mánadagur 21. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2006
7
tíðindi
Fríggjadagin stongdi
Frants Restorff í Mið
býnum, og harvið eru
ongi rundstykkir ella
wienerbreyð at fáa í
Tórsgøtu longur
STONGT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Frants Restorff í Tórsgøtu
er stongt og letur ikki upp
aftur. Sostatt mugu tey, ið
vanliga leitaðu sær til Frants
í Tórsgøtu finna sær leiðir, tá
tey vilja hava eitt rundstykki
ella eitt wienerbreyð aftur
við kaffinum.
1. juli lat Frants Restorff
aftur sum bakarí. Handilin
hevur tó verið opin og at
kalla óbroyttur síðani, men
baksturin tú fekk higani
hevur verið frá Gunleivi.
Men nú er tann kapitullin
eisini liðgur, tá hurðin varð
stongd hjá Frants Restorff
fríggjadagin.
Tað er P/f Vørður hjá
Justinussen-monnunum,
sum herfyri keypti Frants
Restorff og teirra ætlanir
eru at ríva niður gamla
bygningin, og í staðin reisa
ein bygning, ið er fimm
hæddir høgur og hevur
pláss fyri 31 íbúðum.
Men tað er ikki einans
íbúðir, ið tað skal vera
pláss fyri í bygninginum.
Hann skal ætlandi eisini
húsa
tænastuvinnu
og
handilsvirksemi í niðastu
hæddini.
Granskarar
umborð á
Vædderen, ið hýsir
Galathea 3-rann
sóknarferðini, hava
í royndum av sjógvi
funnið bakteriur,
ið kunnu vera
roseobacter-bak
teriur. Hesar drepa
aðrar bakteriur og
kunnu møguliga
brúkast til at
menna nýggjan
heilivág
GRANSKING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Granskingarprofessarin
Lone Gram frá stovni
num Danmarks Fiske
riundersøgelser sigur
við Politiken, at ongar
slíkar bakteriur vórðu
funnar í Skagerrak ella
í Norðsjónum, men at
úrslitið var øðrvísi vestan
fyri Føroyar, har nørast.
Enn er óvist, um talan
er um júst hetta slagið av
bakterium, men tað skal
kannast á starvsstovum
umborð á Vædderen.
- Bakteriur, sum kunnu
drepa aðrar bakteriur, eru
áhugaverdar, tí møguliga
ber til at menna nýggjan
heilivág av teimum, sigur
Lone Gram, ið tó leggur
afturat, at tað fer at taka
drúgva tíð, áðrenn nakað
ítøkiligt úrslit spyrst burt
urúr.
Ongi rundstykkir í Tórsgøtu
Heilvágur
úr havinum
Lone Gram umborð á Vædderen
Mynd: Frants Restorff er stong og ongi rundstykkir eru at fáa í Tórsgøtu longur
Mynd Rólant Waag Dam
Nú konsertin hjá
Eivør í Tivoli nærkast,
er andlitið hjá Eivør
at síggja í donskum
miðlum, men eisini í
býarmyndini er Eivør
vorðin sjónlig
konsert
Á SAS Radisson hotelli
num beint yvir av Palads
biografinum í Keypmann
ahavn hongur ein risastór
plakat av Eivør. Plakatin er
100 m2 10 metur høg og 10
metur breið.
Umframt plakatir sum
hesa eru lýsingar við Eivør at
síggja í donsku bløðunum.
Talan verður uttan iva
um eina serliga konsert, har
Eivør við sama bólki, ið hon
nýtti á Kvinnukonsertunum í
januar og í fjør, umframt eini
strúkarakvartett fer at tolka
sína fjøllbroyttu songskrá.
nud
Plakatin við Eivør er sjónlig í
danska høvuðsstaðnumd
Eivør er partur Av býarmyndini í Keypmannahavn