Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 36 vikuskifti – Nú almennar fyri­ tøkur skulu einskiljast, so mega vit ásanna, at almannaøkið áður hevur verið á privatum hondum. Hesa mann­ minkandi støðu, hesar ómenniskjansligu umstøður, hesa niður­ ger­ing av menniskjum kenna øll tey, ið geva søguni gætur. Tey brekaðu vóru í farnari tíð ein einskild fyritøka: Tað var familjan og nøkur fá onnur, - tað var ein fyritøka, eitt heim, ovbyrjað av arbeiði, ráðaloysi, sorg og hjálparloysi. – Ongantíð aftur eiga tey brekaðu at fáa slíka lagnu. Vit kunnu einskilja fyri­tøkur og kappast á al­tjóða støði, men vit mega ikki gloyma eina felags solidariska ábyrgd, sigur Jógvan Fríðr­ iksson, prestur, m. a. í hes­um fyrilestri, sum hann hevur hildið á aðal­fundi hjá MBF Jógvan Fríðriksson, prestur fyrri partur Vit eru til aðalfund hjá MBF, ið er meginfelag teirra brekaðu. Meginfelagið varpar sum ein fjøl­ táttaður hópur ljós á umstøður teirra, ið onkursvegna vórðu skerd í lívsins leiki. Tá talan er um ein so breiðan hóp, verður fyrilesturin ein breið almenn útsøgn. Vegna tvørrandi innlit er ikki talan um eina lækna- ella sálarfrøðiliga allýsing av ávísum breki. Ei heldur verður farið í dýpdina við sosial etiskum ástøði. Fyrilesturin hvílir í tí staðfesting, at kor og tilvera manna hevur áhuga. Talan er um eina samanrenning millum gudfrøði og heimspeki. Inngangur Mær rann í huga eina hending fyri nógvum árum síðani. Vit høvdu havt prestafund á Sjómansheiminum í Havn og tókust við at rigga av. Axel Tórgarð, ein maður tikin í leiki sum skemtari, fann ikki sína Bíbliu. Hann hevði lagt bókina frá sær á einum staði, men kundi ikki minnast hvar. Húsið var stórt, og drúgt var at leita. Per Højgaard, fyristøðumaður, sá Axel renna aftur og fram og hyggja í hvønn krók. Per spurdi Axel hvat var áfatt, hvat hann leitaði eftir. Axel svaraði hugtungur og álvarsamur : “Onkur hevur tikið mína Bíbliu!” Per varð heilt forfardur. Hann gjørdi alt, gerast kundi. Rann av einari hædd upp á eina aðra og so niðuraftur. Tá hann hevði leitað á øllum hugsandi støðum, kemur hann nakað pøstur aftur og sigur : “Tíverri, eg finni ikki Bíbliuna, men vit kunnu keypa tygum eina nýggja.” Axel takkaði fyri tilboðið og segði líkaso álvarsamur og høviskur neitakk. “Eg skal siga tær, Per, akkurát sum er, sama ger hvør hevur tikið Bíbliuna, høvdu tey bara lisið í henni.” Søgan kom fram fyri meg, nú eg skuldi lesa upp til henda fyrilesturin. Tá bókin hjá Doris Hansen “Søgan um hini” kom út í 1996, fekk eg bókina frá konuni. Las hana við stórum áhuga, fekk almikið at vita og hugsa um. Á hesum sinni varð leitað aftur og fram, men bókin var burtur. Møguliga løgd til síðis, helst givin víðari til onnur at lesa. Konan varnaðist, at eg var nakað keddur um missin. Tá hon ein dagin kom aftur úr Runavík, handaði hon mær ein bókapakka við hesum orðum : Ger so væl, her er ein kærkomin gáva givin á øðrum sinni. Soleiðis fekk eg møguleikan enn einaferð at lesa søguna um hini. Ein varði, eitt megnarverk í føroyskum yrkis- og søgubókmentum. Tá bókin varð lisin á øðrum sinni, kendi eg meg lítlan og hugsaði, at tað var skeivur per­ sónur, ið helt fyrilestur, - tað átti at verið Doris, sjálvsagt. Henda kenslan er ikki følsk høvisk máliska, tí, satt at siga, haldi eg meg duga eitthvørt. Hugans ástøði Í allari talu er tað skilagott at kenna útgangsstøðið, ið tosað verður útfrá. Hetta støðið kann vera eitt tilvitað val. Út­gangsstøðið kann eisini vera ein pallur, ið