Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-18, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2006síða 52

‹ fyrra síða allar 52 síður

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2006 33 vikuskifti 33 ummælararnir ikki verða taldir við. Meini so við, at eitt ummæli væl altíð skal vera subjektivt, eins væl og tað eisini skal støði í teimum fortreytum, sum givnar eru. Av útlendska ískoytinum fyrra kvøldið vóru the Rasmus annars tann heilt stóra upplivingin. Sjálvir søgdu teir undan konsertini, at teir partvíst høvdu fingið íblástur frá Metallica. Og í nógvar mátar bar ljóðið eisini brá av hesum. Hóast tey flestu einamest mundu gleða seg til stóra hittið hjá bólkinum, so var tað hugtakandi, tá tjúkki bassurin og bankandi trummurnar fingu tankarnar at sveima eini 15 ár aftur, tá svarta albummið hjá Ullrich og Herfield legði heimin fyri føtur teirra. Anfinn køvdi mjørkatosið Men tað verða hvørki Rasmus, David ella Reilly, sum fólk flest fara at tosa um. Føroyingum flest dámar at tosa um veðrið, og tað verður fyrst og fremst hetta, sum saman við floglíkindunum verður á breddanum í so máta. Longu tíðliga leygardagin frættist, at flogferðslan – ella mangul upp á sama – fór at darva festivalinum. Við nøvnum sum Shu-bi-dua, Roger Hodgson, David Phelps og Johnny Deluxe sveimandi yvir mjørkanum, var stóra kvøldið veruliga í vanda. Ella var tað í øllum førum tað, sum vit upprunaliga hildu. Tað kundi kanska eisini spilt kvøldið, um spælið varð púrasta spilt og einki flogfar lendi. Og eina løtu var huglagið kring festivalin eisini merkt av hesum. Tað kravdi ein sannan meistara at lyfta stemningin, og tíbetur átti Festivalurin ikki bara ein – men tveir – av slagnum. Fyrst og fremst, so loysti Sjúrður Skaale truplu uppgávuna sum frásøgumaður ófatuliga væl. Og tá hann so eisini kundi bera eina bandaða heilsu frá Hodgson til áskoðararnar vaks vónin aftur. Og so køvdi tað ikki lagið tað allarminsta, at Shub’arnir samstundis góvu avboð. Reaktiónin upp á brádliga íkomnu búkilskuna hjá Bundesen var einamest, at »so kann hann hava ein l…« Og so var tað eisini Anfinn. Geniali Anfinn! Hóast landaplágur hansara hava verið nógvar í tali, so er tó sjáldan, at tað hevur verið høvi at uppliva hann á palli. Tað høvið fingu vit leygardagin, og at mjørkin enntá hevði flutt hesa løtuna yvir á stóra pallin, gjørdi tað ikki verri. Sjálvur hevði eg annars havt trupulleikar við at sannføra sonin um, at hetta skuldu vit hoyra, áðrenn leiðin aftur gekk til klatriborgina. Sum vera man, so var lagið einki serligt um hetta, men tað broyttist skjótt. Eftir fyrsta sangin skuldi lítli berast halakukk, og so sungu, skrálaðu, klappaðu og róptu vit báðir í kór við øllum hinum mongu, sum stóðu á bønum. Mest sum í fremstu parkett kom rópið av herunum »hasin maðurin er kulir, babba«, og sjálvur kundi eg ikki vera meira samdur. Raffineraða blandingin av kritikki, speisemi og skemti er nakað, sum Anfinn dugir betri enn tey flestu. Og tó at hann kanska ikki er í heilt sama flokki, sum avboðsrakta sjúk-bi-dua, so hevur hann tó ein fyrimun. Hansara sangir snúgva seg um føroysk viðurskifti og eru á føroyskum, og tí kundi hvør sál á Vágsbøi geyla við upp á Útsalg, Summar, Cirkus Tinganes, í skúri og – ikki minst – Mítt hjarta pumpar fyri tær. Hesin seinasti