Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 37 vikuskifti 37 ber hetta við sær, at fullborin vælskapt gentubørn verða tikin av døgum. Orsøkin er einfalt hon, at barnið er ein genta, ið eftir ætlan og høgum ynski átti at verið ein drongur. Er eitt brekað fólk eitt menniskja? Sjálvt um tað fer mær kalt niður eftir rygginum at orða eina slíka yvirskrift, so seti eg henda spurningin á aðalfundi hjá MBF. Spurningurin er settur til tess at ruska í vanliga vanahugsan. Spurningurin hevur ein brodd so mangar vegir, bæði har svarið er ja ella eitt hálvt ja. Har svarið er nei ella eitt hálvt nei. Eisini ein brodd móti tí hugsan, ið bæði svarar ja og nei. Hin kristna trúgvin Hin kristna trúgvin svarar sann­ førd, at lívið er heilagt, tað er givið av Guði. Menniskjan er krúnan av skaparverki Guðs og er skapað í hansara mynd. Í stuttum er hetta eitt rímiligt svar til tann kristna hugburðin til lív og deyða. Lívið er guðgivið, og í Guðs hondum liggur bæði byrjanin til lívið og lívslok. Sæð út frá hesum sjónarhorni er svarið jaligt. Tá lívið er gudgivið, so eru øll menniskju skapt í Guðs mynd, og tess vegna eru øll fólk menniskju uttan mun til útsjónd, kyn og førleika. Hetta er gott og ljóðar væl. So hava vit sum kristin okkara viðurskifti í lagi, ella hava vit veruliga tað? Er svarið, ið kemur til rætta tíð á røttum staði, ikki ein fjaldur hálvur sannleiki. Vit siga ja, men bera okkum bæði sum einstaklingar og samfelag at, sum um vit svaraðu nei. Vit taka ikki í nóg stóran mun atlit at teimum, ið fingu ein øðrvísi gerandisdag. Ástøðið er á góðari leið, men tann verkligi parturin liggur á láni. Hin kristna trúgvin er meira enn ástøði, vøkur hugsan og føgur orð. Tað er gott at hava góða ætlan, hugsa tað góða og vakra. Men tað er ikki nóg mikið við atliti at tilveru og degi. Tilveran er ítøkilig, lívið er jarðligt, og tað slær eitt heitt hjarta í hvørjum mannakroppi. Hin kristna trúgvin er ætlað at steðga á hjá tí neyðstadda og inna miskunnarverk. Hin kristna trúgvin má hava menn­iskj­ ansligan kropp og ikki klæðast í guda­ham. Um vit sum kristin taka jørð­ ina í álvara og samstundis taka ástøðið í álvara, so er kravið orðað og vent móti mær sjálvum. Eg má gera nakað munagott, annars viknar tann ástøðiligi sannleikin, at menniskjan er skapað í Guðs mynd. Dvølur hin kristna trúgvin ímill­um ástøði og tilveru, og hesir báðir partarnir av trúnni verða tiknir í álvara, so elur hetta fram hóvliga evnisviðgerð. Tað er tvørrandi vísdómur, tá vit, sum ikki megna at klæða ástøði í verkligan búnað, nýta hørð orð og sýna tvørrandi virðing fyri sjónarmiðum teirra, ið hava aðra áskoðan ella eina áskoðan, sum partvíst víkur frá okkara. Hin kristna trúgvin eigur ikki at lata sær orðini lynda. Gerandisdagurin staðfestir trúvirði. Og er lívið heilagt, ja so mega vit gera nakað við tað, fremja ábøtur, skapa umstøður, tala sak teirra ómælandi. Guðs dómur í nútíðar søgur Seinast í undan farnu øld møtti eg einum pápa, ið átti ein vaksnan evnaveikan son. Pápin greiddi mær við grátandi rødd frá eini skelkandi útsøgn, stutt eftir at sonurin var føddur nýgiftum hjúnum. Vit eru stødd í kristnum umhvørvi, har tað verður prædikað, at lívið er heilagt, at lívið ikki vellur fram av tilvild. Alt stendur í Guðs hondum, Guð er góður, og alt er gott. So fær hetta unga parið ein son, ið var ófullførur, óhjálpin og tarnaður. Nú var hin góði lívsins Guð ikki at kenna aftur, tí sagt varð : “Tit hava fingið ein evnaveikan son sum eina áminning og eina revsing frá Guði, tí tit ikki gjørdu......” Vit kunnu øll gera eitt mistak, men persónliga hóvar mær als ikki eina slíka útsøgn, tí hon niðurskrivar virðið á tí einstaka menniskjanum. Við hesari fatan er menniskjan ikki ein dýrabær virðismikil eind skapað í Guðs mynd. Menniskjan verður niðurskrivað sum lønar- ella revsingaramboð í Guðs hondum. Skikkar tú tær væl, føðir tú vælskapt børn. Skikka tit tykkum illa, so revsar Guð við einum brekaðum barni. Persónliga taki eg frástøðu frá hesi fatan. Skrivaði mína áskoðan á hesi viðurskifti í blaðgrein. Greinin ber heitið : “Eg trúgvi á Guð teirra brekaðu.” 