er settur saman av ymiskum samansjóðaðum eindum, - t.d. átrúnaður, heim­ speki og politikkur. Henda sam­ansetta eindin kann í sínum ymiskleika vera bæði sterk og burðardygg. Tá hugsað verður um orðið “brekað fólk”, so er mín fyrsta hugsan tann fyrri liðurin í máliskuni. Brekað fólk, fólk við breki, eru fólk. Tey eru menniskju. Útsøgnin tykist sum ein sjálvfylgja. Tað er so eyðsýnt, at “brekað fólk” eru menniskju. So fáur hevur hugsað ella sagt nakað annað. Eins væl og tað er ein styrki, at henda hugsanin er ráðandi, at brekað fólk eru menniskju, á sama hátt kann tann sjálvsagda jaliga vanahugsanin verða darvandi fyri umstøður og rættindi teirra brekaðu. Vit seta og grunda yvir spurningin : “Er tann sjálvsagda fatanin eyðsýnd vælvild ella fjald líkasæla?” At vera menniskja Torført er út í æsir at lýsa eina liv­andi veru. Menniskjan er sum livandi vera einki undantak. Ein fjøld av lærdari yrkisvísind kann leggjast inn yvir hugtakið menniskja. Hvør vísind hevur eitt svar ella ábendingar, ið peika fram ímóti einum svari. Yrkisvísindin er í dag opin fyri eini breiðari fatan. Talan er í minni mun um svarið. Heldur verður tosað um evnið sum ein partur av einum svari í størri heildarmynd. Afturat lærdari yrkisvísind koma áskoðanir av ymiskum slagi, - t.d. átrúnaður og polit­ ikkur. Ikki altíð er tað so lætt at samansjóða tær ymisku áskoðanirnar, og viðhvørt er tví­drátturin líkaso darvandi sum mennandi fyri sakina, um tað eru kor teirra brekaðu, ið skulu lýsast og mennast. Lat meg nevna eitt talandi dømi. Myndin er á ein hátt misvísandi, tí eitthvørt dømi er tikið úr einum ávísum staðbundnum samfelag. Sjálvt í nútíðar altjóðagering eru tey staðbundnu frábrigdi avgerandi fyri hugans virki og fatan. Umhvørvið, tann genetiski, politiski og sosiali arvurin, eigur at verða havdur í huga, tá samanberingar verða gjørdar. Hvat er so tað at vera menn­ iskja? Sjálvt í einum fámentum landi eru ivaleyst mangar áskoðanir. Eru áskoðanirnar mangar, tá menniskjan hevur sæð dagsins ljós og er komið inn í tilveruna, so eru tær ikki færri og enn skarpari, tá talan er um menniskja sum fostur. Vit kenna í tí heimliga orða­ skiftinum ta átrúnaðarligu fat­ anina av lívinum sum gudgivið lýst í mótsøgn til kvinnustríðið, har kvinnan ynskir at ráða yvir egnum kroppi. Eitt stríð, sum í mangar mátar elvir til fløkt viðurskifti, tí vit ikki í nóg stóran mun varnast, hvat ástøðið er, ið tosað verður útfrá. Sjálvandi ber tað til at skifta orð ímillum ymisk ástøði. Men, hetta krevur sakligt tilvitað um­­hugsni. Tað krevur tíð og verður ikki gjørt við vælljóðandi slagorðum. Eitt tvørfakligt orðaskifti krevur sakliga vitan, har alstórur dentur verður lagdur á kynstrið at lurta og kynstrið at orða sína útsøgn greitt í virðing fyri øðrvísi hugsandi. Til tess at lýsa teir mongu træðrirnar kann verða nevnt eitt annað dømi úr einum øðrum heimsparti. Í báðum førum er spurningurin hin sami : Hvat er eitt menniskja, og nær eru vit menniskju, t.v.s. á hvørjum lívfrøðiligum lívsstigi er tann til menniskju programeraða genetiska veran eitt menniskja? Fara vit til fjareystur, so hava tey ein øðrvísi hugsunarhátt enn vit í Føroyum, tá talan er um átrúnað, kyn, politik og samfelag. Vegna tess at tálma stóra fólkavøkstrinum er kvota á barnatalinum, ið eini hjún kunnu fáa. Tá tann sosiali arvurin metir dreingjabørnini hægri í tign, Skulu vit einskilja tey brekaðu? Brek í søgu og framtíð Jógvan Fríðriksson, prestur, helt fyrilestur á aðalfundinum hjá MBF