mánadagur 21. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 159 - 21. august 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í gjár, sunnudagin 20. august,
fylti Óla Hans Olsen í Havn
50 ár. Sama dag fylti dóttur
hansara, Jona, fjúrtan ár.
Óla Hans var føddur í
Havn, og her búði hann, inntil
hann saman við mammuni
og tveimum systkjum flutti
til Skálavíkar, har mannan
giftist Hermani Petersen. Tá
var hann seks ára gamalur.
Foreldrini hjá Óla Hans
vóru Jona fødd Hansen og
ættað úr Æðuvík, og Kartni
Olsen úr Havn. Omman
og abbin á móður síðuni
vóru Sunneva og Óla Hans
Hansen. Tey búðu fyrst í
Æðuvík og seinni í eystur
býnum í Havn. Á faðir síð
uni vóru omman og abbin
Jóhanna og Palli Olsen ella
Palli á Lava, sum hann varð
nevndur.
Pápin búði nógvu tey
seinastu árini í Keypmanna
havn, har hann doyði mið
skeiðis í áttati árunum.
Systkini hjá Óla Hans
eru Palli (1957) í Skálavík,
Katrin (1958) í Skopun,
Sunneva (1963) í Kollafirði
og Jóan Petur (1967) í Skála
vík.
Eftir at hann sum fjúrtan
ára gamal var farin úr skúl
anum, var Óla Hans sjómaður
í tíggju ár. Hann var í tvey ár
á Flemmish Cap við Kvikki,
sum Palli Mikkelsen, Palli
í Gøtu, í Klaksvík, førdi,
hann var onkrar ísfiskatúrar
við Columbusi, sum Jákup
Andreas Vang ella Jákup
Andreas í Kálvhúsinum á
Glyvrum førdi, og so var
hann í tvey ár við Reynsatindi
á garnaveiðu í Grønlandi.
Skipari var Dánial Pauli
Nielsen, ættaður úr Sandavági
og búsitandi í Havn.
Síðsta skipið, sum Óla
Hans sigldi við, var vaktar
og bjargingarskipið Tjaldrið.
Har var hann dekkari við í
fýra ár.
Eftir at Óla Hans hevði
verið á ítróttarskúla í Oll
erup í eitt ár og ætlaði at
halda fram á tí leiðini,
gjørdist hann álvarsliga
sjúkur í høvdinum. Hann
var á Ríkissjúkrahúsinum
og Landssjúkrahúsinum, og
hann kom fyri seg aftur.
Síðani 1986 hevur Óla
Hans arbeitt á Toll og Skatt
stovu Føroya. Á sumri í
2004 og aftur á sumri í 2005
var hann í nakrar mánaðir í
Thule og arbeiddi.
Óla Hans giftist í 1991
við Charlottu á Váli, sum
er ættað úr Klaksvík. Tey
búgva í Svanga, har tey eiga
hugnaligt heim, og tey eiga
tvey børn. Jona (1992) og
Ólavur (1994).
Óla Hansi dámar væl
sang og tónleik, og hann
hevur altíð verið ógvuliga
áhugaður í fótbólti. Frá
fyrstu barnaárunum hevur
hann hildið við B36, og so
hevur tað verið B71, sum
hann eisini spældi við inntil
hann gjørdist sjúkur. Tá var
besta B71 liðið í 3. deild.
Føðingardagin hildu Óla
Hans og dótturin í hølunum
hjá Starvsmannafelagnum,
har nógv fólk vitjaði inn á
gólvið seinnapartin sunnu
dagin.
J
Óla Hans Olsen 50 ár
Týsdagin 22. august verður
Jóhanna Petersen í Rituvík
90 ár.
Jóhanna er fødd í Saltnesi
og búði har hjá foreldrum
sínum saman við sínum 6
systkjum til hon var 12 ára
gomul, tá fór hon til ommu
sína, sum búði á Tippinum
í Rituvík. Meiningin var, at
hon bert skuldi vera har eina
stutta tíð fyri at hjálpa ommu
síni, men tíðin leið, og hon
bleiv verandi í Rituvík.
25. november í 1937 giftist
hon, 21 ára gomul, við Joen
Jacob Petersen, sum var úr
Rituvík.
