Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2006 11 tíðindi Herfyri hevði eg eina grein um nýggja valskipan til løg­ting­s­­val. Niðurstøð­ an hjá mær var, at ikki ov nógv­ar broytingar áttu at veri gjørdar í núverandi val­ skip­an, og serliga átti ikki at verið minkað um lokalu um­boðanina á tingi. Tað eru serliga tvey fyr­i­ brigdi menn ikki rættiliga kunnu foreina seg við: 1. “Skeiva” umboð­an­in av tingmannatalið í mun til atkvøðutalið hjá flokk­u­ num 2. Tað at ein tingsessur í stóru valdønunum “kostar” meira enn ein í smáu val­ dømu­num Til tað fyrra spurningin er at siga, at hetta kann hjálp­ ast uppá við at hava fleiri eykamandatir ella ú­t­javn­ ing­ar­mandatir. Annars er tað ein spurningur, um hetta er so skeivt kortini. Valini vera nógv meira áhugaverd, tá einstøk valdømi kunnu avgera samansetingarnar, og persónarnir koma at hava nógv meira at týða. Til døm­is hevur tað nógv størri týdning, at ein flokkur sum fær 7 tingmenn, fær hesar í 6 ella 7 valdømum, heldur enn hann hevði fingið teir í einum stórum landsvaldømi, hvar kanska ein ella tveir per­sónar fáa flest allar per­ són­ligu atkvøðurnar, með­ an seinastu fimm fáa fáar atkvøður, og tilvildin ræður fyri hvørjir hesir persónar vera. Til seinra spurningin kann sig­ast, at tað ger einki, um ting­s­ess­irnir kosta minni í smærru valdømunum enn í teim størru. Tað av­ger­andi er, at øll vera um­boðað. Demokratiið er ikki ein spurningur um mat­e­matiskan rættleika, men ein spurningur um, at so nógv áhugamál sum møg­uligt verða umboðað. Tí hevur tað nógv størri týdning, og er nógv meira demokratiskt, at t..d. Sand­ oygg­ing ella Vágarnar verða umboðað við tveim­ um løgtingsumboðum enn at Suðurstreym verður um­boð­að við 10 ella 11 um­boð­um. Eg fari tí at koma aftur til tað sum eg skrivaði fyri góðum mánaða síðani og seta tað upp ímóti nýggja uppskotinum hjá Sjálv­stýr­ is­flokk­inum. Eg skal tó við­merkja, at eg meti tað uppskotið at vera rættiliga mod­erat, men kortini hevur í sær nakrar broytingar, sum ikki tæna demokratiinum ella fjølbroyttari umboðan. Sjálvstýrisflokksins upp­skot Hetta uppskotið loyvir í mesta lagi 33 tingumboðum í­móti nú 32. Tað er í lagi. Men samstundis skulu vera 28 umdømisvald í 5 val­døm­um móti nú 27 í 7 valdømum. Upp­skotið hevur við sær øk­ing av umdømisvaldum í stóru valdømunum (Suð­ur­strem­ oy og Eysturoy) og minking í smáu valdømunum (Suð­ ur­oy/Sandoy) og (Vágoy/ Norð­streym­oy). Hetta hev­ur við sær, at lokal um­boðanin verður veikari, ser­liga kann Sandoyggin koma at vera við sviðið soð, tí Suðuroyggin hevur lutfallsliga størri fólkatal. Og áhugamálini hjá hesum báðum oyggjunum kunnu vera ymisk. Sum eg havi nevnt frammanfyri er rætt­ ari veg­urin at fara heldur at luta færri umdømisvald til stóru valdømini. Eftir míni metan er veikleikin við uppskotinum bæði ein samanlegging av val­døm­um og nógvar umdømisvaldar til størri økini. Mítt uppskot Høvuðsinnihaldið í mín­um uppskoti er, at verandi val­ dømi verða varveitt, at smáu valdømini varveita sínar um­boð­anir, ein lækking av umboðunum í stóru val­døm­ unum, ein hækking til 33 ting­um­boð tilsamans og at eykavaldu umboðini vera 9 í staðin fyri nú 5. Uppskotið sær soleiðis út: Hendan skipanin tryggjar øllum valdømum umboðan, eisini teimum við lítlum fólk­ atali. Hinvegin vilja tey stóru valdømini, sum lutfallsliga fáa færri