Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 29 29 vikuskifti ikki minst av tí orsøk, at hon verður presenterað sum ein heild, grundað á eitt hugskot. Endurnýggjanin verður bara ongantíð forklárað og tí stendur tú sum áskoðari við fleiri spurningum enn svarum uppá hví júst hesi ógvuliga ymisku fimm listafólkini skulu umboða eitt geografiskt avmarkað øki í einum ávísum tíðarskeiði. Snýr hetta seg um 80´ini ella um nútíðarlist og nær varð Odd Nerdrum partur av eini íslendskari endurnýggjan? Tá hann flutti hagar í 2001 ella? Spurningurin er um tað nationala yvirhøvur er áhugavert longur sum framsýningarevni. ”Færøsk kunst” er heitið á framsýningum í t.d. Danmark, har tað er vorðið eitt slag av vørumerki, sum er vældámt og sum birtir vón um ekspressivar fjalla- og náttúrutulkingar, ið gamaní er ein høvuðsstrongur í fjølbroyttu føroysku listini, sum altso eisini hevur alt møguligt annað at bjóða uppá. Eingin kundi forrestin droymt um at nevnt eina framsýning ”Ensk list”, ”Donsk list” ella ”Týsk list”. Framúrskarandi Nerdrum Tað er ein norðmaður, sum eigur verkini, ið veita áskoðaranum ta sterkastu framsýningarupplivingina. Undirritaða hevur nú satt at siga ongantíð kunna torga henda listamannin, men mátti broyta meining framman fyri hansara kolasvartu, lakkglitrandi myndum, tí óansæð hvat einum dámar og ikki, er einki at ivast í góðskustøðinum og styrkini í hesum verkunum. ”Sole Morte” lýsir ein samankropnan hermann, ið liggur við andlitinum í einum hyli. Myndin er fyri tað fyrsta framúrskarandi vøkur við reydligum og brúnligum gyltum tónum og sera einfaldum bygnaði, har skapið av hermanninum verður endurtikið i fjallinum, eins og ovala hyljarskapið verður endurtikið í skýnum omanfyri. Málihátturin minnir um teir gomlu barokkmeistararnar og hetta gevur beinanvegin frænir um eina klassiska tilgongd, eins og tað, at hermaðurin so at siga er druknaður í síni egnu spegilsmynd gevur hugasamband við mytuna um Narcissus, sum druknaði í einum hyli í royndini at fevna sína egnu spegilsmynd. Um hetta veruliga var ein gomul mynd, hevði hetta verið innihaldið, men so er ikki við myndum Nerdrums, ið eru munandi meira fleirtýddar og gátuførar. Tær tykjast snúgva seg um um menniskjalívið, ið møguliga ikki verður viðgjørt eins sosial-psykologiskt- biologiskt sum tað sær út, men á ein meira abstrakt-filosofiskan og symbolskan hátt. Menniskjað er í myndum Nerdrums avbyrgt eins og vit grundleggjandi eru einsamøll í lívi sum í deyða. Tað likamliga við denti á tað kynsliga er symbol fyri tað lívgevandi, ið støðugt verður sett upp í móti tí gelda, avoydda, deyða landslagnum. Myrkrið í myndunum gevur ein dapran, álvarsligan dám, men summar myndir eru í grundini stuttligar og minna um absurd teatur á la Beckett, sum jú eisini hevur ein álvarsligan botn. Summi fata myndirnar hjá Nerdrum sum lýsingar av einum postapokalyptiskum landslagi, tvs.sum eitt slag av sivilisatiónsatfinnandi myndum. Onnur halda tær lýsa ein paradíslongsul eftir eini óspiltari tíð. Báðar tulkingar eru møguliga rættar, men ov trongar fyri hesar myndir, sum eru eitt slag av modernaðum mytum, ið bera fram stóru mótsetningarnar í menniskjalívinum við stórslignari pathos og herligari, effektjagstrandi og vulgerari kitsch. Framsýningin verður hangandi inntil 24. september í ár.