verður loyst við nýggju
tøknini er tann stóra samtalan, vit
rópa netverkið ella netmynstrið.
Menniskjuni, sum skapa og brúka
hesa tøkni eru koplað saman
í einum netmynstri. Talgilda
mentanin er netverksmentan
við alnót og mobilnetmynstri
frammi í odd inum. Vit ríða á
talgildu bylgjuni saman við
digitalum wonderboys og funky
toppleiðarum. Men netverks
samfelagið er meira enn ótamd
kapitalisma. Hátøknin miðsavnar
makt og er samtíðis kreativ og
miðspjaðandi. Hon er longu kast
að út til einstaklingar í flestu av
heimsins avkrókum, og Føroyar
eru týðiligari á netinum enn á
einum vanligum heimskorti.
Henda tøkni er ikki einans ein
maktakkumulatur, men eisini
ein møguleiki, sum er sádd ur
globalt. Netverkið ger tey ríku
ríkari, men kveikir eisini ein
tøkniligan pioneranda og skapar
mótmentanir og kritiska tilvitan
av ymiskum slag.
Hátøknin broytir okkara arbeiði,
samveru, spæl og innlæring. Og
sum alla aðrastaðni er alt møguligt
fupparí og prime time shit við í
spælinum. Teknologiídnadurin
ger okkum ótrygg við at lumpa
okkum til at halda, at vit blíva
lukkuligari menniskju, um vit
alla tíðina keypa tað nýggjasta
og hottasta. Har mótaídnaðurin
spælir uppá okkara fáfongd,
spælir teknologiídnaðurin uppá
okkara ótta fyri ikki at vera nóg
munadygg og á okkara ótta fyri
ikki at vera nóg væl koplað til øll
netverkini.
Yvirriðjandi
essentialismukritikkur
Her sum í so mongum øðrum
lutum ræður um at finna koplings
punktið. Koplingspunktið millum
øru ferðina í digitalu darwinismuni
og so alt tað, sum ikki er runnið
úr tøkni og upplýsing. Vit liva í
tveimum heimum. Á annan bógv
in er alt tað, vit meina, sannkenna
og skilja og á hin alt tað, sum vit
eru bundin í og sum menniskjað
ikki hevur skapt. Okkara lív er
við øðrum orðum spent út millum
heimsmeldur og hypertekst
øðrumegin og ekkóið frá grund
søgunum hinumegin. Vit eru mod
ernitetsrakt, men eisini fest í ein
djúpari royndarheim, har trúnaður,
trúskapur og minni búgva.
Alt er ikki konstruerað, søguligt
og modernað. Moderniteturin
hevur verið besettur av tí søguliga
skilt sum ein hugsan um, at alt
er konstruerað. Hetta hevur havt
við sær ein yvirriðjandi essenti
alismukritikk. Tað, sum einaferð
varð hildið vera gudgivið og
essentielt sum øvrigheit, subjekt,
kyn, náttúra, góðska og óndskapur
er vorðið problematiserað og dek
onstruerað. Hetta sýrubaðið var og
er neyðugt, tí her lógu og liggja
enn duldir kúgandi valdsbygnaðir,
sum áhaldandi skulu demaskerast.
Men eitt sýrubað er ongantíð
nøktandi. Tí hevur filosofurin
Paul Ricoeur grein í sínum máli,
tá hann sigur um modernistisku
avdúkingarfilosofiina, at aftaná
eina oyðimarkargongd av kritikki
brenna vit eftir at verða kallað
aftur.
Hetta kallið snýr seg um at
veita tingunum rættvísi og síggja
størri søgur og samanhangir
enn avdúking og uppgerð gera
einsamallar. Tað er sum um at
tað modernaða menniskja er
vorðið minni bangið fyri at blíva
vaksið og er við at fáa størri
fráleika til sínar uppgerðir og
avdúkingar.
