mánadagur 21. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2006
9
tíðindi
- Ruðuleikin so
stórur, at viðhvørt
tori eg ikki at hyggja
út. Ferðsluvið
urskiftini á nýggju
ferjuleguni hjá Smyrli
í Suðuroy eru heilt
út av lagi vánalig,
men tað sær út til,
at vit skulu bíða til
vanlukkan er hend,
sigur Jonny Dimon á
kunningarstovuni á
ferjuleguni
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hvønn dag, eg fari
til arbeiðis, er tað við
ynskinum um, at bara tað
ikki verður í dag, at ein
vanlukka hendir.
Jonny Dimon arbeiðir
í kunningarstovuni á
nýggju ferjuleguni hjá
Smyrli á Krambatanga á
Trongisvágsfirði.
Sostatt er hon hon hvønn
einasta dag til arbeiðis og
tekur ímóti Smyrli, tá ið
hann kemur úr Havnini.
Men hon er púra forfard
um tann ruðuleika,
sum er av ferðsluni á
nýggju ferjuleguni hjá
suðuroyingum.
- Har er so stórur
ruðuleiki, at tað er bara ein
spurningur um tíð, áðrenn
einn vanlukka stendst av,
sigur hon.
Hon sigur, at viðhvørt
er ferðslan og hættislig,
at hon hon torir ikki at
hyggja út.
- Tað er hvørja ferð
tá ið Smyril kemur, at
vit ganga við hjartanum
í hálsinum um, hvat
kann henda í ferðsluni á
ferjuleguni. Men tað er
serliga leygarmorgnar og
sunnumorgnar tá ið nógv
børn ferðast við Smyrli í
ítróttarørindum, at vit øtast
um støðuna.
Eitt gott dømi var nú
leygardagin, tá ið nógv
børn komu suður at íðka
ítrótt.
- Eg má bara siga, at
eg mátti bara halda fyri
eyguni, tí eg ivaðist ikki í,
at onkur fór at liggja eftir
á.
Hon sigur, at tann stóri
trupulleikin, at bilar og
ferðafólk eru blandað ov
nógv saman.
- Bilar og fólk, sum
koma í land av Smyrli,
bussar, leigubilar og bilar,
sum koma eftir fólki er alt
blandað saman, hvørt um
annað.
Fólk og bilar hvørt um
annað
- Stóri trupulleikin er
sjálvandi fólkið, sum
kemur í land av Smyrli,
tí tey eru tann veikasti
parturin í ferðsluni.
Men fyri at sleppa av
ferjuleguni, skulu tey
mangan tvørturum vegin,
har bilarnir koyra í land av
Smyrli.
Samstundis standa
bussar hjá Bygdaleiðum,
leigubussar og aðrir
bilar beint við, har sum
ferðafólkið skal ganga
tvørturum.
- Ein trupulleiki er,
at tað kemur fyri, at
leigubussar stilla seg á
plássini hjá Bygdaleiðum
so at bussarnir hjá
Bygdaleiðum mugu stilla
eg onkra aðrastaðni.
-Tað er eisini so illa
merkt, at tað kemur fyri, at
bilar parkera á vegbreytini.
Jonny Dimon sigur, at
tað skerst ikki burtur, at
tey, sum koyra í land av
Smyrli mangan skunda
sær og tá ið útsýnið hjá
gangandi ferðafólkið
mangan er skert av stórum
bilum, er tað eitt undur,
at ongin vanlukka er hend
enn.
Kunnu ikki bíða eftir
vanlukkuni
Hon sigur, at hon er
hvønn dag á ferjuleguni
og sostatt sær hon, hvussu
skilið er.
Tað einasta rætta er at
leiða bilarnar, sum koma
í land av Smyrli, longur
niðan á ferjuleguna so at
teir ikki komu íbland við
fólk, sum er til gongu.
- Vit hava gjørt vart við
óskilið fleiri ferðir, men
tað hendir onki.
- Tað einasta, sum er
hent, er, at Landsverk
hevur sett nakrar
betongstabbar upp og
spent snórar ímillum so
at ferjulegan nú líkist eini
gokart-breyt.
Eftir hennara tykki er
støðan heilt álvarslig og
tað er bara ein spurningur
um tíð, áðrenn ein
vanlukka hendir.
- Eg havi spurt um
meiningin er at bíða til
ein vanlukka er hend. Og
eg havi eisini spurt, hvør
skal hava skyldina, tá ið
vanlukkan er hend.
Hon heldur, at okkurt
eigur at verða gjørt við
støðuna beinanvegin.
- Vit kunnu ikki bíða til
tað er ov seint, leggur hon
afturat.
Poul Johannus
Poulsen koyrir buss fyri
Bygdaleiðir so hann
kennir væl umstøðurnar á
ferjuleguni.
Hann sigur, at skal
hann bara hugsa um
Bygdaleiðir, eru teir
ikki so nógv nervaðir av
ferðsluni.
Kortini kemur tað
fyri, at aðrir bilar
standa á plássunum hjá
Bygdaleiðum og tað ger
fortreð.
Men hann ásannar, at
sum heild eru viðurskiftini
ikki góð.
- Tað er ørskapur at
leggja vegin, sum bilarnir,
ið koma íland av Smyrli,
skulu koyra eftir, beint
har fólk til gongu kemur
út av farstøðini. Bilarnir
skuldu koyrt longri uppi
so at bilar og ferðafólk
varð skilt sundur mest
møguligt, sigur bussførarin
hjá Bygdaleiðum.
Tað er Landsverk,
sum hevur ábyrgdina at
ferðslutrygdini á økinum.
Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki sigur,
at arbeitt hevur verið
við málinum. Men nú
summarferian hevur verið,
veit hann ikki akkurát,
hvussu málið liggur
og tí hevur hann ongar
viðmerkingar beint nú
Viðhvørt má eg bara halda fyri eyguni
Fólk til gongu og bilar hvørt um annað. Ferðslutrygdin á nýggju ferðsjuleguni hjá Smyrli í Suðuroy, er so út av lagi vánalig, at tey, sum taka ímóti Smyrli, tora
mangan ikki at hyggja, tá ið fólk fer í land av Smyrli
63 hval
løgdu
beinini í
Hvalba
Leygarkvøldið
varð grindin
hildin til í Hvalba.
Býtt varð til
syðru helvt av
Suðuroynni
GRIND
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Um áttatíðina
fríggjakvøldið var
drápið liðugt. 63
hval høvdu løgdu
beinini, og var
hetta nakað meira
enn mett. Seðlarnir
komu út klokkan trý
leygarnáttina.
Tilsamans var talan
um 264 skinn.
Hóast hvalirnir
løgdu beinini í Hvalba,
so varð býtt til syðru
helvt av Suðuroynni.
Grindabýtið í
Suðuroynni hevur
ofta verið havt á
mannamunni sum
sjáldsama rættvíst, og
ikki sørt øðrvísi enn
norðanfjørðs.
Drápspartar eru
ongir, men býtt verður
alt eftir, hvar í oynni
mest tørvur er.
Hvalbingar og onnur
fingu grind fyri ikki
so langari tíð síðani,
og tí varð hesaferð
býtt til syðru helvt
av Suðuroynni, hóast
hvalirnir løgdu beinini
í norðaru helvt.