val­døm­isvaldar, fáa teir flestu av teim eykavaldu. Við fleiri eykavaldum verður tryggjað, at tann politisk/id­e­ ologiska umboðan verður lut­f­als­liga røtt, tað vil, at flokk­ar­nir fáa lutfallsliga tin­ g­mannatal eftir sínum saml­ aðu atkvøðum fyri alt landi, meðan teir um­døm­isvaldu í smærru val­døm­num tryggja lokalu á­hug­a­málunum góðar umstøður. Ann­ars skal eg eisini við­merkja, at eg dugi ikki at síggja at ein broyting frá d`Hondts roknihátti til Sainte-Lagues gevur nakra serliga meining og skuldi væl veri óneyðug. Um hendan skipanin hevði verið nýtt við seinasta val í 2004 hevði úrslitið ver­ ið hetta; Hendan valskipanin hevði givið størsta flokk­i­num í atkvøðutali, Sam­bands­ flokkinum, 8 tin­g­menn móti 7 eftir galdandi skipan. Hinvegin hevði Tjóð­veld­is­ flokkurin fingið 7 tingmenn og ikki 8, sum hann fekk eftir galdandi skipan. Ting­ mann­a­býtið hevði sostatt ver­ið “rættvísari” í mun til atkvøðubýtið. So vítt eg dugi at meta um vil hjá­ lagda uppskot altíð geva eitt rætt býti útfrá samlaðu atkvøðutølunum fyri alt land­ið. Eftir framman­fyri­stand­ andi uppseting vil hvør tingmaður hjá teim ymsu flokkunum kosta í at­kvøð­ um: Orsøkin til, at Sjálvstýrisflokkurin hevur dýrasta tingmannin, er, at hann júst ikki náddi upp á brotspartin 1,5 fyri tað ein umdømisvaldur kostaði við útrokningini. Hinvegin kom Miðflokkurin uppá 1,7 og fekk sostatt 2 manns og harvið eisini teir “bíligastu”. Hjá teim størru flokkunum eru tølini rættiliga jøvn. John the Joke(r) og hans­ ara lítla innlit í, hvat fyr­ i­ferst í útjaðaranum og við tí sum samgongan samtykti við sølu av Farm­a­leiðum vís­ur seg í hansara grein í Dimmalætting og Sos­i­al­ i­num. At undirritaði gongur inn fyri privatisering og lækkan av skattinum er ongin loyna. Tað at skatturin bleiv lækkaður samsvarandi tí, sum Sambandsflokkurin mælti til upp til seinasta val og sum eisini semja bleiv um í samgonguni hevur víst seg at verða rætt, tað má sjálvt John Johannesen ásanna. At eg og flestu arðir í samgonguni vilja priv­at­ i­sera er púra rætt, men privatisering skal ger­ ast við skili, hóast tað við eini so breiðari sam­ gongu kann væntast at kompromis’ini føra til verri loysnir, tíverri. Farmaleiðir er ein av hes­um, og Atlantsflog við tí uppdeiling av søluni sum kemur at fara fram, ivaleyst eisini verður ein »há­lvgóð loysn«. Øll samgongan var samd um at Sandoyggin og Suðuroyggin ikki skuldu blíva verri fyri við søl­uni at farmaleiðum, og at tað tænastustøði sum var í hesum økjum skuldi halda áframm - men tí­verri eftir at vit høvdu trýst á grøna knøttin í løgtinginum, vísti tað seg at hetta ikki var so og vóru vit bóndafangaðir! Tá John Johannesen í síni grein sigur - sitat: »Tað hevur víst seg fyri Jo­han Dahl, at hann ikki fær vinn­uvirksemi sítt í Vági at hanga saman, uttan at tað al­menna flytur fisk fyri hann ímillum Kollafjørð og Havnina. Í Suðuroynni og ímillum Suðuroynna og Havnina tekur tað al­menna sær framvegis av vøruflutninginum, tí hes­ar leiðir vóru ikki við, tá Farm­ a­leiðir fóru á privatar hend­ ur.