At minnast í einari
flótandi verð
Vit mugu minnast, og soleiðis
kunnu vit fortelja okkum inn í ta
stóru fremmandageringina sum
allur framburður og alt nýtt innlit
er. Eg minnist t.d., at eg hoyrdi
útoyggjakonu fortelja mær, tá
hon kom til Klaksvíkar og sá eina
kiosk fyri fyrstu ferð í lívinum.
Hon hevði hug at nærkast hesum
løgna fyribrigdi. Har var ongin
breiður diskur við góðum útsýni
til vørurnar, men bara ein lítil
lúka. Hon visti ikki hvussu hon
skuldi gera, og hvat hon vildi
hava og helt seg tí aftur. Hetta
er grundsøgan um tað nýggja,
um tað modernaða. Man kennir
hetta aftur í fremmandageringini
mótvegis allari tí nýggju tøknini.
Vit venja okkum sum frá líður
við modernaðu hentleikarnar og
nýggjar hugsanir, men teir nýggju
sjónarringarnir eiga alsamt at
nerva okkum og fáa okkum til at
umráða okkum.
Órógv og spennandi rør
ingur er í allastaðni. Ikki síðan
jarnbreytarboomið í Onglandi
í 1840’unum og gullfepurin í
Kalifornia 10 ár seinni hevur tílík
ur røringur verið í samskiftinum
manna millum. Landamørk
kámast burtur av innflytarum,
ferðafólki og nýggjum net
mynstrum. Hetta hevur fingið
tjóðirnar at dubba seg í einari
nýggjari bylgju av tjóðarbygging.
Tjóðarbygging ella nationbuild
ing er góð, um tað snýr seg um
at kenna seg sjálvan og sína
bakgrund betri. Hon er eisini góð,
um hon gevur meira sjálvsálit,
sum jú kann opna meira enn
vantandi sjálvsálit. Tað hava
ikki minst smáar tjóðir brúk fyri.
Men nationbuilding má ikki yvir
riðja í teambuilding og ótta fyri
kritikki innaneftir sum uttaneftir.
Í einari vágaligari flótandi verð
skal tjóðin alsamt grundgevast
og váttast av nýggjum. Tað velja
vit at gera m.a. við at halda
Ólavssøku, har koplingspunktið
millum modernitet og siðvenju
ongantíð er heilt tað sama, tí
samfelagið og mentanin flyta
seg alla tíðina. Føroyar eru í
dag í stóran mun samstillaðar
við umheimin. Tær eru eitt ikki-
metropolt samfelag og skulu
metast um á tann hátt.
Eitt væl saltað stað
Her eru serligir møguleikar og
serligar avmarkingar. Saltið
rennur fram fyri meg. Føroyar
eru eitt væl saltað stað, og tað
eru allar grundsøgur eisini.
Saltið verður í ymsum høpi brúkt
sum mynd fyri varandi týdningi.
Í hesum sambandi hevur onkur
tosað um episka saltið ella saltið
í modernaðum søguskaldskapi.
Hyggur ein nærri, so ber væl
til at samanbera mineralska
saltið við episka saltið. Bæði
saltsløgini fáa tað, sum tey
binda seg í at halda sær longri.
Matvørur verða saltaðar við
ítøkiligum, mineralskum salti,
og søguskaldskapur og aðrar
søgur við skapa varandi týdning
úr tí stokkuta. Hesi ‘saltsløgini’
hava eisini ein annan felags
eginleika. Sjógvur kann upploysa
tunt galvaniseradar stengur eftir
bara nøkrum fáum árum. Og
skaldskapur hevur verið við
til at miðla modernaða tankan,
sum við satiru og kritikki hevur
upployst gamlar skipanir.
