Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 9 tíðindi Tvær føroyskar bygdir aftrat hava nú fingið gøtunøvn síni góðkend. Men enn eru øll gøtunøvnini í til dømis Havn og Klaksvík ikki endaliga góðkend. Gøtunøvn Snorri Brend Kunoy: Hóast hetta skuldi verið loyst fyri langari tíð síðani, eru enn fleiri kommunur sum ikki hava ásett gøtunøvn og adressur sínar. Í roynd og veru er talan um kommunur, har umleið helmingurin av øllum íbúgvarum landsins búgva. Onkur heldur kanska, at tær smáu kommunurnar eru eftirbátar í hesum arbeiðinum, tí tær ikki hava orku og manning at seta hetta í verk. Men fleiri av størru kommunurnar hava heldur ikki fingið hetta í rættlag. Ein uppgerð frá Matrikul­ stovuni vísir, at til dømis Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava sjálvsagt hava adressur. Men tær hava fingið boð um at gera ávísar broytingar, áðrenn tær kunnu góðkennast. Hinvegin hevur Kunoyar kommuna nú fingið síni viðurskifti í rættlag. Gøtur og vegir Í Kunoyar kommunu eru tvær bygdir – Kunoy og Haraldssund. Nú skulu íbúgvararnir í báðum bygdunum – og onnur við – venja seg við fleiri viðurskifti: Nú eitur tað ikki longur har uppi, har suðuri ella niðri á Bakka. Tey skulu nú venja seg við at ein vegur bæði í Kunoy og í Haraldssundi eitur Kunoyarvegur, at ein vegur í Kunoy kallast Kunoyar­gøta, og at ein vegur í Haraldssundi eitur Bakkavegur. Í Haraldssundi ber heldur ikki til longur at siga, at: “Eg eri ávegis til tey Heimi við hús”. Nú eitur tað ístaðin: “Eg eri ávegis eftir Garðagøtu ella Rasmusargøtu”. Kommunan hevur nevni­ liga gjørt av, at í Kunoy skulu vera átta gøtur og vegir, og at talið í Haraldssundi er sjey. Hinvegin so hevur kom­ mun­an tikið avgerð um at varðveita tey gomlu húsa- og býlinganøvnini, hóast øll húskini skulu hava adressur. Avgjørt er nevniliga, at hon fer at skráseta hesi gomlu nøvn­ini í Lands­adres­ suskránni. Á heimasíðuni hjá Landsadressuskránni, ”http://www.matrikul.fo/” www.matrikul.fo, ber til at síggja kort við veganøvnum, húsa­num­rum, býlinga­ nøvnum og húsa­nøvnum Gøtunøvn komin til Kunoyar Eitt er at hava ringa høvuðpínu. Annað er at hava sjúkuna migrenu. Roknast kann við at einir 2500 føroyingar kunnu hava hesa sjúkuna, sum fá teirra kortini tora at viðganga at tey hava. Nú er ætlanin at seta sjóneykuna á hesa sjúkuna og tær avleiðingar sum henda hevur fyri børn, ung og vaksin. Sjúka Snorri Brend snorri@sosialurin.fo - Vit eru nakrar kvinnur við migrenu, sum hava verið saman við jøvnum millumbilum fyri at tosa saman um sjúkuna.. - Men nú ynskja vit at lata almenningin fáa innlit í hesa sjúkuna, sum fá vita nakað um, men sum kortini rakar okkum so meint. Soleiðis siga nakrar av teimum kvinunum, sum leygar­dagin 2. september fara at bjóða til fundar at greiða nærri frá hesi sjúkuni. Fundur­in verður hildin í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tær eru fult greiðar yvir, at mong ganga við hesi sjúkuni, men at tað ikki eru øll sum tora ella vilja viðganga at tey líða av migrenu. Hetta skal tað nú bøtast uppá. Og tey dylja ikki fyri, at vónin er at kunna skipa seg saman í eitt felag fyri migrenu-raktu í Føroyum. Skal ein ganga eftir hag­ tølu­num