mánadagur 21. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 159 - 21. august 2006
Neyðugt samstarv
Um vikuskiftið hevur Útnorðursráðið havt
ársfund í Føroyum. Útnorðursráðið er eitt
ráð av tinglimum út Grønlandi, Íslandi og
Føroyum. Hetta ráð hevur bert ráðgevandi
myndugleika mótvegis stjórnunum í teimum
trimum londunum í politiskum málum. Men
í aðrar mátar kann ráðið taka avgerðir t.d. um
ymisk tiltøk. Í ár hevur eitt av tiltøkunum ver
ið ein veðurlagsráðstevna. Henda ráðstevna
hevur umrøtt, hvussu veðurlagsbroytingar
ávirka okkara havumhvørvi, og hava nøkur av
mætastu vísindafólkum um okkara leiðir havt
framløgur. Hetta er eitt sera týdningarmikið
evni, og eiga Útnorðursráðið og formanskap
ur tess við Henrik Old á odda stóran heiður
uppibornan fyri hetta frálíka tiltak.
Politiskt samstarv í útnorði hevur sera stóran
týdning og fer týdningurin av hesum sam
starvi at vaksa í framtíðini. Bert spell, at tað
samstarv, sum er, er so lítið sjónligt, og at so
lítið sæst og hoyrist til tað, sum veruliga hendir.
Tað er júst tí, at ein ráðstevna, sum tann, sum
var leyugardagin, hevur so stóran týdning.
Ráðstevnan kann vísa almenninginum,
hvussu umráðandi tað er, at vit samstarva.
Men her má vera mangt annað at samstarva
um – og tað verður ivaleyst samstarva eisini,
vit hoyra bara einki um tað. Útnorðursráðið
hevur skrivstovu í Reykjavík. Tað má vera ein
uppgáva hjá hesari skrivstovu at gera ráðið
og tess virksemi nógv meira sjónligt. Kanska
skuldi Útnorðursráðið havt eina skrivstovu á
Bryggjuni í Keypmannahavn.
Eitt ítøkiligt úrslit av politiska útnorðursam
starvinum er Barnabókavirðisløn Útnorðurs.
Hetta er eitt frálíkt tiltak. Í ár kom virðislønin
so til Føroya og tað eiga allir føroyingar at
fegnast um. Vit ynskja vinnaranum Bárði
Oskarsson hjartaliga tilukku! Hetta er gott fyri
føroyskar barnabøkur og fyri allar Føroyar.
Vónandi fer arbeiðið hjá Útnorðursráðnum
at mennast, tí hesi trý londini eru tvungin at
samstarva, um tey skulu megna at vinna sum
mest burtur úr altjóðagerðini.
SAMBAND
Eirikur Lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 3418
viðmerkingar
Hesin góði Rolf Guttesen
tykist ikki sørt illur inn á
Jóannes Patursson. Hann
um tað.
Jóannes er ikki halgimenni
og roknaði seg sjálvan ikki
sum halgimenni. Best sæst
hetta á sálminum »Millum
tey lágu tú helt teg, mín kong
ur hin sæli« í sálmabókini
(nr. 176 ) og í songum
hansara í Song Bók Føroya
Fólks. Hetta sæst eisini á
brævskrivingini millum
pápan og unga Jóannes, tá
ið hann var í Noreg og fekk
sær útbúgving.
Hví Jóannes bóndi skal
dragast upp í føðingardag
Sambandsfloksins upp á
henda mátan er eisini óskilj
andi. Hann livdi frá 1866 til
1946 og hoyrdi samtíðini til,
sum tá var. Tað ber ikki til at
draga hann inn í dagsins tjak,
uttan so at fyrivarni verður
tikið fyri hesum. At spilla
deyðar menn út, er annars
ikki vanligt í Føroyum og er
uttan fyri alt lágmark.
Eg skilji ikki, at Rolf Gutte
sen fer út við tílíkum skuld
setingum ímóti Jóannes
Paturssyni. Onki menniskja
er fullkomið, men Jóannes
legði hóast alt eina rúgvu
eftir seg, bæði í arbeiði og
í mentanarlívi føroyinga.
Hann stendur fyri nógvum
av okkum, sum ein fyrimynd
í dagliga arbeiðinum her á
klettunum, og tað skal eingin
taka frá okkum.
Tað er undir alt lágmark at
hunddálka farin fólk!
Tá hin hunddálkaði har
afturat er eitt av høvuðsskald
um Føroya, ja – so kann ein
neyvan ríða lægri!
“Boðar tú til allar tjóðir”
Jóannes Paturson fekk
ikki greinar sínar tiknar
upp í donskum bløðum. Tá
hann so fekk norsk bløð at
taka sjónarmiðini upp, varð
hann ákærdur fyri landasvik
- ímóti Danmark!
