fríggjadagur 18. august 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 158 - 18. august 2006
Tórshavnar kommuna
Broyting í serstøku byggisamtykt nr. 3
og almennu byggisamtyktini
Av tí at feilur var í kunngeringini um broyting av byggi-
samtyktini fyri matr. nr. 735, sum var lýst í bløðunum 9.
august 2006, verður broytingin lýst av nýggjum.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um
býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt
kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 29. juni 2006
samtykti broytingar í serstøku byggisamtykt nr. 3 og
almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Ætlaða broytingin er, at matr. nr. 735, við Traðabrekku,
Tórshavn, verður broytt frá D1 fríøki til A1 sethúsaøki.
Eisini er ætlanin at broyta serstøku byggisamtykt nr. 3
samsvarandi, fyri matr. nr. 735, frá C1 øki til alment
endamál til A sethúsaøki.
Tilfar um ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni
á Vaglinum, frá 21. august til og við 11. september 2006,
frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00,
hósdag tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda
Tórshavnar kommunu skrivliga áðrenn 21. november
2006.
Rætting til kunngerð
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni
Barna- og Ungdómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu søkir eftir
pedagogiskum ráðgeva at byrja 15. september 2006 ella skjótast
gjørligt.
Starvið
Starvið er partur av nýggju ráðgevingarstovuni hjá kommununi.
Arbeiðið verður í høvuðsheitum at virka sum ráðgevi fyri børn við
serligum tørvi
• Veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til umsiting, stuðlar og
starvsfólk á dagstovni
• Gera námsfrøðiligar eygleiðingar og metingar av børnum
• Vera limur í visitatiónsnevnd viðv. børnum við serligum tørvi
Vit kunnu bjóða
Eitt fjølbroytt og spennandi starv innan eitt øki, sum stendur fyri
stórari broyting og menning.
Eitt nýtt starv, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at mynda.
Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi.
Starvs- og setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjamálaráðið, KAF og Føroya Pedagogfelag.
Førleikakrøv
Vit ynskja at seta eitt fólk, sum hevur
• námsfrøðiliga útbúgving
• servitan og drúgvar royndir innan serøki, gjarna eftirútbúgving
innan sernámsfrøði og / ella ráðgeving
• hug og førleika at arbeiða ráðgevandi
• áhuga og evni at arbeiða í tvørfakligum toymi
• góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• kunnleika til EDV á brúkarastøði
Meira fæst at vita
við at venda sær til Frígerð Sundskarð, Barna- og Ungdóms-
deildarleiðari ella Birgit Debess, leiðara av Stuðulsfólkaskipanina,
tlf. 30 20 10.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum
viðmælum skulu vera Barna- og Ungdómsdeildini, Boks 32, 110
Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 4. septembur 2006.
Viðmerk á umsóknina „Ráðgevingarstovan“.
Ráðgevingarstovan
Ráðgevingarstovan er eitt nýtt tvørfakligt ráðgevandi toymi undir
Barna- og Ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Ráðgevingarstovan skal umsita stuðulstiltøk og veita ráðgeving til
umsiting, stuðlar og starvsfólk á dagstovnaøkinum, serliga í mun til
børn við serligum tørvi.
Í toyminum verða í fyrsta umfari 3 pedagogar og ein sálarfrøðingur,
og er ætlanin, at Ráðgevingarstovan seinni skal víðkast við øðrum
fakbólkum.
Umframt starvsfólk á Ráðgevingarstovuni, starvast í løtuni ein
leiðari og ein málsviðgeri á Barna- og Ungdómsdeildini, sum júst
er flutt í nýggj hølir.
Tórshavnar kommuna
Pedagogiskur ráðgevi
Fakligur skrivari
til Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Søkt verður eftir fakligum skrivara til skrivstovu
felagsins at byrja 1. september 2006, ella eftir nærri
avtalu.
Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing, ið
• hevur áhuga at vera við til at menna Felagið,
bæði yrkisliga og fakfelagsliga
• hevur holla vitan um heilsu- og sjúkrarøkt
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til forkvinnu felagsins á tlf. 311309.
Umsókn, við avriti av prógvi og autorisatión, skulu
vera felagnum í hendi 29. august 2006.
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Lucas Debesargøta 14
Box 1285 · 110 Tórshavn
sff@sff.fo
lýsingar
www.sosialurin.fo