Tey giftust inn á Tippinum,
har hon búði frammanundan,
og búðu so har saman við
ommu og mammubeiggja
Jóhonnu. Joen Jacob og
Jóhanna fingu 9 børn saman;
3 gentur og 6 dreingir, harav
8 av teimum eru á lívi í dag.
Tey, sum kenna J óhonnu
vita, at hon hevur verið ein
avbera arbeiðssom kvinna,
sum avgjørt ikki hevur ligið
á latu síðu, tvørturímóti.
Hóast hon hevur verið lamin,
síðan hon var fødd, og hevur
máa livað við pínu, serliga í
mjødnini, dagliga, so hevur
hon stríðst, og sum sagt borið
9 børn. Joen Jacob var sjó
maður, og meðan hann tað
nógva av tíðini, hevur verið
burtur, hevur hon sjálv verið
heima og røkt børn og hús
til lítar.
Eftir at hava verið giftur
við Jóhonnu í 59 ár, andaðist
Joen Jacob í 1996. Sostatt
náddu tey ikki diamant
brúdleypinum.
Jóhanna hevur verið
serliga røsk at binda, og ikki
er tal á hvussu nógvar hosur,
skóleistar, skipstroyggjur,
undirtroyggjur osfr. hon
hevur bundið tilsamans
millum ár og dag. Henni
dámar enn væl at sita við
stokkum millum hendurnar
og binda hosur. Jóhanna
hevur eisini gjøgnum árini
bakað mongdir av góðum
pannukøkum og inntil fyri
stuttum hevur hon knoðað
síni egnu breyð.
Jóhanna er sera fitt og blíð
av lyndi, og mangar góðar
løtur hava vit havt yviri á
Tippinum.
Tá man er komin inn á
vitjan, hevur bert gingið
ein lítil løta, so hevur ein
stakkur av góðum, nýbak
aðum pannukøkum staðið á
borðinum.
Nú Jóhanna hevur nátt
henda høga aldur, sær
ættartalva hennara soleiðis
út: 9 børn, 22 ommubørn,
33 langommubørn og 6
oldurommubørn.
Góða omma og langomma,
takk fyri alt tú ert fyri
okkum. Hjartaliga tillukku
við degnum og Guds ríku
signing.
Ynskja vit á Skipanesi
Jóhanna M. Petersen 90 ár
Mánadagin var ein hugnaløta
á Ellisheiminum í Havn í
samband við at Ingun Joensen
hevur arbeitt á stovninum í 25
ár. Ingun er ættað úr Sandavági
og búsitandi í Havn.
Til hugnaløtuna vóru nógv
fólk savnaði, bæði búfólk,
starvsfólk, vinir og familja hjá
Ingun og umboð fyri býráðið
saman við borgarstjóranum
Heðini Mortensen.
Tey sum hildu talu vóru
Randi Kjærbæk og Lisbeth
Danielsen, starvsfólk, og Ida
Sørensen fyristøðukvinna á
Ellisheiminum.
Borgarstjórin segði m.a.
í talu síni fyri Ingun: Øll
hesi árini hevur tú trúføst
og áhaldandi havt títt fasta
pláss í køkinum - tilsamans
munnu tað vera ikki so
fá tons av eplum tú hevur
flust og óteljandi koppar
og tallerkar, sum tú hevur
vaskað upp.
Tú ber orð fyri at vera
nærløgd og at gera títt arbeiði
til lítar. Men tað sum serliga
eykennir teg er, at tú ert so
góð við títt arbeiðspláss. Á
Ellisheiminum eru tey eis
ini ógvuliga góð við teg,
og sakna teg, tá tú ikki ert
til arbeiðis. Tú fylgir væl
við í øllum sum fyri ferst á
Ellisheiminum.
Mær er sagt frá, at tað
ofta gongur lívliga fyri seg
í køkinum, tí at skemta dugir
tú eisini.
Eitt arbeiðspláss, har
hjartarúm er, har kenslur og
fjølbroytni sleppa at liva, er
eitt ríkt arbeiðspláss. Tí vil
eg eisini nýta høvi at ynskja
Ellisheiminum til lukku
við hesum degi, og ynskja
at hetta framhaldandi kann
vera eitt gott arbeiðspláss,
har fólk trívast og mennast,
segði Heðin Mortensen.
Ingun Joensen:
25 ára starvsdag á
Ellisheiminum
Ingun Joensen fekk gávu og blómuheilsan frá borgarstjóranum
Heðini Mortensen