Saltrákin uttan av havinum og
innan úr søgunum minnir ein
á, at tað dupulta, tað fleirtýdd a
er neyðugt. Alternativið til
torgreinda, nervaða hugsan er
einoygd ideologi av verðsligum
og átrúnaðarligum slag. Allar
modernaðar tjóðir útseta
seg sjálvar fyri einari tílíkari
dupultsalting: saltið í satiruni
og saltið í tí felagskenslu og
trúnaði, sum eitt stað og eitt mál
gevur. Bæði hesi elementini eru
sum kunnugt í Ólavsøkuni, og
hesir báðir dagarnir eru partur
av tí grundsøgu, vit kunnu kalla
søguna um staðið. Sum traditións
bundin hátíð snýr Ólavsøkan seg
sum vera man fyrst og fremst
um tað, sum sjóðar saman.
Endamálið er eitt kollektivt
time out í gerandisdegnum, har
vit vátta kærleikan til staðið
– tess náttúru, siðvenju og
nútíðarmentan.
Nationalismutýpur
Sum fólkafundirnir er tjóðarhátíðin
partur av tjóðskaparhugsanini.
Heldur ikki henda hugsan er slopp
in undan sýrubaðnum hjá tí hvassa
vísindaliga vitinum. Sambært glob
aliseringshugsanini vil tjóðstaturin
blíva upploystur mentanarliga
og búskaparliga, tí alt hann
umboðar er konstruerað ella
gjørt. Men henda hugsan hevur
ikki rætt í øllum. Tjóðstatirnir
leggja dentin ymsastaðni, men
hava allir eitt sterkt tilknýtið til
staðið. Tann føroyski tjóðstaturin
er fyrst og fremst eitt stríð fyri
størri ella fullum avgerðarrætti,
tann danski ber boð um sosialan
konsensus, tann amerikanski er
melodramatiskur osfr. Í samskifti
og búskapi er tjóðstaturin gjøgn
umgataður av altjóðageringini,
men heimstaðarkenslan loðar sum
nakað ólýsandi uppi við øllum
hesum nationalismutýpum.
Tá tríggjar grund
søgur tosa saman
Tað kann viðhvørt kennast fríandi
ongan samleika at hava. Bara
at vera fremmandur, navnleysur
millum onnur navnleys og singla
runt í The Land of Plenty. Men
samleikin og Ólavsøkan hava eis
ini sína tíð. Vit mugu minnast, og
vit mugu fortelja stórar sum smáar
søgur. Ólavsøkan minnir okkum á,
at áðrenn vit sjálvi siga nakra søgu,
hevur mentanin, sum vit eru fødd
inn í longu ‘verið har’ og fortalt
ein part av okkara søgu. Men
sum einstaklingar kunnu vit ikki
krøkja okkum í grundsøgurnar í
royndini at bjarga okkum undan
kaopleksitetinum og so lata onnur
fortelja alt fyri okkum tað veri seg
sum einstaklingar ella fólk.
Nú síggi eg tann hvíta fordin fyri
mær aftur. Hann nærkast Havnini,
og tað er Ólavsøka í býnum.
Tríggjar grundsøgur sita í honum
og minna meg á, at samleikin má
strekkjast út. Tær sita og práta
saman á baksetrinum: lívssøgan
hjá tí einstaka, moderniteturin og
felagskenslan fyri heimstaðnum.
Men bilførarin er fremmandur, ein
ókend kraft. Hetta er mín bilur.
Rustaður av øllum saltinum, men
eisini eitt rúm við einum fyldigum
og fleirfaldaðum ekkóið.
Takk fyri og framvegis góða
Ólavsøku
Í einari vágaligari flótandi verð skal
tjóðin alsamt grundgevast og váttast
av nýggjum. Tað velja vit at gera
m.a. við at halda Ólavssøku, har
koplingspunktið millum modernitet
og siðvenju ongantíð er heilt tað
sama, tí samfelagið og mentanin
flyta seg alla tíðina. Føroyar eru
í dag í stóran mun samstillaðar
við umheimin. Tær eru eitt ikki-
metropolt samfelag og skulu metast
um á tann hátt , segði Bergur
Moberg á fólkafundinum á Føroya
Fólkaháskúla á Ólavsøku