Kann nakar vera føroying
ur, - og asfaltføroyingur í
fýratifýra ár, og so vera verð
insmeistari í at vita hvat, ið
best er fyri okkum, ið her
strevast og búleikast?
Tað er »totalt langt úti«.
Rolf Guttesen fór í coma
í mei 1998. Har er hann ikki
undankomin enn.
Men nú ráða menn hansara
fyri borgum.
Best var um Rolf helt seg
til geografiina, tí har er hann
bæði greiður og dyggur!
Sambandsgreinarnar er
best at gloyma.
Ráðtt verður til, at Rolf
fær sær eina skilaforðing
ímillum heimateldu sína og
sokallaða óhefta Tíðinda
blaðið Sosialin.
Góðan betring!gði hóast
alt eina rúgvu eftir seg, bæði
í arbeiði og í mentanarlívi
føroyinga. Hann stendur
fyri nógvum av okkum,
sum ein fyrimynd í dagliga
arbeiðinum her á klettunum,
og tað skal eingin taka frá
okkum.
Undarlig grein hjá Rolf Guttesen
Fý skamma teg Rolf Guttesen
býráðslimur fyri
Fólkaflokkin í Havn
Bjarti
Mohr
hanus
vang
Jógvan Jacobsen í Gundadali
var so ein av teimum, sum
ikki dámdi at síggja nøkur
kritisk orð um ein av teim
mytologiseraðu ”sjálvsstýr
ishetjunum.”
Tó, í einum, hann skrivar í
Sosialinum 18.08.06, hevur
hann púra rætt, og eg citeri:
”Og hvat hevur Jóannes
Patursson, sum ongantíð á
ævi síni var sambandsmaður,
við søgu Sambandsfloksins
at gera?”
Tað var tað sama, sum
fekk meg at stúrsa við, tá
Sosialurin brúkti nakað um
”saft og kraft í Jóannes Pat
ursson” sum yvirskrift til
eina samrøðu við Anju Andr
eassen um nýggju bókina um
Sambandsflokkin. Nettup
hatta helt eg hanga illa sam
an, og tað heldur Jógvan Jac
obsen eisini, skilji eg.
Yvirskriftin vísti
til sakina
Men Jógvan Jacobsen sigur
seg ikki fotrstanda mína yvir
skrift: ”Meira saft og kraft.
Ella: Hvat bagir Sosialinum.”
Hann sigur at einki samband
er millum yvirskrift og inni
hald. Tað burdi tó ikki verið
so torført.
Fyrri partur sipar beinleið
is til sjálva yvirskriftina,
sum stóð í Sosialinum. Og
annar partur er jú bara ein
mild undran yvir, at blaðið
er so óskettið, frekt ella illa
óupplýst, at at draga JP inn
sum eygnariv fyri at lesa
um nýggja bók um Sam
bandsflokkin. Orsøkin til at
eg yvirhøvur skrivaði nøkur
orð um JP var tann, at hann
var politikkari, ikki bara ein
privatur persónur. Hann er hjá
nokkso nógvum bara blivin
ein hálvgudur ella guru, sum
verður tilbiðin. Sum JJ sjálv
ur nevnir handan bóndan:
”tjóðskaparhetja”. Tey sum
ikki fylgja rákinum, fáa av at
vita sum trúðarvillingar.
Realitetur ella myta
So leingi sum nøkur trúgva
uppá ”tjóðskaparhetjur”,
núlivandi ella ikki, so mugu
hesir hetjudyrkarar finna seg
í, at ikki øll taka undir við
hetjudyrkanini. Hatta er ein
spurningur um politikk og
áhugamál, ikki persónar. Eg
havi ikki ætlað at siga nak
að um persónin, men nett
up um hansara politikk og
áhugamál, sum hann legði
framm í skrift og talu. Júst
í politikki var JP stokk-kon
servativur, og sum eg havi
dokumenterað, eisini fasc
istavinarligur, sum so nógv
onnur í Europa tá.
Forboðið at skifta
orð og nývurdera?
Um tað verður forboðið at
umtala søguligar persónar,
sum nú ikki eru á lívi, so
leiðis sum Jógvan leggur
upp til, so verður ógjørligt at
fáa meira at vita um Føroya
søgu.
So verður søgan gjørd til
mytologi og gudalæru.
So verður slætt gólv fyri
nútíðar herðaklapparum og
hetjudyrkarum, sum mála
glitrandi glansbíløt og halda
tárapersandi talur.
Tú gerst blindur, um polit
ikkarar og persónar í søguni
verða mytur og hálvgudar.
Aftursvar: Viðbragd sum væntað
rolf
guttesen
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.