Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2006 15 tíðindi Tróndur Sivertsen gjørdist skjótasti agnskerarin í FM- kappingini Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í fyrstu FM-kappingini av fleiri, sum skipað varð fyri í Klaksvík leygardagin, gjørdist Tróndur Sivertsen vinnari. Hann vann kappingina sum skjótasti agnskerarin Tróndur skar rúgvuna av agni, sum hann hevði fingið at skera, í 3,13 minuttir. Á øðrum plássi endaði Jørgen Ragnarsson, sum hevði tíðina 3,15. Á triðja plássi var Elmar Simonsen, sum hevði tíðina 3,33 minuttir. Fleiri agnskerarar tóku lut í kappingini, og stórur áhugi var millum tey mongu, sum komin vóru at fylgja leikinum. Agnskerararnir tóktust væl upplagdir. Teir vóru kvikir við knívinum og k‡ttu seg dúgliga. Eftir bert stívliga trimum minuttum, høvdu teir fyrstu skorið ein heilan hóp av agni. Tað var í harðari kapping við Jan Højgaard, at Óli Sørensen vann FM- heitið í trolbøting Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tilsamans 14 luttakarar vóru við í FM-kappingini í trolbøting. Kappingin varð skipað soleiðis, at teir, sum høvdu bestu tíðina í innleiðandi umfarinum, komu víðari í eina finalu. Óli Sørensen og Jan Høj­ gaard komu í finaluna, og her vann Óli við tíðini 9,26. Tíðin hjá Jan var 9,55. Sostatt gjørdist Óli Sør­en­ sen FM-vinnari í trolbøting á Føroya Sjómannadegi. Millum mongu luttak­ar­ar­ nar, var eisini Eli Petersen, sum ikki er nakar unglingi longur. Hann megnaði ikki at fylgja teimum yngru til fuln­ar, men tað sást t‡ðiliga, at maðurin í sínum bestu døgum hevur verið kvikur við nálini. Tað var kanska ikki óvæntað, at kviki egnarin, John Havn, gjørdist FM-vinnari í egning Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo John Havn er ringur at taka, tá ið ræður um egning. Í FM-kappingini á sjó­manna­ degn­um sló hann heims­metið við at egna ein línustamp upp á 7,41,28 minuttir. Hetta var í sjálvari finaluni í kappingini. Í innleiðandi umfarinum hevði hann 8,08,28 minuttir um stampin. Á øðrum plássi kom Ólav­ ur Poulsen við tíðini 8,13,96 og á triðja plássi Poul Eli Jacobsen við tíðini 8,18,44. Á sjómannadegnum í Klaks­vík í fjør vann John Havn á bæði norska og íslendska meistaranum, og við tíðini leygardagin hevur hann tryggjað sær luttøku í heimsmeistarakappingini í egning, sum verður í Noregi komandi summar. Í 2008 verður HM-kapp­ ingin í egning í Klaksvík, og hetta árið fyllir býurin eisini 100 ár. Meira um sjómannadagin 06 Í blaðnum í morgin fara vit at hava meira tilfar um Føroya Sjómannadag, og tá fara vit eisini at prenta fleiri myndir frá degnum og ymisku tiltøkunum, sum vóru á skránni Skjótasti agnskerari Tróndur Sivertsen (í miðjuni) gjørdist FM-vinnari í agnskering. Á øðrum og triðja plássi endaðu Jørgen Ragnarsson og Elmar Simonsen Mynd: Vilmund Jacobsen Óli Sørensen vann á Jan Højgaard í trolbøting Mynd: Álvur Haraldsen Óli vann FM í trolbøting Egndi seg til nýtt heimsmet John Havn er ein framúr egn­ari. Hann hevur nú tryggjað sær luttøku í HM-kappingini í Noregi komandi summar Mynd: Álvur Haraldsen – Okkara sjófólk hevur tørv á slíkum døgum sum hesum, tí tey eru so spjødd í sínum dagliga yrki. Her verða vit mint á felags virðir, tosa um sama mál, siga okkara hugsan og lurta eftir hvørjum øðrum. Vit taka lut í felags tiltøkum, bæði til álvara og gaman, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann setti Føroya Sjómannadag Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­ maður í fiskivinnumálum, setti Føroya Sjómannadag í Klaksvík leygarmorgunin. – Tað er mær ein stórur heiður at fáa høvi at seta sjómannadagin, og ser­stak­ liga fegin var eg um høvi at seta sjómannadagin í fjør – tann fyrsta í Føroyum nakrantíð. Hóskandi umhvørvi Landsstýrismaðurin fegn­ aðist um umhvørvið, sum er karmur um hendan dagin og nevndi egningarskúrarnar á Stongunum, sum hava havt og framvegis hava so stóran týdning fyri lokalsamfelagið í Klaksvík. Hann fegnaðist eisini um, at Klaksvíkin, sum hevur so stóran búskaparligan týdning fyri alt samfelagið, er karmur um hendan dagin. – Fyri ikki so langari tíð síðan, vóru børnini og ung­dómurin meira við í tí, sum tey vaksnu fingust við. Sjógvurin og tað, sum í honum er – útróður og sjólívið annars, var ikki so fremmant fyri unga ættarliðið sum nú. Tí eiga fyrireikararnir rós uppiborið fyri, at teir við sjómannadegnum og fjølbroyttu skránni ítøki­ liggera nógv av tí, sum fyrr var ein sjálvfylgja hjá einum og hvørjum – men sum nú er við at fara í gloymskuna. Ikki gloymdir Bjørn Kalsø segði, at sjófólk og onnur við eitt slíkt høvi steðga á. – Her verða vit mint á felags virðir, tosa um sama mál, siga okkara hugsan og lurta eftir hvørjum øðrum. Vit taka lut í felags tiltøkum, bæði til álvara og gaman. Hann helt, at júst okkara sjófólk hava tørv á slíkum døgum sum hesum, tí tey eru spjødd í sínum dagliga yrki. – Júst tað, at tú ert burtur frá tínum starvsfeløgum og samfelagnum annars, kann geva tær kensluna av, at tú ert einsamallur, at tú ikki verður umtalaður, og at tú einki virði hevur. Krumptappurin Landsstýrismaðurin legði stóran dent á tað virði, sum starvið hjá hesum sam­ felagsbólki hevur. – Tit skulu øll vita, at yrki tykkara framhaldandi er sjálvur krumptappurin í føroyska búskapinum – eis­ ini í tí nútímans føroyska sam­felagnum í 2006, segði Bjørn Kalsø. Sjómaðurin er ikki einsamallur – Starvið hjá okkara sjófólki hevur alstóran týdning fyri samfelagið, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann setti Føroya Sjómannadag Mynd: Vilmund Jacobsen