« Sitat endað, So sigur hetta ikki so heilt lít­ið um, hvussu nógv John Johannesen hevur fing­ið við , TÍ tað almenna tekur sær nevniliga IKKI av farmaflutninginum long­ ur, hvørki í Sandoynni ella Suðuroynni, so John, - títt heimaarbeiði er ikki í lagi - les betur upp á lekt­i­una ella tosa við strand­ferðsl­ ustjóran, so hesin kanska kann siga tær, hvat teir gera við farmaflutning og ikki, til Suðuroyar, Sand­ oyar og Kalsoyar. At Johan Dahl saman við nógvum ørðum rek­ur vinnuvirksemið í Suðuroynni og hevur gjørt tað í mong ár, tí Jo­han Dahl og nógvir arð­ ir framhaldandi trúgva upp á, at tað eisini skal bera til í útjaðaranum eig­ ur hvørki at koma mær ella hinum vinnurekandi aftur um brekku. Vit skulu hava somu møguleikar á flutn­ing­s­ øki­num sum allir arðir, og tað er ein partur av politikki samgongunar - vit krevja at okkara kostn­ að­ur og servica er tann sama, sum hjá restini av land­inum og tað var eisini tað, sum avtalað var í sam­gonguni, men sum ikki helt tá endaúrslitið kom á borðið. Eg tori at ásanna, at her eru skeivleikar og at vit hava gjørt ein feil - og eiga vit at rætta tann feilin sum í er komin, soleiðis at bæði Suðuroyggin, Sand­ oygg­in og Kalsoyggin (sum eisini hevur sama trupulleika sum vit) fáa mistakið rættað aftur so­leiðis sum avtalað varð í samgonguni. Vit liva í einum oyggj­­a­sam­felag – har markn­að­ar­øko­nomisku treyt­irnar ikki virka á á­vís­um økjum sum her nevnt tá ta kemur til t. d. farmafluting, eiga vit at tryggja at tað verður á sama støði sum í restini av landinum. John sigur, at Javn­að­ ar­flokkurin er tolin, jú víst - summir er iva­ leyst tolnir, men tað sum eg havi upplivað grein­ skriv­aran, so er hesin ikki ein av teimum, men kanska broytist hann við árunum. Javnaðarflokkurin og John eiga á sama hátt sum undirritaði at tora at viðganga um gjørd verða mistøk, higartil havi eg so ikki sæð teir tora at viðgangið mistøk hvørki í leiðsluni ei heldur í flokkinum, - men nú hava teir so møguleikan í samband við at fáa til­ lag­að farmaflutningin til Suðuroyar, Sandoyar og Kalsoyar, soleiðis at hesi øki verða røkt við farm­aflutningi sambært teimum avtalum sum gjørdar vóru í sam­gong­ uni áðrenn farmaleiðir blivu seldar. Vágur 18.08.2006 John – ger heimaarbeiðið áðrenn tú loypir á bláman jógvan sundstein løgtingsmaður johan dahl Nýggj vallóg Norðoya valdømi 4 valdømisvaldir Eysturoya valdømi 4 valdømisvaldar Norðstreymoyar valdømi 2 valdømisvaldar Vága valdømi 2 valdømisvaldar Suðurstreymoyar valdømi 6 valdømisvaldar Sandoyar valdømi 2 valdømisvaldar Suðuroyar valdømi 4 valdømisvaldar Tilsamans 24 valdømisvaldar Harafturat koma í mesta lagi 9 eykavaldir Hetta gevur tilsamans max. 33 tingmenn A B C D E H Total Norðoya valdømi 1.434 602 741 264 849 148 4038 2 1 1 4 Eysturoya valdømi 1.217 2.012 1..254 529 1.254 466 6.732 1 1+1 1 +1 1 +1 4+3 Norðstreymoyar vald. 531 663 489 60 582 78 2.403 +1 1 1 2+1 Suðurstreymoyar vald. 2.041 2.638 2.267 527 3,076 788 11.337 1+1 2+1 1+1 2 +1 6+4 Vága valdømi 532 663 373 39 263 79 1.949 1 1 2 Sandoya valdømi 259 105 326 22 285 26 1.023 1 1 2 Suðuroya valdømi 516 818 1.471 20 581 74 3.480 1 2 1 4 ________________________________________________ Total 6.530 7.501 6.921 1.461 6.890 1.659 30.962 5+2 6+2 6+1 +1 7+0 +2 24+8 A. Fólkaflokkurin 933 atkv. B. Sambandsflokkurin 938 atkv. C. Javnaðarflokkurin 989 atkv. D. Sjálvstýrisflokkurin 1.461 atkv. E. Tjóðveldisflokkurin 984 atkv. H. Miðflokkurin 830 atkv. Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgtings, landsstýris- og løgmaður heldur ikki at ov stórar breoytingar eiga at gerast í valskipanini - serliga eigur ikki at verða minkað um lokalu umboðanina, heldur hann