1) Í viðgerðini av teim sinnis­ sjúku nevnir Doris Hansen nakað, ið ber á sama bógvin. Hon lýsir støðu teirra sinnissjúku og sigur : “Viðgerðin, hesir sjúklingar hava fingið gjøgnum tíðirnar, er heilt ófatilig fyri okkum, sum liva í dag. Tann hugsanin var leingi galdandi, at best var at pína alt tað ónda úr tí svaka. Tað vórðu uppfunnin nógv tól og nógvir viðgerðarhættir, fyri at fáa tey svøku sannførd um, at tey áttu at betra seg. Henda viðgerð var rópt moralsk viðgerð.” 2) Søguligt baksýni Tá vit hugsjónarliga líta aftur í tíðina, so sæst við tað sama, at mannavirðið er økt munandi tey mongu seinastu árini. Talan er nú um rætt og rættindi, meðan avvarðandi áður máttu ganga eina biddaragongd vegna síni kæru, ið onkursvegna ikki megnaðu at greiða sín ger­andis­ dag sjálvi. Í tí gamla rómverska stór­veld­ in­um tosaði heimsspekin um mannavirðið. Tey brekaðu og tey, ið vóru lívveik við føðing, høvdu ikki gott í væntu. Lívsvirðið var ájavnt við tað, ið hvør einstakur kundi avrika sær sjálvum og samfelagnum at gagni. Kundi einki verk verða lagt úr hondum, ja so var virðið ivasamt ella avskrivað. Ógvuliga týðuligt kemur hetta til sjóndar í áskoðanini á gomul og eldri fólk. Tann størsti parturin av fólkinum var trælir, t.v.s. tey høvdu ikki politiskt og sosialt frælsi. At vera trælur var ein ógvuliga ymisk tilvera, alt eftir hvat yrki og førleika ein hevði. T.d. vóru bæði læknar, peda­gogar og lærarar trælir. Hesin politiskt ófrælsi bólkurin fevndi frá djúpastu armóð til eitt lív í marglæti og yvirflóð. Tann áskoðan var galdandi, at menniskjan varð líknað við eitt amboð. Tá arbeitt verður á markini, og spakin brotnar, - ja so fært tú tær ein nýggjan spaka. Tá trælurin ikki longur megnar sítt arbeiði vegna heilsu ella aldur, - ja so fært tú tær ein nýggj­an træl. Meðan spakin varð kastaður burtur, so varð trælurin settur til síðis. Tann veiki trælurin fekk minni og minni at eta fyri hvønn dag. So viknaði hann spakuliga og doyði rættiliga skjótt. So var ein nyttuleysur muður minni at metta. 3) Nú er búsetingin á okkara leið­um munandi yngri enn tað rómverska stórríkið, men eingin ivi er um, at nakað av hesi hugsan hevur verið í okkara egna umhvørvi. Tá hugt verður aftur í tíðina so er týdningarmikið, at vit geva søguni gætur. Tað er ivasamt, um vit kunnu leggja nútíðar orð og fyribrigdi inn yvir ta farnu tíðina. Bókin hjá Doris Hansen lýsir nágreiniliga, at støða teirra brekaðu var alt annað enn góð. “Lógir og kunngerðir vísa bæði í dag og fyrr, hvørja áskoðan statsvaldið hevur og hevur havt á tey fátæku og brekaðu. ... Serliga týðiliga kemur henda áskoðan fram í mátanum, hjálpin til fátæk og brekað varð givin kring landið.” 4) Eisini bókmentirnar geva eina greiða ábending. Barnabókin “Krypilin” lýsir støðuna hjá ein­ um ungum drongi, ið var føddur við kúlu á rygginum. Dreymur foreldranna um framtíðina hjá soninum viknaði, so hvørt lik­ ams­brekið gjørdist sjónligari. Av­markaður likamsførleiki, av­markaðir møguleikar. At so brekið elvdi til so svára happing, at Martin sum smádrongur hugsaði um at taka sítt egna lív sigur almikið um veruleika teirra brekaðu. Um vit sum kristin taka jørð­ina í álvara og samstundis taka ástøðið í álvara, so er kravið orðað og vent móti mær sjálvum. Eg má gera nakað munagott, annars viknar tann ástøðiligi sannleikin, at menniskjan er skapað í Guðs mynd, sigur Jógvan Fríðriksson, prestur, sum helt hendan fyrilestur á aðalfundi frá meginfelag teirra brekaðu