enntá sum eykanummar við felagssangi, tá Anfinn saman við sínum kompaní mundi uppliva sina glæsiligastu løtu sum entertainari. Festivalurin krimaði Hvat tað var, sum rakti Vágsbø hesa løtuna, er ikki gott at vita. Forsíðan her á blaðnum staðfesti, at Atlantic bjargaði festivalinum. Í Dimmalætting fall hesin heiðurin til Johnny Deluxe. Men sjálvur var eg ikki í iva. Tað var fyrst og fremst toppurin av føroyskum tónleiki, sum fekk alt upp á kók. Eftir ætlan var Kim Hansen annars tann einasti av hesum, sum skuldi vera á stóra pallinum, men tá hinir fingu møguleikan, toku teir av. Var Anfinn genialur, so var Hanus tað ikki minni – umenn á øðrvísi hátt. At framførslan gjørdist væl longur enn upprunaliga tíðarætlanin vísti, tóktist ikki nerva stóra trubadourin tað allarminsta. Tvørtur ímóti bara vaks smílið, og tá hann hevði sungið alla skránna og eykaløg við, mátti annar kostur til. Og hvat var tá meira nærliggjandi enn at lira Ommuna Ludvík av sær! Eyðun og Terji teljast millum okkara bestu entertainarar, og tó at eg sjálvur eri eitt sindur móður av at hoyra Eros sum felagssang, so riggaði hetta bara heilt væl sum punktum. At útlendsku stjørnurnar so eisini komu, var prikkurin. Rómin, sum gjørdi køkuna enn vakrari og enn meira vælsmakkandi. Fagnaðurin var eisini ovurstórur, tá Tyrlan hjá Atlantic sum gott pr-stung sveimaði yvir fjøldini við tendraðum ljóskastarum. Framførslan hjá Deluxe var eisini framúr, meðan rock-legendan úr Supertramp hevði kanska mest kenslubornu framførsluna. Hóast hann tá hevði verið á flogi í 36 tímar, so var maðurin eitt stórt smíl. Meira enn nakað, so tóktist hann halda tað vera hugnaligt, at øll soleiðis høvdu bíðað, og tá hittini so komu sendandi yvir bøin, var talan um sælar góða- nátt-tónar. Sum onkur okkara tók til, tá vit um eitt-tíðina dagin eftir sótu við »morgunmatar-borðið«, so var tað helst gott, at Shu-bi-dua ikki kom. Tí ivaleyst vildi festivalurin tá vart til einaferð um átta-tíðina á morgni ella so! Ólavsøkan hevur tapt Tað er kanska hálvgum blasfemiskt við somikið stórari staðfestin. Og ivaleyst er onkur her í høvuðsstaðnum, sum tekur tað alt ov væl upp. Men saman við G!, sum eg tó ikki helt mær til at fara á, staðfesti Summafestivalurin 2006, at stevnurnar hava tapt. Sjálv ólavsøkan er tikin við fleiri bátslongum. Í so máta var sigurin hjá Klaksvíkingi við Molan bara forspælið, meðan KÍ leveraði eftirspælið, tá teir skoraðu fimm kassar í Gundadali. Tey bæði seinnu árini hevur Summarfestivalurin yvirlivað bæði regn, storm, mjørka og avlýsingar. Tú kundi kanska sagt, at verri verður tað ikki, og tað boðar bara frá góðum. Sjálvur eri eg ikki í iva. Spyrt tú meg, hvat eg geri á ólavsøku komandi, so havi eg ikki ánilsi fyri tíð. Kanska eri eg í Havn, og kanska eri eg tað ikki. Men eg veit í øllum førum, hvar leiðin gongur fyrsta vikuskiftið í august. Bíleggingin til seingjarpláss varð latin, longu áðrenn vit fóru í holið næst seinasta sunnudag! »Hasin maðurin er kulur, babba« ljóðaði av herunum, har sonurin sat halakukk. Og hóast truplu kringstøðurnar, so fekk Anfinn veruliga sett lív í Vágsbø Mynd: Álvur Smílið hjá Hanusi gjørdist bara størri og størri. Eini slíkari fjøld hevur hann neyvan spælt fyri áður, og stóri trubadoururin kundi neyvan havt tað betri sjálvur Mynd: Álvur Mynd: Álvur