Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 159 - 21. august 2006 tíðindi Reportaga Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tá vit koma umborð á Ad­miral Starikov, sum russ­ iska skipið verður kallað, taka Árni Dam, sum er russ­ iskur konsul, og skiparin, Konstantin Shulpin, blídliga ímóti okkum. Vit verða boðin niðan í kamarið hjá skiparanum, og á borðinum standa smá­ køkur og mjólk úr Russ­ landi. Vit seta okkum inn á bonkin, og Konstantin setur seg við skrivaraborðið. Skip­ arin sigur ikki tað stóra, tí hann dugir ikki so væl at málbera seg á enskum, men hann er blíður og í góðum hýri. Árni og hann práta saman á russiskum, og síðan greiðir Árni okkum frá, hvat skiparin sigur. – Hetta reiðaríið eigur 89 skip og er eitt tað frægasta, sum kemur til Føroya. Teir hava fiskað sild beint uttan fyri føroyska markið og hava fingið heili 2420 tons, sum manningin nú fer at umskipa til eitt annað skip. Manningin telur 83 mans og fimm kvinnur, sum arbeiða í kabússuni, sigur Árni. Hann leggur afturat, at vanliga eru russisku skipini bert ein til tríggjar dagar í Føroyum í senn: – Teir royna at lossa fiskin sum skjótast, bunkra, keypa mat og fara síðan avstað aftur. Tað kemur tó onkuntíð fyri, at manningin noyðist at fáa hjálp frá okkum. Geva skipsvistir – Vit geva teimum nóg mik­ ið av øllum, so teir klára seg. Í flestu førum fær mann­ingin mat og klæðir, sum vit saman við øðrum sjálvbodnum, heilsølum og matvøruhandlum hava savn­ að inn, sigur Árni, meðan skiparin, Konstantin, býður okkum kola í blikkum: – Gerið so væl. Um eina løtu fáa tit køkur, sigur hann á hálvbrotnum enskum. Árni heldur fram at greiða frá: – Eg havi einaferð upp­ livað, at manningin umborð á einum skipi ikki fekk løn í tvey ár, tí reiðaríið var illa fyri fíggjarliga. Fyrr í ár hoyrdu vit um eitt russiskt skip, har manningin ongan mat hevði yvirhøvur og slapp ikki heim. Men tað er einasta ferðin í ár, at tað hevur stað­ ið so illa til, og tíbetur er tað sjáldan, at russararnir í Føroyum veruliga hava brúk fyri hjálp frá okkum, greiðir Árni frá. – Hóast manningin umborð ikki altíð er so illa fyri, fara vit sum oftast umborð við minst einum platti av mati, skoytir hann uppí. Skiparin nikkar og sigur, at manningin fegnast um blíðskapin frá føroyingunum, hóast starvsfólkini umborð sum oftast bert eru heim­ anífrá fýra mánaðir í senn: – Flest øll fáa bert 4000 krónur í løn um mánaðin, og tá eru tey væl lønt, um hugsað Árni Dam, russiskur konsul: »Fyrr kastaðu vit rotin – nú góðtaka vit russar Vit hava sett skip­ar­anum á russiska skipinum, Adminiral Starikov, stevnu fyri at vita, hvat teir takast við, og hvussu teir trívast her um okkara leiðir. Umborð á stóra, gráa og eitt sindur rustaða skipinum fáa vit heitar kanelbollar og sild í dós. – Russ­ararnir hava tað gott, sigur Árni Dam, sum er russiskur konsul Russararnir vóru forvitnisligir og fryntligir. Vit fingu rómakøkur og kola í blikki til drekkamunn Umborð á Admiral Starikov hevur manningin møguleika at nýta hitarúm – Russararnir hava tað gott, sigur Árni Dam, russiskur konsul