Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 47

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 158 - 18. august 2006 tíðindi Strandfaraskip Landsins hevur gjørt av at seta tveir tænastuleiðarar umborð á Smyrli, ein á hvørji vaktini. Uppgávan hjá leiðarunum verður at hækka tænastustøðið umborð og menna tilboðini til tey ferðandi um Suðuroyarfjørð Tænasta Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ætlanin er at hækka tænastu­ støðið umborð strand­ faraskipinum Smyrli – og at geva teimum ferðandi fleiri tilboð, meðan tey eru umborð á skipinum. Tað hevur SL gjørt av við at seta tveir tænastuleiðarar í starv, sum skulu skiftast um at vera umborð á farleiðini millum Havnina og Tvøroyri, eina viku í senn. Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa fatur á stjóranum á Strandfara­ skipum Landsins, Kristiani Davidsen, ei heldur deildar­ leiðaranum, Heina á Borg, fyrrapartin. Royndir í leikum Men Regin Vágadal, sum eisini starvast hjá SL, váttar, at stovnurin hevur gjørt av at seta tveir tænastuleiðarar umborð á Smyrli. - Uppgávan hjá leiðarunum verður í fyrsta lagi at hækka tænastustøðið umborð og at menna tilboðini til tey ferandi, sigur Regin, sum annars vísir til Heina á Borg, deildarleiðara á SL. Tænastuleiðararnir um­ borð á Smyrli verða frá 1. september suðuroyingarnir, Ólavur Hovsgarð og Petur Hentze. Teir hava báðir siglt við Norrønu, og Petur hevur eisini rikið hotell-virksemið í Øravík. Ólavur Hovsgarð sigldi í fleiri ár við Norrønu, og hann var eisini skipari umborð, tá ið Norrøna fyrstu ferð bar við land á Havnarvág. Hetta kostaði honum starvið sum skipari hjá felagnum. Økt tænasta Regin Vágadal sigur, at tænastuleiðararnir skulu taka sær av at skipa tað, sum rópt verður ”katering”, umborð á Smyrli. - Teir fara at hava ábyrgd­ ina av, at skipið er reint og nossligt, tá ið fólk koma, at tænastan er í lagi, og eisini koma teir at taka sær av innkeypi. Hann sigur, at skipið at kalla verður býtt upp í tvey, soleiðis at skipsmanningin er ein partur, og ferðafólkini og tænastuvirksemið ein annar. - Tænastuleiðararnir koma soleiðis í fyrsta lagi at taka sær av tí partinum, sum hevur verið við ferðafólkini og tænastuna umborð at gera, sigur Regin Vágadal. Spurdur, um nýggju størv­ ini hava nakað við hálva skeinkiloyvi, sum SL hevur fingið umborð á Smyrli, at gera, sigur Regin, at tað hava tey ikki. - Avgjørt var at skipa hesi størvini, áðrenn vit fingu hálva skeinkiloyvi, sigur hann. Einki barrvirksemi Regin sigur, at sjálvandi verða tænastuleiðararnir við til at tilrættaleggja, hvussu skeinking av víni og øli skal fara fram umborð á Smyrli. - Men talan verður ikki um nakað barrvirksemið umborð á Smyrli. Vit fara ikki at skeinkja í eyst og vest, sum hann tekur til. Regin Vágadal sigur, at hálva skeinkiloyvi fer at vera brúkt til skeinking saman við mati, men hann dugir í løtuni ikki at siga, nær skeinking umborð á Smyrli verður veruleiki. Smyril fær nú tveir tænastuleiðarar Smyril fær nú tveir tænastuleiðarar, sum skulu syrgja fyri, at ferðafólk fáa eina góða tænastu og enn fleiri tilboð á ferðini um Suðuroyarfjørð Mynd: Vilmund Jacobsen - Talan verður ikki um nakað barrvirksemið umborð á Smyrli. Vit fara ikki at skeinkja í eyst og vest, men afturvið eini máltíð, sigur Regin Vágadal Ólavur Hovsgarð kom rættiliga í andglettin, tá ið hann sum skipari umborð á Norrønu á sinni bar við land á Havnarvág. Nú verður royndi skiparin, stýrimaðurin og fyrrverandi hovmeistarin annar av tænastuleiðarunum umborð á Smyrli um Suðuroyarfjørð Tænasta Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í fleiri ár var hovbingurin, Ólavur Hovsgarð, skipari og stýrimaður umborð á Norrønu, Smyrli og Teista­ num. Eitt skifti sigl­di hann eisini sum hov­meistari. Tíðin hjá honum sum skipari umborð á Norrønu endaði lagnudagin á Havnar­ vág, tá ið Norrøna við roynda hovbinginum á brúnni bar við land og fekk skaða. Trúgv tænasta Ólavur tók stýrimansprógv í 1977 og skipsføraraprógv í 1978. Hann var umborð á Norrønu frá fyrsta degi av, nevniliga 1. apríl 1983. Framman­undan sigldi hann við Strand­fara­skipum Land­ sins, og hann var soleiðis eisini umborð á Teistanum, tá ið hesin sigldi yviri í Trinidad á sinni. Síðan tíðliga í hesum árinum hevur Ólavur siglt við tí, sum danir rópa ”havnabussunum” hjá Arriva Danmark AS. - Hetta eru bátar, sum sigla við ferðafólki millum støð í Keypmannahavn. Vit eru tveir mans umborð í senn. Um sumrarnar hava vit loyvi at sigla við 67 ferðafólkum í senn og 63 um veturin. Spennandi avbjóðing Ólavur sigur, at hann er spentur til nýggja starvið umborð á Smyrli, og hann vónar, at hann við sínum royndum umborð á ferðamannaskipi kann verða við til at økja um tænastustøðið umborð. Hann vísir á, at hann nú fer á skeið í tí, sum rópt verður ”oskar-skipanin”, og seinni er hugsandi, at talan eisini verður um skeið í tænastu. - Jú, hetta er ein spennandi avbjóðing, sum nú stendur fyri framman, sigur fryntligi skiparin, Ólavur Hovsgarð. Ólavur Hovsgarð umborð á Smyril - Jú, hetta er ein spennandi avbjóðing, sum nú stendur fyri framman, sigur fryntligi skiparin, stýrimaðurin og hovmeistarin, Ólavur Hovsgarð