so líða 5 % av fólki­num av sjúkuni. Mong meta tí, at hetta er ein sonn fólkasjúka! Tølini tala Neyvan finnast nøkur føroysk hagtøl yvir tey sum hava migrenu í Føroyum. Øðrvísi er tó í útlondum. Hagtøl úr Danmark vísa, at sjeynda hvør kvinna hevur migrenu. Hetta er tó ikki ein kvinnusjúka sum so, hóast tær eru fleiri enn menninir við sjúkuni. Tølini vísa nevniliga eisini, at fimtandi hvør maður hevur migrenu. Uppaftur verri er tað, at fleiri og fleiri børn fáa migrenu. Ilt er tó at fáa eygu á fólkini við migrenu, tí hetta er av einihvørjari orsøk eitt tabu-evni: Tey vilja ikki tosa um sjúkuna og heldur ikki vísa, at tey líða av henni. - Tey halda, at tað ljóðar sum tvætl, tá tey siga seg at hava migrenu. Av somu orsøk fara tey heldur ikki til lækna við trupulleikanum, - tí, man hann trúgva teimum?, verður sagt. Hinvegin vísir tað seg, at tað júst finst nútíðar heilivágur, sum kann hjálpa teimum flestu migrenu- herðindunum. Ein onnur fylgja av sjúkuni er, at migrena minkar um lívsvirðið hjá tí sjúka. Sum tikið verður til: Hvussu skal ein slíkur sjúkur persónur kunna vera fyrikomandi og vinarligur, tá tað buldrar í helminginum av høvdinum, rumblar í maganum og ljós og ljóð als ikki kennast góð?! Ynskja felag stovnað Hesar føroysku kvinnurnar hava sæð sín egna trupulleika, og eru so líðandi komnar at kenna umstøðurnar hjá hinum kvin­nu­n­um, sum eru úr øllum pørtum av landinum. - Vit eru komnar saman og hava tosað um okkara støðu. Á henda hátt hava vit fingið góð ráð og nyttugar royndir frá hinum. - Ja, hetta hevur gjørt, at vit ikki føla okkum so einsa­mallar í dag, siga stigtakararnir til fundin. Júst hetta við at kenna seg einsa­malla ella einsa­ mallan er ein av stóru trupulleikunum hjá teimum migrenu-sjúku. Tí hevur danska migrenu- felagið - Migræniker­ forbundet - júst hetta sum sítt vørumerki: Við felagnum ert tú ikki einsamallur! Hetta vørumerki ætla tær føroysku kvinnurnar við migrenu nú at varpa ljós á. Tí vóna tær, at nógvar kvinnur og nógvir menn verða við til hetta fyrsta tiltakið av slíkum slagi. Migrena er ein fólkasjúka sum rakar sjeyndu hvørja kvinnu og fimtanda hvønn mann Migrena - hin burturtagda sjúkan Í Kunoyar bygd eru nú átta veganøvn. Hesi eru:  Kelduvegur Millum Garðarnar Niðan Viðarlund Gilabrekka Kunoyargøta Kunoyarvegur Lendingarvegur Fløttarbrekka   Í Haraldssundi eru sjey vegir. Hesir eru: Fjøruvegur Bakkavegur Leitisvegur Kunoyarvegur Undir Hamarsenda Garðagøta Rasmusargøta Geilin er mest nýtta gøtunavnið Matrikulstovan hevur gjørt eitt yvirlit yvir mest nýttu gøtunøvnini í føroysku postbygdunum. Sagt verður, at listin kann eisini brúkast til at finna út av hvørji gøtunøvn helst ikki eiga at vera brúkt. Jú fleiri støð hava sama veganavn, tess størri er vandin fyri at mistøk kunnu verða framd. Serliga óheppið er tað, um sama gøtunavn finst fleiri ferðir í somu kommunu. Listin yvir mest nýttu góðkendu gøtunøvnini er hesin. Hann er dagførdur 7. juli í ár. Gerðisvegur 10 Dalavegur 10 Geilin 10 Bakkavegur 9 Bøgøta 8 Heiðavegur 6 Garðavegur 6 Heygavegur 6 Skúlavegur 6 Dalavegur 5 Garðavegur 5 Hornavegur 5 Í Geilini 5 Kirkjugøta 5 Skákið 5 Traðarvegur 5 Gøtunøvn í Kunoy og Haraldssundi