mánadagur 21. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2006
15
tíðindi
Tróndur Sivertsen
gjørdist skjótasti
agnskerarin í FM-
kappingini
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í fyrstu FM-kappingini av
fleiri, sum skipað varð fyri
í Klaksvík leygardagin,
gjørdist Tróndur Sivertsen
vinnari.
Hann vann kappingina
sum skjótasti agnskerarin
Tróndur skar rúgvuna av
agni, sum hann hevði fingið
at skera, í 3,13 minuttir.
Á øðrum plássi endaði
Jørgen Ragnarsson, sum
hevði tíðina 3,15.
Á triðja plássi var Elmar
Simonsen, sum hevði tíðina
3,33 minuttir.
Fleiri agnskerarar tóku
lut í kappingini, og stórur
áhugi var millum tey mongu,
sum komin vóru at fylgja
leikinum.
Agnskerararnir tóktust
væl upplagdir. Teir vóru
kvikir við knívinum og k‡ttu
seg dúgliga.
Eftir bert stívliga trimum
minuttum, høvdu teir fyrstu
skorið ein heilan hóp av
agni.
Tað var í harðari
kapping við Jan
Højgaard, at Óli
Sørensen vann FM-
heitið í trolbøting
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilsamans 14 luttakarar
vóru við í FM-kappingini í
trolbøting.
Kappingin varð skipað
soleiðis, at teir, sum høvdu
bestu tíðina í innleiðandi
umfarinum, komu víðari í
eina finalu.
Óli Sørensen og Jan Høj
gaard komu í finaluna, og
her vann Óli við tíðini 9,26.
Tíðin hjá Jan var 9,55.
Sostatt gjørdist Óli Søren
sen FM-vinnari í trolbøting á
Føroya Sjómannadegi.
Millum mongu luttakarar
nar, var eisini Eli Petersen,
sum ikki er nakar unglingi
longur.
Hann megnaði ikki at fylgja
teimum yngru til fulnar, men
tað sást t‡ðiliga, at maðurin
í sínum bestu døgum hevur
verið kvikur við nálini.
Tað var kanska ikki
óvæntað, at kviki
egnarin, John Havn,
gjørdist FM-vinnari í
egning
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
John Havn er ringur at taka,
tá ið ræður um egning.
Í FM-kappingini á sjómanna
degnum sló hann heimsmetið
við at egna ein línustamp upp
á 7,41,28 minuttir.
Hetta var í sjálvari finaluni
í kappingini.
Í innleiðandi umfarinum
hevði hann 8,08,28 minuttir
um stampin.
Á øðrum plássi kom Ólav
ur Poulsen við tíðini 8,13,96
og á triðja plássi Poul Eli
Jacobsen við tíðini 8,18,44.
Á sjómannadegnum í
Klaksvík í fjør vann John
Havn á bæði norska og
íslendska meistaranum, og
við tíðini leygardagin hevur
hann tryggjað sær luttøku í
heimsmeistarakappingini í
egning, sum verður í Noregi
komandi summar.
Í 2008 verður HM-kapp
ingin í egning í Klaksvík, og
hetta árið fyllir býurin eisini
100 ár.
Meira um
sjómannadagin 06
Í blaðnum í morgin fara vit at hava meira tilfar um Føroya
Sjómannadag, og tá fara vit eisini at prenta fleiri myndir
frá degnum og ymisku tiltøkunum, sum vóru á skránni
Skjótasti agnskerari
Tróndur Sivertsen (í miðjuni)
gjørdist FM-vinnari í
agnskering. Á øðrum og
triðja plássi endaðu Jørgen
Ragnarsson og Elmar
Simonsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Óli Sørensen vann á Jan
Højgaard í trolbøting
Mynd: Álvur Haraldsen
Óli vann FM í trolbøting
Egndi seg til nýtt heimsmet
John Havn er ein framúr egnari. Hann hevur nú tryggjað sær
luttøku í HM-kappingini í Noregi komandi summar
Mynd: Álvur Haraldsen
– Okkara sjófólk
hevur tørv á slíkum
døgum sum hesum,
tí tey eru so spjødd í
sínum dagliga yrki.
Her verða vit mint
á felags virðir, tosa
um sama mál, siga
okkara hugsan og
lurta eftir hvørjum
øðrum. Vit taka lut í
felags tiltøkum, bæði
til álvara og gaman,
segði Bjørn Kalsø, tá
ið hann setti Føroya
Sjómannadag
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
setti Føroya Sjómannadag í
Klaksvík leygarmorgunin.
– Tað er mær ein stórur
heiður at fáa høvi at seta
sjómannadagin, og serstak
liga fegin var eg um høvi at
seta sjómannadagin í fjør
– tann fyrsta í Føroyum
nakrantíð.
Hóskandi umhvørvi
Landsstýrismaðurin fegn
aðist um umhvørvið, sum
er karmur um hendan dagin
og nevndi egningarskúrarnar
á Stongunum, sum hava havt
og framvegis hava so stóran
týdning fyri lokalsamfelagið
í Klaksvík.
Hann fegnaðist eisini um,
at Klaksvíkin, sum hevur so
stóran búskaparligan týdning
fyri alt samfelagið, er karmur
um hendan dagin.
– Fyri ikki so langari
tíð síðan, vóru børnini og
ungdómurin meira við í
tí, sum tey vaksnu fingust
við. Sjógvurin og tað, sum í
honum er – útróður og sjólívið
annars, var ikki so fremmant
fyri unga ættarliðið sum
nú. Tí eiga fyrireikararnir
rós uppiborið fyri, at teir
við sjómannadegnum og
fjølbroyttu skránni ítøki
liggera nógv av tí, sum fyrr
var ein sjálvfylgja hjá einum
og hvørjum – men sum nú er
við at fara í gloymskuna.
Ikki gloymdir
Bjørn Kalsø segði, at sjófólk
og onnur við eitt slíkt høvi
steðga á.
– Her verða vit mint á
felags virðir, tosa um sama
mál, siga okkara hugsan og
lurta eftir hvørjum øðrum.
Vit taka lut í felags tiltøkum,
bæði til álvara og gaman.
Hann helt, at júst okkara
sjófólk hava tørv á slíkum
døgum sum hesum, tí tey
eru spjødd í sínum dagliga
yrki.
– Júst tað, at tú ert burtur
frá tínum starvsfeløgum og
samfelagnum annars, kann
geva tær kensluna av, at tú
ert einsamallur, at tú ikki
verður umtalaður, og at tú
einki virði hevur.
Krumptappurin
Landsstýrismaðurin legði
stóran dent á tað virði,
sum starvið hjá hesum sam
felagsbólki hevur.
– Tit skulu øll vita, at
yrki tykkara framhaldandi
er sjálvur krumptappurin í
føroyska búskapinum – eis
ini í tí nútímans føroyska
samfelagnum í 2006, segði
Bjørn Kalsø.
Sjómaðurin er
ikki einsamallur
– Starvið hjá okkara sjófólki hevur alstóran týdning fyri
samfelagið, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann setti Føroya
Sjómannadag
Mynd: Vilmund Jacobsen