mánadagur 21. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2006
13
Berlina Sólsker, ættað av Eiði, búsitandi í Havn,
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 20.
august, 76 ára gomul.
Theodor Eliasen, Leirvík, andaðist á Landssjúkra
húsinum leygardagin 19. august, 85 ára gamal.
Jens Mortan Olsen, Klaksvík, andaðist í heim
inum leygarmorgunin 19. august, 63 ára gamal.
Anna K. Madsen, Kvívík, andaðist á Eldrasam
býlinum í Kollafirði leygardagin 19. august, 91
ára gomul.
Heini Joensen, Svínoy, andaðist á Landssjúkra
húsinum fríggjadagin 18. august, 75 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Okkara kæra mamma, vermanna, omma
og langomma
Anna K. Madsen
Kvívík
andaðist á Eldrasambýlinum í Kollafirði
leygardagin 19. august, 91 ára gomul.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14.00
úr Kvívíkar kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Ingibjartur, Asbjørn, Gullak, Ása og Árni
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Theodor F. Eliasen
Leirvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 19. august, 85 ára gamal.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið
kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Hebron í Leirvík
mikudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Elisabeth
Jón, Korinta, Tummas, Sigrun og Eydna
Tey, ið ynskja at minnast Theodor, kunnu senda eina gávu
til Akurin, konto í peningastovninum.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Olaf Michelsen
andaðist og varð jarðaður.
Vegna familjuna
Sólvá og Ólavur
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá
okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi,
abbi og langabbi
Sveinbjørn Pauli Kvilt
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til Hera Joensen, prest og tykkum, sum vóru
komin saman í kapellinum.
Tøkk til Emil Olsen, prest.
Tøkk fyri troystarrík orð.
Tøkk til sangarar, organist og kirkjutænara,
berarar og gravara.
Tøkk fyri uppringingar, blómur og kransar
og tøkk tit øll, ið hjálptu á annan hátt.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarsstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Katrin, Tórhild, Elinborg, Trygvi og Jórun
Fríggjadagin 18. august doyði Heini
Joensen í Svínoy á Landssjúkra
húsinum. Hann var føddur 12. juni
í 1931 og sostatt 75 ára gamal, nú
hann slóknaði.
Heini var giftur við Fríðgerð Joen
sen, sum er úr Heimistovu í Svínoy. Tey
bæði høvdu gullbrúdleyp mánadagin
7. august ella fyri tveimum vikum
síðani. Stóra dagin hildu tey heima
hjá soninum Hera. Fitt av fólki vitjaði
í prestagarðinum við Landavegin.
Hetta vísti seg at vera seinasta ferð
in, at tað bar til at heilsa upp á Heina,
sum hevur verið heilsuveikur seinastu
árini, men sum júst henda dagin tóktist
vera hampuliga væl upplagdur.
Heini var svínoyingur. Foreldrini
vóru Petra og Sámal Joensen. Tey búðu
fyri tað mesta í Havn, og fingu trý
børn. Angelica (1930) í Havn, Heini
(1931) og Ísak (1932) í Klaksvík.
Heini vaks upp hjá ommmuni
í Svínoy, Malenu. Hon var dóttir
Maren Cathrinu og Rasmus Olsen
úti á Bø. Abbin, Heini, doyði tíðliga,
og omman sat einkja, tá ið Heini sum
heilt lítil smádrongur kom til Svínoyar
at vera.
Heini sat við festinum Har Heimi,
og hann var í mong ár skipsmaður og
útróðrarmaður. Í nógv ár róði hann
út við Fuglbergi og Áarbergi, sum
svínoyingurin Poul Justinussen, sáli,
sum búði í Klaksvík, átti. Eftir at Poul
Justinussen hevði selt bátarnar, fór
Heini at arbeiða heima í Svínoy. Tað
gjørdi hann so leingi, sum orkan var
til tað.
Miðskeiðis í seksti árunum keyptu
Fríðgerð og Heini hús uppi á Váli, og
har hava tey búð síðani. Børnini hjá
teimum eru Heri (1956) og Anna Jórun
(1969). Tey búgva bæði í Havn.
Fríðgerð og Heini hava verið mill
um álitisfólkini í heimbygdini. Serliga
síðani kríggið er fólkatalið nógv mink
að í Svínoy. Tá ið tað nú hevur lagað
seg soleiðis, hevur tað komið væl við,
at tað hava verið tey, sum so at siga
hava hildið tørn og kent ábyrgd.
Heini, sum var friðarligur, fyrikom
andi og dámligur maður, var deknur í
Svínoyar kirkju, haðani hann verður
grivin mikudagin.
J
Heini Joensen farin
Dagurin í morgin
22. august. Symphorianus, deyður í umleið ár 180.
Kristin ungur maður úr Autun í rómverska landinum Galliu
(Suðurfraklandi). Varð tikin av døgum, av tí at hann ikki
vildi tilbiðja skurðgudamyndir í Cybeletemplinum.
Tíðindaskriv
Hósdagin 24.august kl. 15
letur ein listaframsýning
upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Tað er Marjun Jóanesar
dóttir, sum sýnir fram. Marj
un arbeiðir nú sum listafólk
burturav. Í mong ár hevur
hon, við síðuna av arbeiði
sínum sum ergoterapeutur,
fingist við ymiska list. Ser
liga hevur hon gjørt seg
galdandi innan sjónleik
og sjónvarp, ella rættari
– aftanfyri pallin, har hon
hevur evnað til leikbúnar,
maskur, parykkar og nógv
ar løgnar verur, so sum
Trøllapætur og Ommuna,
talandi drekar, og – you
name it.....
Nú, hon gongur móti teim
um fimmti, frøðist hon um
at kunna brúka meira tíð til
skapandi list. Hon heldur
ikki tað er stórur munur á,
at gera eina serliga masku
til ein sjónleikara ella mála
ein málning. Í báðum føri
má hon royna at finna
tað heilt rætta tilfarið og
teknikkin til at lýsa tað,
hon fegin vil.
Hetta er fyrsta stakfram
sýning hennara. Íblásturin
til litríku myndirnar er ser
liga gleðin yvir nátúruna.
Framsýningin, ið er opin
til og við mikudagin 30.
august, er opin allar dagar
frá kl. 15 til kl.19, tó er
opið leygardagin frá kl.
10 til kl. 13.
Marjun Jóanesardóttir:
Listaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík