Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 32 vikuskifti Tá børn og vaksin standa á fremstu parket og syngja, rópa og klappa við til gamlar landaplágur verður tað ikki betri. Djúpt subjektivt kanska, men í øllum førum ein erlig hugleiðing um teir báðar dagarnar fyrsta vikuskiftið í august Summarfestivalur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Triði Summarfestivalurin stóð fyri framman. Eftir bakandi sólina í fyrraárið og oysandi regnið í fjør vóru forsøgnirnar hesa ferð onkra staðni mitt ímillum. Síðumaðurin hjá mær her á redaktiónini, Petur Skeel, gav tó hyggjuráðini um, at regnskjólið skuldi við í viðførið, og tað var nú ikki nakað býtt hugskot. Børnini fingu sítt Regnið var tó á ongan hátt nakað, sum fekk fólk at setast aftur. Sjálvi fóru vit avstað í hampuligari tíð, og so hvørt sum tímarnir gingu, øktist ferðslan úr gjøgnum nýggja portalin hjá klaksvíkingum. At ferðslan varð somikið ógvuslig longu fríggjakvøldið, tóktist eisini koma óvart á fyrireikararnar. Bíðirøðirnar at sleppa inn mundu vera einar hundrað metrar langar, og eina løtu stóð alt púrasta stilt. Snøgt sagt tí ov fá armbond lógu við check-in støðini. Ella kanska var tað bara enn einaferð eitt dømi um, at vit føroyingar altíð hava hug at koma í evstu løtu. Tað var tó skjótt, at ferð aftur kom á, og meðan tónirnar til sing- along musikkin frá Páll, Páll og Finni buldraðu úr tjaldinum, byrjaði festivalurin fyri okkara viðkomandi. Bíðitíðin hevði við sær, at sonurin ikki fekk nakað barnashow við fyrsta dagin, men við stóra Silvalandinum, sum nú fylti alla Akursmørk, var hetta ikki tann stóra skandalan. Hoppi- og klatriborgir eru góður kostur fyri eina lítla barnasál, og fyri okkum vaksnu var hetta kanska mest »irriterandi« momentið á festivalinum. Kanska eitt sindur margháttligt, tí tey bæði undanfarnu árini var tað eitt sindur keðiligt, at børnini til tíðir høvdu hug at keða seg. Hesa ferð var støðan nærum øvugt. Stóra spælilandið var sum ein magnetur, og tíðum mátti orðalagið herðast, tá vit royndi at siga, at øll tíðin ikki kundi nýtast at klintra í. Ob- ella subjektivt Hóast ein slíkur festivalur eisini er annað og meira enn bara tónleikur, so hava framførslurnar á pallinum so avgjørt sína lyklastøðu á einum slíkum. Ummælini av ymsu framførslunum, sum vóru – og vantaðu – á festivalinum, hava kanska verið ymiskar, men felags fyri hesi ummæli tykist vera, at tey bara taka støði í listarliga partinum. Hvørt bassurin hoyrdist ov væl ella illa, og hvussu mikrofonin hjá onkrari bakgrundssangarinnu hevði hug at hvørva. Sjálvur saknaði eg í stóran mun, at hesi eisini tóku útgangsstøði í sjálvari upplivingini. Og ikki minst nostalgi’ini. At Vágsbøur var tjokkandi fullur, tá klokkan var farin av midnátt, mundi neyvan komast av, at fólk høvdu so ovurstóran vónir til nútíðar góðskuna hjá tónleikinum hjá Maggie Reilly og F.R. David. Har stóðu 8.000 fólk, sum vildu hoyra Mooonlight Shadow og Words – Live! Tað fingu tey, og so var tað altso einki minus, at vit í báðum førunum fingu stóra hittið tvær ferðir. Nakað sum eisini var upplagt hjá manninum við myrku sólbrillunum, nú Words kortini er útgivin í tveimum útgávum. Og so var tað flúgvandi líkamikið, hvørt Maggie Reilly eisini sær út, sum er hon eld 20 ár. Ella at framførslur hennara ikki longur eru eins livandi, sum tær einaferð vóru. Øll sungu við, og øll fingu tað, sum tey komu eftir. Í hvussu so er, um teir dekan ov objektivu Tá Havnin gav seg yvir Tey bæði seinnu árini hevur Summarfestivalurin yvirlivað bæði regn, storm og mjørka. Verri verður tað ikki – og tað boðar frá góðum